fríggjadagur 13. mars 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 13. MARS 1998
Fólkatingsvalið:
tíðindablaðið
11
Javnaðarflokkurin snýtti Heina
Føroyski parturin av fólkatingsvalinum gjørdist eins spenn-
andi og væntandi var frammanundan. Tjóðveldisflokkurin,
sum undan valinum var spáddur at fáa uml. 24% av at-
kvødunum, misti stevið í valstríðnum, og har eru óivað
farnar nakað nógvar atkvødur niður í millum. Fólkaflokk-
urin gjørdist vinnarin, og serliga Oli Breckmann, sum fekk
meiri enn 71%av atkvødunum hjá flokkinum
SVEINUR POULSEN
Fólkatingsvalið er av og teir
báðir fólkatingsmenninir
hava fingið navn.
Annað navnið er tað
sama, sum undan valinum,
meðan hitt er nýtt
Oli Breckmann gjørdist
tann heilt sróri stemmuslúk-
arin við hetta valið. Hann
fekk ikki færri enn 3961 at-
kvødur av teimum 5561
flokkurin fekk. Hetta svarar
til 71.2% av atkvødunum
hjá Fólkaflokkinum.
Av samladu atkvødum
fekk Oli Breckmann 19,2%.
Og tað er ikki so lítið
Allir flokkar gingu fram
til hetta valið, men tað er
ikki so løgid, ti tríggir
flokkar, sum stilladu upp til
seinasta val, stilladu ikki
upp hesaferð
Teirra atkvødur skuldu ti
bytast millum hinar flokk-
arnar, og tær vóru ikki so
fáar. Næstan 5000 atkvødur.
Fólkaflokkurin fiskaði 6-
ført, í seinasta umfarinum
av orðaskiftinum í útvarps-
høllini, og tað er onki at
ivast í, at nógv hava bitið á.
Til fólkatingsvalið í 1994
fekk Fólkaflokkurin 4156.
meðan teir hesaferð fingu
5561 atkvødur.
Tjóðveldisflokkurin fekk
til seinasta val 1798 atkvød-
ur, men til hetta valið meira
enn tvífaldaði flokkurin at-
kvødutalid til 4316.
Men tað var hóast alt
Javnaðarflokkurin, sum var
mest effektivur.
Hóast framgongdin hjá
flokkinum, í atkvødum, ikki
var so stór, sum hjá Sjálv-
stýrisflokkinum og Tjóð-
veldisflokkinum, so var tað
nóg mikið, til at vinna ann-
an mannin.
Gott val fyri Jóannes
Hóast tað var Fólkaflokkur-
in sum fekk fyrst valda
mannin, so er tað Javnaðar-
flokkurin, sum má metast
sum vinnarin av valinum
hesaferð.
Veljarakanningar undan
valinum vístu, at Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin fóru at verða
størstu flokkar, um løgtings-
val var fyrr í ár.
Men so hvørt valið nærk-
aðist, sást at Javnaðarflokk-
urin var í holt við at taka
Tjóðveldisflokkin aftur.
Javnaðarflokkurin hevur
lagt dent á sjálvsstýrislógina
til hetta fólkatingsvalið, og
tað sær út til, at føroyingar
eru samdir vid Javnadar-
flokkinum í hesum.
Til hetta valið hevur
Javnaðarflokkurin = eisini
fingið stóran part av teimum
atkvødum, flokkurin misti
í 1994, aftur.
Verkamannafylkingin,
sum tá fekk 3111 atkvødur,
stillaði ikki upp hesaferð og
ongin ivi er um, at nógvar
av burturvendu atkvødun-
um, nú eru komnar aftur í
rætt
Harafturat kemur so, at
Javnaðarflokkurin, í hesum
valstríðnum hevur lagt dent
á, at flokkurin ikki fer at luta
seg inn í danskan tingbólk
Eftir støðuna, sum kom í
eftir bankamálið, so bøtir
tað nógv um umdømi floks-
ins
Fyri Jóannes Eidesgaard,
var valið ein persónligur
stórsigur.
Til seinasta fólkatingsval
í 1994 fekk hann 257 at-
kvødur, men hesaferð fekk
hann ikki færri enn 1895.
Og hetta má metast sum
gott herðaklapp frá veljar-
unum fyri arbeiði hann hev-
ur gjørt.
Tjóðveldisvalið
burtur í kjakinum
Allir fjølmiðlar hava sett
kikaran á Tjóðveldisflokkin
til hetta valið.
Veljarakanningin, sum
varð gjørd fyrr í år, er ein
av orsøkunum, men styrki-
royndin millum teir báðar
Heina O. Heinesen og Finn-
boga Ísakson, hevur eisini
sína ávirkan.
Lagt varð upp til, at Tjóð-
veldisflokkurin skuldi fáa
eitt rimmar val, og okkurt
av valevnunum kallaði hetta
valið fyri eitt tjóðveldisval.
Men tað var so sum so
við tí.
pist
Oli Breckmann og Jóannes Eidesgaard avmydaðir beint eftir at vali var avgjørt
Flokkurin fekk eina
rimmar framgong og meiri
enn tvífaldaði atkvødutalid,
men kom ongantíð í nánd
av tí veljarakanningin segði
og tað var heldur ongantíð
útlit til, at Tjóðveldisflokk-
urin fór at fáa annan mann-
in.
Og nú veljararnir hava
talað, so sæst at teir hava
givið Heina O. Heinesen
uppbakning, sum floksleið-
ara.
Heini fekk 1199 atkvødur
ímóti 672 seinast
Finnbogi Ísakson, sum
við seinsata val var nummar
tvey, hevði eisini fram-
gongd, men hann er ikki
nummar tvey á listanum
longur. Nú er hann nummar
fýra.
Tað, sum kanska er mest
áhugavert, er, at Anita á
Fridriksmørk gjørdist
nummar tvey vid 608 at-
kvødum.
Undirsjovartunnilin
gav atkvødur
Tå Såmal Petur i Grund sat
sum landsstýrismaður i
samferðslumálum, gav
hann løgmanni grá hár í
høvdid við sínum undir-
sjóvarætlanum. So nógv, at
løgmaður valdi at siga hann
úr starvi.
Men valkvøldid segði
Sámal Petur takk fyri síðst,
og so í einari av háborgu-
num hjá Sambandsflokki-
num - í Vágoynni.
Til valið í 1994 fekk
Sjálvstýrisflokkurin 7 at-
kvødur í Vágoynni.
Til hetta valið fekk hann
333 atkvødur og Sámal Pet-
ur fekk nógv tann størsta
partin av teimum.
Sambandflokkurin misti
harafturímóti atkvødur i
Jóannes Ejdesgaard, følkatingslimur fyri Javnadarflokkin
Vågum.
Var alt, sum tad var i
gomlum døgum, so kundi
fólkatingsmaðurin = verði
fluttur við atkvødunum í
Vágum.
Sjálvsstýriflokkurin fekk
eitt gott val, men heldur ikki
hann kom nakrantíð nær-
hendis fólkatingsumboðan,
og tí høvdu tey neyvan
roknað við frammanundan.
Stavnamaður styrktur
Sum nevnt var Oli Breck-
mann stóri stemmuslúkarin
hesaferð, og tað má við-
gangast má, at hann kemur
styrktur úr hesum valstríð-
num.
Flokkurin stillaði nógv
valevni upp, men tað er
spurningur um tað yvirhøv-
ur var neyðugt, tí Oli fór við
øllum sum var
Oli sigur alment, at hann
stuðlar teimum borgarligu í
Danmark, og hesum fer
hann at halda fram við
Nú fær hann so fýra aft-
urat.
Hann hevur verið tiltikin
fyri at blandað seg í dansk-
an innanríkispolitikk, men
tað sær út til, at veljarin
hevur góðtikið hetta.
Men Oli kemur niðuraftur
til ein flokk í upploysn. Tað
er vorðið rúmligari í fund-
arrúminum hjá teimum kon-
servativu, eftir lúsingin val-
kveldið.
Sambandflokkurin
bukaður
Edmund Joensen hevur eis-
ini fingið greið boð frá sín-
um veljarum.
Teir eru ikki nøgdir við tað
arbeiði flokkurin hevur gjørt,
og tí vórðu teir skiftir út.
Hvórki Jóannes Martin
Olsen ella Edmund vórðu
mettir góðir nokk, og flokk-
urin misti mannin
Spurningurin er so, hverja
ávirkan hetta fær á løg-
tingsvalið, sum í seinasta
lagið skal verða í juli
Velur Edmund at bíða sum
longst, so at hann nær at
rætta upp á tað skrantutu
støðuna, ella fer hann at út-
skriva væl áðrenn tíð
Bankamálið liggur í bukt-
ini. Tað er longu útsett eina-
ferð orsakað av fólkatings-
valinum. Ætlar hann kanska
at útseta tað enn einaferð, tí
hann fer at útskriva løgtings-
val?
Sambandsflokkurin fekk
fleiri atkvødur hesaferð,
treyðugt so, men bert tvey
hundrað, og tað var ikki nóg
mikið til ein fólkatingsmann
Atkveðurnar sum restaðu
í, lógu kanska undir Vest-
mannasundi. Og har var Ed-
mund ov seinur at fiska tær
uppaftur, tí Sámal Petur í
Grund hevði longu verið á
miðinum