mikudagur 11. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið SOSlalrin
Nr. 47 — 11. MARS 1998
Finnbogi Ísakson boykottaði valstríðið hjá sínum egna flokki:
Kravdi at fáa alt - ella
skuldi hann onki hava
Finnbogi Ísakson
kravdi so góðar
sømdir, at tað
bleiv ovboðið hjá
hinum valevn-
unum. Tað endaði
við, at hann boy-
kottaði valstríðið
í útvarpi og sjón-
varpi
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú valstríðið er endað, er
tað eitt, sum leypur í eyg-
uni
Og tad er, at eitt av topp
valevnunum hjá Tjóðveld-
isflokkinum, Finnbogi Isak-
son, hevur verið merkiliga
kúrrur.
Og rætt er tað: Finnbogi
Ísakson var ikki at hoyra í
framløgusendingini hjá
Tjóðveldisflokkinum í Út-
varpinum síðsta mána-
kveld.
Hann var heldur ikki við
Við borðið hjá Tjóðveldisflokkinum á valfundinum månakvøldid manglaði eitt andlit,
sum øll høvdu roknað við : Tað á Finnboga Ísaksyni: Men hann noktaði at vera við
í valsendingini hjá sjón-
varpinum sunnukveldið.
Seinasti kansurin var í
felags valsendingini hjá út-
varpinum og sjónvarpinum
månakvøldid.
Men har var heldur ongin
Finnbogi at hoyra. —.
Og tað ger Finnboga Ísak-
son til einasta valevnið hjá
tjóðveldisflokkinum, sum
onga talutíð fekk í hesum
valstríðnum, hvørki í út-
varpi, ella í sjónvarpi.
Einasta valstríð, hann
hevur ført, eru greinar í
bløðunum, og tað er heilt
óvanligt fyri tann politikara
í Føroyum, sum er mest
vandur vid fjølmidlarnar, og
sum plagar at leggja stóran
dent á týdningin av útvarpi,
og ikki minst sjónvarpi, í
einum politiskum valstríði.
Boykottaði valstríðið
Hesin óvæntaði valtaktikk-
urin hjá Tjóðveldisflokkin-
um hevur stoytt bensin á
bálið hjá teimum sum halda,
at grundleggjandi ósemja er
í Tjóðveldisflokkinum i-
millum Finnboga Isakson
ødrumegin, og flokkin ann-
ars hinumegin.
Í sambandi við fólka-
tingsvalið kom henda ó-
semja fyrst til sjóndar táið
Finnbogi Ísakson heilt ó-
væntað broytti eitt grund-
leggjandi prinsipp hjá
flokkinum og kunngjørdi, at
verður hann valdur inn á
fólkating, er hann til reiðar
at blanda seg upp danskan
politikk, um hann afturfyri
fekk eina góða avtalu um
Føroyar.
Hetta loypti ødi í nógv
tjóðveldisfólk, tí síðani
flokkurin fór at stilla upp
til fólkaingsval í 1973, hev-
ur hann havt sum aðalmál
ikki at blanda seg upp í
donsk innanríkisviðurskifti.
Og tjóðveidisfólk, vit
hava tosað við, dylja heldur
ikki fyri, at tað er ósemja
sum hevur elvt til, at málið
í Finnbogi ikki hevur verið
at hoyrt í elektronisku fjøl-
midlunum i hesum val-
stríðnum.
Frá álítandi keldum hava
vit fingið upplýst, at ætlanin
var, at Finnbogi skuldi vera
við í orðaskiftinum báði í
sjónvarpinum sunnukvøldid
og í felags valsendingini hjá
útvarpi og Sjónvarpi mána-
kveldið.
Men hetta datt alt niður-
fyri.
„ Orsgkin var, at Finnbogi
Ísakson kravdi so nógva tal-
itíð, at tað bleiv ovboðið hjá
hinum valevnunum.
Í sjónvarpinum sunnu-
kveldið fekk hver flokkur
15 minuttir. ;
Og Finnbogi Isakson
kravdi at fáa allar alla tali-
tíðina hjá Tjóðveldisflokk-
inum.
Tá í hini valevnini ikki
vildu tað, gjørdi løgtings-
maðurin í Suðurstreymoy
av at boykotta valstríðið hjá
flokkinum, tí hann hann
bart og boðaði frá, at so
vildi hann slett ikki vera við
í sjónvarpinum yvirhøvur.
og hann vildi heldur ikki
vera við í valsendingini
mánakveldið.
Finnbogi: Ja eg eri ósamdur við flokkin:
Taktikkurin
var skeivur
— Fáa vit umboð á
Fólkating, er tað
ikki tí, at vit hava
havt eitt gott val-
stríð. So er tað hó-
ast vit hava havt
eitt vánaligt val-
stríð
AK! BERTHOLDSEN
— Tað nyttar onki at øll
valevni sleppa at føra seg
líka nógv fram. Skal ein
flokkur vinna eitt valstríð
er tað neyðugt, at hann pro-
filerar eitt, ella tvey valevni
burturúr rågvuni
Finnbogi Ísakson váttar,
at, at stór ósemja hevur tikið
seg upp í Tjóðveldisflokk-
inum um, hvussu valstríðið
skuld: leggjast til rættis nú
uppundir fólkatingsvalið,
sum víst er á í greinini
omanfyri
— Men hann er ikki við
uppá, at hann hevur tikið
sum hava lagt valstríðið til
rættis, tí eg haldi, at tað er
skeivt atborið.
— Eg eri púra sannførdur
um, at skal ein flokkur
vinna eitt valstríð, má hann
brúka eitt, ella tvey valevni,
at profilera seg við.
- Tað nyttar onki at pro-
filera seg við øllum valevn-
unum. Tað hevur Tjóðveld-
isflokkurin gjørt í valstríði
eftir valstríði, og vit hava
eisini tapt val eftir val.
Tað vóru ikki meiri enn eini 20 fólk á valfundi í åtvarpshøllini månakvøldid. Finnbogi
Ísakson er so ósamdur við Tjóðveldisflokkin annars um, hvussu valstríðið skuldi verðið
lagt til rættist, at hann helt se heilt vekk
seg úr valstríðnum.
— Eg havi tikið lut í val-
stríðnum við fullari kraft og
eg havi skrivað nógvar grei-
nar í blødunum.
Men hann våttar, at 6-
semja er orsøkin til, at hann
hvørki hevur verið at hoyra
í útvarpi ella í sjónvarpi,
sum annars hevði verið nått-
úrligt av einum topp-val-
evni.
— Tad er onki yvir = sylja,
at eg eri ósamdur við tey,
Finnbogi Ísakson sigur, at
heldur ikki hesuferð fann
Tjóðveldisflokkurin útav at
leggja eitt skilagott valstríð
til rættis, har eitt, ella tvey
valevni blivu brúkt at pro-
filera flokkin við.
— Tí haldi eg, at vinna vit
valið, er tað ikki tí at vit
hava havt eitt gott valstríð.
— So er tað hóast at vit
hava havt eitt vánaligt val-
stríð. ;
Finnbogi Ísakson sigur, at
sjálvur skeyt hann upp, at
hann og Heini O. Heinesen
tveireinir býttu tíðina í út-
varpi og sjónvarpi ímillum
sín, soleiðis at Heini fekk
útvarpið og hann sjálvur
fekk sjónvarpið.
— Men táið avtornaði,
skuldu trý valevni vera í
sjónvarpinum, og tað haldi
eg vera báði skeivt og 6-
rímiligt.
Hann sigur, at tað var or-
søkin til at hann tók ta stød-
u, at hann vildi slett ikki
vera í valstríðnum í teimum
elektronisku fjølmidlunum
yvirhøvur.
Antin eru vit vid, ella
eru vit ikki við
Annars endurtekur Finn-
bogi Ísakson, at um hann
verður valdur á Fólkating í
dag, fer hann at taka virknan
lut í tí politiska arbeiðnum.
--Antin eru vit við fult og
heilt, ella skulu vit slett ikki
vera við, sigur hann
— Samrødur við rættliga
nógv, fræg, tjóðveldisfólk,
sum hava vei ið í flokkinum
líka leingi um eg, hava víst
mær, at eg eri langt frá
einsamallur við hesi áskoð-
an.
Finnbogi Ísakson sigur, at
hann hevur ongantíð skilt
endamálið við at velja fólk
á Fólkating, sum ikki skulu
føra politikk.
— Hetta er ein leivd, sum
Tjóðveldisflokkurin hevur
arvað frá Fólkaflokkinum í
fimti og sekstiårunum.
— Hendan gamla leiklutin
hjå Félkaflokkinum hevur
Tjóðveldisflokkurin nu y-
virtikid. —
Finnbogi Isakson sigur, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
ongantíð samtykt, at hann
ikki skal føra politikk á
Fólkatingi.
— Tað er nakað, valevnini
hava sagt. Men hatta er ikki
eitt plitiskt prinsipp. Hatta
er ein spurningur um ar-
beiðshátt.
--Og eg haldi ikki, at tað
ger nakað, at summi í
flokkinum hava ta stóðu, at
vit ikki undir nøkrum um-
stóðum eiga at taka virknan
lut í politikki á Christians-
borg, men at onnur hinvegin
halda, at tað skulu vit- ikki
minst um vit kunnu fáa eina
góða avtalu fyri Føroyar
burturúr tí. |
Finnbogi Ísakson leggur
afturat, at tann, sum er vald-
ur í eitt lóggevandi ung,
sleppur ikki undan at taka
stóðu. Antin ert tú fyri, ella
ímóti, ella atkvødur tú
blankt - og tað er eisini ein
stóða. á
Finnbogi Ísakson sigur, at
tað, at føra politikk á Fólka-
tingi, kann vera beinleiðis
at styðja eina stjórn, tað
kann vera at seta fyrspurn-
ingar og í einstøkum fórum
kann tað vera at seta sjálv-
stødug uppskot fram.
— Men tað må ongantíð
førast ein politikkur, sum er
f andsøgn vid ein meiriluta
f tinginum, sigur Finnbogi
Ísakson.