týsdagur 10. mars 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 46 — 10. MARS 1998
Veljið Javnaðar-
flokkin!
Av øllum tí, sum er sagt frammanundan hesum fólkatingsvalinum er greitt, at
tey, sum veruliga vilja stórri sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin, eiga at
veita Javnaðarflokkinum sína atkvóðu
um tað er so sum so
við undirtøku til uppskouð
hjá Javnaðarflokkinum á løg-
ungi um setan av eimi stjórn
Sjálví
målanevnd, so síga allir
flokkarnir uttan Sambands
lokkurin tað sama sum
vnadarflokkurin, tá tað
eg um rikisrættarstød-
Sjálvt Tj6dveldisflokkurin,
sum hevur tvíhildið um. at vit
eiga at gjøgnumføra ta lovs
ng. sum varð samtykt í 1946
sjálvt
r fyribils
rikisfelags
nú størri sjálvstýri
+ í
a Nvussu so €
r mnanfyn ein
Kar
Allir hesir flokkar eiga nú
at taka seg saman og í eini
stjøårnmålanevnd fáa kannað
og lýst møguleikarnar fýri
stórri sjålvstyri og síðani
koma til eina felags niður-
stóðu, sum skal vera okkara
sjålvstyriskrav fyribils
Hví Fólkaflokkurin ikki
kann taka undir við uppskoti-
num hjá Javnaðarflokkinum
er vorðið greitt. Teir tora ikki
fyri Edmundi, tí teir hava ikki
enn forvunnið nóg nógv av
at sita í landsstýrinum. Uttan
fyri løgtingid kunnu teir siga
hvat teir vilja, men revolvarin
situr leysur í slýranum, vága
teir sær at gera nakað við
málið á løgtingi
Hinir flokkarnir hava einki
at missa í so máta. Tað kann
ikki vera annað enn eitt ynski
um at markera seg, sum ger,
at teir ikki fult og heilt taka
undir við uppskoti Javnaðar-
floksins
Við at greiða atkvødu fyri
Javnaðarflokkinum til fólka-
tingsvalið, kann veljarin vísa
hinum flokkunum, at nú
mugu teir taka seg saman og
saman við Javnaðarflokki-
num seta gongd á sjálvstýris-
arbeiðið
Formaðurin í Sambands-
flokkinum Edmund Joensen,
tvíheldur um, at heimastýris-
skipanin er nóg góð. Øll iva-
mál kunnu loysast á kaffi-
fundunum, sum hann, Jona-
tan og Poul halda saman.
Men formaður Sambands-
floksins á tingi, Atli Hansen,
ynskir sambært valsending-
ina hjá Sambandsflokkinum,
eina nýggja skipan. Veljara-
kanningarnar vísa, at ein ikki
so lítil partur av Sambands-
veljarunum ynskir eina
nýggja og frælsari skipan
Hesir kunnu eisini seta
vekt aftanfyri hetta ynski við
at velja Javnaðarflokkin
Marita Petersen
Marita Petersen, løgtingsmadur og fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Duga teir ikki at siga satt?
So kom hon endiliga undan
kavi framløgusending
sambandsfloksins.
Og ikki heilt óvæntað
løgdu teir út við tí sama
gamla mjarrinum um, at
sambandsflokkurin er ein-
asti flokkur í Føroyum, sum
ikki er loysingarflokkur
Men hetta er beinleiðis
ósatt, tí hvar kunnu teir á-
vísa, at javnaðarflokkurin
hevur loysing á skránni. Tað
er beint, at javnaðarflokk-
urin ynskir, at vit fáa eina
aðra lóg ístaðin fyri núver-
andi heimastyrislog. Og tí
hevur hann eisini lagt upp-
skot fyri tingid um at seta
eina stjørnmålanevnd, sum
skal gera uppskot til eina
lóg. ið setir greiðari reglur
milum Føroyar og Dan-
mark, enn núverandi heim-
astýrislóg ger.
Hesum er sambands-
flokkurin hart ímóti, og
hann tvíheldur um, at íkki
ein bókstavur ella eitt
komma í heimastýrislógini
skal broytast, hóast hann
veit, at hon á nógvum gkj-
um er ónýtilig
Og í sansaloysi skýrir
hann allar hinar flokkarnar
- eisini javnaðarflokkin -
fyri loysingarflokkar, hóast
hann eisini veit, um hann
ikki er komin í barndømi,
at hann sigur ósatt!
Ur Danmørk hava vit
fingið at vita, at heimastýr-
islógin kann setast úr gildi,
um fólkatingið samtykkir
tað.
Og um undirgrundina og
møgulig råevnir í henni
verður sagt, at vit einans
umsita hetta økid - vit eiga
tað ikki.
Eina tílíka ótíðarhósk-
andi, útvatnaða lóg tvíheld-
ur sambandsflokkurin um.
Her er javnaðarfiokkurin
sjálvandi ikki samdur við
sambandsflokkin.
Javnaðarflokkurin ynskir
eina lóg, sum gevur okkum
víðkaðar heimildir og stórri
sjálvræði.
Hann ynskir eina lóg, har
danir viðurkenna, at Før-
oyar eru eitt land, og at før-
oyingar eru ein tjóð - íkki
einans eitt fólkasamfelag í
danska ríkinum búsitandi í
Føroyum.
Hann ynskir eina lóg, har
føroyingar kunnu virka á
jøvnum føti við danir í ríkis-
felagsskapinum.
Hetta er í stuttum mun-
urin millum sambands- og
javnaðarflokkin.
So kann sambandsflokk-
urin kalla hetta loysing um
hann hevur hug!
Sambandsflokkurin átti
heldur at greitt sínum
veljarum frá, at í núverandi
stóðu eru vit als ikki saman
við dønum á jøvnum føti -
vit eru undir dønum!
Seinastur av øllum í fram-
løgusendingini var
Edmundur Joensen. Eisini
hann gramdi seg um, at
javnaðarflokkurin ynskir
eina nýggja lóg.
Jú, vit ynskja eina broyt
ing í støduni millum londini
bædi. - Vit ynskja eina
virdiligari stødu millum
tvær tjóðir.
Men, vit vilja helst sleppa
undan at hin ódemokratiski
Edmundur kemur í fólka-
tingið, tí tað halda vit vera
sera óheppið.
Jógvan Adolf
Johannesen
Valið snýr seg um, hverja
ríkisrættarliga stóðu, vit
skulu hava. Fimm politiskir
flokkar bjóða seg fram við
ymiskum sjónarmiðjum.
Tó allir flokkar ivast í
fylgjunum av at loysa frá
Danmark. Tí bæði Tjóð-
veldisflokkurin og Fólka-
flokkurin siga, at Danmark
skal gjalda til Føroyar nógv
ár aftaná, at vit hava tikið
loysingina. Teir vilja tí
stovna føroyskt tjóðveldi
við donskum studningi.
Hetta halda vit í Javnað-
arflokkinum vera bæði ó-
verdugt, órealistiskt og sera
mannminkandi Millum
annað tí sigur Javnaðar-
flokkurin nei til loysing,
men ja til stórri sjålvstyri
og størri sjálvsábyrgd
Javnaðarflokkurin = vil
hava broytingar í viðurskift-
unum við Danmark, tí
heimastýrislógin er fimti ára
gomul, og er ikki tíðarhósk-
andi nú.
Javnaðarflokkurin vil íkki
hava loysing, tí tað merkir
ein stóran niðurskur í livi-
fótinum í Føroyum, tí vit
missa við loysingini okkara
rættindi sambært ríkisfel-
agsskapin.
Javnaðarflokkurin ynskir
tí at varðveita ríkisfelags-
skapin, men vil hava eina
nýggja lóg. sum karm um
ella grundarlag undir hesum
felagsskapi. Javnaðarflokk-
urin nevnir uppskotið til
hesa lóg fyri: sjálvstýrislóg.
Henda lóg skal vera ein
semja millum fleiri flokkar
Ríkisfelagsskap
ella loysing
á løgtingi, helst allar, men
tað er kanska órealistiskt.
Taka vit teir flokkar frá,
sum onga broyting ynskja
ella sum ynskja so kompro-
mileysa broyting sum loys-
ing, so er miðjan eftir í tjóð-
skaparpolitikkinum, sum
eigur at semjast um inni-
haldið í eini nýggjari lóg.
Kalla hana sjálvstýrislóg
ella okkurt annað.
Javnaðarflokkurin hevur
lagt uppskoi fram á løgtingi
um eina stjórnmálanevnd,
sum skal fyrireika innihald-
ið í komandi lógini, sum
skal avgera viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark.
Ein sjálvstýrislóg eigur at
bera á stórri stjålvstyri, sum
navnið sigur, men lógin skal
annars varðveita ríkisfel-
agsskapin og okkara rætt-
indi sambært henda felags-
skap.
Hetta er sera umráðandi
lóggáva fyri vælferð okk-
ara, fyri framtíð Føroya.
Javnaðarflokkurin fer ikki
at spæla við vælferð føroy-
inga, vit sera fólksins lívs-
virði fram um tjóðskapar-
herrópini.
Men avgerðin er veljar-
ans. Føroya fólk, hugsið
tykkum væl um, tí valini í
1998 kunnu blíva okkum
føroyingum sonn lagnuval.
Atkvød:d ti fyri einum
flokki, sum tit kunnu lita å,
veljid Javnadarflokkin.
Birgir Mohr