Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 11820 Teletax. 14720 e-mail: postØsosialurin.fo pen sg Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, „Feroyavinurin“ vent Foroyum bakið Oddagrein SAMBÆRT veljarakanningunum verður borgarlig stjórn í Danmark við Uffe Ellemann-Jensen sum for- sætisráðharra eftir valið mikudagin. Pípuroykjandi politikarin, sum ikki fýrir fyri at minna føroyingar á, at hann er „Feroyavinur“, tykist, nú hann kennir seg tryggan í forsætisráðharrasessinum, hava gloymt alt um Feroyar og sínar „feroysku retur“. Vónirnar hjá feroyingum til Uffe byggja tí eftir ollum at doma á luftkastellir. Á „falske forventninger“ HETTA må verða niðursteðan eftir tey úttalilsi, sum Vinstraflokkurin nú vartar upp við í danskari pressu. Meðan tað fyri bert stuttari tíð síðani var altavgerandi at fáa danska fíggjarmálaráðharran fyri ein ríkisrætt og annars at fáa donsku javnaðarstjórnina at játta sína skuld í bankamálinum, hevur Uffepípan fáar dagar undan valinum fingið eitt heilt annað ljóð. Nú vilja vinstramenninir helst gloyma alt um bankamålid og heldur hyggja frameftir. Við oðrum orðum, teir hava ongan hug til at grava víðari í málinum og tað má so aftur merkja, at ein vinstraleidd stjórn ætlar sær ikki at ganga á odda fyri at ganga foroyskum krovum um endurgjald á meti. Slíkt mál sum hetta eigur at fáa foroyingar at rakna vid og ikki gloyma myndina av Uffe Ellemann-Jensen sum seyðin í úlvaskinni. ENN er valið ikki avgjørt. Men skuldi tað hent, at hesin sokallaði „Feroyavinur“ verður at stýra Danmark næstu fýra árini, so skal hann vita, at hann hevur nógv at liva upp til, soleiðis sum hann hevur roynt at lifra fyri foroyingum í bankamálinum. Borðið fangar. Hann hevur ásannað, at foroyingar eru snýttir. Hann heldur sjálvur, at donsku javnaðarmenninir hava alla skyldina Hendir tað so, at hann tekur yvir eftir javnaðarstjórn- ina, so tekur hann eisini yvir ta ábyrgd, sum hann sjálvur hevur víst á, at javnaðarstjórnin átti. Við oðrum orðum verður Uffe Ellemann-Jensen í forsætisráð- harrasesssinum noyddur til at ganga føroyskum krøvum um endurgjald á meti MEN tá vit vita, hvussu tætt og gott samband er millum Uffe og Edmund, so skuldi verið lagamanni hjá før- oyingum at fingið tey krøv uppfylt, sum løgmadur aftur og aftur hevur júkað um. Nevniliga, at danir skulu taka alla skuldina í sambandi við bankabjargingina á seg. VIT síggja Johannes Martin Olsen veitra við einum biløgdum skrivi frá sama Uffe, sum sukursøtum orðum lovar føroyingum hetta og hatta, kemur hann til ræðið Ja vit fáa at síggja. Eftir okkara tykki er einki, sum bendir á, at ein borgarlig stjórn fer at verða fús til at ganga føroyskum krevum á meti - nú távinstramenninar longu hava drigið í land og umreða bankamálið sum farin tíð - sum sega. Og tá vinstamenn nú vilja leggja lok á málið er tað tí, a teir vilja ikki hava kannaðan teirra egna leiklut i Føroyamålinum, tá teir seinast sótu í stjórn!!! FORVTNISLIGT verður at síggja, um ein borgarlig stjórn verður eftir valið, hvat henda veruliga meinar um bankamálið. Er tað fortíð, tå má tað væl eisini merkja, at teir borgarligu ætla at stinga halan millum beinini og bara vísa til sosialdemokratarnar og siga, at Bankamálið er teirra borð. Nei so lætt gongur ikki. Uffe verður nú noyddur at vísa, um nakað innihald er í hansara „Feroyavinskapi“ Sosialurin 110 Tórshavn íkisfelagsskap lla loysing Politikkur er at vilja. Tað er at vilja b roytingar. Og hesar vil javnaðarflokkur- in altíð fremja. Bæði tá tað snýr seg um ríkisrættarligu støðuna og um tey politisku málini annars Í morgin er fólkatingsval. Sambært heimastýrislógina hava føroyingar rætt at kjósa sær tvey fólkatings- umboð. Javnaðarflokkurin og hansara veljarar hava al- tíð gjørt nýtslu av hesum rætti. Tað gera vit sjálvandi eisini á valinum í morgin Størsta arbeiðið hjá før- oysku fólkatingsumboðu- num í komandi valskeiði eigur at verða broytingin í ríkisrættarligu støduni Tann |. april eru 50 ár liðin síðani = heimastýrislógin varð sett í gildi. Tey fyrstu nógvu árini var heimastýr- íslógin ein sera góður og hóskandi karmur um ríkis- rættarligu viðurskiftini Men í dag tykist tíðin at vera farin frá hesi skipan. Hesi farnu 50 árini hava vit nýtt allar møguleikarnar í heimastýrislógini. Møgu- leikarnir í verandi skipan eru uttømdir. Vit hava útfylt karmin. Karmurin er á tremur, og kann verða sprongdur, um hann íkki verður víðkaður, ella um vit ikki nú seta ein nýggjan karm um ríkisrættarligu viðurskiftini. Javnaðarflokkurin vil ikki hava loysing. Flokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin. Men vit vilja hava broyt- ingar. Vit vilja seta ein nýggjan karm um ríkisfel- agsskapin. Hetta er avgjørt neyðugt, og eisini ein av- gjørd treyt, um vit fram- haldandi skulu verða í rík- isfelagsskapinum og um felagsskapurin skal gagna øllum pørtum. Tí danska partinum. Tí grønlendska partinum. Og tí føroyska partinum. Sum dómi um, at heima- stýrislógin ikki er hóskandi longur, kann verða nevnt, at málsgkir eru í dag, sum als ikki vóru til, tá heimastýr- islógin varð smíðað. Vit kunnu t.d. nevna umhvørv- ismál. Herundir eisini hav- umhvervið. Tað er ikki ásett í heimastýrislógini, antin umhvørvismål er felagsmål, ella førøyskt sermål. Ursl- itið er, at vit hava eina før- oyska lóg fyri umhvørvid á landi, meðan uppskot um eina danska lóg fyri hav- umhvervið, nú er løgd fram í fine me Javnaðarflokkurin var slóðbrótarin, tá vit í síni tíð fingu heimastýrislógina. Flokkurin bjóðar seg fram, og vil aftur nú taka ábyrgd og átaka sær at gera tað slóðbrótandi arbeiði, í sam- bandi við eina nýggja lóg- gávu fyri hetta týdningar- mikla øki. Um tjóðveldis- flokkurin vinnur, fáa vit loysing. Um sambands- flokkurin vinnur, fáa vit eis- ini loysing. Tí tvíhalda vit um verandi heimastýrislóg, verður karmurin sprongdur, og ríkisfelagsskapurin fer fyri bakka. Bjargingin liggur tí í eini nýggjari lóggávu fyri ríkis- rættarligu viðurskiftini. Eini lóggávu, sum tryggjar rík- isfelagsskapin, men gevur føroyingum fullan avgerð- arrætt í egnum landi, uttan at hetta kemur at nerva væl- ferðarsamfelagið. Vit vilja framvegis byggja eitt sosi- aldemokratiskt vælferðar- samfelag. Málið er enn sum áður at varðveita og menna FOLKAHEIMID FØROY- A øllum politiskum stig- um virkar javnadarflokk- urin fyri at byggja, vard- veita og menna eitt sam- haldsfast samfelag, har ser- lig umsorgan verður veitt børnum og ungum, teimum lågløntu, teimum gomlu, teimum sjúku og teimum annars veiku í samfel- agnum. Vit eiga at koma hvør ødrum við. Tí eigur samfelagið at hava umsorg- an fyri øllum. Vit eiga at tryggja, at øll hava tað gott í føroyska samfelagnum. Øll tey, sum taka undir við, at føroyska samfelagið verður eitt samhaldsfast samfelag, har fá hava ov nógv, og færri ov lítið, kunnu á fólkatingsvalinum í morgin taka undir við javnaðarflokkinum. Hetta er nevniliga politikkurin, sum javnaðarflokkurin vil reka á øllum politiskum stigum. Í kommunalpoli- tikki. Í landspolitikki. Og eisini í danska fólkatingi- num. Eg heiti staðiliga á allar føroyingar um at fara mann- sterkir á val og at seta kross- in við javnaðarlistan ella eitt av valevnunum á lista javn aðarfloksins. Lat okkum sláa manngarð um javnad arflokkin og eitt samhalds- Vilhelm Johannesen, fast samfelag. Gott val øll løgtingsmadur úr Klaksvík somul. og fólkatingsumboð Tann 9. mars 1998 Vilheim Johannesen Við hesum gera vit kunnugt, at góða mamma, ver- mamma, omma og langomma okkara ELINBORG PETERSEN fødd Samuelsen, fyrrverandi lærarinna, Tórshavn andaðist fríggjadagin 6. mars 1998. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin 10. mars kl. 13.00 Katrin og Elsa Birgitta |