Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| 5 | | ; Í Nr. 46 — 10. MARS 1998 Jákup Lindenskov, fyrrv. fólkatingmaður: tíðindablaðið S0sj2lun 7 Óli Breckmann eigur ongan lut í ionini Jákup Lindenskov og Hans Jørgen Jensen i „Samtalerummet“, har teir í 1991 saman við Knút Nolsøe løgdu strategiina fyri, hvussu teir skuldu fáa krígspensiónina ígjógnum. JAN MULLER -Tað er ósætt, tå Oli Breck- mann í sjónvarpssendingini sunnukvøldid sigur seg hava útvega føroyingum krígspensión. Eg skilji ikki, hvussu ein fólkavaldur, hvørjar ferð tað stundar til val, skal bera fram ósann- indi á henda hátt. Hetta sigur Jákup Linden- skov, fyrrverandi fólka- tingsmaður, sum heldur, at Føroya fólk eiga at kenna fulla sannleikan um krígs- pensiónina, nú henda verð- ur brúkt sum valagn hjá Óla Breckmann. Maðurin, sum gekk und- an fyri at fáa føroyskum fiskimonnum krígspensión var Knút Nolsge. Uttan hansara stríð og strev var als eingin krígspensión komin sigur Jákup Linden- skov. Men fyri at fáa hana í- gjøgnum í fólkatinginum var neyðugt við nógvum politiskum lobby- og fyri- reikingararbeiði. Og tað var nettup hetta arbeiðið, sum Óli Breckmann hvørki hevði hug ella stundir til at taka sær av. Jákup Lindenskov, sum var fólkatingsmaður um tað mundið, tá skjøtil varð settur á málið, hetta var í 1991, vísir til brævið, ið tá- verandi sosialmálaráðharrin Else W. Andersen í sam- bandi við ynski um at fáa føroyingar undir krigspen- siónina. „De færgske fiskere kan ikke generelt henføres under loven. Det ville være i strid med loven. Hvis det skal ændres, er det nød- vendigt med en lovændring. Jeg synes ikke, at der er fremkommet noget nyt, der giver grundlag for en sådan ændring, og jeg ville også finde det meget uheldigt med en lovændring, der på dette sene tidspunkt hen- førte en ny persongruppe under loven. Det håber jeg, du har forståelse for“. „ Hetta skrivaði hon til m.a. Ola Breckmann, sum var partur av ti borgarliga meirilutanum. Jákup Lindenskov sigur, at Óli Breckmann slóð seg til tosa við hetta svarið frá samgongufelaga sínum og gjørdi ikki meira við málið. Fingu glið á Tá var tað, at danski javn- aðartingmaðurin og Føroy- avinurin Hans Jørgen Jen- sen tók málið upp saman við Jákup Lindenskov og Knút Nolsge. Á einum fundi í tí vælkenda salinum á Christiansborg, ið verður nevndur „Samtalerummet“ løgdu teir eina ætlan fyri, hvussu komast kundi víðari við málinum. Hans Jørgen Jensen, sum ikki longur er limur av fólkatinginum, sigur við Sosialin, at hann er ovfarin av at hoyra, at Oli Breck- mann enn einaferð skal hava tikið sær æruna av krígspensiónini. -Tað er fullkomiliga burt- urvið. Vit, sum arbeiddu vit hesum málinum, minnast væl, hvussu skjótt Óli Breckmann slapp málinum, tí hetta ikki hóvaði hansara donsku samgongufelggum. Hans Jørgen Jensen minnist væl til fundin, sum Jåkup Lindenskov sipar til varð hildin í „Samtalerum- met“. -Vit settu okkum fyri at fáa hetta málið igjøgnum og fóru vit alt fyri eitt til hægstu kanalirnar í javn- aðarflokkinum fyri at fáa tær at fáa krigspensi6nina við á fíggjarlógina, sum skuldi samtykkjast nakað eftir. Næstformaðurin í javn- aðarflokkinum og fram søgumadur í almanna- og pensiónsmálum Torben Lund varð straks settur uppá uppgávuna. Torben Lund tók undir við føroyska ynskinum og fekk sínar partamenn til at taka undir við tí eisini. Í brævi til Mogens Lykke- toft skrivar Torben Lund m.a. : Selv om tidspunktet måske kan forekomme lidt tilfældigt, er det min op- fattelse, at Jacob Linden- skovs ønske bør imødekom- mes i form af et ændrings- forslag til finansloven". Og f endanum av brævinum skrivar hann: „Hvis du også er positivt indstillet, vil jeg foreslå, at Hans Jørgen Jen- sen og Jacob Lindenskov tillægges ansvaret for at føre forhandlinger med andre partier om tilslutnin- gen til ændringsforslaget“. Urslitid av hesum arbeid- inum í fólkatinginum gjørd- ist, at royndirnar hjá Knút Nolsøe at fáa føroyingum krígspensión at enda eydn- aðust. Tað eydnaðist danska javnaðarflokkinum, sum tá var í andstøðu at fáa við í sítt broytingaruppskot til fíggjarlógina hjá teimum borgarligu. Jákup Lindenskov: -Og hesum kunnu vit ikki takka Óla Breckmann fyri, hóast hann hevur roynt øll hugs- andi kynstur at venda hes- um málinum til sín fyrimun. Vit minnast, hvussu hann fekk Kent Kirk, táverandi ráðharra til at skriva brøv í føroyskum blødum undan vali, har hesin kom vid bi- løgdu úttalilsunum um, at Oli Breckmann gav før- oyingum krígspensiónina. Vónandi kann henda søgan, ið her er søgd, lyfta lokið, so allir føroyingar síggja, hvussu ósannindi verða brúkt til at bera Óla Breck- mann aftur í fólkatingið. Jákup Lindenskov, sum ikki ætlar sær uppí politikk aftur, sigur, at hesi orð hans- ara tí einki hava við egna politiska valpropagandu at gera, tí hann stillar jú ikki upp. Tey bert avdúka ein veruleika, sum Oli Breck- mann roynir at fjala útyvir Sjálvstýrisflokkurin einasta alternativ til danskar agentar í Føroyum — Ein føroysk rødd á fólkatingi - At fara beinleiðis uppí danskan politik, og vera avgerandi fyri, um danir skulu knógva undir sosialistisk- um stýri ella borgarligum stýri, er beinleiðis ómoralskt og til lítlan sóma fyri Føroyar og føroyingar. Hinir fýra flokkarnir sum stilla upp, hava við sínum gamaldags hugsunar- håtti prógvað, at teir allir hvørja ferð fara í føvningin á einum donskum flokki og missa endamál sítt — at umboða allar Føroyar — úr eygsjón. Javnaðarflokkurin fer uppí danska Sosialdemokratiið Fólkaflokkurin fer uppí danska Konservativa fólkaflokkin Sambandsflokkurin fer uppí danska vinstraflokkin og Tjóðveldisflokkurin fer at stuðla ein- um donskum forsætismálaráð- harra og at atkvøda til fyrimuns fyri hann. At velja eitt av hesum umboðum er at velja ein danskan politiskan agent. Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til hetta fólkatingsval fyri at geva føroyingum eitt alternativ, sum kann brúkast: ein føroysk rødd, sum fer at virka fyri, at henda ómoralska skipan verður tikin av. sum ongantíð fer at draga poli- tiskar ósemjur í Føroyum niður til Danmarkar, og fløkja føroyskan og danskan politikk saman, vid ti van- lukku úrsliti, sum bankakanningin prógvaði. ein rødd, sum á ongum sinni verður danskur agentur í Føroyum. Helena Dam á Neystabø Sámal Petur í Grund, Álvur Zachariassen SJÁLVSTÝRIS- FLOKKURIN