Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 18. november 2003 27 27 26 Nr. 219 - 18. november 2003 Hoyvíkingar sýndu enn einaferð, at teir hava gott tak á Kyndli, og ikki minst, so stríðast teir altíð til tað seinasta HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum vit nevndu í leygar- dagsútgávu okkara, so hev- ur tað ofta verið so, at hoy- víkingar hava hug at arga Kyndil, tá grannauppgerðir millum feløgini eru á skránni. At dysturin hesaferð varð leiktur leygardag, og at Kyndils-leikararnir tí kanska eisini høvdu kannað sær bitan, áðrenn teir kundu taka sær av løttum eitt leygarkvøld, mundi ikki hjálpa teimum nakað ser- ligt í so máta. Øll tekini vóru greið Og tað var eisini skjótt greitt leygardagin, at um Kyndil ikki spældi við full- ari ferð, orku og konsentra- tión, so kundi tað skjótt ganga galið. Hoyvíkingarnir tóktust so ongan tíð hava ætlanir um at lata nakað sum helst fara lættliga, og longu fyrstu løtuna fóru teir undir at toga seg frá Kyndli. Í Levi Nybo hava teir eisini ein málverja, sum við risafet- um gongur upp móti teim- um allar bestu, og saman við verjuni syrgdi hann fyri, at Kyndil í øllum før- um ikki skuldi koma sær fram at nøkrum løttum málum. Av røttum skuldu allar ávaringarlampur hjá Kyndli fari at lýst longu hesa fyrstu løtuna, men har hendi tó millum lítið og einki. Teir fingu eisini ein at kalla ókeypis møguleika at koma aftur í dystin, tá hoyvíking- ar eina løtu drógust við tríggjar útvísingar, og í greiðum yvirtali eydnaðiast eisini Kyndli at vinna seg upp á javnt. Eitt skifti var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast liðnum at toga seg heilt leyst. Finnur Hansson, sum ofta roynir tað spek- takulera, heldur enn tað sum gagnar liðnum mest, tóktist hava eydnuna við sær hesa løtuna, og hann sendi nakrar sannar perlur upp um verjugarðin og niður undir yvirleggjaran hjá H71. Og eisini Jacob Jónsson tók nú fatur í takt- stokkinum, soleiðis sum hann er vanur, og tá er sjáldan stuttligt at standa fyri. Mansverjan steðgaði øllum Men hoyvíkingar fingu tó skjótt steðgað hesum sein- asta. Teir løgdu alt fyri eitt ein leikara út á Jacob, og steðgaði aftur fullkomuliga upp hjá Kyndli. Hoyvíking- ar togaðu seg alt fyri eitt beint undir liðina á teimum grønu, og fyrstu lítlu løtuna togaðu teir seg aftur framum. Og so fór tað alla tíðina at verða tungt hjá Kyndli. Tí hóast liðið telir hópin av leikarum, sum mugu rokn- ast millum teir allar bestu føroysku, so megnaði liðið ongan tíð at fáa nakra skipan á spælið, nú Jacob Jónsson fekk sín lut skerd- an. Tað fær tó ikki annað enn undrað, at Høgni Klein varð hildin so leingi á beinkinum hesa løtuna. Av leikarum á liðnum man hann helst vera tann, sum er næstur Jacob í leiklutinum sum spælstýrari. Um tað hevði hjálpt Kyndli, er so ein ósøgd søga, men uttan nakra stýring, gjørdist úrslitið rættiliga sjálvsagt. Alt ov ofta busaðu bakkar- nir bara beint á verjuna, og heldur enn at breiða spælið, so varð einasta alternativið at tveita bóltin inn á strik- una, og tó at Kyndil eisini her hevur ein landsliðsleik- ara, so er avmarkað, hvat hesin fær gjørt, um bóltar- nir støðugt og einvíst verða tveittir inn móti miðjuni. Ørvur á Lag kom eisini væl frá uppgávuni, tá hann eitt skifti avlastaði Levi í mál- inum, og tá Levi so kom inn aftur seinastu 10 minuttir- nar, hevði hann fingið lyklarnar til málið við av beinkinum, og teir vórðu snaraðir rætta vegin. Eyðmýking At Kyndil bert skeyt trý mál seinasta korterið, sigur helst alla søguna um álops- partin, og heldur ikki í verjupartinum gekst teim- um grønu serliga væl. Fyrst og fremst Halgir Dahl Olesen fekk sera leysar teymar, og tó at Kyndil eftir eitt tiltrongt time-out fór út at mansverja bæði hann og Gerster, so var ov seint at venda gongdini. Og at Esbern Patursson so ístaðin trakaði til, mundi bara gera ilt verri hjá Kyndli. Fyri hvørt málið frá hvítu monnunum, stardu Kyndils-eyguni alt meira niður í gólvið, og fyri leik- ararnar mundi tað kennast sum ein stórur, tá floytan ýldi eftir 30 minuttir. Ein lætti, tí við táverandi dyst- argongdini í huga, so er lítil ivi um, at hoyvíkingarnir høvdu skorað so nógv fleiri mál afturat, um minuttirnir vóru fleiri í tali. Men hóast hesa eyðmýk- ingina, so hava teir í Kyndli ikki ráð til at hanga við høvdinum leingi. Longu komandi vikuskifti er topp- dystur á skránni móti StÍF á Skála, og skal Kyndil nú ikki missa sambandið við oddin eina løtu, so er neyð- ugt við sigri í teirri upp- gerðini. Hovyíkingar skulu tá royna seg móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt teir tá kunnu prógva, at talan ikki bert var um eitt ein- stakt hæddarlop, men at liðið veruliga er um at koma á beint eftir at fýra teir fyrstu dystirnir á árin- um allir endaðu við tapi. Dysturin í tølum Kyndil-H71 26-33 (16-15) Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 10(6), Finnur Hansson 7, Josef Abraham- sen 3, Høgni Klein 3, Jacob Jónsson 2, Janus Einar Sørensen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 11(4), Henrik Gerster 9(2), Heini Bendtsen 3, Esbern Patursson 3, Johnny Dur- huus 3, Tróndur Vatnhamar 2, Magnus Dahl Olesen 1, Niels Viggo Niclassen 1 Brotskøst: Kyndil 8, H71 8 Útvísingar: Kyndil 2, H71 5 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu ikki stór- vegis trupulleikar av lágu leikferðini í dystinum. Kyndil-H71 26-33 (16-15): Botnurin smurdi toppin av Jacob Jónsson slapp lítla løtu at stýra dystargongdini, men eftir at hoyvíkingar pilkaðu hann burturúr spælinum, hevði Kyndil einki móttrekk Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26 Neistin-StÍF 30-28 (16-13): Neistin drúgvastur í málveitslu Skjúttarnir á liðunum báðum fingu veruliga roynt seg, tá tey bæði beint undir oddinum hittust sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skuldi Neistin gera sær nakrar vónir um at halda fast í oddinum, nú longu áðrenn kappingin av álvara er farin ígongd, so var kravið heilt einfalt. Stig skuldu til høldar móti StÍF. Strandakvinnurnar høvdu hinvegin sítt at hugsa um. Við sigrinum á VB fyri viku síðani hildu tær fast um støðuna frammi í odd- inum, og enn tvey stig á kontina móti Neistanum høvdu gjørt tað heila enn meira hugaligt hjá liðnum. Gott rásarúm Tað líktist tí einum dysti millum tvey lið, sum vildu leggja nógv fyri í royndun- um at vinna, og tað bleiv tað so sanniliga eisini talan um. Skal undirhald mátast í málum, so var talan um ein av teimum heilt undirhald- andi dystunum í kvinnu- deildini. At bæði liðini í verjupartinum so eisini hjálptu til í hesum við fløtu verjunum, er ein onnur sannroynd, og í øllum før- um gav hetta skjúttunum hjá liðunum báðum góðar umstøður at virka. Og ikki minst dugdi Sim- ona Dziugyte hjá Neistan- um at gera sær dælt av hes- um. Ofta hevur hon kanska lyndi til at royna í meira lagi sjálv, og við hvørt vóru eisini ábendingar um hetta sunnudagin. Men tá hon í seinna hálvleiki fekk rætta takið, var ikki at standa fyri hjá StÍF-málverjanum. Tað eru fáir kvinnuligir leikarar í landinum, sum hava eina skotstyrki í hennara flokki, og sleppur hon at gera nýtslu av hesari, so er einki, sum stendur fyri. Afturat hesari skotstyrk- ini, so hevur Neistin eisini aðrar frægar leikarar at taka av. Lina Andriulyte sýndi sera gott hegni í at finna neyðugu sendingarnar og eitt nú Ása á Neystabø og Lív Sørensen eru kvikar at fara avstað, tá møguleiki fyri kontraálopum spyrst. Mundu mist takinum Hesir eginleikar sóu leingi út til at geva Neistanum ein tryggn sigur. Stóran part av fyrra hálvleiki var heima- liðið á odda við tveimum og trimum málum, men so skjótt, sum seinni hálvleik- ur byrjaði, fekk StÍF eitt nógv betri tak á. Ikki minst tí tær hesa løtuna – fyri ein- astu ferð í dystinum – megnaðu at byrgja fyri skotroyndunum frá Sim- onu, og í álopsspælinum sýndu tær eisini neyðuga tolið í royndunum at koma at skotmøguleikum. Men gleðin var tó stokk- ut. Neistin fekk aftur ferð á í álopsspælinum. Linda á Dunga hevði nakrar týdn- ingarmiklar bjargingar í verjupartinum, og tó at munurin ikki gjørdist hin stóri, so bendi alt á heima- sigur. Gestirnir megnaðu ikki at taka seinasta fetið upp til vertirnar, sum so- leiðis ognaðu sær tvey týdningarmikil stig í roynd- unum at sleppa úr onga- mannalandi og upp móti heiðursmerkjaplássunum. Grundað á sigurin móti VB fyri viku síðani, so kundi StÍF kanska liva við, at talan ikki gjørdist um stig hesaferð. Men tað er einki at ivast í, at tær munnu iðra seg um hetta, og nú er kravið, at nøkur stig fáast til vega komandi umførini. Tvær ferðir á rað koma havnarlið tá á vitjan, og megnar StÍF at fáa fulla úrtøku úr hesum, so fer at síggja heilt gott út, áðrenn seinastu dystirnir í enda- spælinum standa fyri framman. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 30-28 (16-13) Málskjúttar Neistin: Simona Dziugyte 13(4), Ása á Neystabø 5, Lina Andriulyte 5, Lív Sørensen 3, Susan Brockie 1, Rakul Augustinusen 1, Marjun Tróndarson 1, Vivi- an Unadóttir 1 StÍF: Paula D. Olsen 8, Milica Ergic 5, Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Poula D. Høgnesen 4(1), Anna B. Danielsen 3, Beinta Joen- sen 2 Brotskøst: Neistin 4, StÍF 4 Útvísingar: Neistin 5, StÍF 5 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Høvdu fyri tað mesta eitt gott tak um dystin. Simona Dziugyte tykist her hava gott tak í verjupartin- um. Men tað var tó serliga í álopspartinum, at hon við veldugu skotstyrkini gjørdi um seg sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Søljan-Stjørnan 15-23 (9-13): Favoritt sigur við hálvari ferð Stjørnan setti ongan tíð ferð á ketlarnar, og Søljan megnaði ongan tíð at hótta, tá liðini hittust á Giljanesi HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at munurin millum topp og botn varð so ruddi- liga staðfestur fyri viku síðani, tá Søljan vitjaði í Klaksvík, mundi spenning- urin um dystin sunnudagin ikki vera tann heilt stóri. Og tó at munurin á mál- talvuni ikki varð eins sjónskur hesaferð, so mundi tað tó valda lítil ivi um, at tað ikki er í slíkum dystum, at Søljan skal rokna sær nakað stig. Fyrstu løtuna hesaferð megnaði Søljan tó at halda fast í mótstøðuni, sum fyri tað nógva tóktist hava sera ilt við at motivera seg til at vísa tað heilt stóra. Eisini hóast leikararnir vita av, at tað í apríl mánaði kann verða so, tað verða málini, sum eru avgerandi. Seinastu minuttirnar undan steðginum eydnað- ist tó gestunum at skjóta nøkur mál á rað, og eftir steðgin kundu tær so bara hugsa um at koyra tryggu stigini heim. Tað gjørdu tær eisini, og var talan um koyring úti á vegnum, so høvdu tær helst eisini fingið rós frá ferðslutrygd fyri ikki at bróta nøkur mørk fyri hámarksferð. Við stigunum tryggjaðu klaksvíkskvinnurnar sær, at tær nú eru á odda í bestu deildini. Á pappírinum hava tær tó ein dyst fleiri enn VB og VÍF, sum altso ikki sluppu í dyst um viku- skiftið. Spurningurin er so, hvørt Stjørnan fer at halda fast um sessin, tá tær næstu ferð skulu í eldin. Tað verður um tvær vikur, og tá er mótstøðuliðið VÍF í Vestmanna, og við verandi gongd, so er einki at ivast í, at hópur av klaksvíkingum tá fer at leita suður eftir at gylgja við, hvussu leikur fer. Sóljan hevur eisini tá týdningarmiklan dyst. Tá vitja tær nevnliga hjá Kyndli, og tað líkist í øll- um førum einum dysti, har Søljan kann skrykkja seg heilt leysa úr botninum. Áðrenn tann dystin bíðar tó ein tann truplasta upp- gávan á árinum, tá leiðin gongur til Vág. Dysturin í tølum Søljan-Stjørnan 15-23 (9- 13) Málskjúttar Søljan: Heidi Maria Akselsen 4, Nicoleta Radu 4(1), Heidi Haraldsen 3, Arnleyg Haraldsen 2, Kristina Griksaite 1, Jana Jacobsen 1 Stjørnan: Katarina Stepa- nov 6(1), Annika Ljósstein 6(1), Una Olsen 5, Bára S. Klakstein 3, Anna Kristina Samson 2, Joan M. Djor- djevic 1 Brotskøst: Søljan 2, Stjørnan 6 Útvísingar: Søljan 5, Stjørnan 1 Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.