fríggjadagur 13. mars 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
HM
5
Nr. 49 — 13. MARS 1998
tíðindablaðið SOSlaldr
Ein danskur trupulleiki...
Tað er ikki rætt, at føroyskt fólkatingsumboð skal gera av,
um danir skulu hava eina javnaðarstjórn ella eina
borgarliga stjórn, sigur nýggi fólkatingsmaður
Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum fer at halda
vallyftini um ikki at blanda seg í danskan
innanríkispolitikk
EIRIKUR LINDENSKOV
— Vit hava i valstríðnum
sagt, at vit ikki fara at lima
okkum inn í tingbólkin hjá
danska Javnaðarflokkinum,
at vit ikki fara at luttaka í
donskum innanríkispoli-
tikki, og at vit heldur ikki
fara at stuðla eini borgar-
ligari stjórn. Ein politikari,
sum ikki heldur síni vallyfti
skapar ikki virðing, og eg
fari at halda míni lyfti, sigur
Jóannes Eidesgaard, nýggi
fólkatingsmaðurin hjá Javn-
aðarflokkinum, sum í løtuni
er ein av mest sentralu per-
sónunum í danska konga-
ríkinum.
— Tað ber ikki til hjá mær
at fella eina javnaðarstjórn,
og tað ætli eg mær heldur
ikki at gera. Tætta sam-
starvið við danska Javnað-
arflokkin er kortini brotið,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum vísir á, at hann ikki fer
at gera sum undanmenn
hansara í Javnaðarflokki-
num, P. M. Dam, Johan Ni-
elsen, Jákup Lindenskov og
Atli Dam, gjørdu. Teir vóru
allir limir í tingbólkinum
hjá danska Javnaðarflokki-
num. Tískil hevur Javnaðar-
flokkurin nú skift kós í fólk-
atingsarbeiðinum, og sam-
bært Jóannesi Eidesgaard,
so er ikki talan um leys orð
- tí lyftini skulu haldast, sig-
ur hann.
Jóannes Eidesgaard heldur,
at nýggja stødan hjá Javn-
aðarflokkinum hevur havt
týdning í valstríðnum og
verið við til at tryggja Javn-
aðarflokkinum mannin
valdan aftur.
— Okkara uppgáva er jú
ikki at siga, hverja stjórn
danir skulu hava. Tað er ikki
rætt at gera sum Fólkaflokk-
urin og Sambandsflokkurin
- beinleiðis at leggja seg út
í innanhýsis donsk viður-
skifti. Danir skulu sjálvir
gera av, hvgrja stórn teir
skulu hava - hatta er teirra
trupulleiki, ger Jóannes Eid-
esgaard greitt.
Annars minni Jóannes
Eidesgaard á, at tað, sum
seinastu dagarnar hevur ver-
ið spátt um, at danir skulu
hava nýggja borgarliga
stjórn, er ov mikið upprek-
lamerað - eisini tað, at Uffe
Ellemann -Jensen skal vera
tann stóri »Føroyar-vin-
urin<.
— Vit eiga at hava í huga,
at Uffe Ellemann-Jensen
var sum uttanríkisráðharri
ein ógvuliga týðandi per-
sónur í Schlúter-stjórnini,
sum legði til rættis allar 6-
lukkurnar í bankamálinum.
Tað var tann stjórnin, sum
setti Fóroyabólkin, tað var
tann stjórnin, sum setti á
— Eg fari at halda
vallyftini, sum vit góvu
upp undir valið. At skipa
eina stjórn í Danmark er
ein danskur trupulleiki,
sum donsku politikararnir
eiga at taka sær av, sigur
Jóannes Eidesgaard
stovn Fíggingarstjórnin og
tað var tann stjórnin, sum
setti Richard Mikkelsen at
leggja tilrættis føroysku
»yvirtøkuna« av bankanum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
— A fólkatingi fari eg at
gera tað, sum tænir Føroy-
um best - og tað er ikki at
luttaka aktivt í eini danskari
stjórn - tað verður seg ein
borgarlig ella ein javnaðar-
stjórn, men sum javnaðar-
maður, so fegnast tú altíð
um, at javnaðarflokkar í
ødrum londum klára seg
val, tí tú kanst ikki nokta
fyri tað, tú ert: Tað ber ikki
til at vera baptistur sunnu-
dag, kirkjufólk månadag og
eitt annað tysdag - tú ert tað
tú ert, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Jóannes Eidesgaard
fimti folkatingsmadur
Fimm aðrir javnaðarmenn eru áður valdir á fólkating.
Fýra úr Suðuroy - og triggir av Tvøroyri
EIRIKUR LINDENSKOV
Jóannes Eidesgaard er tann
fimti fólkatingsmaðurin,
sum er valdur fyri Javnað-
arflokkin í Føroyum.
Tað var í fimtiárunum, at
Javnaðarflokkurin rættuliga
fekk vind í seglini og vann
seg fram á tingi. Við løg-
tingsvalið 1958 fór flokk-
urin úr fimm tingmonnum
upp í átta.
Í 1957 var fólkatingsval,
og tá vann Javnaðarflokk-
urin fyri fyrstu ferð umboð
á fólkating, og var tað for-
maður floksins, Petur Mohr
Dam, sum varð valdur.
Tá val aftur var í 1960 var
P. M. Dam løgmadur, og
stillaði hann tí ikki upp til
fólkatingsvalið. Tá var Jó-
han Nielsen, prestur valdur
fyrstu ferð. Í 1964 stillaðir
P. M. Dam aftur upp og varð
valdur, men tá hann eftir
løgtingsvalid í 1966 aftur
gjørdist løgmaður, tók Jó-
han Nielsen sæti á fólka-
tingi, og var hann valdur
aftur til øll valini fram til
1979, tá hann íkki stillaði
uppaftur. Tá stillaði flokk-
urin m. a. Jákup Linden-
skov, sum tå var landsstýr-
ismadur, upp, og varð hann
valdur. Í 1981 var Jákup
Lindenskov afturvaldur,
men hann fall við fólka-
tingsvalið 10. januar 1984,
tá Oli Breckmann fyri fyrstu
ferð varð valdur á fólkating
fyri Fólkaflokkin. Her kann
nevnast, at Oli Breckmann
fekk 10 atkvødur fleiri enn
Jógvan Sundstein, ið fólk tå
mettu fór at vinna valið.
I 1987 var aftur fólka-
tingsval. Tá stillaði Javnað-
arflokkurin Atla Dam upp.
Hann var tá løgmaður - og
hann varð valdur. Jákup
Lindenskov tók sæti á
fólkatingi, men tá val aftur
varð skrivað út árið eftir -
1988, fall javnaðarumboð-
ið.
Í 1990 vann Javnaðar-
flokkurin aftur stórsigur. Tá
varð Atli Dam aftur valdur
á fólkating, men skipaði
hann um somu tíð sam-
gongu og gjørdist løgmad-
ur. Tískil tók Jákup Lind-
enskov aftur sæti á fólka-
tingi, til Atli Dam í 1993
fór frá sum løgmaður og tók
sæti á fólkatingi. Við sein-
asta fólkatingaval, sum var
21. september 1994 fall Atli
Dam. Hann hevur sostætt
bert hava sæti á fólkatingi í
hálvtannað ár.
Við valið fyrradagin varð
so Jóannes Eidesgaard vald-
ur sum fimti fólkatingsmað-
ur floksins - tann fjórði úr
Suðuroynni - og tann triði
av Tvøroyri
HOSDAGIN, FRIGGJADAGIN OG LEYGARDAGIN
SMS - Tel. 19820- 10606 - Fax 14955
E-mail: tryarin(Q post.olivant. fo
5