Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mars 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lúsaskarvar — Teir eru nakrir låshundar! Eg hoyrdi róp í gongini. Hetta var mín illsinti granni, sum kom - Hvat er á våsi? spyrji eg og fari eftir kaffikannuni. Eg visti frá fyrr av, at hann plagdi at sissast nokk so skjótt. - Hverjir eru nú lúshundar? - Tað eru hasir lærararnir, sum vit hava. Eitt er at teir koyra lýs í heysin á okkara neyðar børnum. Men tað, sum verri er, er tað, at teir duga ikki at benda. Útvarps- menninir hava eisini gingið í skúla, og teir snakka dag um dag um fleiri lús. Og hvar hava teir lært tað? Í skúlanum sjálvandi! Grannin sessast og fær sær ein sukurmola. Tað lætnar altíð hjá honum, tá ið hann sleppur at skeldast inn á okkurt ella onkran. Eg royni at forsvara bæði lærararnar og útvarpsmenninar. Teir hava for nógv at gera, fáa for lítla løn, hava ikki lært so nógv, hava kanska ikki fingið so gott í beinini málsliga sum vit gomlu osfr. Men grannin stendur við sítt: - Teir eru nakrir lúshundar. Fáa løn fyri at duga at benda, og so bekla teir annaðhvort orðið, teir taka í sín munn. Hví skulu teir siga lús í fleirtali, tá ið tað eitur lýs? Skal tað so eisini eita ein mús, fleiri mús? Ella skal tað eita ein gás, fleiri gásir? Ella eitt hús, fleiri húsir? Nei, leggja vit av at benda, so er deyðin í durunum. Teir eru nakrir lúsamunkar. Tað ber til at duga at benda uttan at hava tann stóra lærdómin. Tak nú abba, hann átti ikki fyri lúsasalvu og hevði íkki studerað, men at benda, tað dugdi hann. Og so kalla teir lúsakambin fyri tettikamb. I mínari tíð plagdu vit at tetta við biki og hampi, men útvarpsmenninir tetta við kambum. Og skúlin hevur skyldina. Hatta er ein lúsaskúli, vit hava. Tað er eisini forbannad lúsut, at útvarpsstjórin ikki grípur inn og gevur sínum arbeiðs- fólki ein ordiligan lúsing fyri teirra lúsa arbeiði. Meðan grannin soleiðis situr og øsir seg, fari eg at grunda yvir, hvat man liggja aftan fyri bendingar- politikkin hjá útvarpinum. Tað kann so aldrin hanga soleiðis saman, at útvarpsmenninir ikki vita, at ein lús eitur lýs, ein mús eitur mýs í fleirtali. Heldur man tað vera tað, at teir við sínari skeivu bending vilja fáa fólk at hugsa. Teir vilja vísa á, hvussu skeivt tað er at benda skeivt. Teir vilja stutt sagt stimbra orðaskiftið um málsligar spurningar. Eg leggi mína teori fram fyri gránnan. Hann físir og snýsir: - Mlanstíð. Tað er bara ti, at tú sjálvur ert lærari, at tú forsvarar hasar lúsakjálkarnar. Eg forstandi ikki, at tú tímir at sita inni og gleða upp á óargaungar allan dagin. Heldur skuldi tú ligið úti á Lúsabankanum og dripið tosk. Nei, tað eru tit lærarar, sum hava alla skyldina av, at málið er farið av lagi. Eingin dugir at benda longur. Tað er eitt lúsa skil. Og nú skríða børnini í lúsum eisini. Tað næsta verður, at børnini koma heim full í førilåsum. Eg feldi meg sum lús millum tvær negl. - Men eitt er vist, skeldaði hann víðari, tå ið børnini fáa flatlýs, skal gamli her koma við lúsapulvuri, og tað verður ikki við mykindum! So var hann uttanduraður. ymsum sniðum til vognar o.a Vit útvega eisini hjól og skinnarar til bátadrátt Ring og fá meira at vita TIf. 15600 Fax 18008 Vit hava hjól til øll endamál í P/f Kaj Andreasen á Co. Nr. 50 — 14. MARS 1998 £il - NA i KN 8 * R > -= D UN KROSSORDAGÅTA Loysnin frå seinastu viku | 180, AD I pll tt DA Sk Vinnari: Maibritt Jacobsen Dånjalstrød 1 100 Tórshavn er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn- sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið >Krussorðagáta nr. ...< á bjálvan. Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið Heimssøga Í Søgan um hini Lív og gróður Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók 4 BER) Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. | | Loysunar- Loysunarorðið: TØGN ER GULL | orbide…. irere ek rr, | NON: irer rns rns L | BÚA … z | BYRJA UT: > + sans T . - L 3 | Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! : rå EI ks : | BOKADEILD alv[s]-lela Æ|RI lalgla | FØROYA LÆRARAFELAGS: [rime] [vel [7] = al | Q Ljósini slókna [el |! |k|a) |n|é T HJE|R] | J Søgur úr Port Janua gl FE jæ|r|u s| | | le] | O Bíblian í orðum og myndum ltso) 7 AL Í. ls] Í oO | Q ólagararnir. Søgan um upprunafólkið 5 | T en i Norduramerika 2] bað a 8 2læ|: |s| | M : ; ; je le] |! |wla] ||e| | Isle | I Mangt er millum himmal og jørð tha ea | Frá FI6 |L|kja Tj! |N|GIS KØL | FØROYA Hva | SKULABOKAGRUNNI: | | | | | | | | |