Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UU EO Nr. 47 — 11. MARS 1998 tíðindablaðið Sosa Uffe Elleman Jensen kúvendir í bankamálinum — Eitt stjórnarskifti í Danmark broytir einki í bankamålinum. Men velja før- oyingar borgarlig umboð á fólkating í dag, verða hesi umboð við til at tryggja, at danska stjórnin sleppur at káva út yvir møgulig mistøk í banka- málinum, sigur Jóannes Eidesgaard EIRIKUR LINDENSKOV Formaðurin í danska Vinstr- aflokkinum - sum helst í morgin kann skipa eina nýggja borgarliga stjórn í Danmark, Uffe Ellemann- Jensen, hevur nú beinleiðis kúvent í føroyska banka- málinum, sum hann í janu- armánaði nýtti rættuliga nógva orku upp á - serliga í síni roynd at fella Nyrup- stjórnina. Tá málið var fyri í fólka- tinginum 27. januar, sam- tykti fólkatingið eina lítla ábreiðslu mótvegis stjórnini hjá Nyrup. Hetta hóvaði als ikki Vinstra-formanninum, sum harðliga vísti á, at mál- og at Vinstra av gllum alvi fór at halda fram við jagstr- anini - serliga eftir Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráð- harra, sum var hóttur við eini ríkisrættarsak. Uffe Ellemann-Jensen tykist nú hava vunnið stjórnarvaldið í Danmark, og nú eru aðrir tónar at hoyra frá Vinstraformanni- num. Við danska blaðið Ber- lingske Tidende í gjár sigur hann: — Fålkatingid hevur tal- að í hesum máli, ug nú mug- u vit syrgja fyri at koma víðari. — Men fyri tveimum mán- aðum síðani meinti tú, at ríkisrættarsak skuldi reisast Javnaðarflokk- = = urin og Tjóð- veldisflokkurin Pr odi ” a Folkating Er veljarakanningin millum studenta- og HF-skúlanæmingar í Hoydølum eftirfarandi, so rúka báðir fólkatings- limirnir. Javnaðarflokkurin fær fyrsta mannin við 32,98% og Tjóðveldis- flokkurin tann seinna við 24,42% ið als ikki var liðugt vidgjørt EIRIKUR LINDENSKOV Í gjár skipaði næmingafelagið í Hoydglum fyri politiskum fundi í sambandi við fólkatingsvalið í dag. A fundinum vóru umboð fyri allar flokkar: Fyri Fólka- flokkin Óli Breckmann, fyri Sambandsflokkin Lisbeth Petersen, fyri Javnaðarflokkin Jóannes Eidesgaard, fyri Sjålvstyrisflokkin Helena Dam á Neystabø og fyri Tjóð- veldisflokkin Finnbogi Ísakson. Tá slíkur fundur er í Hoydølum, plaga tey samstundis at gera tvær veljarakanningar. Eina fyri fundin og eina eftir fundin. Soleiðis varð eisini gjørt hesaferð. Áðrenn fundin varð stødan hendan: Fólkaflokkurin 20,11% Sambandsflokkurin 8,6% Javnaðarflokkurin 21,84% Sjålvstyrisflokkurin 6,9% Tjóðveldisflokkurin 22,99% Eftir hesum úrsliti átti Tjóðveldisflokkurin fyrra mannin og Javnaðarflokkurin tann seinna. Men eftir fundin fluttu rættuliga fitt av atkvødunum. Tá varð stødan hendan: Fólkaflokkurin 15,7% -4,41 Sambandsflokkurin 11,63% +3,03 Javnaðarflokkurin 32,98% +10,14 Sjålvstyrisflokkurin 5,8% -1,1 Tjóðveldisflokkurin 24,42% +1,43 Fyri fundin atkvøddu 172 - eftir fundin 174 næmingar. måti Mogens Lykketoft? — Ja, men um vit skipa stjórn, fari eg at konsentrera meg um at samrådast vid føroyingar i stadin fyri at fara å hevndarjagstran her- heima, sgiur forsætisval- evni í stuttari viðmerking til Berlingske Tidende. Blaðið kemur til ta nið- urstødu, at Uffe Ellemann- Jensen hevur somu stødu, sum næsti maður hansara, Anders Fogh Rasmussen, næstformaður í Vinstra- flokkinum, sum um viku- skiftið bar fram somu sjón- armið, at Vinstraflokkurin nú kúvendir í bankamáli- num. — Vit fara ikki at trampa runt í øllum møguligum, sum hoyrir fortíðini til, segði hann. Blaðið hevur eisini spurt Anfinn Kallsberg, fíggjar- málaráðharra og løgmans- valevni Fólkafloksins. Hann sigur seg vera líka- glaðan við, um Vinstra ikki hevur hug at gera meira við danska partin av banka- málinum, tí tað viðkemur ikki honum. Hann sigur, at føroyingar bara eru áhug- aðir í at fáa politiskar sam- ráðingar - líka mikið, hvor stjórn verður í Danmark. — Utgangsstødid hjá okkum er at fåa ein enda å hesum måli å ein skila- góðan hátt - sæd frá okkara síðu, sigur Anfinn Kalls- berg. Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkin ávaraði í blaðnum í gjár harðliga í- móti gongdini í Danmark. Hann segði beinleiðis, at talan nú er um eina saman- svørjing millum danskar politikarar, tí bæði Nyrup- stjórnin og éin møgulig Ell- emannstjórn vilja kåva út yvir málið, sum er sera eymt fyri bådar partar. Uffe Ellemann-Jensen sigur f Dimmalætting i gjår, at Danmark og Føroyar skulu samráðast um málið „med gensidig respekt«. Sama ordaval nytti Poul Nyrup Rasmussen. — Nidurstødan er ti púra greið: Eitt stjórnarskifi í Danmark broytir-als einki í bankamálinum. Munurin er bara tann, at verður tað ein borgarlig stjórnin, og Fólk- aflokkurin og Sambands- flokkurin verða valdir á Fólkating, verða tveir før- oyskir politikarar við til at Nú Uffe Ellemann-Jensen tykist vinna stjórnarvald- ið, eru skørpu tónarnir um bankamálið blotnaðir káva út yvir misgerðir hjá donskum politikarum í bankamálinum, sigur Jó- annes Eidesgaard Trygging er ikki bara ein... spurningur um pening, men eisini ein spurningur um tryggleika Kom inn í eina av deildunum hjá Foroya Banka, ella stokk inn á gólvið hjá Trygd. Vit kunnu skjótt geva tær eitt tilboð og samstundis greiða tær frá um trygging, soleiðis at tú verður førur fyri at velja bestu tryggingina til tin tørv. TRYGD Tórsgata 16 Postsmoga 44 FR-110 Tórshavn Tel. 11677 Fax 17211