Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 17. MARS 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76 ítróttar SOS: 13 „ 110 tørshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo mr. = = Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo Vestmenningar foroyameistarar - uttan at spæla Hondbóltur: Sunnudagin vann StÍF á H71, og tað merkti, at vestmenningar høvdu endurvunnið føroyameistaraheitid frá í fjør — uttan at spæla sjálvir Sunnudagin hendi tað, øll høvdu bíðað eftir, men ikki roknað við fór at henda so skjótt. VIF gjørdist føroyameistari í 1. deild hjá monn- um, tí StIF vann á H71. Í fjór vunnu vestmenningar eis- ini FM-heitið uttan at spæla, men kappingin í ár hevur verið væl javnari enn tann í fjør. Í fjør varð VIF føroyameistari langt áðrenn kappingin endaði, men í ár vóru »bert« tvey umfør eftir, tá kapp- ingin varð avgjørd. Tað má si gast at vera uppiborið, at VÍF aftur í ár gjørdist føroya- meistari. Burtursæð frá tveimum dystum í grundspælinum í nov- ember hava vestmenningar vunnið alt — eisini teir týdningarmiklu dystirnar móti hinum báðum oddaliðunum StfF og H71. Í endaspælinum hava teir vunn- ið allar sínar átta dystir higartil, og sum skilst ætla teir ikki at slaka í teimum báðum seinastu dystun- um, sum báðir vera í Vestmanna móti ávikavist StÍF og H71. StÍF og H71 hava verið einastu veruligu kappingarneytarnir hjá VIF í ár, men fyrst vórðu strand- ingar settir av, tá teir taptu tveir heimadystir á rað tíðliga í enda- spælinum, og sunnudagin góvu hoyvíkingar eisini ondina upp. Hesi bæði liðini fáa bronsu og silvur, og tað fingu tey eisini í fjør. Kyndil, sum annars hevur vunn- ið fleiri føroyameistaraheitid enn nakað annað felag, hevur verið í einum aldudali seinastu tvey árini. Sunnudagin tapti Kyndil á Skála móti KÍF, og meðan úrslitið av dystinum millum KÍF og Kyndil kom sera væl við hjá kollfirð- ingum, kom tað sera illa við hjá Neistanum. Alt bendir nú á, at Neistin flytir niður í 2. deild. StíF framvegis bestu kortini Í bestu kvinnudeildini vunnu øll oddaliðini sínar dystir um viku- skiftið, so stødan broyttist ikki, hvørki í toppinum ella botninum. StiF vann uttan trupulleikar å GÍ um vikuskiftid og hevur fram- vegis bestu kort å hondini og skal bert syrgja fyri ikki at gera nakad býtt komandi vikuskifti í Klaksvík móti botnliðnum Stjørnuni. Stjórnan hevur nú verið í Havn tvær ferðir innan tríggjar dagar og tapt stórt báðu ferðirnar, og eftir réttum eigur StIF at vinna dystin komandi sunnudag. Gera tær tað, er FM-heitið beint hinumegin hornið. Kyndil vann sunnudagin móti VB í Vági, men tað var als ikki nakar lættur sigur fyri kyndla- kvinnurnar, og seinastu tveir dyst- irnir hjá teimum eru lokaluppgerð- in móti Neistanum í Havn og at enda móti StiF úti. Tískil sær Neistin út til at hava betri møgu- leikar fyri at kunna taka meist- araheitið frá strandakvinnum. Tær vunnu uttan trupulleikar á Stjórn- uni, og umframt dystin móti Kyndli hevur Neistin tveir heima- dystir eftir, móti GÍ og VB Ein møguleiki er eisini, at dyst- urin millum Kyndil og Neistan endar við javnleiki, samstundis sum StÍF vinnur í Klaksvík, og so er StÍF føroyameistari. Men hóast dystirnir millum Kyndil og Neist- an sum oftast eru javnir og spenn- andi, ber illa til at rokna við, at hann endar javnur, og tað er iva- leyst heldur ikki nakað, tey rokna við á Strondum og á Skála. elj VÍF er ikki bert Ingi og Áki Hondbóltur: Ingi og Áki Olsen gera flestu málini hjá VÍF, men einsamallir høvdu teir ikki kunnað gjørt VÍF til føroyameistara Hjalmar Klein Olsen er ein av teimum mest royndu á VÍF-liðn- um, sum sunnudagin gjørdist før- oyameistari annað árið á rað. Hann hevur verið á besta liðnum í 12 ár og fyri hann er tað sostatt ikki nakað fremmant at vinna før- oyameistaraheitið við VIF — m.a. var hann við í fjør, tá vestmenn- ingar vunnu FM-heitið fleiri um- før áðrenn kappingin endaði. — Eg haldi, at kappingin í ár hevur verið nógv betri enn í fjør, sigur Hjalmar. Leygardagin vunnu Hjalmar Klein Olsen og VÍF stórsigur 39. 19 å Neistanum Mynd: Ålvur Haraldsen — I fjør bleiv tad ofta bert ein spurningur um at seta seg upp til dystirnar, men í år hava bæði StIF og H71 verið nógv betri, og tað hevur eisini gjørt kappingina betri, sigur hann. Hjalmar og teir spældu ikki sjálvir sunnudagin, men blivu før- oyameistarar kortini. — Stødan var tann sama í fjør. Tá vann Neistin á H71, tá tað vóru eini fimm umfør eftir, og tað merkti, at VÍF var føroyameistari. Sjálvandi hevði tað verið stuttlig- ari, um vit nú sjålvir høvdu spælt og vunnið, men tað er so ikki tað týdningarmiklasta, sigur Hjalmar Klein Olsen. Ikki bert Ingi og Aki Eisini í ár hava tað fyri tað mesta verið brødurnir Ingi og Aki Olsen, sum hava verið mest frammi. Summi halda, at VIF bert er teir báðir Olsen-brødurnir, men hvat heldur Hjalmar um tað? — Tað er sjálvandi rætt, at Áki og Ingi hava nógv at siga, ikki minst tí teir skjóta nógv mál, og tað eru jú málini, sum telja. Tað er eisini rættiliga takksamt at spæla saman við teimum. Men vit hava í seinastuni eisini lagt okkum eftir at fáa verjuna at rigga betur, og tað er eisini batnað í endaspæl- inum. Har hava Sjúrður Holm, Ingi og eg sjálvur havt eitt gott samstarv, heldur Hjalmar og legg- ur afturat, at eisini ungir menn sum Aki G. Olsen, Sámal Joensen, Petur Frank Joensen og Martin Hummeland háva spælt væl og í ár meir ella minni fingið sítt veru- liga gjøgnumbrot í 1. deild. So VIF er meira enn Ingi og Åki Olsen, og tad er eisini ein sannroynd, at einsamallir høvdu teir ikki kunnad gjørt VIF til før- oyameistara. Riggar væl vid spælandi venjara Kåri Durhuus hevur verid venjari seinasta hålvttridja årid, og tad hevur hann klárað væl. Tey bæði heilu kappingarárini, Hesa tíðina hevur VIF vunnið FM tvær ferðir, og so er ikki at gloyma, at liðið eisini fekk besta úrslit, nakað før- oyskt lið nakrantíð hevur fingið í altjóða kapping, tá rumenska meistaraliðið úr Bukarest var og vitjaði í Vestmanna í fjør. Í ár hevur Ingi Olsen so verið spælandi venjari saman við Kára, og tað hevur eisini riggað væl — Tað riggar fint við einum spælandi venjara. Í sjálvum dyst unum hevur tað sum so bert verið Kári, sum hevur tikið sær av tí mesta, meðan Ingi hevur konsen- trerað seg um at spæla, sigur Hjal- mar Klein Olsen og vísir eisini á, at bæði H71 og SUF hava spæl andi venjara, meðan aðrir menn taka sær av útskiftingunum o.s.fr. Skulu menna kvinnuhondboltin Til komandi kappingarår hava vestmenningar enn størri ætlanir. VIF hevur havt samband við ein av rumensku spælarunum, sum var í Vestmanna, tá Europa Cup- dystirnir vóru í fjør, og arbeitt verður við at fáa hann at venja VIF komandi kappingarár. Og í VIF ætla tey eisini at menna kvinnuhondbóltin. Besta kvinnuliðið hjá VIF flutti niður í 2. deild fyri einum ári síðani, men flytir upp aftur í 1. deild í ár, og konan hjá rumenaranum, sum ætlandi skal vera venjari hjá VIF næsta ár, spælir í løtuni við einum 1. deildarliði í Rumenia. Góður møguleiki skuldi verið at fingið hana at spælt við VIF-kvinnunum komandi år, og tað hevði uttan iva verið ein stórur styrkur hjá liðn- um. Fingu ein niðurtúr Europa Cup-dystirnir móti Din- amo Bukarest hava eisini havt sína ávirkan á heimligu kappingina hjá VIF — Vit byrjaðu at venja sera tíð liga hetta kappingarárið, so vit vóru væl fyrireikaðir til Europa Cup-dystirnar, sigur Hjalmar Klein Olsen - Síðani trappaðu vit eitt sindur niður og fingu í veruleikanum ein lítlan niðurtúr, har vit taptu móti bæði Kyndli og H71. Men vit hugsaðu sum so, at vit skuldu heldur trappa niður og kanska missa stig í grundspælinum, har tey ikki taldu so nógv, og so koma aftur við fullari styrki í endaspæl inum, sigur hann Og tað hevur eisini eydnast til fulnar. Sosialurin ynskir VIF til lukku vid føroyameistaraheitinum og vid uppflytingini hjå kvinnun um elj