hósdagur 12. mars 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið SOSANUTN
Føroyingar
kunnu nu seta
pengar i sitt
egna oljufelag
Hetta er eitt væl gjøgnumhugsad tiltak, sum skal vidka
um samfelagsbúskaparliga stóðið, vid at vit sjålvir vera
við í tí partinum av oljuvinnuni, sum gevur flest pengar
sigur Kjartan Hoydal, nevndarform. í Atlantic Petroleum
Í einum
sera snotuligum og litføgr-
um faldara verða allir før-
oyingar bodnir at gera íløgu
í Føroya møguligu framtíð
í kolvetnisvinnu við at tekna
partapening í føroyska fel-
agið „P/f Atlantic Petrol-
eum“. Ein møgulig føroysk
oljuvinna er eitt føroyskt
tjóðarmál verður sagt
Um týdningin, sum fel-
agið hevur fyri føroyskt
vinnulív siga stigtakararnir,
at teir leggja dent á, at før-
oyskt vinnulív eigur at fara
upp í møguliga kolvetnis-
vinnu undir Føroyum, undir
vanligum handilsligum
treytum, fyri á tann hátt: „at
víðka steðið undir føroysk-
um vinnulívi og tryggja, at
føroyingar koma at åvirka,
mennast og virka i eini kol-
vetnisvinnu undir Føroyum
- og í altjóða høpi
Víðari sigur felagið, at tað
við stødi í leiðunum undir
Feroyum skal menna seg til
eitt fíggjarliga sterkt og í
altjóða høpi kappingarført
felag innan kolvetnisleiting
og åtvinning.
Bara føroysk
Atlantic Petroleum bjóðar
øllum føroyingum at tekna
upp til 10 mió. kr. i parta-
peningi. Eingin kann fara
upp um 20%, og tad er
neyðugt at vera búsitandi i
Føroyum. Hetta verður
gjørt fyri at tryggja, at tað
eru føroysk áhugamál, sum
eru við í félagnum. Parta-
brevini kunnu vera niður í
500 kr. ella multipla. Tekn-
ing fer fram til kurs pari
Tilboð um at tekna parta-
pening skulu setast fram á
serstakum tekningarlistum
sum liggja alment frammi í
størru deildunum hjá pen-
ingastovununum kring
landið. Tekningarfreistin er
4 vikur at rokna frá 18. mars
til 16. apríl í ár og er freistin
fyri inngjalding av teknað
gi 24 apríl
r annars a, at
sins verður í
lantic Petroleum“
meðan møgu-
leikarnir fyri bestu
settur trygt
verða kannaðir
við so høgum avkasti sum
møguligt. Í leitingartíðini
átekur felagið sær bert av-
markaðan váða. Tá útbygg
ing og útvinning kemur fyri,
luttekur felagið á jøvnum
føti við hinar samstarvsfel-
agarnar og fær harvið
møguleika fyri einum
munadyggum vinningi av
fløgunum
Atlantic Petroleum varð
stovnað 11. februar av 18
føroyskum virkjum og ein-
staklingum. Samladi parta-
peningurin tå var 25,5 mill.
kr. Ætlanin er harumframt
at tekna 30 mill. kr. i parta-
peningi i fríari tekning. Tær
10 mill. kr., sum nú kunnu
teknast, eru sostætt ein
triðingur av tí, sum ætlanin
er at tekna aftrat.
Við einum partapeningi
uppá SS mill. kr. verður tí
talan um eitt sera sterkt
felag frá byrjan.
Kjartan Hoydal, nevnd-
arformaður i Atlantic Petro-
leum sigur, at teir halda
hetta vera hóskandi upp-
hædd hjå føroyingum at
fara inn vid einum avmark-
aðum parti í eitt útlendskt
oljusamtak ella at gera av-
markaðar avtalur við fleiri
samtøk. Tað veldst so um,
hvat ein finnur fram til er
skilabest at gera fyri før-
oyska felagið. Enn er so
einki avgjørt í so máta.
Kjartan Hoydal sigur, at
tað hevur týdning, at felagið
skal kunna klára seg sjálvt
uppá sínar egnu kapital-
inntøkur í eini tid, har tað
ongar pengar tjenar, og so-
leiðis at ein ikki kemur illa
fyri tá.
Og kemur tað til eina út-
vinning, so skal tú eisini
vera førur fyri at reisa tann
eyka kapitalin, sum tá skal
til, út frá stovnsfæ tú tá hev-
ur. Ein hevur so lagt seg á,
at 55 mill. kr. verða nóg
mikið til tað
Kjartan Hoydal sigur, at
hetta er eitt tilboð til allar
føroyingar um at taka lut í
komandi møguligu olju-
vInnuni
Samband vid samtøk
Felagið hevur til endamåls
at leita eftir og útvinna
kolvetni. Felagið fer ikki
inn í frålandavinnuna ann-
at minka
nisvinnuna. Fyri
um váðan og skapa møgu-
leikar fyri at virka í hesi
kapitalkrevjandi vinnu, fer
felagið at taka upp samband
við oljusamtøk, við tí í
hyggju at fáa til vega eina
nøktandi samstarvsavgalu.
Ferlaið fer at leggja dent á,
at avtalan gevur møguleika
fyri at menna førleika, vitan
og tøkni innan kolvetnis-
vinnu í føroyskum vinnu-
lívi. Hvat slag av samar-
beiði talan verður um og
hvønn ein skal samstava við
dugir Kjartan Hoydal ikki
at siga í dag. Tað eru summi
fólk, sum meina, at ein kann
fara upp í fleiri feløg og
onnur, sum halda, at ein má
hyggja eftir einum felag ella
samtaki. Hver loysn verður
vald hevur so eisini nakað
at gera við, hvat slag av
avtalu tú ynskir tær.
Kjartan Hoydal vísir á, at
onnur feløg, sum vilja vera
vid i Føroyum, skipa seg i
samtøk. Feløgini ganga ikki
aftur í hesum samtøkum, tå
talan er um eitt ávíst øki.
Her er talan um at savna
kreftirnar og at fordeila
váðan.
Kjartan Hoydal sigur, at
føroyingar mugu vera
partur av samtaki fyri at fåa
ta ekspertisuna, sum er
neydug fyri at vera vid i
útviklinginum.
Tí er umráðandi at vera
við frá byrjan. Felagið má
vera klárt, áðrenn fyrsta út-
bjóðing verður. Tá má fyri-
liggja ein ella onnur avtala
við útlendsk oljufeløg.
- Vit vita enn ikki nóg væl,
hvat vit vilja. Men tað má
metast út frá ynskinum um
at vera við í vifnunt og at
vera við uppá vanliga
kommercieller treytir.
Oheppin kritikkur
Kjartan Hoydal heldur ann-
ars, at tann kritikkur, sum
hevur verið vendur móti til-
takinum í fjølmidlunum,
hevur verið sera órættvísur,
tí hann leggur seg meira
eftir tí, ið ein trúði felagið
var, enn tað í veruleikanum
er. Víst varð á, at felagið
skuldi hava valt eitt ávíst
félag, og at ein eisini hevði
bundið sjálva frálandavinn-
una til felagið. Hvorki av
hesum hevur hald í veru-
leikanum
Fyri at tryggja sær, at
rætta upplýsingin um felag-
ið kom út til øll húski í
Føroyum varð tí avgjørt at
senda eina faldara til hvort
hús.
Ætlanin er at menna før-
oyska oljufelagið sohvørt
við m.a. at seta ein stjóra
og at seta fólk, sum í sam-
starvsavtalum kunnu fáa ta
ekspertisu, sum felagið hev-
ur tørv á. Í fyrstu atløgu
verður ikki talan um nakað
stórt tal av fólki, men ein
má kunna dekka tey fakgki,
sum eru neyðug fyri at
kunna byggja eitt føroyskt
oljufelag upp frá botni av.
Nokk av kapitali
Kjartan Hoydal er annars
ikki samdur við tey, sum
halda, at eitt slíkt oljufelag
fer at drena kapital, sum
annars kundi verið brúktur
aðrastaðni í samfelagnum.
-Tað er skeivt hugsað. Eg
haldi, at tað er ivaleyst av
kapitali i Føroyum. Tað eru
bara ikki nóg nógv projekt,
sum kunnu geva tað avkast,
sum fólk vilja hava.
Kjartan Hoydal vísir
tvørturímóti á, at við at seta
pengar í eitt føroyskt olju-
felag, so er talan um eina
víðkan av tí búskaparliga
grundarlagnum hjá Føroy-
um og sum kann geva eitt
avkast, um tað veruliga
eydnast. Veruleikin í før-
oysku fiskivinnuni í dag er
jú beint tað øvugti: ov lítil
kapitalur og ov lítið avkast.
Stór avbjóðing
Kjartan Hoydal, sum annars
vanliga hevur verið identi-
fiseradur við fisk og fiski-
vinnu, heldur nýggja
nevndarstarvid vera eina
stóra avbjóðing, og kanska
nettup tí, at talan er um
annað enn fiskivinnu.
-Eg haldi tað er sera
spennandi at síggja vinnu-
lívið sjálvt taka seg saman
og gera eitt gjógnumhugsað
tiltak. Tað hava vit ikki ov
nógv av í Føroyum. Vit
hava sera lítið av samstarvi
millum fólk í eini ávísari
Nr. 48 — 12. MARS 1998
vinnugrein, og vit hava sera
lítið av samlaðum tiltøkum.
Tað heldur Kjartan Hoyd-
al vera sera áhugavert og
tiltakið hevur tí = eisini rós
uppiborið. Tað er partur av
einum sunnum útviklingi.
Nevndarformaðurin í At-
lantic Petroleum sær heldur
einki skeivt í tí, at tað í
Føroyum verða tikin stig til
fleiri privat oljufeløg og
møguliga eisini eitt alment
felag. Tað er so eisini ein
spurningur, hvat tey stóru
oljufeløgini fara at siga,
hvat samband tey vilja hava
og um tey vilja hava nakað
slíkt. Hetta vita vit ikki sum
er.
Kjartan Hoydal vísir á, at
eitt føroyskt oljufelag kann
ikki standa einsamalt. Tað
má vera í einum samtaki
ella hava samband við stórri
feløg fyri at kunna yvirliva.
Ræður um at velja
rætta felagið
-Kann ein nú rokna við, at
oljufeløgini fara at yv-
irbjóða hvørt annað fyri at
fáa samstarv við tykkum?
-Vit hava sama trupul-
leika sum Oljufyrisitingin
hevur. Tað mest umráðandi
fyri okkum er velja tað fel-
agið, sum er best og hevur
bestu møguleikar fyri at
finna olju undir Føroyum.
Tað hevur stórri tydning enn
at fáa ta bestu avtaluna. Og
tað verður tann metingin,
sum verður tann torførasta
at gera. Eitt nú at finna út
av, hvussu tryggar meting-
arnar hjá teimum ymsu fel-
øgunum at finna olju eru.
Kjartan Hoydal sigur, at í
princippinum er trupulleik-
in hjá tí almenna og einum
privatum føroyskum olju-
felag tann sami.
-Tær almennu Føroyar
vilja gjarna hava eina olju-
vinnu í gongd. Og tað vilja
vit eisini. Tað ræður tí um
hjá okkum at vera við, har
tað eru bestir møguleikar at
finna olju.
Skilagóð fyrireiking
Snotuligi faldarin, sum
Stephansons Hús hevur
gjørt og sum nú fer í hvort
hús
Kjartan Hoydal hevur fylgt
sera væl við gongdini í olju-
málinum hesi seinastu árini.
Hann heldur, at arbeiðið,
sum er gjørt til at fyrireika
okkum til eina oljuvinnu,
hevur verið sera skilagott,
vælgjøgnumarbeitt og
gjøgnumhugsad.
- Tad skuldi verið eitt gott
grundarlag, og tað er nógv
hjálp í at lesa frágreiðing-
arnar frá Oljuráðleggingar-
nevndini ætlar tú tær at hava
nakað við olju at gera
Hann heldur annars ikki,
at tað er nakað í frágreið-
ingini frá ORN, sum sigur,
at tað ikki er skilagott at fara
undir at gera eitt føroyskt
privat oljufelag.
-Tað, sum tú fær fatan av
við at lesa frágreiðingarnar,
er, at nevndin væntar ikki,
at nakar klárar tað. Tí haldi
eg, at fólk áttu at tikið hetta
positivt, nevniliga at tú ikki
hevur brúk fyri landskassa-
stuðuli og ikki krevur, at alt
er fyriskipað av tí almenna,
men at tað er vinnan sjálv,
sum stendur fyri. Hetta er
nakað av tí mest positiva,
sum eg havi upplivað í nógv
ár.
Hóast Kjartan Hoydal alt
sítt lív hevur tikist við fiski-
vinnuspurningar, so heldur
hann, at oljuvinnan kann
vera ein sera spennandi av-
bjóðing fyri føroyingar.
-Sum í øllum øðrum eru
eisini her nógvir vansar.
Men kann tað koma hartil,
at vit kunnu víðka tað sam-
felagsbúskaparliga stødi við
sjálvir at vera við í tí part-
inum, sum gevur mest
pengar, so er nakað vunnið.
Avleiðingarnar mugu vit
eisini taka upp. Men kann
henda gongdin gera, at
summar fløgur í Føroyum
verða at kasta meira av sær
enn tær vit hava í verandi
høvudsvinnuni, so er nógv
vunnið til samfelagið