týsdagur 17. mars 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 17. MARS 1998
| 7
EEK Í
inum. Veidumøguleikarnir
eru góðir í løtuni og tí skuldi
verði møguligt, at fingið tað
at hanga saman fíggjarliga.
- Men tað verður ikki lætt
hóast alt.
Skipið kostaði um 95
mió. kr. at byggja og tá
fiskireidskapurin er roknað-
ur við, so er samlaði kostn-
aðurin um 100 mió. krónur.
— Men rentan er so ggiliga
låg í løtuni. Bert eini 6
prosent og tað er ein góður
fyrimunur.
Ikki fleiri skipa av
hesum slagnum
Men hvørji eru framtíðar-
útlitini fyri skipi.
— Eg haldi at tey eru góð,
men tað hongur saman við,
um vit fáa frið at verða har
vit eru, og at vit ikki fáa
fleiri skip av hesum slagn-
um. Prísurin á makreli og
ídnaðarfiski eru góðir í
løtuni, sigur hann
Men hann heldur at lands-
ins myndugleikar mugu
ansað sær og ikki geva fleiri
loyvir til nótaskip.
— Tey skipini sum eru,
skulu hava loyvi til at verða
og ikki fleiri, sigur Kristian
Martin Rasmussen.
Hann sigur, at sum fiski-
skapurin er í løtuni, so er
møguligt, at fáa tað at mala
runt fíggjarliga, og kanska
tíðindablaðið +02
at leggja eitt sindur til síðis,
og tað er neyðugt.
— Hinir nótabátarnir av
sama slagi eru gamlir og
treingja til at verða skiftir
út, men tað gerst ikki, um
fleiri loyvir verða givin til
tílík skip, sigur Kristian
Martin Rasmussen.
— So verður tað ov smá-
Reiðarin hevur røtur í Oyndarfirði og haðani vóru skyldfólk komin fyri at síggja stásiliga nýggja skipið
(Mynd: Harald Petersen)
býtt.
Til fiskiskap í da
Og reiðarin ætlar ikki, at
skipið skal liggja og gnaga
gummi við bryggjuna
Klaksvík. Seinnapartin
gjár var skipið ein framsýn
ingartúr í Havn og í dag fer
hann til fiskiskap
Reiðarin, Kristian Martin
Rasmussen verður sjálvur
skipari fyrsta túrin
Afturat sær hevur hann
12-14 mans
Annars sigur hann, at eini
16- til 18 mans verða knýttir
at skipinum, og teir koma
at skiftast um at verða við
Nýggja skipið er 74
metrar langt og lastar knapt
2000 tons.. Motorurin hevur
7000 hk
Gamla skipið ikki
gerast aftur
Tað var ætlanin at selja
gamla Christian í Grótinum
og Marokanskt felag hevði
næstan keypt skipið, tá 6-
happ hendi og skipið rak á
land.
Tað tók langa tíð at fáa
skipið og einki kundi sigast
um hvussu siødan var
Men Kristian Martin Ras-
mussen sigur, at teir hava
avgjørt ikki at gera skipið
aftur og at teir royna at
sleppa av við skipið.
Vælkomið tú prýðiliga skip
Jógvan við Keldu, býráðsformaður, ynskti reiðarínum til-
lukku og beyð skipinum vælkomnum til Klaksvíkar
Býarinnar vegna fari eg at
ynskja skipara og manning
hjartaliga vælkomin á
Klaksvík við hesum prýði-
liga skipi.
Fara vit nakað aftur og
hugsa um, hvussu blóðoð
frá ættarlið til ættarlið hevur
runnið ígjógnum æðrarnar
á hesum fólki, og skapt vit,
skil og hegni við ótroytti-
ligum arbeiðssemi á sjónu,
tá er einki undur í, at hetta
triðja og fjórða ættarliðið
hjá Christiani í Grótinum
føra higar til lands eitt tílíkt
hendinga skip.
Eg minnist sum stórur
smádrongur, tá eg onkuntíð
var niðri á Stangabrúnni, og
maskinbátar komu inn við
góðum fongi. Á einum báti
vóru utríggir gamlir menn,
Eiðis-Jóhan, Jóannes á
Heygnum og Christian í
Grótinum. - Tá hoyrdi eg
menn tosa um, at valla va
tað nakar maður, ið hevði
so gott skil á veðri, streymi
og visti hvar fiskurin var ,
sum hesir.
Frá hesum heimligu við-
urskiftum var tað tíðliga at
< Norðuratlantshavi.
Palli hjá Marionnu og
Christian leitaði sær út á so
gott sum øll fiskimið i
Hann
var kendur sum sermerktur
fiski- og veiðumaður, bæði
av føroyingum og útlend-
ingum og var álitismaður,
bæði á flotanum hjá Segl-
húsinum og Kjølbro.
Fyri søgufrødingar og
høvundar er henda ættin
eitt upplagt evni.
Góðir fiskimenn
Í 1945 sæst útróðrarlisti í
bókini Utróður hjá Roberti
Joensen fyri alt tað árið. Ein
teirra, ið liggur frammi í
oddinum er Palli, sum tá
bert er mitt í tjúgunum og
útróðrarformaður á Kvikki.
Tað er sagt, at ein dagin,
tá Palli kom fullførdur aftur
av útróðri, og pápi hansara
helt hann vera heldur and-
bráðan, hann kom í land, fór
hann yvir ímóti Palla, og
teskar spakuliga í oyrað
»Palli, einki reyp«.
Er tað nakað, vit kunnu
siga um hetta fólk - ættarlið
eftir ættarlið - so er tað, at
Hetta segði Jógvan við Keldu, býráðsformaður
í Klaksvík, sunnudagin, tá hann beyð nýggja
Christian í Grótinum vælkomnum til býin.
Niðanfyri prenta vit røduna hjá honum
teir hava verið hegnismenn
á sjónum so væl sum á
landi, uttan at gera nakað
burtur úr sær sjálvum.
Heldur enn tos, hava teir
gjørt arbeiði sitt uttan nakr-
an háva, Klaksvíkini og
Føroyum at gagni.
Kristian Martin og synir
hansara eru á altjóða virkis-
øki, frá Norðuratlantshavi
yvir til Miðameriku, frá
Suðurameriku til Suðurafr-
ika og yvir til Indiska havið.
Aljóða vinnumenn
Tað er ikki bert av stórum
týdningi ídag, men alneyð-
ugt, nú tøknifrødin og sam-
skiftismøguleikarnir hava
drigid alheimin so tætt upp
at okkum, at Klaksvikin
eigur fólk vid international-
um hugsjónum. Og á hesum
øki gera triðja og fjórða ætt-
arliðið hjá Christiani á Grót-
inum og Palla hjá Marionnu
veruliga um seg.
Eftir at Klaksvíkin var í
djúpari kreppu, og vit
seinnu árini hava roynt at
fóta okkum aftur, kemur
hesin fongur til býin ótrú-
liga væl við, ikki bert hvat
tí arbeiðsskapandi viðvíkir,
men so sanniliga eisini hvat
menniskjaliga, kensluliga
og hugsjónar tryggleika-
num viðvíkir.
Tað, at sildin helst tekur
gamla mynstrið uppaftur og
at vit kunnu gera brúk av tí
rikidømi ið Harrin hin alt-
valdandi sendir okkum
saman vid okkara nærlagnu
hegnismonnum á sjónum,
eiga vit at takka fyri.
Tit eru við til, ikki bert at
geva okkum nýtt mót, men
hetta kenst, sum tit í hesum
døgum opna fyri eini nýggj-
ari tíð. Við dirvi, skili og
arbeiðssemi hjá okkara
virkisfúdna sjófólki, skapa
tit Klaksvíkini eina viðvar-
andi framtíð.
At eiga skip, gevur bæði
spennandi og gleðiligar løt-
ur. Hinvegin hava tit á flota
tykkara heldur ikki sloppið
undan sorgarløtum, sum
bæði hava fallið tungar og
nívt djúpt.
Goymdi seg umborð
Til seinast skal eg siga frá
lítlari hending frá umleið
1957.
Palli hjá Marionnu var tá
skipari á gomlu, grønu og
kendu Polarstjórnuni, sum
Kjølbro átti.
Ein dagin teir vóru komn-
ir norður um Føroyar, hygg-
ur Christian Ludvík Lyder-
sen aftur á bátadekkið.
Hann sigur við Palla: >Tað
er okkurt, sum rgrir seg aft-
uri í bjargingarbåtinum«. Í
tí hann Sigur hetta, fara teir
aftur, og hvat finna teir? -
10 ára gamla Kristian Mart-
in, sum hevði snýkt seg til
skips. Tað sigst, at tað fyrsta
hann segði var: »Eg vil
við<.
Tað er ikki so løgid, at
hesir menn eru hendinga
menn á sjónum.
Vit ynskja Harrans sign-
ing yvir verk tykkara, og vit
fara at minnast tykkum í
bønum okkara, tá vit stíga
fram fyri hásæti Guds.
Hjartaliga vælkomnir til
Klaksvíkar. Hjartaliga til-
lukku við skipinum, hetta er
stórur dagur í býi okkara.
i.
Góðu tit øll, sum eru
komin saman her í dag.
Tað er okkum ein stór
gleði at síggja so mong
at biðja okkum vælkom-
in, og fyri hesa stórfingnu
móttøku.
Tað er mangan so, at
gleði og sorg ganga hond
í hond.
Vit vilja við ærufrygt
minnast teir báðar menn-
inar, sum vóru við Palla
hjá Mariannu, og vit
hugsa um tey sum hava
mist.
Men eg haldi ikki at
deyðin, sum er ein natt-
úrligur partur av lívinum,
skal sleppa at køva gleð-
ina, sum tað av sonnum
er fyri okkum, at sleppa
at fiska við hesum stás-
iliga skipi, sum vit hava
fingið litið upp í hendi.
Eg kann ikki lata verða
við at minnast aftur á tå
gamli Christian í Gróti-
num kom í 1975. Tá segði
Kristian Martin Rasmussen, reiðari og skipari
Við álitið á Harran
fara vit í gongd
— segði Kristian Martin Rasmussen,
í rødu síni, tå Christian í Grótinum
kom til Klaksvíkar sunnudagin
pápi millum annað, at tað
sær dapurt út og menn
spáa vána tíðir, men við
áliti á Harran fara vit við
treysti í gongd |
Tað er nógv broytt síð- |
an 1975. Tað hava verði |
vána tíðir og góðar tíðir |
fleiri ferð síðan tá. Og nú |
spáa menn kanska góðar |
tíðir. |
Men vit vilja allikavæl |
síga tað sama, at tað er |
við bangnum hjarta at vit |
fara í gongd við hetta |
stóra og dýra skip. }
Men tað er í álitið á |
|
tann, sum alt hevur skapt |
og sum øllum valdar, at |
vit fara til verka. }
Eg vil enn einaferð |
takka fyri hesa stórfingnu |
móttøku og talarum fyri |
øll góð ynskir. |
Eg vil nú bjóða ollum
at vera vælkomin umborð
at síggja skipið. Gerið so
væl.