týsdagur 10. mars 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ——
Nr. 46 — 10. MARS 1998
móti Lykketoft
EIRIKUR LINDENSKOV
— Bæði áðrenn og aftan á
kjakið í fólkatinginum um
bankakanningina, hóttu
Anders Fogh Rasmussen,
næstformaður í danska
Vinstraflokkinum og aðrir á
borgarliga veinginum, Mo-
gens Lykketoft, fíggjarmál-
aráðharra við ríkisrættarsak.
At Vinstraflokkurin nú kú-
vendir, hevur sera stóran
týdning fyri, hvussu málið
víðari verður vidgjørt.
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard, formaður í Javnað-
aflokkinum, nú kúvending-
in hjá Vinstraflokkinum
kom fram um vikuskifti, tá
Anders Fogh Rasmussen,
næstformaður í Vinstra-
flokkinum í blaðgrein
gjørdi kunnugt, at Vinstra-
flokkurin ikki fer at gera
meira við málið, og at allar
skuldsetingar móti Mogens
Lykketoft verða lagdar til
viks.
— Hevur Mogens Lykke-
ftoft ella onnur í stjórnini
hjá Nyrup ella í stjórnini hjá
Slúther brúkt heimildir, tey
ikki høvdu, so skal hetta
sjálvandi koma fram, sigur
Jóannes Eidesgaard. Og
hann heldur fram:
— Hetta er enn eitt dómi
um, at makt korrumperar.
Tá Vinstriflokkurin er í and-
stóðu, kunnu teir rópa hart,
og leggja stjórnina undir líkt
og ólíkt. Men nú, tá dyrnar
til stjórnina tykjast opnast
fyri teimum, bakka teir, og
nú eru teir, eins og Nyrup,
farnir at tosa um at hyggja
frameftir.
— Men so lætt skal tað ikki
ganga. Jóhannes Martin Ol-
sen er við í Vinstrabólkinum
og sostatt eisini við til at
skava út yvir leiklut Vinstr-
afloksins, og Óli Breck-
Vinstraflokkurin ger ikki
meira við bankamálið
Vinstra fer ikki at bora meira í Føroya-
málinum. Floksins ákærur móti Mogens
Lykketoft >hoyra fortíðini til<
— Vit fara ikki af gropa í
nøkrum, sum hoyrir fortíð-
ini til.
Hetta sigur Anders Fogh
Rasmussen úr danska Vin-
straflokkinum, sum nú
bakkar í bankamálinum, við
danska blaðið Aktuelt.
Tað var júst Vinstra, sum
í januar ákærdi Mogens
Lykketoft, fíggjarmálaráð-
harra fyri valdsmisnýtslu í
sambandi við bankamálið,
og sum í somu syftu tosaði
um ríkisrættarmál. Men nú
leggur Vinstraflokkurin so
upp til eina politiska semju,
sum kann enda málið.
— Hetta málið er avgreitt
í Fólkatinginum, so nú líta
vit frameftir. Tað fer at tæna
llum pørtum best, sigur
Anders Fogh Rasmussen
við Aktuelt.
Hann vísir samstundis
aftur at siga nakað um,
hvussu ein møgulig borg-
arlig stjórn fera at viðgera
sjálvt málið um figgjarligt
endurgjald til Føroyar.
— Vit hava als ikki havt
somu viðkomandi skjøl í
málinum, sum stjórnin hev-
ur. Tí mugu vit fyrst seta
okkum niður og gjógnum-
ganga alt málið umaftur,
sigur Anders Fogh Rasmus-
sen.
Aktuelt skrivar eisini í
dag, at meðan fíggjarliga
endurgjaldið endar sum >en
politisk varm kartoffel< á
borðinum hjá komandi
donsku stjórnini, eru >fót-
feilirnir< fyribils endaði í
Arhus.
Løgmålarådid hevur biði-
ð Karsten Revsbech pro-
fessor dr. jur. frá Árhus Uni-
versiteti metu um, hvert
embætismenn eru, sum
kunnu ábyrgjast fyri feilir-
nar í Føroya Bankamåli-
num.
Men serfrødingurin í
statsrættarmálum, Jens Pet-
er Christensen metir longur
nú, at øll embætisfólk verða
fríkend.
— Einki Jløgfrødisligt
grundarlag er fyri at peika
á ávís embætisfólk, sigur
Jens Peter Christensen við
Aktuelt
Óli fer í tinganes í dag
Í dag tekur Óli Jacobsen við
sum landsstýrismaður, eftir
at Kristian Masgnussen
friggjadagin legdi lands-
stýrissessin frå sær, tí hann
er vorðin limur í Javnadar-
flokkinum.
Óli Jacobsen hevur fyrr
sitið í landsstýrinum, frá tí
samgongan varð skipað í
september 1994 til fyrst í
1996.
Óli Jacobsen varð valdur
á ting fyri Eysturoyar val-
dømi fyri Verkamannafylk-
ingina í 1994.
Næsti maðurin á listanum
er Karl Robert Johansen,
sum tekur sæti á tingi
tíðindablaðið 3082
Donsk samansvørj-
ing moti føroyingum
Nú teir borgarligu tykjast vinna stjórnarvaldið í Danmark, eru skørpu tónarnir
í bankamálinum viknaðir, og Vinstriflokkurin tekur aftur allar skuldsetingar
mann fer helst sum limur í
Konservativa flokkinum
eisini at nikka játtandi, tá
hetta verður gjørt.
Hann sigur víðari, at alt
bankamålid var planlagt á
heysti í 1992, og at teir
borgarligu nú eru bangnir
fyri, at tey runubløkini, sum
teir - kansa av réttum - hava
blakað eftir Nyrup-stjórnini,
nú kanska fara at raka teir
sjálvar, fáa teir sjórnarvald-
ið.
— Tað er tí ótrúliga um-
ráðandi, at føroyingar velja
umboð á Fólkating, sum
siga at hesum finna vit okk-
um ikki í! — Alt skal fram,
bæði tað sum Nyrup og
Lykketoft hava gjørt og tað,
sum Anders Fogh Rasmus-
sen og Anne Birgithe Lund-
holt gjørdu, tá tey vóru ráð-
harrar.
— Nú síggja vit eina sam-
ansvørjing millum danska
politikarar ímóti føroying-
um. Verða vit vald á fólka-
ting, fara vit at finna onkran
sameindan í tinginum fyri
at fáa alt fram í hesum máli
- og enn er tað bara Eindar-
listin, sum hevur boða frá,
at hann fer at arbeiða fyri
hesum, sigur Jóannes Eid-
esgaard, sum leggur afturat,
at Javnaðaflokkurin sjálv-
andi heldur ikki fer í ting-
bólkin hjá Eindarlistanum -
men alt skal fram um bank-
amálið!
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokki-
num, ávarar ímóti at velja
borgarlig umboð á
fólkating
LASMO North Sea pic, a subsidiary of the
British company LASMO plc. It is an oil and
gas exploration and production company
whose assets are concentrated primarily in
the UK and Indonesia, but which has inter-
ests in 11 countries and acts as operator in
nine of them, with major operations in
Venezuela and Pakistan.
2 Trainee Possibilities
LASMO is offering 2 Faroese a possi-
bility for short term employment (4-5
months). Preferred candidates should
have a background which would suit
them to work in areas of exploration,
field operations finance/accounting/
procurement, or commercial and
legal. The position would be in
London, Aberdeen, or the Nether-
lands
Written application to be sent to:
Amerada Hess Faroes, P.O.Box 49,
FO-110 Torshavn, The Faroe islands
THE FAROESE PARTNERSHIP
(es) El KO 2225
co LASMO pic, 101 Bishopsgate,
/ london EC2M 3XH,
Tel :444(0) 171 892 9000,
Fax: +44(0) 171 892 9292, http/1www. lasmo com
STEPHANSSONS HÚS