leygardagur 14. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
post & sosialurin.fo
Javnadarflokkurin i Leysari enn
stuðuls-
flokkarnir
— Míni viðurskifti við stjórnina verða
enn leysari enn tey hjá SF og Eind-
arlistanum, sigur Jóannes Eides-
gaard, sum eisini vísir aftur tíðindu-
num í TV3 í gjár um, at hann longu
hevur brotið síni vallyfti
eini lyklastoðu
Oddagrein
VIÐ úrslitinum av fólkatingsvalinum er tann foroyski
javnaðarflokkurin komin í eina lyklastoðu - við teimum
fyrimunum og vansum hetta kann hava við sær.
Flokkurin hevur fyri tað fyrsta fingið aftur annan av
fólkatingssessunum. Hann hevur syrgt fyri, at borg-
arliga sambandsumboðið ikki longur er á fólkatingi.
At tað so eisini er formaður floksins og komandi
legmansevnið Jóannes Eidesgaard, sum hevur vunn-
ið henda sess, er ikki so lítið áhugavert.
NU eigur ein ongantíð at yvirtulka eitt valurslit. Kortini
må sigast, at fólkatingsvalið kann vera við til at rudda
slóð fyri einum javnaðarflokki í Tinganesi eftir løg-
tingsvalið. Tað kunnu tó vera nógvir møguleikar at
skipa samgongu til ta tíð, og hóast javnaðarflokkurin
kann fáa eitt gott val, so kunnu umstødurnar kortini
gerast soleiðis, at borgarligu flokkarnir saman megna
at halda javnaðarflokkinum og tjóðveldinum uttanfyri.
Hetta er ein møguleiki, sum ikki må undirmetast.
MEN tað er ikki spurningurin, hvat hendir eftir eitt
komandi løgtingsval, sum er mest áhugaverður just
nú. Avgerandi spurningurin er, hvussu verður telvað
fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár
út frá telunum frå fólkatingsvalinum á ein nýggjan
samgongumøguleika í føroyskum politikki. Eftir ti
sum vit vita, hava CDE ikki áður kunnað mynstrað
nokk av atkvoðum til eina samgongu. Men bókstava-
kombinatiónirnar kunnu gerast nógvar eftir eitt val.
Hinvegin er tað ikki síður í Føroyum, at flokkarnir
undan eitt val, gera greitt, hverjar aðrar flokkar teir
kundu hugsða sær at arbeitt saman við.
BER javnaðarflokkurin seg rætt at frá nú av til valið,
so er greitt, at hann eisini tá kann koma í eina
lyklastødu. Formaðurin í flokkinum hevur lagt seg á
eina meira sjálvstýrissinnaða leið, hvat vit halda er
rætt. Men hann hevur um somu tíð lagt sjógv til
sambandið ødrumegin og tjóðveldið hinumegin, tå
tað ræður um ríkis- rættarligu stoðu okkara. Við
eðrum orðum roynir javnaðarflokkurin at markera
seg meira sum ein flokkur á miðjuni, men sum kortini
eisini er ein vinstrahallur flokkur. Tað kann væl vera,
at henda strategiin fer at vísa seg at vera tann
skilabesta, tá avtornar. Flokkurin hevur lagt uppskot
fram um sjórnmálanevnd og fyri ikki at seta fót fyri
hesi nevnd, áðrenn hon er farin til verka, hevur
flokkurin so eisini valt ikki at markera sína egnu stoðu
ov markant. Hetta kann vera skilagott, men hinvegin
ber heldur ikki til fram til eitt løgtingsval ikki at gera
veljarunum greitt, hvat tað er, sum flokkurin itøkiliga
vil í spurninginum um sjálvstýrislóg tvs. í viðurskiftu-
num við Danmark
NU flokkurin hevur fingið fólkatingsumboð og hetta
kann koma at hava týðandi ávirkan á nettup viður-
skiftini millum Danmark og Føroyar er greitt, at vit
fara at fáa nakað meira itøkiligt frá flokkinum í nettup
ellum spurninginum um sjálvstýrislóg. Við oðrum orð-
um kunnu vit vænta, at flokkurin við formanninum á
odda, komandi tíðina og fram til logtingsvalið fer at
markera seg meira í júst hesum málum, har hann
fer at gera bæði danska bróðurflokkinum og Foroya
fólki greitt, hvat flokkurin heldur og ætlar at gera í
spurninginum um sjálvstýrislóg og um vidurskiftini
millum ríkispartarnar.
Jóannes Eidesgaard hevur úttalað, at hann fer ikki
at leggja seg ímillum legtingið og landsstýrið og
órógva tær samráðingar, sum hesi skulu hava við
Danmark í komandi tíð. Tað er ein rett avgerð. Men
hinvegin vil hann gera alt fyri - við sínum fólka-
tingssessi - at ávirka eitt komandi samráðingarúrslit
við Danmark til fyrimuns fyri Føroyar. Hetta halda
vit eisini vera skilagott. Nú er at telva rætt samtíðis
sum at vit og danir royna at byggja upp aftur tað álit,
sum fór fyri skeyti undir ollum bankamálinum. Eftir
okkara tykki er hetta seinasta kanska tann týdning-
armesti parturin av arbeiðinum hjá nýggja fólka-
tingsmanni javnaðarfloksins. Ein fortreyt fyri at byggja
upp aftur álit og virðing er tó ein góð avtala millum
londini bæð Sosialurin
EIRIKUR LINDENSKOV
— Tað passar als ikki, at eg
havi brotið míni vallyfti,
sigur Jóannes Eidesgaard,
nú danska sjónvarpsrásin
TV3 í gjár bar tey tíðindi,
at Jóannes Eidesgaard við
ikki at vilja fella javnaðar-
stjórnina hevði brotið síni
vallyfti.
Danska sjónvarpsrásin
vidgjørdi í tíðindasending-
ini í gjár støðuna hjá Poul
Nyrup Rasmussen, for-
sætisráðharri og støðuna hjá
Jóannesi Eidesgaard. har
var m. a. borið fram, at Jó-
annes Eidesgaard í øllum
valstríðnum hevði borið
fram, at hann vildi fella eina
javnaðarstjórn.
Men soleiðis er ikki, sigur
Jóannes Eidesgaard, sum
heldur tað vera sera óheppið
at ein so stór stjónvarpsrás
sum TV3 ber slík tíðindi
uttan so mikið sum at hava
spurt hann.
Í komandi viku fer Jó-
annes Eidesgaard til Dan-
markar at hitta Poul Nyrup
Rasmussen og tá fara teir at
tosa um viðurskiftini.
Spurdur um stødan hjá
Jóannesi Eidesgaard fer at
líkjast støduni hjá SF og
Eindarlistanum, sum hava
leyslig viðurskifti við
stjórnina, sigur Jóannes
Eidesgaard, at stødan hjá
honum verður enn leysari,
enn stødan hjá stuðulsflokk-
unum hjá donsku stjórnini
Valfelag takkar fyri stuðulin
Formaðurin í Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag, Anna
Johannesen er sera fegin um
stuðulin, sum Javnaðar-
flokkurin fekk í Suður-
streymi hesaferð.
— Framgongdin í høvuds-
stadarøkinum var sera góð,
tí flokkurin fór fram við
fleiri enn 400 atkvødum, og
hetta er ikki minst trúgvu
limunum umfram valevn-
unum sjálvandi at takka,
sigur hon. Uttan hetta sera
góða arbeiði, hevði úrslitið
helst ikki verið so gott, sigur
hon.,
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag hevur aðalfund
komandi mikukvøld, og nú
verða allar kreftir lagdar í
fyrireikingarnar til løgtings-
valid. Vid seinasta løgtings-
val misti Javnadarflokkurin
annan mannin í Suður-
streymi, har flokkurin síð-
ani 1978 hevur havt tveir
mans valdar.
Nú Kristian Magnussen
kom upp í Javnaðarflokkin,
hevur flokkurin aftur tvey
løgtingsumbod í Suður-
streymi, og væntar Anna Jo-
hannesen, at tað á løgtings-
valinum fer at eydnast at fáa
bæði umboðini vald.
Í
Petur Mohr Dam á fólkating í 1948
EIRIKUR LINDENSKOV
Tá vit í blaðnum í gjár
skrivaðu um javnaðarmenn-
inar, sum í Føroyum eru
valdi á fólkating, kom ein
óheppin villa í yvirlitið.
Vit søgdu, at Petur Mohr
Dam varð valdur á fólkating
á fyrsta sinni í 1957. Hetta
er ikki beint.
Við valið í 1957 fall Petur
Mohr Dam, og Thorstein
Petersen úr Fólkaflokkinum
varð valdur. Petur Mohr
Dam var á fyrsta sinni vald-
ur í fólkatingið í 1948, tá
Javnaðarflokkurin gjørði
listasamgongu við Sjálv-
stýrisflokkin. Hann var aft-
urvaldur við valið í 1950. Í
1953 vóru tvey fólkatings-
val, annað í maí og hitt í
oktober. Til hetta valið still-
aðu bert Sambands- og
Javnaðarflokkurin upp.. og
var tí einki val hildið. Men
21 mai 1957 var stillaði
Fólkaflokkurin uppaftur -
og vann mannin frá Javn-
aðarflokkinum.
Frá 1960 til 1984 átti
Javnaðarflokkurin fólka-
tingsmannin, eins og skeið-
Tøkk
Øllum tykkum, sum hvør í sínum lagi gjørdu
okkum silvurbrúdleypið 10. febr. 98 so ófor-
gloymandi, takka vit hjartaliga.
Vinarlig heilsan,
Bjørghild og Martin,
Argir
Petur Mohr Dam og Thorstein Petersen, sum vann sess-
in frå Javnadarflokkinum i 1948
10 1987/88, 1990-94.
Jóannes Eidesgaard er
fimti fólkatingsmaður Javn-
aðarfloksins.
Eina hjartans tøkk veiti eg tykkum øllum,
sum gleddu meg á 70 ára fødingardegnum
13. januar.
Takk til tykkum mongu, sum komu, tøkk
fyri gávur, blómur, fjarrit og uppringingar.
Bestu heilsanir,
Eivind Petersen
CC
——E
Í