Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 ítróttar Kavin spældi landskappingini eitt puss Hondbóltur: Tað kann vísa seg at gerast trupult at fáa teir tríggjar útsettu dystirnar frá kavavikuskiftinum avgreiddar Stórkavi var um alt landið um vikuskiftið, og tað rakti eisini landskappingina í hondbólti. Av teimum seks dystunum, ið skuldu spæl- ast í endaspælinum hjá kvinnum og monnum, vórðu bert tríggir avgreiddir — tveir í mansdeildini og ein í kvinnudeildini. Dysturin millum Kyndil og oddaliðið VIF í Havn, sum skuldi spælast sunnu- dagin, varð útsettur, ivaleyst eisini orsakað av, at áskoð- arainntøkurnar ikki høvdu verið so stórar, sum tær ann- ars kundu verið, um veðrið hevði verið betri. Tveir dystir í kvinnu- deildini vórðu útsettir — báðir skuldu verið spældir í Havn (Neistin-GI leygar- dagin og Kyndil-Stjørnan sunnudagin). Tad hevur ikki eydnast at fingið uppspurt, nær dystir- nir verða spældir, men teir mugu spælast eina ferð mitt í viku. Ein trupulleiki er, at fólkatingsval verður í morg- in, so tá kann høllin á Hálsi ikki brúkast. Ein annar møguleiki er sjálvandi Gundadalshøllin, men tad er litid sannlikt, at feløgini eru hugad fyri at spæla landskappingardystir har. Tad er eisini torført at i- mynda sær ein landskapp- ingardyst millum Kyndil og VIF uttan åskodarar… Annars eru bert try viku- skifti áðrenn seinasta umfar í landskappingini tann 28. mars, og væntandi vil HSF hava dystirnar avgreiddar áðrenn tað tíð. elj StiF-kvinnurnar kláraðu fyrstu FM-forðingina Hondbóltur: Fyrsta forðingin í endaspurtinum hjá StfF-kvinnunum at vinna FM-heitið varð fingin av vegnum, tá tær leygardagin vunnu sannførandi á VB í í Vági Túrurin hjá strandakvinnum til Suðuroyar gjørdist longri enn tær høvdu roknað við, men tá tær loksins fóru norður um aftur, var lagið gott. Tvey stig afturat vóru komin í posan, og fyrsta forðingin fyri, at StIF verð- ur føroyameistan hjá kvinn- um í 1998, var yvirstaðin. Strandakvinnur fóru suð- ur til Vágs longu fríggja- kveldið. Dysturin varð spældur leygardagin, og StÍF vann sannførandi 27- 12 eftir at hava verið á odda 13-6 í hálvleikinum. Men tær vórðu veðurfastar í Suð- uroynni og sluppu ikki norður aftur fyrr enn sunnu- dagin. Sum skilst fingu tær innivist hjá privatfólki og høvdu sum heild eitt sera stuttligt og hugnaligt viku- skifti. Tá VB spældi móti Stjórnuni í Klaksvík næst- seinasta vikuskifti, taptu tær. Í tí dystinum var Sólrun Krosslá ikki við orsakað av skaða. Hon var heldur ikki við móti StíF, og tað merk- ist veruliga á VB-liðnum, at hon situr uttanfyri, serliga hjá Christinu Holm, sum ikki fær tað stóra burtur úr uttan Sólrun. Hjá StIF var Paula B. Jac- obsen ikki við, men tað merktist ikki. Higartil í kappingini hava tað verið Paula og Signhild Petersen, sum hava gjørt meginpartin av málunum hjá StÍF, men í Vági leygardagin vóru fleiri aðrar, sum eisini hildu seg framat. Toppskorari varð liðskiparin Eyðleyg Mikk- elsen við sjey málum, með- an Signhild gjørdi seks. Men síðani var stutt niður til hinar á málskjúttaralist- anum hjá StIF leygardagin. Eitt gott prógv um, at liðið hevur breiddina til at vinna FM, eisini tá ein av føstu toppskorarunum ikki er við. elj 1. deild kvinnur: VB-StIF 12-27 (6-13) VB: Eyðis Kjærbo 3, Eyð- britt Krosslå 3, Carol Strøm 3, Christina Holm 2, Sóleyð Holm 1. StIF: Eyðleyg Mikkelsen 7, Signhild Petersen 6, Hanna Thorleifsson 5, Birna Mikk- elsen 4, Katrin Petersen 3, Alis Høghamar 1, Bjørg Mikkelsen 1 | Utvisingar: VB 1, SUF 1 Anna Maria Berthelsen og hinar StIF- kvinnurnar fingu tvey stig afturat í Vági leygardagin og eru framvegis ovast í 1. deild hjå kvinnum (Savnsmynd) Nr. 46 — 10. MARS 1998 Ho i[:[:1:] I. deild menn 7. umfar, 7. mars H71-Neistin 37-21 (17-10) 8. mars KIF-StIF 19-37 (9-18) Kyndil-VIF (útsettur) Stødan 1. VIF 6-0- 2. H71 6-0- 3. SF 5-0- 4. Kyndil 2-0- 5. KIF 1-0- 6. Neistin 0-0- | 2 4 6 7 Komandi dystir: 14/3: Neistin-VIF 15/3: KIF-Kyndil 15/3: H71-StIF shagtøl 0 514-347 489-433 487-423 405-407 392-501 375-520 1. deild kvinnur 7. umfar, 7. mars Neistin-GI (útsettur) 8. mars Kyndil-Stjørnan (útsettur) VB-StIF 12-27 (6-13) Stødan . StiF . Kyndil 3. Neistin . VB 5. Gl . Stjørnan Komandi dystir: 14/3: GI-StiF 14/3: Neistin-Stjørnan 15/3: VB-Kyndil Bæði botnlidini taptu Bæði botnlidini í 1. deild hjá monnum, Neistin og KÍF, taptu stórt hetta vikuskiftid. Neistin spældi leygar- dagin móti H71, og her lótu hoyvikingar ongan- tíð nakran iva vera um úrslitið. H71 vann 37- 21 eftir at hava verið á odda 17-10 í hálvleik- inum. Neistin kláraði at fylgja við fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so skifti H71 gear og fór frá 8-7 upp á 12-7, og so vendist ikki aftur hjá Neistanum, sum fram- vegis bert hevur tvey stig — tey bæði stigini, liðið fekk við sær úr grundspælinum. I seinna hálvleiki økt- ist munurin so líðandi, og fyrstu tjúgu minutt- irnar av seinna hálvleiki fekk H71 12 mál, með- an Neistin bert fekk 5. At lítið veiggj var í dystinum, sæst eisini aftur í, at bert ein — ein — útvísing var í dystin- um. H71 gjørdi sína skyldu og leggur fram- vegis eitt sindur av trýsti á oddaliðið VÍF, sum ikki spældi hetta viku- skiftið. stórt Hjá H71 gjørdi Jákup Símun Simonsen átta mál, meðan Finnur Pet- ersen var frægastur hjá Neistanum. Hann skeyt sjey mál. Óli Kristian r A Skála hittust sunnu- dagin StÍF og KÍF, og her var søgan tann sama sum í Havn dagin fyri. StÍF vann stórsigur 37- 19. Dysturin var sera 6- ruddiligur, men munur- in í byrjanini var, at strandingar — skoraðu, meðan kollfirdingar ikki gjørdu tað. Tað var eisini ein smeitur fyri kollfirðing- ar, at málverjin Óli Kristian Djurhuus fekk skaða í beinið og noydd- ist út tíðliga í fyrra hálv- leiki. Men tað er ivasamt, um Oli Kristian kundi havt steðgað SUF í seinna hálvleiki. John Petersen gjørdi niggju mál fyri SF, meðan Jóan P. Olsen eisini fekk níggju fyri KÍF. elj ki.