týsdagur 17. mars 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabladid SOS
ær í kongasuituna
Nr. 51 — 17. MARS 1998
Tað skuldi taka tvey ár og slaka sjey milliónir krónur, áðrenn Sjómansheimið í Havn kundi bjóða
teimum gistandi eina kongasuitu. Mánadagin var stór móttóka, nú skulu 55 gestir gista hvørja
nátt fyri at stóra ætlanin hjá Sjómansheiminum ber til
NICLAS JOHANNESEN
995 krónur, takk.
Ein nátt í kongasuituni
við útsýni yvir Vágsbotn og
Vesturbýin boðar frá, at
gamla Sjómansheimið í
Havn gongur nýggjar leiðir
Tann hvíti bygningurin er
ikki longur bara eitt heim
fyri sjómenn, men eitt hotel
fyri — ja, uttan iva kom-
andi oljumenn eisini
Við Internet í kømurum
koblar Sjómansheimið seg
á nútíðina og bjóðar bæði
Hotel Føroyum og Hotel
Hafnia av í kappingini um
útlendskar og føroyskar
nåttargestir.
Umframt Internet og tad
obligatorisku brúsuna fært
tú eisini 14 sjónvarpsrásir
yvir fylgisvein í kamarið
Og meðan skápið helst
eisini kann brúkast til
gummistivlar, sum lukta av
sildaveiði, so er vert at
leggja til merkis, at buksu-
pressarin stendur har hann
skal.
Men á kamarinum er onki
barskáp.
— Nei, vit ætla okkum
ikki at søkja um skeinki-
loyvi, sigur fyristødumad-
urin Jeffri Johannesen.
Hann sigur, at hetta er
politikkurin hjá Sjómans-
heiminum, og hetta ætla tey
ikki at broyta, sjålvt um
onkur matstovukundi so
kanska velur at fara, har vín
fæst við matinum. Jeffri
metir, at fyrimunirnir við
einum alkoholfríum um-
hvørvi eru størri enn vans-
arnir.
Tjekkurin frå Maersk
Alt stóð annars til at bresta,
tá leiðslan á Sjómansheim-
inum gjørdi av, at nú skuldi
bera.
Tað var ikki minst hin
nógv umreddi tjekkurin frá
Maersk upp á eina millión
krónur, umframt stuðulin
upp á fýra milliónir krónur
frá ITF (International
Jeffri Johannesen úr
Lamba er fyristóðumaður
á Sjómansheiminum. Her
er hann avmyndaður í
kongasuituni mánamorg-
unin. Hann dylir ikki fyri,
at Sjómansheimið nú fer
beinleiðis í kapping við
hini bæði hotellini í Havn
— Hotel Føroya og Hotel
Hafnina
Transport Forbundet) ið
legði lunnar undir føroyska
áræðið.
Á tidindafundi måna-
morgunin duldi Jeffri ikki
fyri, at lagaði lagnan seg
ikki, sum hon gjørdi, hevdi
gamla Sjómansheimið farið
á húsagang tá í 1995. So illa
stóð til.
Hóast dygga stuðulin, so
skyldar = Sjómansheimið
framvegis seks milliónur
krónur. Jeffri viðgongur, at
tað krevur nakað at fáa
hjólini at mala soleiðis, at
eisini kreditorarnir eru
nøgdir.
— Vit hava roknad okk-
um fram til, at f midal skulu
55 fólk skulu gista her
hverja nátt.
Hann dylir ikki fyri, at eitt
komandi føroyskt oljuævin-
týr eigur at kunna at fáa tað
at dryppa í kassan hjá Sjó-
mansheiminum.
Farvæl seydarhøvd
Vid nyggju Pizza-Caféini
eru aðrar figgjarligar dim-
ensjónir eisini vorðnar part-
ur av gerandisdegnum hjá
Sjómansheiminum.
— Ja, bara í Pizza-Café-
ini umsettu í fjør fyri líka
nógv, sum alt Sjómans-
heimið gjørdi í 1995, sigur
Jeffri.
Og meðan tey kíta seg við
pizzadoynum í niðastu
hædd, so er tað hinvegin
slutt við seydarhøvdum og
ræstum fiski á menukort-
inum í matstovuni uppi yvir.
Hóast rétføroysk mat-
mentan ikki longur er partur
av Sjómansheiminum, so
heldur Jeffri fast við, at
talan skal vera um eitt
heimligt umhvørvi hjá
gestunum. Hóast tað er nóg
fínt til hvgnn oljusjeik tað
skal vera, so skal sjó-
maðurin — sum heimið
upprunaliga varð ætlað til
— framvegis vera vælkomin.
Og hann fær framvegis
avsláttur í prísi. Ein prísur,
sum er øktur við næstan
100%. Fyrr kostaði eitt
einkultkamar 275 krónur
fyri eina nátt. Nú er prísurin
440 krónur.
Við blómuprýðinum frá
Orkis, og við málningum
eftir Trónda Paturssyni,
Amariel Norðoy og gðrum
av fremstu listarmonnunum
í Føroyum hangandi á vegg-
inum, royndi Jeffri ikki so
frægt sum at krógva, at
mánadagur tann 16. mars
1998 var ein stórur dagur
fyri Tórshavnar Sjómans-
heim.
Eitt heim við kongasuitu.
Challenger skal avloysa
Gulfstream-flogfarið
Í dag lendir eitt Challenger 604
flogfar í Vágum.
Løgmaður Edmund Joensen
telist millum teirra, ið taka
mot, tå Challenger 604
lendir i Vågum i dag
Við umborð á danska
verjuflogarinum eru fleiri
av ovastu generalum innan
donsku luftverjuna
Challenger flogfarið er er
eitt av trimum, sum danska
luftverjan ætlar skulu loysa
av Gulfstream III flogfarið
Tað var eitt Gulfstream-
flogfar, sum datt niður uttan
fyri Sørvåg illveðursdagin
fyri stívliga tveimum árum
síðan
Challenger 604 flogfarið
fær millum annað til
uppgåvu at verja føroyskt
og grønlenskt sjógki
Sverri:
Onga
viðmerking
Sverri Hansen vil ikki siga, um Fram-
taksgrunnurin ætlar sær at seta peng-
ar í Kósina
NICLAS JOHANNESEN
Framtaksgrunnurin spøkir
framvegis í Klaksvíkini
áleið beint har, sum flaka-
virkið Kósin liggur.
Tíðindi hava leingi gingið
um, at Framtaksgrunnurin,
hevur ætlanir um at seta
pengar í Kósina.
Og Kósin hevur harðliga
brúk fyri nýggjum kapitali,
nú teir báðir Jóhan Páll
Joensen og Jóhand Dávid
Joensen eru bakkaðir út og
hava selt sín A-partabrøv til
Sparikassan
Formaðurin í Framtaks-
grunninum Sverri Hansen
vil tó ongar viðmerkingar
gera. Hann vísir til nevnd-
ina fyri Kósina.
Vælkendir tónar eru tað
tó frá Framtaksgrunninum,
at fyrsta fyritreytin fyri, at
grunnurin vil seta pengar í
eina fyritøku er, at hon
verður mett "burðardygg".
Spurningurin er so, um
Kósin er burðardygg..
Thomas
kemur
Danski sjómans-
sangarin Fisker
Thomas kemur til
Føroya komandi
vikuskifti
Hann hevur lært at brúka
røddina úti á tí villa
havinum. Í harðari kapping
| við motoróljóð, bylgjubrot
| og fuglaljóð.
Fisker Thomas. Hver
annar, kundu tú freistast at
siga. Og nú kemur sjómans-
vísusangarin so til Føroya.
Hann er ein jyde —
vendelbo. Kemur har norð-
an úr Danmark, sum rúgva
av føroyingum búleikast.
Við sær hevur hann ein
harmonikuspælara, sjálv-
sagt. Og so er ein klarinett
og saxofonspælari eisini
við. Í tíðindaskrivi verður
sagt, at vilt tú til fulnar
Soleiðis sær Fisker
Thomas út.
kenna ágóðan av sangi
Tummasar, so mást tú eisini
skilja, at hetta er ikki bara
skemt. .
Hetta er ramasti ålvari.
Alvarin verdur å Hotel
Føroyum komandi viku-
skifti.
Og tad verdur uttan iva
stuttligt.