hósdagur 12. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
Nr. 48 — 12. MARS 1998
tíðindablaðið SOS
17
Todi skoradi
i Sheffield
Fótbóltur: FCK vann týsdagin móti enska Premier
League liðnum Sheffield Wednesday, og Todi Jónsson
var millum málskjúttarnar
Todi Jónsson setti hol á, tá
FC Keypmannhavn vísti
stóru stjørnunum í Sheffield
Wednesday, at danskur fót-
bóltur vil nakað.
FCK leggur í løtuni síðstu
hond á fyrireikingarnar til
seinnu hálvu av Superlig-
uni, og tað gera teir í Ong-
landi, tí veðrið í Danmark
hevur ikki verið til vildar.
Liðið úr Keypmannahavn er
nógv styrkt í vetrarsteðgin-
um, og tríggir spælarar eru
keyptir heim úr útlondum,
tann seinasti er Niclas Jen-
sen, sum Todi áður hevur
spælt saman við í Lyngby
Týsdagin spældu Todi og
liðfelagarnir á Hillsborough
Stadium í Sheffield og mót-
stóðuliðið var Sheffield
Wednesday, sum leygardag-
in vann 2-0 á Manchester
United. Atta av spælarun-
um, sum vóru við til at
vinna á United, spældu við
móti FCK.
FCK byrjaði dystin illa og
mest sum gav Wednesday
eitt mál, tá 12 minuttir vóru
spældir. Men eftir hetta tók
danska liðið seg saman, og
eftir at Todi Jónsson javnaði
til 1-1, tá ein góður hálvur
tími var spældur, stýrdi
FCK fullkomiliga dystinum
til tað manglaðu einir 10
minuttir.
Fótbóltssslumenn
til staðar
FCK kom fram um 4-1 við
málum av Bjarne Goldbæk,
sum var stóri spælarin í
dystinum, og Peter Nielsen.
Seinastu løtuna minkaði
Wednesday til 4-3, sum eis-
ini varð urslitid av dystin-
um.
Todi Jónsson og David
Nielsen byrjaðu í álopinum,
meðan stórspælarin Thom-
as Thorninger mátti lata seg
noyða við at sita uttanfyri
frá byrjan. Todi hevur spælt
nógv síðani hann fór undir
dystir aftur, og tað er heilt
greitt ætlanin hjá svenska
venjaranum hjá FCK, at fáa
Toda í so góða dystarvenj-
ing sum gjørligt undan
vikuskiftinum.
A mest sum tóma Hills-
borough Stadium vóru týs-
dagin fýra enskir fótbólts-
sølumenn, sum serliga vóru
komnir at hyggja eftir
Bjarne Goldbæk. Men eftir
dystin høvdu teir eisini
skrivað nøvnini hjá Toda
Jónsson, Martin Nielsen og
David Nielsen niður á
blokkarnar, sum seinni
kunnu takast fram á skriv-
stovunum hjá ríku ensku
felógunum.
FCK spælir fyrsta dystin
í seinnu hálvu av Superlig-
uni sunnudagin, tá teir fáa
vitjan av AB í Parkini.
ek
Todi Jónsson er væl á
veg til at koma heilt fyri
seg eftir drúgva skaðan
hjá sær. Týsdagin
skoraði hanr í
venjingardysti móti
Sheffield Wednesday
Tveir av utsettu dystunum
i 1. deild verða í kvold
Ingi Olsen & co. skulu í kveld til Havnar at spæla móti Kyndli
Hondbóltur: Útsettu dystirnir frá
seinasta vikuskifti millum Kyndil og
Stjørnuna hjá kvinnum og Kyndil og
VIF hjá monnum verða spældir í
kvold
Um vikuskiftid vórðu trigg
ir 1. deildardystir í hond-
bólti avlystir orsakað av
nógva kavanum, sum legð
ist um alt landið. Leygar
dagin skuldu kvinnulidini
hjá Neistanum og GÍ spæla
í Havn, og sunnudagin
vórðu tveir dystir ikki av-
greiddir. Tað vóru kvinnu
dysturin millum Kyndil og
Stjórnuna og mansdysturin
millum Kyndil og VIF
Nú er so avgjørt, at dyst-
irnir Kyndil-Stjórnan og
Kyndil-VIF verða spældir í
kvold.
Byrjað verður longu
klokkan 17.30, tá kvinnur-
nar hjá Kyndli og Stjórnuni
fara á vøllin
Orsøkin tl, at dysturin
verður so tidliga, er, at ar-
beidsdagur er i morgin, og
klaksvikskvinnurnar sum
vera man helst vilja sleppa
norður aftur til Klaksvíkar
efur dystin, og tað náa tær
bert, um dysturin verður
spældur rímiliga tíðliga
Stjørnan er í løtuni niðast
i 1. deild, men herfyri
vunnu tær á VB í Klaksvík
og minkaðu munin upp til
næstu liðini í botninum til
tvey stig. Kyndil hevur
framvegis møguleika fyri at
gerast føroyameistari, men
um tann møguleikin skal
halda, er kravið í kvold, at
tær vinna
Aftan á Í. deildardystin
Í
Kl. 17.30: — Kyndil-Stjørnan
Kl. 18.45: Neistin-VÍF
Kl. 20.15: Kyndil-VÍF
Kl. 21.30: Neistin-VÍF
spæla Neistin og VIF i 2
deild hjå kvinnum, og aftan
å tann dystin eru tad so
manslidini hjå Kyndli og
VIF, sum bresta saman
VIF er å odda i I deild
hjå monnum og kann vid
einum sigri i kveld leggja
seg try stig fram um H71 á
ødrum plåssi
Aftan å dystin millum
Kyndil og VIF spæla 2
deildarmenninir hjå Neist
anum og VIF
Tá hesir dystirnir eru
spældir, er bert ein 1. deild
ardystur frå kavavikuskift
inum eftir at fáa av vegnum
Tað er kvinnudysturin mill
um Neistan og GI í Havn
men tað er enn ikki ásett
nær tann dysturin verður
spældur
elj
Dystir í kvold
1. deild kvinnur
2. deild kvinnur
i. deild menn
2. deild menn