hósdagur 12. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk:
Joensen,
i Bertholdsen
Emil L. Jacobsen
Sveinur Poulsen
Niclas Johannesen
Jóns Kistan Vang
Lýsingar og sola:
kr Hammer
Sosialurin
3 På . 26 Ar .
r R um
A fart
110 Tørshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
post&sosialurin.fo
Fólkaflokkurin
aftur í bólkum
Oddagrein
UPPSKOTIÐ um at leingja lógina um
ílegustuðulin sum vanligan rakstrarstuðul
er aftur eitt domi um, at tað ber ikki til at
reka ein samanhangandi politikk í For-
oyum.
LANDSSTÝRISMAÐURIN í fiskivinnu-
málum hevur ikki meira enn lagt eitt upp-
skot niðan á løgtingsskrivstovuna um
eina nýggja skipan fyri ílogustuðul, so
stuðulin verður stuðul til nýílegur, so
kemur eitt uppskot frá 10 tingmonnum at
halda fram við einum rakstrar-iløgustudli.
JOHN Petersen hevur vart sín politikk
og sítt uppskot, og hann hevur víst til, at
lógin um ílegustuðul skuldi vera í gildi í 5
ár — til 1. mars 1998 — og at flotin hevur
havt góða tíð at laga seg til broyttar
umstoður.
HANN vildi ikki broyta uppskotið eftir
áheitan frá m.a. sínum egna partamanni,
Jorgen Niclasen, sum ikki ger beinari enn
at leggja eitt nýtt uppskot saman við 9
eðrum tingfólkum um at halda fram við
sokallaða iløgustudlinum.
Á hesum stað er víst á, at tað er helst
ikki rætt at taka av gamla iløgustudulin
við ein brest, men heldur lækka hann í
stigum í eini 2-3 ár. Og eftir tí, sum er
komið fram, er hetta eisini ætlanin hjá
tingmonnunum.
MEN verður meiriluti fyri uppskotinum,
so eigur uppskotið at vera so restriktivt,
at bara reiðaravirki, ella skip, sum hava
brúk fyri stuðuli, kunnu fáa stuðul. Og
ikki reiðaravirki, sum hava skip, sum hava
spunnið gull hetta seinasta árið.
HETTA seinasta uppskotið hjá Jørgeni
Niclasen 8 Co. er so aftur eitt domi um,
at Fólkaflokkurin gongur í fleiri bólkum,
og hvat sigur landsstýrismaðurin John
Petersen til, at fiskiskipapolitikkur hans-
ara so dyggiliga verður settur til viks?
FER hann at takka partamanninum úr
Vágum? Ella fer hann at stinga í sekkin í
Tinganesi? Ella er seinasta tiltakið hjá
fólkafloksmonnunum bara avtalað spæl
— eitt spæl fyri gallarinum?
Sosialurin
Eg boykottaði ongan
Undir yvirskriftini >Boy-
kottaði valstríðið hjá sínum
egna flokki< á fyrstu síðu í
Sosialinum mikudagin 11
mars verði eg lagdur undir
at hava boykottað valstríðið
hjá Tjóðveldisflokkinum í
útvarpi og sjónvarpi.
Aki Bertholdsen sigur seg
hava tíðindini frá »ålitandi
keldum<, sum tó eru dul-
nevndar. Sambært hesum
keldunum havi eg eisini
kravt so nógva talutið, at
>tað bleiv ovboðið hjá hin-
um valevnunum«.
Hetta seinasta er ein løgin
påstandur, eftirsum tad ikki
vóru valevnini, sum býttu
talutíðirnar ímillum sín í út-
varpi og sjónvarpi. Tað
gjørdi harafturímóti Starvs-
nevndin hjå flokkinum (ein
av teimum trimum Starvs-
nevndarlimunum er eisini
valevni, og hon fekk, tå
saman um kom, meira talu-
tíð i sjónvarpinum enn nak-
að annað valevni).
Longu áðrenn eg stillaði
upp, gjørdi eg vart við —
gjøgnum kanalir, sum eg
metti nóg góðar — at eg helt,
at hjá Tjóðveldisflokkinum
áttu eins og í hinum flokku-
num einir tveir persónar at
profilera flokkin í valstríð-
num (ikki, at flokkurin
skuldi profilera einar tveir
persónar, sum Aki Bert-
holdsen skrivar).
Eg mælti ma. til, at Heini
O. Heinesen skuldi taka sær
av orðaskiftinum í útvarpi-
num, og at eg skuldi taka
mær av orðaskiftinum í
sjónvarpinum. Hetta seinna
bar tó ikki til, tí sjónvarpið
vildi hava tveir luttakarar,
segði formaðurin Oli Holm.
Hesum læt eg mær lynda.
Tá so sendingin var kom-
in undir land, fekk eg at
vita, at sjónvarpið vildi hava
tríggjar luttakarar. Tað undr-
aði meg, og eg spurdi meg
tí fyri í sjónvarpinum. Har
fekk eg at vita, at flokkurin
gjørdi sjálvur av, um hann
sendi ein, tveir ella tríggjar
luttakarar.
Tað var fyrst og fremst
henda villleiðingin — iva-
leyst við tí sum endamáli at
geva mær so lítla tíð sum
gjørligt — ið fekk meg at
boða Starvsnevndini frá, at
eg vildi onga talutíð hava
yvirhøvur.
Tað vóru tó eisini onnur
viðurskifti, sum gjørdu seg
galdandi, sum tað verður ov
drúgvfórt at fara inn á her —
og sum helst eisini egna seg
betur til ein innanfloks fund.
Men eg vil sláa fast, at eg
havi ongan boykottað, men
harafturímóti luttikid aktivt
i valstríðnum, ma. vid at
skriva i blødini.
Finnbogi Ísakson
Viðmerking
Fólkatingsumboðini seljast
so dyrt sum moguligt
Siti í einum flogvallarbyg-
ningi og bíði eftir einari
tyrlu. Í taskuni er ein bók,
sum eg skal byrja at lesa,
men fyrst vil eg skriva hesar
fáu reglur
Onsdagin er fólkatings-
val. Higartil hava hesi val
verið týdningarleys fyri
Føroyar (og Grønland).
Kanska verður tað tað sama
hesa ferð, og tó, nýggjar
røddir eru frammi, iðv ert
er at lurta eftir.
Jóannes Eidesgaard og
Finnbogi Isakson hava
nevnt, at teir ætla at brúka
fólkatingsumboðanina, um
teirra flokkar verða valdir.
Hetta er nýtt og gott. Hví
skulu føroyingar uttan víð-
ari lata einum donskum
flokki stuðul fyri onki — ein
stuðul sum teir eru hugaðir
at kappbjóða um.
Føroyingar skulu gera seg
kostbarar, selja seg so dýrt
sum møguligt. Stuðla tí, ið
letur mest aftur fyri til Før-
oyar. Tá brúka vit fólka-
tingsumboðanina. Tá fáa vit
nyttu burtur úr henni. Og
man ikki júst hetta hava
verið meiningin við umboð-
anini, tá hon varð niðurfeld
í grundlógina?
Sosialdemokratar og kon-
servativar politikarar kunnu
tey velja í Danmark. Tað
nýtist ikki føroyingum at
gera. Vit skulu velja føroysk
umboð. Ur hverjum flokki
tey koma er sekundert.
Tey tvey føroysku um-
boðini kunnu seljast dýrt.
Prísurin velst um, hvussu
javnvágin verður millum
vinstravongin og høgra-
vongin í fólkatinginum eftir
valið.
Fyri at tryggja eitt so gott
samráðingargrundarlag sum
gjørligt eiga føroysku um-
boðini at sláa seg saman við
teimum báðum grønlendsku
umboðunum. Fýra umboð
kunnu hava avgerandi týd-
ning fyri, hvør stjórn kann
myndast í Danmark. Tí
kunnu Grønland og Føroyar
í felag skapa sær eitt eina-
standandi gott samráðing-
arstødi við at standa saman
mótvegis dónum.
Tað er neyvan at vænta,
at núverandi fólkatings-
umboð fara at brúka sína
stóðu til at skapa tað besta
samrådingarstødi fyri Før-
oyar. Ti eiga bådir at verda
skiftir út.
Um Jóannes Eidesgaard
og Finnbogi Ísakson gera
sínar tankar til veruleika,
eiga teir báðir at verða vald-
ir.
Mest spennandi verður,
um javnaðarflokkurin torir
at hoppa upp úr sosialdemo-
kratiska lummanum.
Vit hava ein grundlógar-
tryggjaðan rætt til fólka-
tingsumboðan. Lat okkum
nú standa saman og brúka
henda rætt til egnan fyri-
mun. Tað er hetta, ið hesin
rættur er ætlaður til.
Politiskur sølumadur
i
|
|
i