Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 i tidindabladid Øll vilja ogna sær vinningin F Agii LAT SAND } ff Br Nr. 46 — 10. MARS 1998 Um sjónleikur er ein spegilsmynd av okkara gerandislívi, so er „Dreymur Jóansókunátt“ ikki so åveruligur. Við hvørt ein marrudreymur, og til aðrar tíðir ein Hollywoodmynd - gekkaland og bingo - alt í einum Norðurlandahúsið: Sjónleikurin „Dreymur Jóansekunátt“ eftir William Shakespeare Umseting: Axel Tórgarð Leikstjóri: Eyðun Jo- hannessen Scenografi: Snorri F Hilmarsson Tonasmidur Stanchey Ljós: Arni Baldvindsson Uppseting: Gríma Stamen Hóast alt stendur í einun uttanfyri. og - 3 verið at Innandura, so stríða seg upp úr at Koma innar barokktónar fylgj arnir uppá pláss í salinum Pallurin var einfalt prýdd- ur, sum vit kenna frá leikum »rikkalandi í fornøld, við súlum og trappum, tó her væl ballað í klæði So hvert sum frálíður og leikararnir koma á pallin, er einki sum tað eigur at vera, r 2 drott- er í ningar, kongar og aðals- menn, pryddir við stórum týraverur og ungar kvinnur sum berjast fyri at vinna unglingin, sum tær hava kastað sín kærleika á Har eru eisini handverk- arar og aðrar tímiligar verur, sum á sín hátt gera sítt til at vit lata okkum flyta inn í dreymaheimin. Tær eiska tann skeiva Vit eru stødd i Athen Tær ungu vinkonurnar Helena (Katarina Nolsøe) og Her- mia (Kristina Hansen) eru vorånar giftingarførar, men bland kemur i kærleikan Tá pápi Hermiu, Teseus, hertogi (Páll Danielsen) ger av, at dóttirin skal giftast við Denitrius (Allan Dalsgarð hóast hon er førelskad i .ysander (Annfinnur H acobsen), og hóast Helena r forelskað í Demetrius. so ør greitt, at her má okkurt nenda Forna lógin í Athen um hetta mundið sigur, at um gentan noktar at giftast við manni,sum pápin hevur valt henni, so skal hon fara í kleystur ella doyggja Grundgevingin fyri at pápin vil hava dóttrina at giftast við Demetriusi er stutt sagt, at honum dámar betur henda mannin enn Lýsander. Ikki tí, báðir bidl- arnir eru eins ríkir og høgt í metum, men soleiðis var tað bara tá. Kærleikans lógir fylgja ikki altíð samfelagsins lóg- um, og soleiðis var eisini í forntíðini Helena vil hava Demetri- us, men hann skal giftast Hermiu. Av øllum alvi roynir hon at fåa Demetrius at vera góð við seg, men tå tað ikki eydnast, roynir hon at lokka við sex . Tað plagar sum kunnugt at vera besta vápnið, men heldur ikki tað riggar Av hesum stendst leikur, sum heitið sigur, at dreym urin verður til veruleika og veruleikin til dreym, sum vit fylgja í slakar triggjar tímar - og ikki eina løtu keð- ir áskoðarin seg, tí har hend- ir okkurt alla tíðina Gandur í fortíð og nútíð Nútíð og fortíð kemur bland, eins og dreymur o veruleiki. Tú Situr sum nálum, fyri at fáa greiðu søgugongdini. Eitt sindur av gandi er eis- ini f dreymamyndunum, har Puk (Ria Tórgarð) er tænari og fívil hjá Oberon álva- kongi (Páll Danielsen), fær til uppgávu at stoyta ganda- vætu í eyguni á teimum báðum biðlunum. Tað skal fáa teir, tá teir vakna, at falla fyri tí réttu, og soleiðis Skulu allir trupulleikar rudd- ast burtur. Til alla vanlukku gandar Púk tann skeiva biðilin, og so ér umvent í holuni. Tað førir til óvin- skap millum vinkonurnar, øvundsjåku og ótryggleika, so sum slíkt eisini ger í dag. Meðan hesin leikur fer fram, verður brúdleyp fyri- í e å å reikað. Har skal m.a. eisini verða sjónleikur. Hetta verður gjørt á ser- stakliga skemtiligan hátt. Tú kanst siga, at hetta er áhugaleikur, tá hann er best - sum nakrir av bestu sjón- leikarar okkara so snildis- liga fáa okkum at hugsa um farnar tíðir, tá tað at spæla sjónleik var álvarsligt fyri tey sum luttóku, men annars ikki var mett sum annað enn spæl og fjas Tað gerast ikki minni skemtiligt av, at tað er Kíla Fía (Laura Joensen) sum skipar fyri. Tað hevur hon eisini gjørt ofta seinastu 20 árini í Grímu, og soleiðis verður 20 ára gamli leik- bólkurin snildisliga drigin inn í Shakespeare leikin Laura minnir ikki sért um eima ulladukku, sum øll í Havn minnast, og Egi var so skemtiligur, at tað ikki kann sigast frá í orðum. Jú, víst er tað Shakespea- re, men tað er eisini so nógv annað Har er sjónleikur í sjón- leikinum í fleiri løgum, frå tí gamla grikska samfelag num og til samfelag nútíðina í okkara Dreymurin um at liva lukkuligt allar ævir Øll eiga í sær dreymin um at vinna ta ævigu lukkuna, um tað so er at finna kær- leikan í øðrum menniskjað fáa børn og liva lukkuliga til dagsins enda, ella at fáa ein lættan vinning, antin bil, pening ella okkurt sovorið, sum kemur leikandi lætt av sær sjálvum Fyri at fáa áskoðaran burtur úr veruleikanum, riggar tónleikurin, sum Stamen Stanchev hevur gjørt, væl. Hann er inniligur og bleytur, og við nógvum variatiónum, sum við hvert minnir um tónleikin í lond- unum í fjareystri. Aftaná langar og stræv- nar roynslur, verður at enda brúdleyp, men tað er bert byrjanin til annan leik, sum aftur stríkur aftur og fram um pallin, leiddar av teim- um óveruligu. Tað er Ogjørligt at taka samanum í hesum leiki Hann skal síggjast og upp- livast av tí einstaka, sum best kann gera sær sínar egnu metingar um innihald- ið. Einki er at í vast í, leikurin sigur okkum eins nógv í dag, sum fyri 400 árum síð- an. Tá skal eisini sigast, at framúr góða uppsetingin hjá Eyðuni Johannessen av røtt- um er gjørt fyri føroysk eygu og oyru. Shakespeare við føroyskum samleika Tað kann eisini sigast um framúr góða týðingina hjá Axel Tórgarð. Tað er ein fragd at vita, at hetta kann lata seg gera í okkara lítla landi. Ikki bert er hetta Shakespeare, men eisini er innflættað føroyskar tíðar- villur, sum vil noyðast at flenna at, hóast tað kanska verður onkrum ovboðið. Tá tað er sagt, so er um- setingin hjá Axeli Tórgarð hornasteinurin. Vakrari og meira raðið før oyskt, hevur sjáldan verið at hoyrt á palli áður. Teksturin er torførur, av tí at nógv verður sagt í grindum, men hetta er so væl fráfarið, at leikararnir ógvuliga sjálvdan standa fastir. Tað verður ofta tíkið til um leiklist í USA, at har verður alt blandað saman á pallinum. Tað er til lítlan sóma fyri leikritaskaldið. Har skal bara vera so nógv sum gjørligt av øllum, eins og at blaka ein pakka av bommum út á pallin I „Dreymur Jéansøku- nátt“ verða leiklistagreinar av ymsum slag tiknar fram, og tað er so væl fráfarið, at tað verður til søguna um føroyska leiklist frá áhuga- leiki til yrkisleik. Tað riggar væl. Hesin pakki av bommum er sera væl blandaður í lit- um og innihaldi og sniði, men tað ger tað bert enn torførari at nevna nakran staklut fram um aðrar Tað ber ikki til ongan at nevna, og tí fari eg at nevna leiklutin hjá Riu Tórgarð Hon er álva, hálvt menn- iskjad og dyr og hálvt kvinna og maður, hug "ari ISPeegti ngantid sæð áður. Hon sum fiskur í vatninun pallinum, og ein teirra, sum leikurin neyvan kundi verið fyri uttan Annar leikari er Katarina Nolsøe, sum spældi sín leik lut til fulnar. Hon var kvinn an sum noyddi mannin at verða góð við seg . Jú meir hann kúgaði hana, enn meira vildi hon hava hann Menniskjað verður ikki ødrvisi, hóast 400 ár eru ganga. Søgan er tann s ama og ivalest eins sonn í dag og á Shakespeare døgum At framføra henda leiklut so ósmæðið og ærlig og so yndisliga, var eitt satt lista- verk. Hóast pallmyndin er ein- føld, so eru nøkur lítir. Tað er tá teknikkur tekur ræðið. Av ti at tvær grikskar súlur prýða pallin í fyrstuni og síðan verða koyrdar til viks, eydnaðist tað ikki teknikk- inum at fáa hesar upp á pláss aftur í sennu helvt av leikinum. Tað var spell og órógvaði myndina ikki sørt Gyki og spæl? Tá leikurin endar verða vit brádliga tíkin burtur úr dreymaheiminum, mef hvussu tað snildisliga verð- ur gjørt, skal ikki nevnast her. Tað skulu áskoðararnir eiga til góðar. Var tað-so bert gykl og spæl, ella var tað veruleiki? Tað ber illa til at gloyma dagsins „pall“, uttan fyri sjónleikarhúsið í løtuni, har politikarar føra valstríð, og hvør í sínum lagi borðreiðir við tí einasta eina sannleik- anum, og siga, at øll hini lúgva, um tey hava aðra meining. Tað áttu teir at farið niðan í Norðurlandahúsið at fing- ið váttað ella avsannað, og umvent, har einki er sum vit halda tað vera - og um- vent. Dagny Joensen . Se eN Es