Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið R Fn Nr. 47 — 11. MARS 1998 Fótbóltsdómararnir seta út í kortið: Hart spæl verður hart revsað av domarunum Fótbóltur: Føroysku fótbóltsdómararnir leggja eina greiða linju frá byrjan av. Og linjan skal haldast. Svenski fyrrverandi dómarin Bo Karlsson hevði um vikuskiftið dómaraskeið á Hotel Føroyum Farna vikuskiftid hevði kendi svenski fótbóltsdóm- arin Bo Karlsson dómara- skeið á Hotel Føroyum í Havn. Skeiðið var sera væl vitjað, tilsamans 45 dómar- ar og linjudómarar luttóku Og teir fingu nógv burt- urúr — Tað var eitt ógvuliga positivt skeið, og eg haldi eisini, at all vóru nøgd aft- aná, sigur Andreas Poulsen, sum situr í neyndini hjá Fótbóltsdómarafelag Fer- ova (FF Fleiri spurningar vórðu vidgjørdir á skeiðnum. Bo Karlsson brúkti ein eitt sindur eðrvísi undirvísing- arhátt í sambandi við rang- stóðu. 25 dømi um rang- stóðu ella ikki rangstøðu vórðu víst á sjónbandi (bert einaferð, eins og dómararnir og linjudómararnir síggja tað í veruligum dysti), og so skuldu luttakararnir á einum pappíri krossa av, um tað ávísa dømid var rang- stóða ella ikki. Sum skilst vóru luttakararnir sera væl nøgdir við hendan undirvis- mgarháttin Eisini kom svenski dóm- arin á skeiðnum inn á tað at revsa hart spæl og tað, at spælarar halda í ødrum spælarum, og hetta er eisini nakað, føroysku dómararnir fara at leggja seg eftir at revsa í ár. Nógv avhildin úti í Europa Bo Karlsson var FIFA-dóm- ari í nógv ár, men virkar nú sum eygleiðari hjá altjóða fótbóltssamgonguni. Hann er sera nógv avhildin úti í Europa og hevur eisini verið í Føroyum og dømt fyri nøkrum árum síðani. Hann var eisini sera væl nøgdur við ferðina í Føroyum, sum var eitt stórt frávik frá hans- ara vanliga gerandisdegi. Í næstum skal hann vera dómaraeygleiðari í retur- dystinum í Europa Cup- kappingini fyri steypavirn- arar millum Atletico Madrid og Chelsea. Í Føroyum kundi hann taka sær eitt sindur meira av léttum, og Andreas Poulsen sigur, at um føroyingar biðja hann koma aftur, kemur hann utt- an iva. Tað var démaranevndin undir FSF, sum skipaði fyri at fáa Bo Karlsson til Før- oya. Í dómaranevndini sita tvey umboð úr FSF og tvey úr FF Greið linja frá byrjan Føroysku fótbóltsdómarar- nir eru eisini farnir at fyri- reika seg til kappingarárið, sum byrjar í næstum. Andreas Poulsen sigur, at dómararnir og linjudómar- arnir hava tosað saman og gjógnumgingið stevnuna fyri kappingarárið 1998., Í seinastuni hava dómar- arnir fingið nógvar atfinn- ingar fyri ta sonevndu »linj- una<, sum verður koyrd í einum dysti. Spælarar og venjarar hava hildið, at linj- an hevur verið ov ymisk frá dómara til dómara, og An- dreas Poulsen ásannar eis- ini, at hetta hevur verið ein trupulleiki — Vit hava tosað saman um linjuna og fara at royna at halda somu linju hjá øll- um dómarunum, sigur hann. Andreas sigur, at dómar- arnir ætla at leggja eina greiða linju frá byrjan av og so royna at halda hana gjøgnum árið. Eisini fer hart spæl at verða revsað harðari enn higartil. Fyri nøkrum árum síðani gav FIFA dómarun- um boð um at sekta eitt nú takklingar aftanífrá við reyðum korti, men tað hev- ur verið rættiliga ymiskt, hvussu hesi boðini hava verið tulkað og útint. Í ár verða tílík misbrot harðari revsað av dómarunum, eins og tað kann roknast við, at spælarar, sum halda í troyggjuni á øðrum spælar- um, fáa gult kort. Fundur við há Tað hevur verið upp á tal millum dómarar og venjarar at fáa ein fund saman áðr- enn kappingin byrjar, so venjararnir vita, hvussu út- gangsstødi hjá dómarunum er. Andreas Poulsen sigur, at áhugi so avgjørt er til staðar millum bæði dómarar og venjarar fyri einum slíkum fundi, og tað er væl møgu- ligt, at hesin fundur verður hildin ein av fyrstu døgun- um, áðrenn kappingin byrj- ar. Ein tílíkur fundur hevur ongantíð verið fyrr, men tað kann í øllum førum ikki skada at hava hann, og iva- leyst hevði okkurt skilagott eisini komið burturúr, held- ur Andreas Poulsen. Hann heldur eisini, at før- oyskir dómarar tosa ov lítið saman, og at hetta eigur at verða rættað uppá. — Tað átti ikki at verið nakað til hindurs fyri, at dómararnir tóku ein fund eitt nú í summarsteðginum, har teir tosaðu saman og hugdu at, hyussu gingist hevur fram til steðgin, sigur Andreas Poulsen. Sum oftast hava dómar- arnir ein fund fleiri mánaðir eftir, at kappingin er endað, men Andreas heldur ikki, at tann fundurin gevur eins nógv, og ein fundur mitt í kappingini hevði gjørt. Eisini hevur verið upp á Sambært stevnuni hjá føroysku fótbóltsdómarunum skal spælari, sum heldur i ødrum spælara, revsast vid gulum korti (tilvildarlig mynd) Démararnir ætla at leggja eina greida linju frå byrjan og halda hana tal, at linjudómarar skulu skifta millum dómaratrio- irnar, so dómararnir og linjudómararnir eisini sleppa at royna at dóma saman við ødrum enn teim- um vanligu. Men tad er enn óvist, hvussu verður við hesum. Størri krev til dómararnar Andreas Poulsen hevur fingist við døming síðani fyrst í 80-árunum, og sum oftast hevur hann verið linjudómari (fyrr æt tað linjuverji) hjá Niklas á Líð- arenda í dómaratrioini hjá GI. Andreas sigur, at tað heilt greitt er munur á at dóma og >vinka< í dag í mun til fyrr. — Graslikisvøllirnir hava sjálvandi gjørt ein stóran mun. Stødid á spælinum er hækkað nógv, og uppgáv- urnar hjá dómarunum eru nógv meira krevjandi í dag enn fyrr, sigur hann. Hann vísii á, at tað kann vera stórt trýst á einum dómara, sum t.d. dømir ein dyst, har pengar eru upp á spæl. — Um nú ein dómari døm- ir eitt avgerandi brotsspark í einum dysti millum nummar eitt og nummar (tilvildarlig mynd) tvey, kann liðið, sum endar nummar tvey, missa eina heila millión í pengum frá UEFA, sigur Andreas. Føroyskur fótbóltur hevur broytt seg nógv seinastu ár- ini. Trýstið á spælararnar er stórri, tí meira stendur upp á spæl, og tað merkja dóm- ararnir eisini. Og harumframt eru nógv- ir útlendskir spælarar komnir til Føroya seinastu árini — spælarar, sum í fyrst- ani kunnu hava ringt við at umstilla seg til føroysk við- urskifti. Hetta eru sum oft- ast góðir spælarar, ið verða hart vardir, og sum tí lætt kunnu ilskast inn á dómar- an. Men tann so ofta útskeld- aði maðurin, sum stýrir fót- bóltsdystinum, er framvegis bert eitt menniskja. Hann kann ikki síggja alt, hóast tey flestu krevja tað av hon- um... elj