mikudagur 11. mars 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
re
- A —n0.
#
[|
Nr. 47 — 11. MARS 1998
tidindabladid IK!
9
Av misgávum vantaði
síðsta brotið í greinini hjá
Maritu Petersen í blaðnum
á gjár. Tí endurprenta vit
greinina í fullum líki
blaðstj.
Tíverri fall málið í fjør,
men nú liggur tað aftur í
rættarnevndini, og vón-
andi fer okkurt at spyrjast
burturúr hesa ferð, nú allir
flokkar uttan Sambands-
flokkurin hava sæð at
neyðugt er við broyting-
um í støðu Føroya mót-
vegis Danmark.
Í sambandi við,at Javn-
aðarflokkurin hevur ar-
beitt við hesum máli,
hava mótstøðufólk okkar-
ar í heilum ført fram, at
javnaðarflokkurin — vil
hava loysing.
Serliga týðiliga kom
hetta til sjóndar í val-
sending Sambandsfloks-
ins, har varð hetta end-
urtikið ferð eftir ferð. Har
var sagt, at Sambands-
flokkurin er einasti flokk-
ur, sum vil varðveita rík-
isfelagsskapin.og at Javn-
aðarflokkurin gongur inn
fyri loysing. Í Dimma-
lætting er sama sega.
Tað verður tí neyðugt her
áðrenn valið at gera greitt,
at Javnaðarflokkurin fram-
haldandi vil vera innan fyri
ríkisfelagsskapin. Hetta vita
allir flokkar væl, eisini sam-
bandsmenn, tí tað stendur
greitt í uppskotinum hjá
Javnadai flokkinum um set-
an av stjørnmålanevnd.
Í viðmerkingunum stend-
ur: Javnaðarflokkurin
ynskir sterri sjálvræði
innan fyri Ríkisfelags-
skapin.
Eitt annað mál, sum verð-
ur tikið fram í sambandi við
setan av stjornmålanevnd
og størri sjålvavgerdarrætti
f egnum målum, er at Javn-
aðarflokkurin vil seta væl-
ferðarsamfelagið í vága.
Er tað veruliga so, at vit
við at fáa meira sjálvstýri
seta sosialu trygdina upp á
spæl?
Hetta hevur Javnaðar-
flokkurin hugsað nógv um,
og flokkurin leggur stóran
dent á, at sosiala trygdin
verður varveitt, og hetta
metir flokkurin seg vera før-
an fyri at gera.
Sjálvstýri innan fyri
rikisfelagsskapin
Javnaðarflokkurin hevur seinasta árið roynt at fáa løgtingid at samtykkja
setan av stjórnmálanevnd, sum skal gera uppskot um nýggja skipan um
viðurskiftini millum Føroyar og Danmark
Sum nú er fáa vit oman
fyri 800 mió í heildarveit-
ing, og hesin peningur er
týdningarmikil fyri okkum.
Men Heimastýrislógin er
ikki nakar garantur fyri
heildarveitingina: Hetta er
ein árlig veiting, og danir
kunnu saktans broyta upp-
hæddina, eisini uttan at
spyrja okkum.
Stjørnmålanevndin skal
eisini viðgera fíggjarligu
viðurskiftini millum Føroy-
ar og Danmark, og tí skal
spurningurin um heildar-
veitingina takast upp, tá vit
fara at tosa við danir um
nýggju skipanina.
Um borgarligu flokkarnir
í Danmark fáa ræði eru stór-
ur møguleiki fyri nidur-
skurði á sosiala økinum, og
ikki er óhugsandi at hesir
holdningar kunnu ávirka
veitingina til okkum. Tí er
tað týdningarmikið, at vit
sjålvi gera av, hvussu vit
skulu hava tað á hesum øki.
Ein nýggj skipan millum
Føroyar og Danmark skal
ikki ávirka trygdina á al-
mannagkinum. Tað skal
Javnaðarflokkurin vera ein
Marita Petersen, løg-
tingsumbod og følka-
tingsvalevni
trygd fyri.
Setid ti ein sterkan
Javnaðarflokk á Fólka-
ting.
Marita Petersen
Ein virðilig
Orðið „virðiligur“ hevur
fleiri ferðir verið havt á
munni í hesum stutta val-
stríði. Tað hevur verið brúkt
um landskassans skuld til
statskassan.
Hjá teimum, sum í mans-
aldrar politiskt hava livað
av at billa føroyingum inn,
at tað er studningur frå døn-
um, sum eigur lívið í teim-
um, er tað nú knapliga vorð-
ið „óvirðiligt“ at nyta henda
sama studning at gjalda
rentur og avdráttir við.
Aftur og fram er líka langt
Fíggjarpolitikkurin hjá hes-
um politikarum tykist at
síggja soleiðis út:
Danir skula gjalda føroy-
ingum 900 miljónir um árið
í blokkstuðli. Pengarnir
skula brúkast til almanna-
verkið, heilsuverkið og
skúlaverkið.
Samstundis skula føroy-
ingar gjalda landskassanum
skatt. Av skattinum skula
900 miljónir brúkast til rent-
ur og avdráttir, sum verða
goldin statskassanum.
Hetta er ein virðilig stóða,
siga teir. Figgjarpolitikkur,
sum dugir!
Teir vilja ikki ásanna, at
aftur og fram er líka langt.
Undanferslur
Eitt annað, sum liggur í
argumentunum hjá hesum
somu trongstøddu politikar-
um, er, at føroyingar skula
ikki våga sær at gretta orå
um frælsi so leingi, skuldin
til statskassan ikki er aftur-
goldin.
Vorðið sum tvætl. Dan-
mark hevur stóra uttan-
landsskuld, men er ikki po-
litiskt ófrælst av teirri
grund. Og um nú føroyingar
høvdu skyldað japanarum
og ikki dønum 5,7 miljardir
krónur - skuldu Føroyar so
hoyrt undir Japan?
Alt hetta er bert túnatos
Bara undanførslur. Blokk-
stuðulin kann eins væl og
annar peningur brúkast til
rentur og avdráttir. Og før-
oyingar kunna gerast fræls-
ir, sjálvt um teir skylda stat-
inum nakrar miljardir.
Tað ber til at vísa sín fræl-
sisvilja í dag - á fólkatings-
valinum
Finnbogi Ísakson
Sjalvstyrislog
Ríkisfelagsskapurin skal
hava nýggjar karmar. Heim-
astýrislógin skal avloysast
av eini sjálvstýrislóg, sigur
Føroya Javnaðarflokkur.
Vidurskiftini vid Dan-
mark eru ógvuliga aktuel í
løtuni, og bylgjurnar ganga
høgt í kjalarvørrinum av
bankaggluni. Heimastýris-
lógin er fimti ár og treingir
til åbøtur.
Teir politisku flokkarnir
royna hvør f sinum lagi at
geva bod upp å Føroya
framtid, hvussu vit skulu
tilrættisleggja vidurskiftini
vid Danmark. Nýggja lóg í
staðin fyri heimastýrislóg-
ina, tað siga nú sjálvt garv-
að sambandsfólk.
Flestu lond her á leiðum
royna at koma sær upp í
E.U. so ella so. Danmark,
Svøriki og Finland eru full-
ir limir av europeiska fe-
lagsskapinum, Noreg og Is-
land hava eina sokallaða
EBS-samstarvsavtalu. Vit
standa uttanfyri, og er tað
helst rætt, enn í hvussu so
er. Vit hava bert eina van-
liga — onkur sigur vánaliga
— handilsavtalu við E.U.
Loysa vit frá Danmark, so
eru vit heilt slept upp á fjall.
Helst er í dag ein stórur
meiriluti fyri í føroyska
fólkinum, at vit fáa eina
nýggja lóg sum karm um
ríkisfelagsskapin, men ym-
iskar eru meiningarnar
kanska um innihaldið. Nøk-
ur fá ynskja onga broyting
— onnur ynskja at loysa heilt
frá Danmark.
Ein meiriluti í Javnaðar-
flokkinum setti sær fyri at
fremja eina sokallaða sjálv-
stýrislóg at avloysa heima-
stýrislógina, sum flokkurin
nú metti vera ov stirvna.
Tað eru skjótt fleiri ár síð-
ani, og vit vóru fleiri, sum
tá vóru ivasom, men í dag
aftan á bankaggluna og bú-
skaparkreppuna má ásann-
ast, at tað er neyðugt við
broytingum, sum seta ávís
grundleggjandi viðurskifti
upp á pláss.
Uppskotið til hesa ætlaðu
lóg er ikki gjørt liðugt av
Javnaðarflokkinum, men
tað er við vilja, tó ein beina-
grind er gjørd, og nakað av
kjøti komið á. Men Javn-
aðarflokkurin ásannar, at
eingin politiskur flokkur
einsamallur kann avgreiða
so týðandi mål, vil ti ikki
frammanundan binda seg
alt ov nógv til innihaldið í
komandi lógini. Tó eitt
stendur greitt, lógin eigur
ikki at leggja upp til loysing
frá Danmark, og tað stigið
kann bert takast við eini
folkaatkvødu.
I stadin hevur Javnadar-
flokkurin lagt uppskot fram
á ting, um eina stjórnmála-
nevnd við umboðum úr øll-
um flokkum at fyrireika
innihaldið í hesi ætlaðu lóg
soleiðis, at hon kann fáa
breiðastu politisku undir-
tóku á tingi, sum er møgu-
ligt, áðrenn vit fara til Dan-
markar 2t samráðast víðari
her um.
Hendan nýggja lógin skal
m.a. staðfesta Føroyar og
Danmark sum tveir javn-
stødis partar av rikisfelags-
skapinum. Vit skulu hava
rætt til at lóggeva fyri og
umsita øll okkara viður-
skifti og målsøki, ella nær-
um øll, um vit og tá vit vilja
og megna tað.
Vit skulu varðveita okk-
ara rættindi fyri føroyingar
í Danmark við ríkisfelags-
skapinum. Heilsuverkið
skal framvegis vera sam-
bundið við Ríkissjúkrahús-
ini. Uttanlandsmál og uttan-
landstænastan má vera sam-
skipað við ta donsku. Vit
skulu sjálvandi framvegis
hava rætt til blokkstudning,
so leingi og í tann mun,
tórvur er á hesum fyri at
verðveita vælferdarsamfe-
lagið. Her má ikki telvast
um lívsdygdina og vælferð-
ina hjá føroyingum. Før-
oyska krónan skal fylgja
teirri donsku.
Undir øllum umstødum
má hugast væl um innihald-
ið í ætlaðu lógini, sum skal
virka — og taka hædd fyri at
kunna virka — meðan Dan-
mark verður meira og meira
integrerað í E.U., og vit
helst verða standandi uttan-
fyri.
Tey rættindi, vit hava við
ríkisfelagsskapinum, eiga
vit sjálvandi at varðveita, og
tað er ikki 6sømuligt hvørki
fyri okkum ella danir. Tí í
hvussu so er halda summi
av okkum, at eisini Dan-
mark hevur sínar fyrimunir
av hesum felagsskapi, tó tað
er trupult at prógva hetta.
Tað verður m.a. sagt, at
danskir millumhandlarar
tjena væl av peningi upp á
okkara uttanlandshandil?
Tað verður eisini sagt, at
Danmark fær pening frá
USA fysi natostødirnar í
Føroyum? Og ikki er heilt
óhugsandi, at danir vænta
sær at sleppa upp í part, um“
vit fáa eitt føroyskt olju-
rikidømi? Og er hetta alt so,
sum vil påstanda, so kunnu
.-
vit vid enn betri samvitsku
móttaka teir fyrimunir, sum
vit opinlýst fáa við hesum
felagsskapi, ið er avtalaður
millum báðar partar í fríar
samvinnu.
Hesin pástandurin um, at
blokkstuðulin úr Danmark
fordervar okkum, heldur
ikki. Blokkurin fer á løg-
ungsfíggjarlógina, og tað
eru okkara egnu fólkavaldu,
sum ráða fyri, hvat hesin
peningur verður nýttur til,
ella um hann skal nýast
Mær kemur fyri, at tey sum
rópa harðast móti ríkisfel-
agsskapi og blokkstudningi,
eru tey, sum eru grammast
eftir hesum peningi. Og
nógv av teimum, sum í dag
rópa »loysing«, eru júst tey,
sum notið hava best av rík-
isfelagsskapinum.
Nei, Føroya fólk eigur
ikki at lata seg taka av fót-
um av rakstrarrópum. Vit
eiga sinniliga at umhugsa
hvert stig, sum tikið verður
Vit skulu seta vælferð før-
oyinga fram um kenslu-
bornu rakstrarrópini um
loysing, tí løysing i dag
kostar okkum ein nógv
stórri pris, enn vit sum fólk
vilja gjalda.
Fáa vit nýggjar rammur
um okkara felagsskap við
Danmark, og fáa vit tey am-
bod, sum okkum tørvar fyri
at umsita og stýra okkara
samfelag inn í næstu øld á
einum vælferðar stødi, so
leiðis at vit framhaldandi
Jåkup Birgir Mohr,
følkatingsvalevni
kunnu menna okkum sum
eitt mentað fólk við meiri
sjálvsábyrgd, meiri sjálv-
stýri, meiri sjálvsvirðing og
samstundis hava lívsgrund-
arlag fyri umleið 50.000
fólkum, so er væl vunnið
Tá eiga vit at taka hendur
saman um ætlaðu sjálvstýr-
islågina, sum helst allir
flokkar á løgtingi skuldu
staðið aftanfyri
Tá bleiv eisini torført hjá
dønum at komið uttan um
okkara ynski. Og tá vístu vit
okkum einaferð rættuliga
sum eitt mentað og sameint
fólk
Birgir Mohr