týsdagur 10. mars 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 46 — 10. MARS 1998
21
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil sosialurin.fo |
Føroyingar
verið í
Barcelona
a UEFA-
Skeiði
Fótbóltur: Johan Nielsen og Hans Mourits
Foldbo hava verið á UEFA-skeiði í Spania,
har teir m.a. eisini sóu venjingina hjá
Barcelona
Frá mánadegi til leygardag í næst-
síðstu viku vóru Johan Nielsen,
sum í dag er venjari hjá GÍ, og
Hans Mourits Foldbo, ið er hjálp-
arvenjari, í spanska býnum Bar-
celona á skeiði, sum UEFA skipar
fyri.
adraut
Hetta var ikki eitt venjaraskeid,
men eitt sonevnt »instruktør-
skeid«, sum europeiska fótbólts-
samgongan hevur å hvørjum åri.
UEFA roynir at samskipa venj-
araútbúgvingarnar í teimum ymsu
limalondunum, og øll lond í Eu-
a á
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
Hans Mourits Foldbo (v.m.) og Johan Nielsen vóru í næstseinastu viku i spanska býnum
Barcelona, har UEFA hevdi instruktørskeid. Har hugdu teir bådir eisini eftir venjingini hjå
spanska stórliðnum FC Barcelona
ropa vóru við á skeiðnum i Bar-
celona.
Johan Nielsen sigur, at skeiðið
var gott og sera væl fyriskipað.
Skotar vístu, hvussu teir gera, og
hollendingar greiddu frá um sína
toppútbúgving. Fyrilestrar vórðu
hildnir, og eisini var bólkaprát og
framløga.
Hetta er tridja årid å rad, at Jo-
han Nielsen hevur verid å instruk-
tørskeidi hjå UEFA. I 1996 var
hann í Fraklandi, og i fjør vóru
hann og Petur Simonsen eisini vid
á skeiðnum, sum tá varð hildið á
Malta
— FSF vil jú helst vera við, tá
UEFA skipar fyri onkrum, sigur
Johan Nielsen.
— Miðað verður ímóti at fáa før-
oysku venjaraútbúgvingina al-
tjóða góðkenda. Føroyska útbúgv-
ingin líkist nógv tí donsku, sum
er góðkend, sigur hann.
Í løtuni eru bert seks lond, sum
hava altjóða góðkenda venjaraút-
búgving. Umframt Danmark eru
tað Spania, Frakland, Týskland,
Holland og Ítalia, men tað gongur
ivaleyst ikki leingi, áðrenn enn
fleiri lond fáa sína venjaraútbúgv-
ing góðkenda.
Hugdu at venjingini
hjá Barcelona
Meðan Johan og Hans Mourits
vóru í Barcelona, nýttu teir høvid
Johan Nielsen og Hans
Mourits Foldbo vóru m.a. og
hugdu at Luis Enrique og
hinum í Barcelona, meðan teir
vandu
Mynd: Alvur Haraldsen
til at fara at hyggja at venjingini
hjá Barcelona, sum er eitt av
heimsins bestu fótbóltsliðum, og
sum í løtuni liggur á odda i
sponsku 1. deild. Fyri bert fáum
døgum síðani vann Barcelona 3-
0 á Real Madrid i oddadystinum i
Spania
— Tað kann róliga sigast, at stór-
ur munur er á viðurskiftunum í
Barcelona og í Føroyum, sigur
Johan Nielsen
— Eitt nú høvdu teir seks ymsar
venjarar til teir 21 menninar, sum
vóru til venjing
Barcelona hevði spælt steypa-
dyst kveldið fyri, og onkur av
spælarunum hevði fingið onkran
smásnudd og vandi tí fyri seg. Ein
venjari var til málmannin, ein til
tveir spælarar, sum høvdu verið
skaddir og sum júst vóru farnir at
venja aftur, o.s.fr
Ein dag sættu hverja viku
sleppa skúlabern inn at hyggja
eftir venjingini hjá Barcelona, og
tað fall soleiðis, at hesin dagurin
júst var sama dagin, sum Johan
og Hans Mourits sóu venjingina
Har vóru eini 3.000 børn, og
tað hoyrdist ikki mannamál. Vit
vóru so hepnir at sita eitt sindur
burtur frá øllum børnunum, men
tað sást greitt, at spælararnir ikki
vóru serliga fegnir um at hava øll
hesi børnini har, sigur Johan Niel
sen
Hann sigur, at hann eisini frá
málmansvenjaranum fekk at vita
at spælararnir ikki orka fyri døg
unum, tá skúlabernini sleppa inn
at hyggja