týsdagur 10. mars 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
SØS Ul
Nr. 46 — 10. MARS 1998
Útbúgvin garstuðulin:
Rætt at broyta, men hvussu er ivasamt
Tað er semja um, at útbúgvingarstuðulsskipanin skal broyt-
ast, men tað er ikki semja um hvussu hetta skal gerast. Hetta
kom fram á pallborðsfundinum, sum trý politisk ungmanna-
feløg skipaðu fyri í Utvarpshøllini hóskvóldið. MFS og LFÚ
eru ímóti at stuðulin til tey undir 18 verður strikaður
SVEINUR POULSEN
Føroyska útbúgvingarstuð-
ulsskipanin er 10 ár í ár.
Tær broytingar, sum eru
gjørdar í skipanini, hava all-
ar verið tann skeiva vegin
fyri tey lesandi.
Upphæddirnar minkaðu
bæði í 89/90 og í 90/91, so
ístaðin fyri at fáa 29.412 fáa
tey nú 26.471. Hetta er ein
lækking uppá uml. 10% og
verður prístalsbroytingin
roknað uppí, so vísir tað
seg, at keypiorkan hjá teim-
um lesandi er lækkad vid
heili 44,6%. Sidan 1991 eru
upphæddirnar ikki broyttar.
Eilif Samuelsen setti ein
bólk at arbeiða við uppskot-
ið til dagføring av stuðuls-
lóggávuni, og hósdagin
varð uppskotið lagt fyri
tingið.
Í hesum sambandi skip-
aðu Sosialistiskt Ung-
mannafelag, Unga Sjálv-
stýrið og Ungmannafelagið
Samband fyri pallborðs-
fundi í åtvarpshøllini hós-
kveldið
Í panelinum sótu John
Rajani, formaður í arbeiðs-
bólkinum og leiðari á stuð-
ulsstovninum, Páll Isholm,
limur í arbeiðsbólkinum,
Rói Jacobsen, formaður í
LFU og Flovin Eidesgaard,
fyrrv. formaður í MFS.
Lesandi eru illa fyri
John Rajani legði fyri og
greiddi frá arbeiðnum hjá
arbeiðsbólkinum. Hann
segði m. a., at arbeiðsbólk-
urin hevði staðfest, at tey
lesandi í Føroyum eru mun-
andi verri fyri enn í granna-
londum okkara.
Tey lesandi, í Føroyum,
fáa 2.000 krónur um mán-
aðin og kunnu harafturat
lána 1.000 krónur.
Av hesari upphædd skulu
tey gjalda húsaleiga, bøkur,
mat og klæði. Og tá vit
kenna húsaleiguprísirnar í
Havn, so er greitt, at har er
ikki nógv at liva fyri.
John Rajani staðfesti eis-
ini, at tey lesandi fáa mun-
andi minni útgoldið, enn tey
fingu, um tey vóru undir Al-
mannastovuni ella ALS.
Hann greiddi eisini frá
teimum broytingum, sum
verða gjørdar í skipanini.
Lesandi undir 18 eru und-
ir foreldranna forsyrgjara-
skyldu, og tískil eiga for-
eldrinni at syrgja fyri pen-
ingi til teirra livikostnað,
segði hann.
I løtuni fáa lesandi undir
18, 609 kr. um mánaðin,
men eftir uppskotinum verð-
ur hetta strikad.
Í staðin verður latin ein
ískoytisstuðul til undirvís-
ingartilfar, sum svarar til kr.
2.000 um árið. Tey sum
verða noydd at flyta til út-
búgvingarstaðið, fáa so ein
bústaðarstuðul, sum svarar
til kostnaðin fyri eitt kamar.
Hinvegin var arbeiðsbólk-
urin komin til ta niðurstøðu,
at stuðulin til lesandi yvir
18 skal hækkast so mikið,
at tey kunnu liva av honum.
Uppskotið hjá arbeiðs-
bólkinum er tí, at stuðulin
verður hækkaður til 3.000
um mánaðin og at lestrar-
lánið verður hækkað til
2.000 krónur um mánaðin.
Lestrarfeløgini ósamd
við arbeiðsbólkin
Umboðini fyri lestrarfeløg-
ini, Flovin Eidesgaard og
Rói Jacobsen gjørðu vart
við, at teir ikki taka undir
við uppskotinum, sum tað
r
Mánaðarligt útgjald Ungdómsútbúgving Hægri útbúgving ;
12 mánaðir Heimabúgv. Útibúgv. | Heimabúgv. Utibúgv.
Undir 18 609 1369 609 1369
Yvir 18 1445 2206 1445 2206
Mánaðarligt útgjald Ungdómsútbúgving Hægri útbúgving
11 mánaðir * Heimabúgv. Útibúgv. | Heimabúgv. Utibúgv.
Undir 18 (0) 1200 0 1200
Yvir 18 2000 3000 3000 3000
eftir uppskotinum hjå LFU og MFS lg i
Mánaðarligt útgjald Ungdómsútbúgving Hægri útbúgving
12 mánaðir Heimabúgv. Útibúgv. | Heimabúgv. Utibúgv.
Undir 18 915 1830 1275 2190
Yvir 18 1190 2650 1550 3010
* uppskotið hjá arbeiðsbólkinum byggir á 11 mánaðar, ístaðin fyri 12. Tað merkir, at
lesandi ongan stuðul fáa í juli mánaða.
Talvan omanfyri vísir hvussu nógvan stuðul tey lesandi fáa nú, hvussu nógv tey fáa um uppskot-
ið verður samtykt óbroytt og hvussu nógv tey fáa um uppskotið hjá LFU og MFS varð samtykt.
sær út nú.
Teir gjørdu vart við, at
teirra uppskot var gjørt eftir
sama fíggjarkarmi, sum tað
hjá arbeiðsbólkinum, og tí
heldur ikki er tað, sum teir
kundu ynskt, men uppskot
teirra er meira solidariskt
enn tað hjá stuðulsbólkin-
um.
Flovin Eidesgaard segði
millum annað, at tankin um
at foreldrini hava forsyrgj-
araskyldu fyri teimum sum
ikki eru 18 ár, er idealist-
iskur og óveruligur.
Eisini segði hann, at
lestrarfeløgini f teirra upp-
skotid høvdu minkad um
munin millum lesandi undir
18 og yvir 18, men sam-
stundis gjørt ein nyggjan
mun millum miðnámsút-
búgvingar og hægri útbúgv-
ingar.
Orsgkina til hetta segði
Flovin Eidesgaard verða, at
ikki kann roknast við, at
Landsstýrið gongur við til,
at økja játtanina meir enn
tað, sum arbeiðsbólkurin
hevur skotið upp.
Bæði lestrarfeløgini og
arbeiðsbólkurin vóru samd
um, at ein einføld skipan
skal varveitast.
Danska skipanin sum vit
ofta nýta sum sammeting-
argrundarlag er nógv tor-
førari at skilja, bæði fyri tey
sum umsita hana og fyri tey
lesandi, og tí skulu vit
sleppa undan.
Fimm politikarar vóru møttir. Teir komu tá fudurin var byrjuður, og fóru áðrenn hann
endaði. Eilif Samuelsen hevur lestrarstuðulin sum målsøki, og hann varð sitandi
Hvar vóru politikararnir?
Tað møttu bert fimm politikarar til fundin håskvøldid. Teir umboð-
aðu fýra flokkar. Allir tóku teir orðið og lovaðu, at geva málinum
góða viðgerð á tingið
SVEINUR POULSEN
Lestrarstuðulin er eitt mál,
sum hevur stórafi týdning
fyri tey lesandi, men tað sær
ikki út til, at politisku
flokkarnir leggja líka nógv
í tað
Fýra flokkar >útmerk-
aðu< seg við slett ikki at
meta upp til fundin.
Teir, sum vóru møttir,
høvdu allir orðið. Teir lov-
aðu allir at geva uppskoti-
num góða viðger í unginum
og í nevnd.
Politikararnir vóru tó eitt
sindur ósamdir um, hvort
hetta uppskotið var frægasta
loysnin.
Jóannes Eidesgaard
segði, at tað var gott at lestr-
arstuðulin nú endiliga var
tikin fram aftur, tí broyt-
ingar vóru tiltrongdar
Hann segði, at vit skuldu
halda fast við eina einfalda
skipan, og eina so reina
skipan sum gjørligt.
Hann segði, at Landsstyr-
ið heldur skal veita teimum
lesandi fríkort, heldur enn
ískoytisstuðul til ferðing.
Jóannes Eidesgaard nart
eisini við spurningin um
lesandi við børnum.
Arbeiðsbólkurin hevur
ikki givið teimum pláss í
nýggju lógini, og Jóannes
helt, at teir høvdu gjørt rætt.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hesi skulu fáa eina veiting
frá almannaverkinum ístað-
in.
Eisini segði Jóannes Ei-
desgaard, at tað eftir hans-
ara meting er skeivt, at tey
lesandi bert skulu fáa stuðul
í 11 mánaðir.
— Tað, at lesa, er eitt full-
tíðarstarv og tí skulu tey fáa
stuðul í 12 mánaðir.
Lesandi fáa ikki frítíðar-
løn av lestrarstuðlinum og
tí kann tað tykjast løgið, at
tey bert skulu fáa stuðul í
11 mánaðir.
Jóannes Eidesgaard setti
eisini spurnartekin við upp-
hæddina, sum arbeiðsbólk-
urin hevði sett til leiguút-
reiðslur.
Hann spurdi, um tað var
nóg mikið, tí tað kostar ikki
so lítið at leiga eitt kamar í
Havn.
Bjarni Djurholm, sum er
formaður í Mentunarnevnd-
ini hjá Løgtinginum tók eis-
ini orðið.
Hann gav Jóannesi rætt í
spurninginum um børn hjá
lesandi.
Bjarni heldur eisini tað er
rættast at hesi fáa veiting
eftir almannalóggávuni í-
staðin.
Men hann var ikki samd-
ur við Jóannesi í spurning-
inum um leiguútriðslur.
Bjarni Djurholm segði, at
man skal verða varin við at
seta hesa upphædd ov høgt,
tí einasta úrslitið verður at
leiguprísurin veksur
— Og hann er nóg høgur,
sum hann er, segði Bjarni
Djurholm.
Tervsmetingar
Helena Dam á Neystabø
segði, at tað eftir hennara
meting ikki er rætt, uttan
víðari, at taka stuðulin frá
teimum lesandi.
Hon heldur at tað má met-
ast í hvørjum einstøkum
føri, hvort tað er rætt at veita
teimum stuðul.
Hon nam eisini við at tað
er ein samfelagsskylda at
familjan tekur sær av teim-
um undir 18, og segði at tað
eru ikki øll, sum hava ork-
una.
Eisini Marita Petersen
nam við henda spurning.
Hon heldur at stuðulin til
lesandi undir 18, skal verða
ásettur eftir inntgkuni hjá
foreldrunum.
Tí, segði hon, tað er stórur
munur á inntøkunum, alt
eftir um foreldrini búgva í
Havn ella á bygd.
— Tað er øllum kunnugt
at tey, sum búgva á bygd
hava lægri inntøku, enn tey
sum búgva í Havn.
Hon nam eisini við ferða-
stuðulin. Eftir hennara met-
ing er ferðastuðulin meira
ein stuðul til Strandferðsl-
una, heldur enn tey lesandi
og hetta eigur at verða
broytt til eitt fríkort í staðin.
— Hetta ger skipanina
munandi reinari, sigur Mar-
ita Petersen.
Eilif Samuelsen, lands-
stýrismaður í skúlamálum
tók saman um teir spurn-
ingar, sum høvdu verið
frammi.
Hann var samdur við hin-
um politikarunum um, at
skipanin skuldi vera so ein-
føld sum gjørligt.
Hann nam eisini við
spurningin um at prístals-
viðgera stuðulin og segði,
at hetta verður ikki brúkt
meir og tí heldur ikki fór at
verða brúkt í hesum føri.
Hann heldur at upphædd-
irnar ístaðin skulu viðgerast
við jøvnum millumrúmun.
So er bara spurningurin
um tað fer at vera so.
Í seinasta umfarinum
segði John Rajani, at vóru
nóg mikið av pengum í hes-
um landi, so hevði uppskot-
ið óivað verið betri.
— Men pengar er ein
mangulvøra, og tí má velj-
ast.
— Men hetta er so tað upp-
skotið, sum arbeiðsbólkurin
kom til, og tað kann sjálv-
andi broytast.
Tann broytingin, sum tey
lesandi høvdu verið fegnast
um var, um myndugleikar-
nir kundu útvegað einar 6
mió. krónur afturat. Var tað
gjørt, kundu lesandi undir
18 varveitt sín stuðul,
meðan stuðulin til lesandi
yvir 18 varð hækkaður.
|
|