Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 10. MARS 1998 tíðindablaðið SOSTÆNNMTT 15 Javnaðarflokkurin - fólkatingsvalið '98 Vit kunnu takka Atla Dam fyri undirgrundina Týsdagin í seinastu viku bar SVF tey tíðindi, at tann danski javnadarflokkurin var ímóti, at vit fingu und- irgrundina í sínari tíð. Sum so var onki nýtt í hesum. Tað, ið hevði tíðindavirði, kom hósdagin, tå Høgni Hoydal tosaði við Atla Dam um tann dramatiska leygar- dagin í desember mánaða 1992, tá ið ríkisfelagsskap- urin nærum var rivnaður. Ég minnist hetta klárt og geri tí viðmerkingar til tað, ið Atli segði. Annars havi eg altíð mett hesa hending sum eitt innanhýsismál, tí tað er sárt at viðganga, at okkara partamenn royndust okkum Dan R. Petersen, følkatingsvalevni i Fuglafirði so beiskir. Men søgan er henda: Leygardagin 19. desember (dagurin eitur Nemesis í ál- manakkanum ) júst eftir tíð- indini á middegi ringdi Atli Dam til mín. Hann var ógv- uliga uppøstur og fortaldi, at Poul Schlúter var setstur aftur, ti Nyrup hevði noktað honum at avhenda undir- grundina, um ikki donsk feløg høvdu framíhjárætt í avtaluni, og nú var ferðin hjá Schliiter avlyst. Atli hevði allan leygarmorgunin roynt at fingið fatur á Nyrup gjøgnum Lone Dybkjær, Poul Nilson og Henning Rasmussen, fyrrverandi tingformann, men ongin visti, hvar hann var. Hann var horvin. Nú vildi Atli hava loyvi frá starvsnevndini at boða frá, at hann tók tann før- oyska tingmannin definitivt úr sosialdemokratiska bólkinum Síðani skuldi javnaðarflokkurin uppseta eitt 10-ára program, har vit avviklaðu ríkisfelagsskapin Satt at siga var eg ovfarin Ég var nýggjur næstfor- maður og ikki vanur at taka so álvarsamar avgerðir, og loysingarmaður havi eg ongantíð verið. Men Atli helt fæst við, at fingu vit ikki undirgrundina nú, so sá hann fyri sær, at danskir boripallar fóru at standa á landgrunninum um fá ár. Og tá vendist ikki aftur. Hetta fór at skapa slíkan beisk- leika móti dønum, at ríkis- felagsskapurin allíkavæl var fokin. Hetta sá eg skil í og góðtók eftir — gjølliga umhugsan. Klokkan 2 seinnapartin ringdi Atli til Poul Nielson, ið var framsøgumadur í ork- umálum, og boðaði frá okk- ara stóðu, og hann hevði vist hølvad sosialdemokrat arnar av i telefonini. 20 minuttir seinni ringdi Poul Nyrup til Atla og segði hon- um, at hann hevdi góðtikið handanina av undirgrundini uttan treytir og vónaði ann- ars, at vidurskiftini flokk- anna millum komu aftur í rættlag Atli er taktikari fram um allar aðrar. Hann spældi høgt spæl, satsaði alt upp á tað eina kortið og vann okk- um undirgrundina Undirgrundarmálið og seinni bankamálið hava gjørt, at tann javnaðarkand- idatur, ið verður valdur mik- udagin, undir ongum um- stóðum verður partur av tingb6élkinum hjá ti danska javnadarflokkinum Dan R. Petersen Mangan hevur verið kjak i Føroyum um tydningin av at hava tvey fólkatingsum- boð. Serliga hava tjóðveldis- fólk hildið, at hesir sessir áttu av verið tiknir av, tí í botn og grund taka teir ikki undir við verandi skipan millum Føroyar og Dan- mark. Til fleiri fólkatingsval hevur Tjóðveldisflokkuirn als ikki stillað upp, men nú tykjast eisini teir, at hava fingið hug á hesum sessum. Eisini Sjálvstýrisflokkurin hevur mangan havt tað sama frammi, at vit føroy- ingar ikki áttu at valt umboð í danska Fólkatingið, hóast teir altíð liggja framvið, tá valið er. So eisini hesa ferð. Men uttan mun til, hvussu vit ætla hesi viðurskiftu í framtíðini, so er tað veru- leikin her og nú, sum gevur okkum henda rættin, og sjálvsagt skulu vit gera brúk av honum. Í politikki skulu vit brúka eitthvørt høvid, sum býðst til at vinna framá við føroyskym åhugamål- um. Ti skilti eg ongantid ta stødu, sum fleiri av teimum flokkum, sum nú bjóða seg fram, høvdu tå Poul Nyrup Rasmussen vitjadi her f jan- uar. Hvorki Tjóðveldis- flokkurin, Fólkaflokkurin eila Sjálvstýrsiflokkurin vildu koma á tal við forsæt- ismålarådharran, men nú streingja teir á fyri at fáa umboð valt niður á Christi- ansborg, har hesin forsætis- málaráðharri eigur nógvar líkar. Hvar er styrkin hjá einum politikkara ella politiskum flokki, sum ikki torir ella vil inn í ein dialog vid mót- partin. Dialogurin er okkara høvudsambod í politiska ar- beidinum. Hava vit ikki júst nú sæð dómi um, hvussu stóra kreppu júst samráð- ingar og dialogurin kunnu loysa. Tá øll væntaðu kriggj í Miðeystri, fekk ST-aðal- skrivarin semju við bein- leiðis samráðingum. Hann krógvaði seg ikki burtur, sum vit sóðu teir fornerm- aðu føroysku politikkarnar gjørdu undir vitjanini hjå Nyrup. Javnaðarflokkurin = tók fund við Nyrup, og har fekk hann »face to face« lisið lesturin. Lat okkum hugsa tann møguleika, at Tjóðveldis- flokkurin fær mannin vald- á Fólkating. Tað tekur ikki langa tíð hjá viðkom- andi at boða frá, at teir bert vilja loysing og at stovnseta føroyska tjóðveldið. Annað hevur ikki teirra áhuga. Vit hoyrdu formannin Heina O Heinesen siga, at teir fóru á danating fyri at boða dønum frá, at teir ynsktu loysing og Tjóðveldið Føroyar. Stutt og greitt. Men hvat skal eitt umboð frá Tjóveldisflokkinum brúka restina av tíðini til. At ávirka málsviðgerð, sum ikki førir til loysingina, hev- ur yvirhøvur ikki teirra á- huga. Velja vit hin vegin eitt sambandsumboð, so vita vit, at tað verður eingin rødd, sum talar fyri broyt- ingum. Tað verður ein rødd úr danska Vinstra, sum sig- ur, at alt er so sera gott, og at einki skal broytast. Velja vit so, sum føroy- ingar tíverri alt ov ofta hava valt, enn einferð at senda Óla Breckmann niður á Christiansborg, so fara vit umaftur og umaftur at hoyra ta plátu, sum vit hava hoyrt seinastu 10 árini. Har verða eingir nýggir tónar, men sama niðurgerandi orða- vavsturin, sum eingin dugir betur enn Óli. Men hesar innantómu vendingarnar hjá Óla tæna als ongum endamáli, men tvørturimoti hava tær í stóran mun sett føroyingar í ringt ljós í Dan- mark. Og Fólkaflokkurin fer beinleiðis inn í tann Kon- servativa flokkin, har hesin eisini sat, tá Anne Birgitte Lundholt saman við ødrum konservativum og fólki úr Vinstra, løgdu lunnar undir Vit fara at arbeiða fyri úrslitum bankabjargingarnar og valdu m.a. formannin í Fíggingargrunnin Richard Mikkelsen. „ Hetta fór alt fram, meðan Oli Breckmann og Jóhannes Martin Olsen stuðlaðu borgarligu stjórnini hjá Schliiter. Javnadarflokkurin hevur gjørt slætt bord vid danska socialdemokratiska flokkin. Vit ætla okkum at standa friir, so vit veruliga kunna óheftir umboða Føroyar og føroysk áhugamál. Vit ætla okkum at taka stríðið upp, so vit fyrst og fremst fáa tað, sum vit við rætti eiga, men haraftrat rudda slóð fyri teimum broytingum í ríkisrættarligu stóðu okkara, sum Føroya Løgting ynskir. Vit ætla okkum ikki at sita fornerm- aðar, men fara inn í dialogin við mótpartin. Eingin ivi um tað. Eitt javnaðarumboð á Fólkatingi fer ikki at sita hendur í favn, ella lata eina plátu koyra í somu rillu.Eitt javnaðarumboð verður eitt umboð, sum vil arbeiða fyri úrslitum. Jóannes Eidesgaard floksformaður Jóannes Eidesgaard, fólkatingsvalevni og formaður Javnaðarfloksins Lesið eisini heimasíðuna hjá Javnaðarflokkinum internetinum www.faroent.fo/javnadar