Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SISU) Nr. 49 — 13. MARS 1998 við Nyrup avgerast áðrenn logtingsvalið Alt bendir á, at núverandi samgonga ætlar sær at fáa bankamálið endaliga avgjórt, áðrenn val verður útskrivað NICLAS JOHANNESEN Edmund Joensen ætlar sær ikki at skriva út val, fyrr enn endaligu samrådingarnar vid danir um bankaskuldina hava verið Hann sigur, at tað hastar við bankamálinum. Tí fyrn- ingarfreistin er úti í apríl, og landsstýrið má hava tikið endaliga stigið áðrenn ta tíð Løgmaður umsitur sjålv- ur málið. Og hann avgerð sjálvur eisini nær løgtings- valið verður Tað ljóðar ikki á løg- manni, sum um hann ætlar sær, at eitt annað landsstýrið enn tað, hann sjálvur er leiðari fyri, fer at vera samráðingarmótparturin í drúgva leikinum um bankamilliardirnar, sum hvurvu úr landskassanum, tá partabrævaumbýtið varð framt ávári 1993 Hann er sostatt av júst somu áskoðan sum júst afturvaldi fólkatingslimurin Oli Breckmann (lesið á næstu síðu) Neutralur Hóast Sambandsflokkurin hevði stuðla eini borgarligari stjórn í Danmark, um flokkurin gjørdist tungan á vågskålini, so leggur Edmund Joensen dent á, at tað fær onga ávirkan á føroysku krøvini mótvegis Danmark, um tað er Nyrup ella Uffe, ið sita við valdinum — Ein løgmaður eigur í so máta at vera neutralur mótvegis eini stjórn Nær útskrivar tú so val? — Eg havi sagt, at valið verður í vár. Og áðrenn juli. Fert tú at útksriva væl áðrenn samráðingarnar við Nyrup-stjórnina ? — Tað er umráðindi hjá okkum at fáa eina so góða avtalu við danir sumgjørligt. Og eg farið at útskriva val einaferð seinni í vár. Men tað verður áðrren juli, tí tá er liðið ov langt út á summarið, sigur Edmund Joensen, løgmaður Lógmaður dagin eftir ósigurin hjá Sambandsflokinum: Ein álitisváttan til meg sum løgmann Edmund Joensen tekur økta persónliga atkvóðutalið sum eina álitisváttan NICLAS JOHANNESEN Ein spurningur, mong settu sær mikukvøldid var, hvar Edmund Joensen, løgmad- ur mundi vera. Goymdi hann seg? Hann var hvorki at hoyra í útvarpinum ella síggja í sjónvarpinum. — Eg lá í songini sjúkur Nú er eitt sindur frægari, segði Edmund Joensen, sum jú eisini er formaður Sambandsfloksins. Og júst Sambandsflokk- urin gjørdist itøkiligi tap- arin til fólkatingsvalið mikudagin. Flokkurin misti tað umboðið, sum Edmund Joensen sjálvur fekk til seinasta val og sum Johannes Martin Olsen hevur røkt, meðan Edmund hevur verið løgmaður. Dagin eftir ósigurin var løgmaður kortini ikki so dagpurskygdur, tá vit fingu fatur á honum í telefonini av Oyri — Hóast Sambands- flokkurin gekk fram í at- kvødutali, so mistu vit sessin. Tað eri eg sjálvsagt keddur av. Hinvegin fekk eg nógv fleiri atkvødur enn til seinasta fólkatingsval Seinast fekk eg um sekshundrað. Hesaferð upp móti túsund, so tað taki eg sum eina álitisváttan. Og eg eri takksamur fyri stuðulin, Sambandsflokk- urin fekk, sigur Edmund Joensen. Løgmaður Sámal Petur Hóast løgmaður sigur seg vera væl nøgdan við sitt persónliga val, so fór ein ávísur undanfarin lands- stýrismaðurin, sum løgmad- ur koyrdi frá tíðliga í vetur, við tí rúkandi ferð fram um løgmann í persónligum at- kvødutali. Sámal Petur í Grund fekk stívliga ellivuhundrað at- kvødur. Kann hetta tulkast soleið- is, at veljarin heldur, at tú átti ikki at koyrt hann frá á sinni? — Nei. Uppsøgnin var púrasta sum hon skuldi vera. Allir vóru samdir í landsstýrinum og í roynd og veru eisini í andstøduni um hetta, sigur løgmadur og vísir til, at tú kanst ikki uppføra teg, sum Sámal Petur gjørdi sum lands- stýrismaður í samgonguni. Hann sipar til, at Sámal Petur ynskti at fara 40 milliónir krónur út um teir fíggjarkarmar, sum longu vóru lagdir fyri hansara målsøki komandi ár. Har- aftrat vildi hann fara 100 milliónir krónur út um fíggjarkarmin næsta ár. — Og tá hann so íkki fekk hetta igjøgnum í sam- gonguni og leitaði sær stuð- ul í andstøduni, ja so er hetta tað sama sum at verða biðin um at vera sagdur upp, sigur Edmund Joensen. Hugskotsdepil í Havnar Timburhandli Ein av elstu fyritøkum í landinum, Havnar Timubrhandil, gongur nú nýggjar leiðir. Teir hava umbygt byggibúðina og gjørt ein 150 fermetra stóran hugskotsdepil, ætlaður teimum sum fara í gongd við at byggja egin sethús Havnar Timburhandil er ein P elstu fyritðkum her á Teir byrjaðu í 1928 g teir hava síðani tá havt stóra frameoned Timburhandil hevur í dag jeildir runt um landið. A Kambsdal: hava teir eina har snikkaravirkið fyrr helt g í dag starvast 2-3 2 10 hevur verið ] kiftand sø u ú n betr g u arbeiða k Hevuðsdeildin hjá Havr ar Timburhandli er uppi á Hálsi. Í 1987 brendi bygn ingurin og teir vóru noyddir at byggja ein nýggjan bygning Í dag starvast 25 fólk á Hálsi Hugskotsdepil Seinastu = tíðina hevur timburhandilin umvælt og broytt deildina á Hálsi Byggibúðin er broytt Hon er víðkað ul 750 fer metrar og her hava teir nú gjørt ein hugskotdepil, ið er 150 fermetrar til støddar Jan Gunter. sølumadur hugskotsdepl mum kanst fåa alt at vita sigur, at tu im bygging sethusum M. a. er møguligt at siggja hvussu ein veggur skal gerast og hvat tilfar skal til ein slikan Tå sethus skulu innrættast er ofta trupult at vita, hvussu tað skal síggja út Henda trupulleikan loysir hugskotsdepilin, tí her kanst tú síggja liðug rúm. Og í timburhandlinum kanst tú fáa næstan alt tað tú hevur tørv á tå ein byggir hús Túr til Byggimessu í Fredericia I dag klokkan 15.00, fara 78 handverkarar niður til Danmarkar á byggimessu í Frederica Tað er Timburhandilin, sum skipar fyri hesum túr- inum Talan er um eina sera stór messu. Har eru 225 fram synarar, og framsýningin er 24.000 fermetrar til víddar Jan Gunter sigur, at túr urin verður gjørdur fyri at vísa handverkarum hvat hendir á byggimarknaðin um, so at teir kunnu standa seg í kappingini við út- Havnar Timburhandil hevur broytt byggibúðina á Hálsi og gjørt ein hugskotsdepil, til gagns fyri tey sum ætlað sær at byggja lendskar fyritøkur. Og ikki minst fyri at styrkja saman- haldi millum handverkarar. føroyskar (Mynd: Jens. Kr. Vang) Ferðalagið kemur aftur leygarkvøldid kl. 22