Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 10. MARS 1998 tíðindablaðið 17 Atli P. Dam, fyrrverandi fólkatingsmaður Utvid 90 vórðu í seinastu viku dýkt á tingborð, hóast valskeiðið átti at verið lokið fyri lang- ari tíð síðani. lógaruppskot Hesi uppskot kunnu á ongan hátt fáa eina sakliga, nágrein'liga ella forsvarliga viðgerð. Vit fáa hóp av lóg- um, sum bert verða lógar- Javnaðarflokkurin - fólkatingsvalið '98 Åbyrgdarleysur Folkaflokkur juks. Og tad kemur at elva til nógvar trupulleikar seinni. Fólkaflokkurin visti væl, tá hann fór uppí hesa sam- gonguna, at hon onga leiðslu hevði, sum hevði førleika til at fyriskipa ein- um djåptøknum, rættlinjad- um ella demokratiskum ar- beidi og umsiting. Tað skilst, at Fólaflokk- urin, fyri at rókka smærri egináhugamálum, hevur sett okkara veiku, nýggju stýrisskipan uppá spæl, bert fyri at halda sambandinum í sæti, tí so vistu teir, at teir sluppu at hóreiggja sær sum teimum lysti. Hetta er ábyrgdarleyst, tí júst nú, vit gingu burtur frá teirri kollegialu skipanini, áðrenn vit høvdu fingið ta umsitingarligu skipan á fot ur, sum skal tryggja rættar trygdina og verjuna hjá tí einstaka borgaranum, settu teir alla skipanina í vanda. Hetta í éini tíð, har tað júst er neyðugt at styrkja álit borgarans á politisku skip- anina og almennu umsiting- ina. Hyggja vit so at einstøku málunum, sum Fólkaflokk- urin so morðgíriga hevur skundað fram, varnast vit at tað helst er endamál í sjálv- um sær, at stundir ikki skulu gevast til viðgerð, analysu og kunnan. Tí so kann ein kanska snýkja mál í gildi, sum skattgjaldarin íkki kennir sviðan av fyrr enn seinni. Eitt slíkt er uppskotið um stuðulslán og rentustudul til skipabygging og umbygg ing. Hetta er grundað á eitt álit, sum byggir á óverulig tól, »før tilfellet«-nidurstød- ur og als ikki er sett í eina heild, hvat figgingarmøgu leikum viðvíkur Soleiðis er ein aftur áveg- is inn í stuðulsfrumskógina, sum bert hevur fryst fast eitt vinnulívsmynstur, sum mót- virkar at fáa rentabilitet í vinnuna. Kann ein so snýkja fulla umsetiligheit av fiskirætt- indinum inn í skipanina, tí hetta er nevnt í álitinum, so eru gøturnar greiddar til at savna ognarviðuskiftini aft- ur á fáar hendur fi hóast henda skipan hevur sýnt, at tað ikki er givið at allir teir, sum eiga hesar somu hend- ur, hava hegni til at >for- valta« okkara felags ogn Hendan drálan við at taka parlamentarisku avleiðing- arnar av tí sambandska »ryssa yvir deyðum fyli« politikkinum, er so enda einum óansvarligum bú skaparpolitikki fi har tað skila húsarhald, Jóanes Eid esgaard við harðari hond hevði hildið fast við, verður søplad burtur aftur Størsta ábyrgdarloysið sum Fólkaflokkurin tó hev ur sýnt, er at hann hevur loyvt løgmanni at seta allan útviklingin í marknatrætuni við Bretland uppá spæl, men hetta skal eg viðgera í ødrum greinastubba 8. mars 1998 Atli P. Dain Sjalvstyri innan fyri rikisfelagsskapin Ein stórur meiriluti av Før- oya fólki ynskir størri sjålv- styri innan fyri rikisfelags- skapin. Hesum vil Føroyski Javnaðarflokkurin = virka fyri. Tí hevur Javnaðarflokk- urin lagt uppskot fyri løg- tingið um eina stjórnmála- nevnd. Hendan nevnd, sum verður mannað av umboð- um fyri allar flokkar á løg- tingi, skal fyrireika inni- haldið í teirri lógini, sum skal avloysa heimastýris- lógina. SJALVSTYRIS- LOGINA! Danir hava sagt, at teir fara at taka undir vid broyt- ingum, sum ein breid semja er um å Føroya Løgtingi. So hetta er ein realistiskur møguleiki fyri at taka eitt stig longur fram å sjålv- styris- og sjálvbjargnisleið samstundis sum vit fara inn í nýggju øldina. Teir flokkarnir, sum rópa loysing og siga seg meina tað, hava higatil ikki givið eitt boð upp á, hvussu vit skulu húsast, hvussu okkara lýgtingsfíggjarlóg skal síggja út, um teir fáa sín vilja? Hví? Tí teir tora ikki at siga Føroya fólki, hvørjar avleiðingar teirra politikkur hevur við sær. Jú ein flokkur vil kapi- talisera danska blokkin, sum um tað er nakað. Vit føroyingar eiga og ráða yv- ir. Men tað er ikki so, blokk- urin er danskur peningur og ogn dana. Ein annar vil av- pressa Danmark eftir meira studningi aftaná loysingina sambært eina ella aðra ST- samtykt. Í báðum førum skulu dan- ir gjalda fyri loysing — fyri føroyskt tjóðveldi. Hví skulu teir tað, kanska teir ikki vilja? Nei, tað er óver- uligt og óverdugt at tala slíkt. Skulu vit loysa, so skulu vit sjálvi gjalda — so einfalt er tað Teir sokalladu loysingar- flokkarnir Tjóðveldis- flokkurin og Fólkaflokkurin tora ikki at siga veljarunum sannleikan um avleiðingar- nar av teirra loysingarpol- itikki? Eiga åbyrgdarfullir flokkar ikki at gera tað? Er loysingin og tjóða- skaparreypið bert nakað, sum Danmark skal gjalda fyri. At skula til Danmarkar aftaná loysingina at biðja um at fáa studning, tað verður mannminkandi og eyðmýkjandi. Tað vilja vit ikki. Tí eiga veljararnir at vísa slíkum politikki frá sær valdagin. Veljið ístaðin ein ábyrgd- Jákup Birgir Mohr, fólkatingsva levni á Sandi arfullan og veruleikakendan politikk Veljið Javnadarflokkin Gott val Birgir Mohr Jógvan Adolf Johannesen, løgtingsmadur og følkatingsvalevni Fylkist um Javnadarflokkin! Tað var ein av teimum fræg- astu og fremstu fólkafloks- monnum, sum av tingsins rødarapalli tók nakað so- leiðis til: >Tað er ein stutt- leiki at arbeiða saman við javnaðarmonnum, tí teir standa við síni orð< Hetta var væl sagt av ein- um politiskum mótstøðu- manni, og tøkk skal hann hava fyri skoðsmálið Men orðini vóru sonn, tí Javnaðarflokkurin roynir al- tíð at standa við tað, sum hann hevur sagt. Hann fer ongantíð við tómum orðum. Til hetta fólkatingsvalið hevur hann týðiliga og greitt boðað frá, at tað als ikki er sjálvsagt, at hann fer at stuðla danska javnaðar- flokkinum á danatingi, um hann fær umboð valt, og tað vóna vit sjálvandi. Vit vilja nevniliga fyrst hava greitt at vita hvønn politikk danski javnadarflokkurin ætlar sær at reka mótvegis Føroyum, um tað skuldi borið á, at hann aftur tekur við stjórnarvaldinum Okkara mótstøðuflokkar royna tó framvegis at billa føroysku veljarunum inn, at ætlanin er kortini, at Javn- aðarflokkurin fer at stuðla honum, um hann fær um- boð i fólkatingið. Nei, sum vit hava sagt, er tað als ikki ætlanin, tí tað er eingin sjálvsagdur lutur, at eitt javnaðarumboð fer at stuðla nøkrum flokki eins og fólk- a- og sambandsflokkurin ætla sær at gera Eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer bert at arbeiða fyri føroyskum åhugamål- um, og ætlar sær ikki at blanda seg upp i innlendis donsk vidurskifti Tað er eitt ordatak, sum sigur, at hanr sum ilt hugs- ar, hann ilt ger, og ti fari eg at heita á veljararnar um ikki at lata seg tøla av ti, sum okkara mótstøðuflokk ar bera fram, tí teir fara tí verri ofta lætt um síni orð Men teir veljarar, sum ætla sær at velja Javnaðar- flokkin, kunnu vera full komiliga tryggir, tí hann ætlar at halda tey lyftir, sum hann hevur givið. Eins og okkara politiski mótstøð umaður segði á sinni um javnaðarfólk, ætla vit fram haldandi at standa við okk- ara orð Tí fari eg at heita á allar føroyskar veljarar, kvinnur og menn, ung og gomul, um at fylkjast um Javnaða flokkin og geva honum at kvøduna valdagin 11. mars Eg fari at ynskja øllum føroyingum eitt gott va Jógvan Adolf Johannessen