mikudagur 11. mars 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 11. MARS 1998
tíðindablaðið SOSTAMNTN
19
sosialurin, box 76, 110 tørshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Fótbóltur: Hóast Sumba vann 2. deild langt
áðrenn kappingin endaði, roknar eingin við,
at sumbingar fara at klára at halda sær uppi í
I. deild. Men í Sumba hava teir heldur einki
ímóti, at eingin roknar við teimum.
I fjør vann Sumba 2. deild í stórum
stíli, og longu fleiri umfør áðrenn
kappingarenda var greitt, at sum-
bingar skuldu spæla í 1. deild í ár.
Sumba hevur verið í 1. deild eina
ferð fyrr. Tað var í 1991, men
steðgurin varð stuttur, tí liðið flutti
niður aftur beinanvegin. Seinastu
árini hevur stórur munur verið á
1. og 2. deild í føroyskum fótbólti,
og tey flestu ivast heldur ikki í, at
Sumba flytir niður aftur í 2. deild
får.
— Tað passar okkum fint, at øll
halda, at vit fara at verða kanón-
fødi í 1. deild í ár, sigur Rúni
Lisberg, sum hevur verið formað-
ur í Sumbiar Ítróttarfelag seinastu
fýra árini, og sum eisini er mál-
maður á 1. deildarliðnum.
= Vit fara bara at royna at spæla
fétbólt. Einki trýst er á okkum, tí
eingin væntar nakað av okkum.
Flyta vit niður, so flyta vit niður.
Tað er eingin katastrofa, sigur
Rúni Lisberg.
Nýggjur venjari
Sumba hevur fingið nýggjan spæl-
andi venjara. Tað er 27 ára gamli
jugoslavin Sparsoje Bibercic, sum
kom til landið fyrst í februar. Hann
spælir fyri tað mesta í álopinum,
men kann eisini nýtast í tí defen-
siva. Gamla felagið hjá honum í
Jugoslavia hevdi lið við í bæði 1.
og 2. deild, og Bibercic spældi fyri
tað mesta í 2. deild, men onkran
dyst spældi hann eisini við 1.
deild. Tað er jugoslaviski venjarin
hjá Royn, sum hevur fingið sam-
bandið millum Sumba og Bibercic
í lag.
Harumframt hevur Sumba eisini
fingið ein danskan spælara. Tað
er 22 ára gamli Thomas Birk, sum
er væl fyri tekniskt, og sum skal
styrkja liðið á miðjuni. Í fjør hevdi
Sumba eisini ein danskan spælara
við í teimum fyrstu sjey lands-
kappingardystunum, sum allir
vórðu vunnir. Men so fór hann og
kemur ikki aftur í år
Annars var ætlanin at fáa ein
jugoslaviskan spælara afturat til
Sumbiar, og alt var eisini fingið
upp á pláss, men hann gav avboð
í seinastu løtu.
Helvtin av liðnum
býr í Havn
Í byrjanini gekk eitt sindur strilt-
ið við venjingini, ti jugoslaviski
venjarin ikki dugdi nakad serligt
av enskum, men tad batnar f hvørj-
um, og samskiftid millum venj-
aran og spælararnar verður betri
fyri hvgnn dag.
Venjingin hevur eisini verið eitt
sindur trupul orsakað av kavanum.
Sumba hevði gjørt avtalur við hini
suðuroyarliðini um venjingardyst-
ir, men kavin hevur gjørt tað 6-
gjørligt at spæla og venja á vøll-
unum. Av tí sama hevur Sumba
enn ikki spælt nakran venjingar-
dyst, og bólkaspælið í steypakapp-
ingini byrjar um minni enn ein
mánað.
Og harafturat býr helvtin av
liðnum hjá Sumba í Havn, so um-
stóðurnar eru ikki av teimum
bestu.
Rúni Lisberg sigur, at teir hava
fimm spælarar, sum venja í Havn.
Hini suduroyarlidini hava eisini
fleiri spælarar, sum búgva í Havn,
og tað hava B71 og FS Vágar
eisini. Vágbingurin Hans Nielsen
tekur sær av venjingini hjá hesum
spælarunum, men tað er ikki lætt
at fáa pláss á vøllunum í Gunda-
dali. Í løtuni venja suduroying-
arnir í Havn tvey kvøld um vikuna
frá klokkan 22.00 og úteftir. Rúni
Lisberg sigur, at tað hevur verið
nógv stríð av at fáa hesa venjing-
ina í lag. Ljósini við vgllin skulu
vera tendrað o.s.fr., og Rúni vónar
eisini, at suðuroyingar sleppa at
varðveita hesa venjingina, hóast
tað ikki er nógv pláss á vellinum.
Tilsamans eru yvir 20 mans, sum
venja í Havn, men sum spæla við
feløgum uttan fyri høvudsstadin.
Sterkur bólkur í
steypakappingini
Tann 5. apríl byrjar bólkaspælið í
kappingini um løgmanssteypid,
og her er Sumba í bólki saman
við IF, uppflytarunum TB og før-
oyameistarunum B36. Á pappír-
inum er hetta sterkasti bólkur, tí
bert 1. deildarlið eru við. Fyrsti
dysturin hjá Sumba er á heima-
velli móti IF, og síðani gongur
VE
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
=
Einki trýst á sumbingum
Tey flestu ivast ikki í, at sjampanjan hjá sumbingum frá í fjør
verður skift út vid gravøl i år
leiðin til Tvgroyrar og til Havnar
at spæla móti åvikavist TB og
B36. Hvørjar vónir hevur Rúni
Lisberg so til steypakappingina:
— Har er tað sama galdandi sum
í landskappingini — eingin roknar
við okkum kortini. Tað er eingin
sum krevur, at vit skulu vinna
steypakappingina, og einki trýst
er á okkum. Nú eru vit so í bólki
saman við føroyameistarunum, so
vit verða tveittir út í tað beinan-
vegin, men tað bilar heldur einki,
sigur hann.
Umframt Sumba og TB er eisini
VB í 1. deild. Try suðuroyarlið í
bestu deildini er ikki so vanligt —
í roynd og veru er tað bert hent
eina ferð fyrr. Tað var í 1991, sum
var fyrsta og higartil einasta árið
Sumba vann 2. deild í stórum
stíli í fjør, men eingin roknar
við, at teir fara at gera nakrar
skreytir í bestu deildini í ár
hjá sumbingum í 1. deild
— Tað er fínasta slag, at Suður-
oyggin hevur trý lið við í 1. deild
So fáa vit nordanlidini suður eitt
sindur oftari, sigur Rúni Lisberg
Harafturat merkir tað ivaleyst
stórri åskodarainntøkur til felagið,
og so er tað sjálvandi eisini sjálv
kappingin, sum harðnar í Suður
oynni
Felagið er væl fyri
Sumbiar Ítróttarfelag er rímiliga
væl fyri fíggjarliga og er sum heild
eitt rættiliga væl koyrandi felag. Í
fjør vóru millum 70 og 80 íðkandi
limir, og í ár hevur Sumba eisini
fleiri lið við í yngru deildunum
Nógvir evnaríkir ungir spælarar
eru eisini nú um at gerast nóg
vaksnir til at kunna gera seg gald
andi á 1. deild. Dreingjaliðið frá í
fjør hevur valt ikki at melda til í
unglingadeildini í ár, men í staðin
luttaka í 4. deild
Annars hevur Sumba aðalfund
nú leygardagin, og tá ætlar Rúni
Lisberg at leggja frá sær sum for
maður. Hann hevur verið formað
ur i Sumbiar Ítróttarfelag seinastu
tyra árini