Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1998síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28 tíðindablaðið S08S2lurn SAMBYLVUMLÆTTING Í VAGI Kassin til innsavningina stendur frammi til týsdagin 10. mars Vágs Matmoðra- I —— YNSKIST Brúkt Ericsson NMT 900 mobiltelefon av merkinum 237 ella 238 NH Tlf. 16604 MALNINGUR TIL SØLU Målningur av Hans J Glerfoss, málaður i 1986, heitið >Portrið til morgun dagsins«. Stødd 116x130 Tlf. 15913 BINDIMASKINA til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 18428 HOYGGJ Nakað av góðum hoyggi til sølu Tlf. 11793 ella 16002 sosialurin Samrødur Kjak lysingar ítróttur ummæli viðmerkingar lesarabrøv 0.m.8. Nr. 46 — 10. MARS 1998 5. b i Argjaskúla sang í SMS Leygardagin skipaði 5b i Argjaskúla fyri kókutombola i SMS. Flokkurin skal utt- anlands og tað skal nógvur peningur til. Fyri at hugna eitt sindur um keypihugin hjá havnarfólki fóru tey sjálvi á pallin á torginum og sungu nakrar sangir —— TO — Em = Næmingarnir í 5b í Argjaskúla skipaðu leygardagin fyri kókutombola í SMS. Fyri at gera tiltakið eitt sinudr meira på jf 5 hugnaligt, fóru tey sjálvi upp á pallin at undirhalda við sangi, meðan lærari teirra spældi aftur við (Mynd: Jens Kr. Vang) MaARITA GUTTESEN ELIN D. JOENSEN Lív HOFFGAARD Fríggjadagin 7. mars hevði S.b í Argjaskúla køkutom- bola á torginum í SMS, og í samband við hetta høvdu tey eisini valt at syngja nakrar sangir. 30. maí skulu tey til Norra á eina ítróttarstevnu, ið er fyri fimti flokkar í Norð- anlondum. Hetta kom í lag, tá tey sóu eina lýsing, sum Føroya ltróttarlærarafelag stóð aftanfyri. Tey hildu hetta vera sera áhugavert og søktu tí. Men bert ein fimti flokkur úr hvørjum Norð- anlandi fekk loyvi at lut- taka, og 5. b í Argjaskúla var sera heppin at vera júst tann føroyski flokkurin, ið slapp Tey hava havt sanglæru síðan fyrsta flokk við Krist- ian Kristiansen, og teimum dámar sera væl at syngja. Tey hava sungið nógv í skúlanum, men hetta var fyrstu ferð tey sungu al- ment, og tað má sigast at tað gekk sera væl. Lesarabrev TOHATSU Tá ið góðska og prísur Hví skalt tú velja Tohatsu? - Umhvervisvinarligir - Økonomiskir - Long livitíð - Góðkendir til brúk í bjargingarbátum - Tað er tann elsta fyritokan í Japan innan bátamotorar, sum ger teir - Tohatsu er títt besta val. Fáast frá 2,5 HK til 140 HK Søla, Eykalutir og Tænasta .f. Kaj Andreasen & Co. A ———i8iirititii— Hví rikisfelagsskap? Nú stundar til val, og val- evnini koma kropp á kropp í bløðum og í teimum elek- tromisku miðlunum at for- telja okkum, veljarum í villareiði, um sína fortreffi- ligheit! Eitt nú sá eg herfyri, at ein sambandsmaður á fólka- tingi — varamaður løgmans, siga tey — líkasum vildi for- skrekkja tey ungu við, at fór ríkisfelagsskapurin í vaskið, slapp eingin føroyingur nakrantíð aftur á gátt í nøkr- um donskum skúla ella lærustovni. Ikki tvøran fót- in! Tíansheldur á nakað danskt sjúkrahús. Alt hetta, segði hann, var ríkisfelags- skapinum at takka, og bara honum Men hetta er eingin nýggj vísa, at ríkisfelagsskapurin skal vera trygd bæði fyri einum og ødrum. Vit, sum eru komin so mikið til árs, at vit minnast, tá dastið av føroyska fjarfiskiflotanum royndi grønlendskar leiðir, vit minnast eisini hvussu tá- tíðar samrikishøvdingar royndu at trútta niður í fólk, at so leingi vit vóru í ríkis- felagsskapi við Danmark, áttu vit óavmarkað fiski- rættindi undir Grønlandi. Og hinvegin, at vit yvir- hevur sluppu at fiska nakran stert á grønlendskum leið- um, var ríkisfelagsskapin- um, og bert honum, fyri at takka. Og eitt var heilt vist, søgdu samrikishøvdingar- nir: Skuldu vit føroyingar komið fyri bakkasti av ein- umhvørum slag, ja, so fór móðir Danmark at taka okk- um eymliga í sín fjålgandi favn, eins og hønan savnar ungar sinar… og vera trygd móti øllum trupulleikum. Men ikki gongur altid, sum prestur prædikar. Rik- isfelagsskap hava vit enn — í ólukkumát — men fiski- rættindini undir Grenlandi vístu seg, tá saman um kom, at vera ein heilt annar spurningur. Ein samráðing- arspurningur eins og tey í russiskum sjógvi. Og høvdu als einki við ríkisfelagsskap at gera. Og hvussu royndis ríkis- felagsskapsins veingja- breiði tá bakkastini komu? Rætt skal vera rætt: Summ- ir føroyskir sonevndir polit- ikarar høvdu ilt við at fáa eyga á kreppuna. Hesum vildi móðir Danmark hjálpa teimum við. Og tað gjørdu teir til gagns við at skapa eina »egentlig krise<. Nú noyðast vit at sanna, og hava fingið skjalprógvað, at heldur enn at fjálga, smæddust teir ikki fyri við vitandi og vilja at leggja stein oman á byrðu. Hvørki embætisverkið danska ella politikararnir, hvørki borg- arligir ella sosialistar smæddust fyri at sparka til liggjandi mann. >Íðan, hvussu nú við at- gongdini til danskar skúlar og lærustovnar, hvat hevur tað við ríkisfelagsskapin at gera? < spyr onkur. Svarið er: Als einki! Tí veruleikin er, at allir EF-borgarar, allir norðurlendingar og øØll flóttafólk, sum lógliga eru komin til Danmarkar, hava javnbjóðis rætt við allar danir at koma inn á danskar lærustovnar. Og, forrestin, júst sum norðurlendingar hava vit sama rætt at sleppa inn á íslendskar, norskar, svenskar og finskar læru- stovnar, sum á danskar. Úttan mun til ríkisfelags- skap! Tit ungu, sum ætla tykkum at halda á við út- búgving uttanlands, lýðið hesi ráð: Drívið á í skúlan- um har tit nú ganga, so fáa tit eitt gott prógv, tí tað er tað, sum tryggjar tykkum atgongd til framhaldandi lestur. Ikki nakar ríkisfe- lagsskapur! Tað hendir seg, sum kunnugt, at brúk er fyri sjúkraviðgerð, sum føroysk sjúkrahús ikki kunnu veita. Tá er lagamanni at kunna senda fólk á Ríkissjúkrahús- ið danska. Men hevur tað nakað við ríkisfelagsskap at gera? Hví skal føroyska sjúkrahúsverkið tá gjalda fyri hesa tænastu? Tað hendir seg eisini, at íslend- ingar fara á danskt sjúkra- hús — ella norskt. Og at danskir ella norskir sjúk- lingar søkja sær heilsubót í Onglandi. Uttan mun til ríkisfelagsskap! Hví? Tí hetta er ikki ein spurningur um ríkisfelagsskap, men um pengar og samráðingar, júst sum fiskirættindini undir Grønlandi. Hvat skulu vit so brúka ríkisfelagskapin til? Jú, tað var rætt: Prestalønirnar! Men hvussu leingi verður ríkisfelagsskapurin trygd fyri, at danska kirkjufólkið finnur seg í, at teirra kirkju- skattur fer til prestalgnir í Føroyum? Nei, eg bara spyrji. — Skomm? Tað held- ur meirilutin á tingi ikki. Men hvat tryggjar ríkis- felagsskapurin okkum so? Hetta vita føroyingar í Dan- mark alt um, bæði lesandi og onnur: »stikpillarar«, háðandi látur, forakt, og frá donskum politikarum: im- perialismu! Og tað er so rímiligt, tí hvussu skal nak- ar hava virðing fyri fólki, sum ikki skoytir um ábyrgd- ina av sær sjálvum? Hvat er so at gera? At taka við ábyrgdini av okkum sjálvum og gera sum meir enn hundrað aðrar tjóðir síðan seinna heimsbardaga. Gerast limir í S.T. millum aðrar frælsar tjóðir. Tá fáa vit virðing eisini frå døn- um. Tá, tástani! kunnu vit samstarva á jøvnum føti, eisini við danir. Tummas Lauritsen