Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið Nr. 46 — 10. MARS 1998 Er Elsa M. Davidsen, følkatingsvalevni úr Sørvågi Soleiðis sum teir leiðandi fyri bæði sambandið og tjóðveldið alment í fjøl- miðlunum hver í sínum lagi hava nidurgjørt størsta ar- beiðsplássið í Vágum, tað eigur veljarin her og nú at vísa hesum báðum flokk- um, at tað skulu teir ikki sleppa óstraffaðir frá. Javnaðarflokkurin - fólkatingsvalið “98 Ein sambandssigur bæði til folkatings- og løgtingsvalid er ein vanlukka fyri Våga valdømi Tad må ti sigast, at veljar- ar í Vága valdømi eru í eini ynskistødu, tí einasti møgu- leiki, veljarin heilt kontant kann geva hesum politisku flokkum ein beint framm- aná, er við valborðið Líka so gott sum veljarin í Vágum hevur havt tað vald, at hann í einstøkum fóri nærum hevur megnað at sett tvey sambandsumboð inn á løgting, líka stórt vald hevur sami veljari í dag at geva hesum sama flokki ein so dyggan politiskan ósig- ur, at hesin flokkur helst ongantíð kemur fyri seg aftur í Vága valdømi Tíðin gongur so ómeta- liga skjótt, og vit hava tað øll í okkum, at vit »gloyma« hvat er hent og hugsa kanska ikki so nógv um, hvat er farið fram tey sein- astu 10 árini. Men veljarin í Vágum eigur at leggja sær í geyma: 1) Fyri 9 árum síðan gjørdi sitandi løgmaður tað bragd at steðga arbeiðinum við fasta sambandinum, sum tá var byrjað eins og fígging var fingin til vega. 2) Tá hetta var gjørt, stakk hann halan ímillum beinini og setti seg í andstøðu, væl nøgd-ur — tí nú komu helst at ganga nógv ár, til fasta sambandið kom framaftur. 3) Nú 9 ár eru liðin, er tað sami formaður Sam- bandsfloksins, sum sendi Sámal P. í Grund til hús, bert við tí endamáli at einki skuldi enda við tí fasta sam- bandinum, sum í framtíðini verður heilt avgerandi, um Vágoyggin og fólkið, ið her býr, skal vera lív lagað. 4) At landsstýrisumboð sambandsfloksins í Vágum fann seg í, at løgmaður setti seg á samferðslumál, sum hann sjálvsagt ikki læt frá sær, aftan á at hava offrað Sámal P. í Grund. 5) At hitt umboð Sam- bands-floksins í Vágum sum figgjarnevndarformad- ur hetta valskeiðið hevur slongt um seg við eykajátt- anum fyri 10 tals milliónir, meðan fasta sambandið um Vestmannasund ikki hevur havt hansara áhuga. 6) Hasar 20 mill. kr., sum settar eru í grunn, uttan lóg ella reglugerð, er bara ein snildur, men sera ódámligur máti at fáa vágafólk at tiga uppá. Vit er jú so tolin. Væl vitandi, at hetta er eitt fólkatingsval, so má eg koma inn á tann førda poli- tikkin mótvegis Vágoynni. Eisini tí at úrslitið av ein- um fólkatingsvali er ein á- bending um, hvussu úrslitið av løgtingsvalinum verður Eg vil heita á vágafólk um at fara á val og velja eitt av valevnunum hjá Javnað- arflokkinum. Vel eitt javnaðarumboð, sum kann tala sak føroyinga á danatingi. Eitt javnaðarumboð, sum skal rekja føroysk áhuga- mál og sum ikki blandar seg upp í innanhýsis politikk hjá dønum. Elsa M. Davidsen Rakstrarrop tjóðveldisfloksins! Í hesum landi, sum vit bú- leikast í, er ein flokkur. sum nevnir seg tjóðveldisflokk- urn. Endamálið hjá hesum flokki er at stovnseta hitt føroyska tjóðveldið Men, hann tykist at hava ] trupult vid at 3 fer at gera, og síðst av øllum hevur hann ikki dugað at sagt okkum hvussu ein fíggjarlóg í tjóðveldi- num Føroyar skal síggja út Har hongur alt í leysum lofti Ístaðin roynir hann at føra seg fram við ymiskum rakstrarrópum. og tí var tað við einum ávísum áhuga, at eg setti meg at lurta eftur framløgusendingini hjå tjóðveldisflokkinum, tí kanska høvdu teir smíðjað nøkur nýggj eggjandi rakstrarróp num gjørdist tað var sum Inari gamlari slitnari grammfonplåtu! Har var als einki nytt at hoyra! Men, ålvaratos. Eg haldi at tjóðveldisflokkurin eigur at lata vera við at nýta hasi vøkru orðini »I hjørtum okkara býr frælsi«, til fóta- traðk! Víst eru orðini vekur og hugtakandi, men tjóðveldis- flokkurin skal vita, at tað er ein misskiljing, tá ið hann heldur, at tað er einans í tj6dveldishjørtum, at frælsi býr Og annars fevnir orðið frælsi so ógvuliga víða. Og tað ber eisini væl til at vera ófrælsur, hóast tú býr í ein- um frælsum landi, sum óteljandi dømi eru um Tað var onkur sum nevndi, at vit áttu ikki at renna undan ábyrgdini Í hasum eri eg fullkomi- liga samdur Men hví eru tað so mang- ir eldhugaðir tjóðveldis- menn, sum eru millum teir fyrstu, ið rerna undan tá ið á stendur? Tað varð eisini sagt, at tað vóru so mong fátæk lond, sum høvdu valt frælsi held- ur enn búkin. Frælsishug- sjónin vann á búkinum, varð sagt Men heldur tjóðveldis- flokkurin, ai íbúgvararnir í nógvum av hesum londum eru persónliga frælsir. Eg vóni kortini ikki, at tað er frælsi av hasum slag, sum tjóðveldisflokkurin = ætlar føroyingum! Eg haldi ikki at hasi orð- ini vóru væl umhugsað Annars kunnu tey als ikki nýtast fyri mangar av fram- herjum tjóðveldisfloksins, tí mangan, tá ið á hevur stað- ið, hava teir verið betri við búkin enn við sína egnu frælsishugsjón Eg havi eisini givið gætur eftir, at summir av framherj- unum hjá tjóðveldisflokk- inum ikki vilja arbeiða fyri føroyska løn, men valdu heldur danska, tí hon var eitt vet hægri Var tað ikki tí, at búkurin vann á frælsishugsjónini? Nei, føroyingar liva ikki av berum rakstrarrópum - heldur ikki um tey koma frá tjóðveldisflokkinum. Mær tykir at frælsishug- sjónin liggur á lágum stødi. Hon er vorðin beinleiðis fótatraðk. Og sum tjóðskaparsinn- aður haldi eg, at hon hevur annað uppiborið! Jógvan Adolf Johannesen Jógvan Adolf Johannesen, løgtingsmadur og følkatingsvalevni — Eina bersøgna rødd á fólkating