Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Áki Benholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen rn Kistan Vang Lýsi og sola: ng Hann Bústaður: % Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn pe uppseting og prent: Sosialurin Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post sosialurin.fo Einki skal fjalast i bankamålinum Oddagrein Í dag fellur avgerðin, hvort vit føroyingar fara at velja umboð á danating, sum vilja stuðla eina borgarliga stjórn, ið longu áðrenn hon er vald, hevur bakkað í banka- málinum, ella vit fara at velja umboð á fólkating, sum fer at virka frítt - og púra óheft av donskum innanríkispolitikki - og samstarva við teimum positivu kreftum í Fólkatinginum, sum vilja koma til botns í bankamálinum. Hóast danir velja at skifta stjórnina út, so er tað als eingin orsøk hjá føroyingum at blanda okkum í tað. Vit skulu velja umboð, sum bert vilja arbeiða fyri foroyskum áhugamálum, og sum vilja hava alt fram í bankamálinum. Nyrupstjónin tykist vilja skava út yvir sín leiklut - men tað skulu teir ikki sleppa. Ellemann-Jensenstjórnin, sum enn ikki er vald, hevur longu víst á øvugtu kósina, sum teir hava sett - at skava út yvir bæði leiklutin hjá Nyrup- stjórnin og teirr egna leiklut. Hvussu málið verður snarað og vent, so slepst ikki uttan um, at tað var borgarliga stjórnin hjá Schlúter, sum planlegði samansverjing- ina: Feroyabólkin, Fíggingargrunnin og Richard Mikkelsen. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fara báðir upp í ávikavist Konservativa flokkin og Vinstraflokkin. Javnaðarflokkurin hevur greitt boðað velj- arum og danska javnaðarflokkinum frá, at flokkurin hevur skift stoðu, og nú fer at virka sjálvstoðugt í Fólkatinginum og bara at taka lut í málum, sum viðkoma Før- oyum. Kúvendingin hjá Elleman-stjórnini um vik- uskiftiå eigur at fáa allar politiskar ávar- ingarklokkur í Føroym at kima - og fáa føroyingin at velja tann flokk á danating, sum: — Vil virka fyri at skluudarspurningurin millum Føroyar og Danmark verður loystur á ein virðiligan hátt — Greitt hevur víst á, hvat hann vil við vidurskiftunum millum Føroyar og Dan- mark — Og sum fer at virka sjålvstødugt í Fólka- tinginum Sostalurin Okkum tørvar eina ber- søgna rødd Skuldarspurningurin, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og stød- an hjá einum føroyskum fólkatings- umboð á Fólkatingi eru høvudsmålini í valstríðnum, sigur Jóannes Eides- gaard Nú syngur so hetta stutta valsstríðið upp á seinasta vers, og í dag skulu tit av- gera, hverji tvey skulu verða okkara umboð á Fólk- atingi Allir flokkar og øll val- evni hava roynt at sagt sína søgu sum frægast, og nú er tað lagt í tykkara hendur, hvussu leikur víðari fer. Sjålvsagt er tað torført at taka samanum í einum val- stríði, men gera vit kortini royndina, so hava tað stórt sæð verið try høvudsmål. Tað fyrsta, um hvussu vit loysa stóra skuldarspurn- ingin? Tað næsta, hvat víðari skal henda í viðurskiftunum millum Føroyar og Dan- mark. Og tað triðja, hvørja stóðu eitt føroyskt fólkatingsum- boð fer at hava á Fólkatingi. Í øllum hesum spurningum hevur Javnadarflokkurin vist sína greiðu og avgjørdu stóðu. Eina stóðu, sum ikki bara er ein stóða, men sum hevur ein veruliga møgu- leika fyri politiskari undir- tóku. Viðvíkjandi skuldini, t. v. s. tað vit skylda, tá vit hava fingið tað, sum vit við rætt- vísum eiga av bankamåli- num, har skulu vit seta okk- um tað virðiliga mál, at henda skal gjaldast, sjálvt um tað verður bæði tungt og strævið. Vit finna ikki upp á smartar loysnir ella at renna undan rokningini. Tað vit skylda, tað skulu vit gjalda. Vit skulu avgreiða okkara skuld virðiliga, so- leiðis at vit og okkara eftir- komarar við uppreistum høvdi kunnu við stoltleika føra okkum fram sum før- oyingar Í næsta spurninginum um støduna Føroyar og Dan- markar millum, har hevur Javnadarflokkurin roynt at lagt fyri vid ti, sum vit vid røttum kunnu kalla realpol- itíkk. Einki dreymakent, einki veruleikafjart, men vit hava gingið á odda við eini ætlan. sum verulig: nn bera føroysku tjóðina .ong ur fram á sjálvstýisleið. Nevniliga økt sjálvstýri inn- an ríkisfelagsskapin við uppskoti okkara um eina sjálvstýrislóg. Vit fara skjótt at ásanna, at hetta er einasta gongda leiðin. I tí triðja sprurninginum, so hevur Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð í søgu floks- ins gjørt av, at eitt javnað- arumboð fer at standa púra frítt og óheft á Fólkatingi. Hetta hava vit boðað velj- aranum frá, og hetta hava vit boðað danska Social- demokratínum frá. Teir vita nú, hvar teir hava okkum. So her hanga eingir lepar vid. Her er gjørt upp. Góðu veljarar Tað er mangt, sum bendir á, at Danmark fer at fáa eina borgarliga stjórn. At hetta fer at gera nakra sum nelst broyting í viðurskiftunum millum Føroyar og Dan- mark er óhugsandi. Og ein borgarlig stjórn, uttan mun til í hvørjum landi hon situr, hevur sum aðalmál at draga til tey fáu, meðan tey mongu sita eftir við rokn- ingini. Hetta gera Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin í Føroyum, og hetta gera Vinstra og teir Konservativu í Danmark. Hetta er teirra altjóða lóg. Haraftrat hava vit nú fleiri fólkating gore — Bæði veljarin i Føroyum og danski Javnaðarflokkurin hava nú fingið at vita, at Javnaðarflokkurin fer at virka sum ein fríur og óheftur flokkur í Fólkatinginum ferðir fingið at vita, at bæði Óli Breckmann og eitt sam- bandsumboð fara upp í danskar = tingbólkar og danskan innanríkispolitikk. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið fyri tað før- oysku sakina, at hon hevur onkran, sum torir at fylgja við og tala at. Og nú líkt er til, at danir fáa eina borgar- liga stjórn, er tað umráð- andi, at vit ikki eisini senda tvey borgarlig umboð at gera ilt verri. Okkum tørvar eina erliga og bersøgna rødd, sum tor- ir at tala at bæði til høgru Bil á valstaðið Veljarar, ið ynskja bil á valstaðið, kunnu ringja til skrivstovu Javnaðarfloksins, tel 19397 Sudurstreymoyar Javnadarfelag og vinstru. I endaspurtinum liggja teir fyra flokkarnir rættiliga javnir, hóast eingin peiling er gjørd seinastu dagarnar. Men liggja vit stavn um stavn, so fara javnaðarfólk nú saman at taka nøkur bekkatøk. Tá man fara at muna, tá skotið verður. Lat okkum tí fara og geva Javnaðarflokkinum eina álitisváttan. Gott val Jóannes Eidesgaard floksformaður | | |