Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ÍTR tíðindablaðið S0S'2 UT ÓTTUR Nr. 48 — 12. MARS 1998 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil sosialurin.fo Gunnar Mohr, formaður í HB: Høvdu roknað við | at missa spælarar Fótbóltur: Gunnar Mohr. formaður í HB. sigur, at tað ikki kom óvart á hann, at tríggir HB-arar nú eru farnir til B68 at spæla. — Hatta er vandin, vit mugu liva við, sigur Gunnar Mohr Neistin a steypavinnari hjá dreingjum 12 ár Herfyri varð finaluumfarið í steypakappingini í hondbólti fyr: dreingir 12 år spælt í Gundadalshøllini. Lidini, sum vóru vid i finalu- umfarinum, vóru Neistin a, Kyndil a, Stjórnan og KÍF. Neistin a vann báðar sínar dystir og vann sostatt kapping- ina. Teir vunnu 9-5 á Stjórnuni og 8-4 á Kyndli a. Endaliga úrslitið varð, at Neistin a vann steyp og gullmerki, Kyndil a fekk silvur, KIF bronsu, og Stjørnan varð nummar 4. Steypavinnarar dreingir 12 år 1998 — Neistin 2: Dan Blåberg, Julian Frandsen » Hanus Johansen, Bjarni i Lida, Ingi Højsted, Rúni Andersen, Bergur Midjord, vur Thorsteinsson og Pól Rói Mohr. | ! Seinast HB vann nakað stórt, var i 1995, I móti B68. Eyðun Samuelsen (í miðjuni) gjørdi tá triðja málið hjá HB eftir eitt frálíkt einmansavrik. Nú fara hann, Sámal Erik Hentze og Niels Poulsen til B68 at spæla Sum Dimmalætting skrivaði í gjár, fara tríggir spælarar, sum alt sítt lív hava havt tilknýti til HB, nú til B68 at spæla fótbólt. Orsøkin er, at teir ikki síggja seg hava nakran møguleika fyri at gera seg gald- andi í vælmannaða 1. deildarhóp- inum hjá HB, og tí vilja royna seg aðrastaðni, har møguleikarnir fyri 1. deildarfótbólti eru stórri Tað eru teir tríggir Sámal Erik Hentze, Niels Poulsen og Eyðun Samuelsen, sum nú fara til B68. Gunnar Mohr, formaður í HB, Sigur, at teir alla tíðina hava verið greiðir yvir, at vandin fyri at missa spælarar var til staðar. — Hatta er keðiligt, men vit hava alla tíðina vitað, at hatta er ein vandi, tá lagt verður á hin bógvin. Við hin bógvin sipar formaðurin til, at HB nú hevur gjørt sáttmálar við summar av spælarunum í fel- agnum og gevur teimum samsýn- ing fyri at spæla í HB Hetta er vandin, og honum mugu vit bert liva við, sigur Gunn- ar Mohr Hann heldur eisini, at tað er gott fyri sjálvar spælararnar, at teir fara til eitt annað felag við einum minni hópi, har teirra møguleikar fyri at spæla í 1. deild sostatt eru stórri, og tað kann eisini vera gott fyri HB í longdini, um hesir spæl- ararnir koma aftur til barndóms- felagið — nakað sum Gunnar Mohr ikki ivast í Teir eru allir tríggir HB-arar, og eg tvist heldur ikki í, at teir fyrr ella seinni koma »heim« aftur, sigur hann Gunnar leggur eisini dent á, at einki agg er millum hesar tríggjar og felagið, og at tað er í besta forstáils "teir nú skifta felag Niels Poulsen hevur í ár vant við 1. liðshópinum, meðan hinir báðir hava verið í 2. liðshópinum. Allir hava teir fyrr verið meir ella minni fastir á 1. deildarliðnum. Gunnar Mohr sigur, at ítróttarliga fer HB ikki at merkja so nógv til, at teir tríggir eru farnir, tí hópurin er so stórur í ár, men vísir á, at tað sjálvandi er keðiligt hjá 2. deildar- venjaranum at missa teir. Bárður fingið sáttmála Málverjin árður Johannesen gjørdist tyskvøldid áttandi spælari í HB, sum hevur gjørt sáttmála við felagið. Leysatíðindi siga, at summir av HB-spælarunum eru eitt sindur ónggdir við, at summir fáa sáttmála og summir íkki Gunnar Mohr ivast heldur ikki í, at summir eru ónggdir — Málið er sjálvandi at gera sátt- mála við allar spælararnar, men sum nú er, ber tað illa til. Eg rokni við, at tað skal ein tillagingartíð upp á eini 2-3 ár, áðrenn eitt felag sum HB kann hava sáttmála við allar sínar spælarar. Eg veit, at KÍ ætlar at gera sáttmálar við allar í |. liðshópinum, men eg havi eitt sindur ilt við at trúgva, at tað fer at bera til hjá teimum, sigur Gunn- ar. Nýggjar tíðir í HB Sum Gunnar Mohr sigur, so hevur HB lagt á hin bógvin og gevur nú monnum pengar fyri at spæla fót bólt. - HB hevur altíð verið rættiliga konservativt á tí økinum, men vit hava ásannað, at í dag ber íkki til at hugsa soleiðis, tá onnur lið geva sínum spælarum pengar, sigur Gunnar ( Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo > ES tå teir vunnu finaluna i kappingini um løgmanssteypid 3- — Vit hava eisini valt ikki at dylja nakað, men gera tað púra opið. Tað ber heldur ikki til upp á hin mátan við at geva pengar undir borðið — skal tað gerast, skal tað gerast ordiligt, sigur HB-formað- urin. Nýggju tíðirnar í HB síggjast eisini aftur á vellinum. Fyrr var tað sera sjáldsamt at síggja av- bygdamenn í HB, men í dag eru fleiri, sum eru komnir úr øðrum feløgum — Allan Mørkøre (KÍ) og Súni Fríði Johannesen (NSÍ/B68) eru bert tveir av teimum. — Vit vóru ikki nóg nærlagdir í okkara ungdómsarbeiði í eini 3-4 ár. Eitt nú er bert ein spælari eftir av 74-75 árganginum, sum var ein ótrúliga góður árgangur. Allir hinir eru burtur, og tað sæst longu aftur í felagnum. Har er eitt slopp í, men nú klárar HB seg aftur væl í teimum yngru deildunum, sigur Gunnar Mohr. Tað hevur heldur ikki verið van- ligt hjá HB at fara út um land- oddarnar eftir venjara, men tað hava teir so gjørt í ár. Rumenski Ion Geolgau úr Crai- ova dikir hart å spælararnar, og i HB vóna tey, at venjing seks ferðir um fer at síggjast aftur í avrik- unum á vøllinum seinni í år. - Vit eru ótrúliga fegin um venj- aran, og vit halda okkum eisini hava verid heppin at fåa hann sum venjara, sigur Gunnar Mohr. elj