týsdagur 17. mars 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Flakavirkið í Vagi
seljast treytaleyst
Landsstýrið er helst einasti instansur, sum kann trýsta Framtaksgrunnin og
Fiskavirking at selja flakavirkið í Vági. Hetta vil Henrik Old hava landsstýrið
at gera, og hevur tí lagt uppskot fram
ÓLAVUR Í Bem
Seinasti arbeiðsdagurin á
flakavirkinum í Vági var 2
ktøber i 1994, og sambært
viðmerkingunum hjá Hen-
rik Old, so hava allar roynd-
ir síðan at fingið virkið í
gongd aftur higartil verið
miseydnaðar
Nú vil so javnaðarting-
maðurin hava at landsstýri-
num verður heimilað at taka
upp samráðingar við eigar-
arnar av flakavirkinum í
Vági um keyp av virkinum
Eingin vilji
Í viðmerkingunum til upp-
skotið, sigur Henrik Old, at
hvørki Fiskavirking ella
Framtaksgrunnurin hava
viljað havt virkið í gongd
og teytirnar hjá øðrum, sum
roynt hava, hava verið so
út av lagi harðar at eingin
møguleiki hevur verið til
staðar at byrja aftur
— Tá seinasta umlegging
av eigaravidurskiftunum í
Føroya Fiskavirking fór
fram fyri góðum ári síðani,
øktust vónirnar aftur, tí tå
varð Fiskavirking býtt
sundur. 8 virkir vóru eftir í
Fiskavirking, sum gll
skuldu í gongd, meðan rest-
in varð yvirtikin av einum
felag hjá Føroya Banka.
— Tíbetur eru flestu
virkini, sum vórðu loyst frá
Fiskavirking, so líðandi
komin í gongd aftur, vísir
Henrik Old á
Boykotta
Og víðari sigur hann, at av
teimum 8 virkjunum, sum
Fiskavirking hevði eftir, var
flakavirkið í Vági eitt, men
heldur ikki hesaferð er nøk-
ur vón fyri virkseminum á
flakavirkinum í Vági, so
greitt er, at Fiskavirking
fekk virkið í Vági í sín bólk
við einum endamåli, at
einki virksemi skal verða
har.
— Fyri syðru helvt av Suð-
uroy hevur hetta havt kata-
strofalar fylgjur, sum eisini
ofta er víst á, og av hesi
orsøk er arbeiðsloysið fram-
vegis størst í hesum parti-
num av landinum.
— Landsstýrið er helst ein-
asti instansur, sum kann
trýsta Framtaksgrunnin og
Fiskavirking at selja virkið
treytaleyst. T.d. letur lands-
stýrið væl av stuðli til Fiska-
virking fyri at halda virk-
seminum í gongd á ávísum
stóðum, og tí er landsstýrið
helst einasti instansur, sum
kann loysa hetta trupla mál,
sigur Henrik Old í viðmerk-
ingunum
Fyrrverandi sethúsa-
eigararnir takast við
Jenis av Rana hevur spurt fíggjarmálaráðharran Anfinn Kallsberg, hvat
ndsstýrið ætlar at gera til tess at hjálpa teimum, sum mistu hús og heim i
kreppunum. Løgtingid hevur samtykt, at Anfinn skal svara Jenist
£ at Anfinn Kalls
Kal svara hesum fyri
Komnir illa fyri
Í viðmerkingunum sigur
Jenis av Rana, at øllum
Kunnugt eru nógvir førøy
ingar komnir illa fyri orsak
að av figgjarkreppuni her á
Ikki minst teir fyrr-
verandi húsaeigararnir, sum
landi
— 1 i
DO
ið stórari sethåsaskuld
saman við arbeidsloysi, ikki
høvdu møguleika at verða
verandi í egnum húsum
Hesir hava sera lítlar
møgulerkar at fóta sær aftur
g harvið gerast førir fyri
aftur at seta fótur undir egið
borð. Nógvir teirra sita við
skuld uppá fleiri hundrað
túsund krónur og gjalda eins
I:
nógv fyri hesa skuld, sum
onnur gjalda fyri at sita í
egnum húsum
— Hetta hevur sera óhepn
ar avleiðingar fyri familju
lívið, har fysiski karmurin
ikki er í lagi, og mong
kunnu sigast at vera heim
leys, tá eingin veruligur
leigupolitikkur finst í Før-
oyum
Bankarnir bjargaðir
Vanlig kattaborgari
vur bja i wkunur
Ke á 18
3 skuld hjá sethúsaeigaru
num í tann mun, sum polit
ki myndugleikin
væntað og ætlað
hetta als ikki góðtakast
má átalast
Viðurskiftini hjá hesum
fyrrverandi sethúsaeigaru
num mugu avgjørt takast
við í viðgerðini, tá gerast
skal upp í bankamálinum.
Eitt fólk, sum skal byggja
land undir slíkum umstød-
um, hevur ikki tær neydugu
fortreytirnar, og er ikki nóg
motiverað at leggja alla
orku í, sigur Jenis av Rana í
viðmerkingunum til fyri-
spurningin.
Nr. 51 — 17. MARS 1998
ØLAVUR Í BEIT
Fíggjarmálaráðharrin
Anfinn Kallsberg hevur
lagt uppskot fram um
umsiting av gjaldføris-
lánum, og sigur í við-
merkingunum, at ætlan-
in við lógini um gjald-
førislån var, at hóast
lånsbrøv útgivin av
Realinum skuldu aftur-
gjaldast yvir 10 ár, og lán
veitt av Realinum somu-
leiðis afturgjaldast yvir
10 ár, skuldu útvegir
finnast fyri at geva
skipaeigarum møguleika
fyri einum 2 ára avdrått-
arskáa, og sostatt longt
lánstíðina til 12 ár.
— Hetta skuldi gerast
við at landskassin gjøgn-
um Realin veitti skipa-
eigarum eitt gjaldføris-
lán svarandi til avdrátt-
irnar tvey tey fyrstu ár-
ini, sum hann annars
skuldi goldi3 Realinum.
Skipaeigarin skuldi so
afturgjalda landsstýri-
num lánið í 11. og 12.
ári, tá lánið til Realin var
afturgoldið.
Nýggja n
— Gjaldførislånini skuldu
tryggjast antin saman vid
låninum frå Realinum
ella beint aftanå. I praks-
is hava gjaldførislånini
havt 2. veðrætt, og Real-
urin hevur eftir serligari
avtalu vid landsstýrið
umsitið lánini vegna
landsstýrið.
- Eftir nýggju lógini
um Realkreditstovnin
verður møguleiki at verta
15 ára lán við leingjan
upp til 20 år, og tí er nú
Fleiri láns-
veitarar býta
tapsvandan
Sambært lógini um Realkreditstovnin
verður møguleiki at veita lán upp til 80
prosent ay metingarvirðinum, tá lán
verða veitt við síðustillaðum 2. veð-
rætti, sigur Anfinn Kallsberg í viðmerk-
ingunum til uppskot um gjaldførislån
nýggjum gjaldførislån-
um sambært upprunaligu
grundgevingunum, sigur
fíggjarmálaráðharrin
— Men við nýggju lóg-
mi um Føroya Real-
kreditstovn verður
møguleiki at veita 2
veðrættarlán við eini
samlaðari lánsveiting
upp til 130 mió. kr, í
byrjanini. Ætlanin er at
fáa aðrar lánsveitarar
eisini at veita 2. veðrætt-
arlán við trygd sum síðu-
stillaðum 2. vedrætti
saman vid Realinum og
landsstyrinum.
— Sambært lógini um
Realkreditstovnin verður
meguleiki at veita lán
upp til 80 prosent av
metingarvirðinum, tá lån
verða veitt við síðustill-
aðum 2. veðrætti, og við
slíkari lánsveiting koma
fleiri lánsveitarar at býta
tapsvandan, vísir fíggj-
armálaráðharrin á í við-
merkingunum.
Moåttikid 37 míó. kr.
Og at enda sigur Anfinn
Kallsberg, at nógv bend-
ir á, at stuðulin til fiski-
vinnuna minkar mun-
andi ella fellur burtur, og
tí kundi hetta verið ein
hóskandi møguleiki at
fáa útlænta pening lands-
stýrisins útaftur í tað um-
far, hann uppsrunaliga
varð læntur til.
Saman við uppskoti-
num hevur uppskotsstill-
arin lagt yvirlitið yvir
gongdina viðvíkjandi
gjaldførislånum vísir, at
landsstýrið yvir 15 ár
hevur mist góðar 14 míó
kr. 3 í rentu