Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LAA Nr. 51 — 17. MARS 1998 mæ Møguleikarnir verða nú kannaðir fyri at seta Norr- ónu í suðuroyar- siglingina ímeðan Smyril er til eftirlit AK! BERTHOLDSEN I SU Tá ið Jonny Dimon á Tvør- oyri í Degi og Viku fríggj- akvøldid nevndi møguleik- an fyri at seta Norrønu í suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er til eftirlit, vóru tað nógv sum smirdust, tí tey hildu tað vera skemt. Ovist er, hvussu djúp tað stakk tá. Men tað er so í øllum før- um greitt, at síðani er tað tíðindablaðið S0S12uÐ blivið til alt annað enn skemt. Tí myndugleikarnir eru nú farnir at kanna møgu- leikarnar fyri at seta Norr- ønu í suduroyarsiglingina ta tíðina, Smyril er í dokk, væntandi ein mánaða ella so. Oli Hammer, stjóri á Smyril Line våttar, at hann er bidin um at kanna, um tað tekniskt ber til at seta Norrønu í sigling ímillum Havnina og Drelnes. Norrøna hevur verið á Tveroyri fyrr, men hevur ikki ligið í ferðafólkahavn- ini á Drelnesi. Smyril Line hevur fingið tekningar og dybdarkort av samferðsluhavnini á Drel- nesi, og tað er kannað nú. — Tekniskt er onki í vegin Dúgvan kann kosta fótbóltinum í Suðuroy dýrt: Fleiri spælarar nokta at sigla við Dúgvuni — Verður Dúgvan sett at rókja suð- uroyarsiglingina ein heilan mán- aða, kemur tað at kosta fótbóltinum í oynni dýrt, tí nógvir spælarar nokta blankt at sigla við Dúgvuni AK! BERTHOLDSEN — Tað er onki sum eitur. Tað má finnast eitt annað skip fyri Smyril enn Dúgvuna. — Ítrótturin í Suðuroy kann ikki góðtaka at Dúgvan skal sigla ein heilan mánaða. Finn Thomsen í TB sigur, at tað líkist ongum, at Dúgvan verður sett í sigl- ingina ein heilan mánaða ímeðan Smyril er til eftirlit. Men tað, sum verri er, er at hann ivast ikki í, at hetta kemur at kosta fótbóltinum, í Suðuroynni dýrt. — Eitt er, at Dúgvan er nógv minni, siglir nógv seinni og rullar nógv verri enn Smyril. — Spælararnir verða bådi rygg- og reyvabrotnir tå id teir eru komnir f land eftir eina ferð vid Dúgvuni, og eru tí ikki eru serliga væl upplagdir at sparka. — Men eitt annað, og líka álvarsligt mál, er, at spæl- arar eru ikki ødrvisi enn fólk flest - landkrabbar fyri tað mesta- og nógvir spæl- arar hætta sær als ikki at sigla við Dúgvuni. — Og teir eru fleiri, sum bart út noktað blankt at fara umborð. So sita tey heldur eftir, ímeðan liðfelagarnir fara norðureftir til dyst, sigur Finn Thomsen. Eitt nú ganga sýgur um ein av jugoslavunum, sum hava verið í Suðuroynni, at hann kom úr krígsherjaðum landi, men at tað var lítið av miklum afturímóti at sigla við Dúgvuni til og frá dysti ímillum suðuroynna og Havnina. Tað hevði hann roynt og tað ger hann ikki aftur. Men Finn Thomsen sigur, at feløgini í Suðuroynni eru so illa fyri við fólk, at tey tola ikki, at nakar setist eftir, og tá slett ikki av slíkum orsøkum. Hann vísir eisini á, at tað verður 6møguligt at fáa á- skoðarar norðaneftir til Suðuroyar at hyggja eftir týðandi dystum, og tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri feløgini í Suð- uroynni : --Men einsvæl verður tað 6møguligt at fáa viðhalds- fólk við suðuroyarliðunum norðureftir, og tað er ein smeitur fyri hini feløgini. — Tí bendir alt á, at verður Dúgvan sett í siglingina, fer tað at fáa avgerandi ávirkan á landskappingina við tað, at tað uttan iva fer at kosta suðuroyarliðunum stig, at tey noyðast at meta til dystir við illa uppløgdum og skerdum spælarahópi. Hann sigur tí, at kravið má vera at Strandferðslan og politiski myndugleikin útvegar annað, hóskandi avloysaraskip fyri Smyril. Norrøna skal kanska Óuroyarsigli — fyri at lata Norrønu rekja suðuroyarsiglingina. Tað er ivaleysa djúpt á Drelnesi og tað ber eisini til at leggja at. Sjálv ferjulegan kann eis- ini brúkast. — Einasti trupulleikin verður kanska, hvussu Norrøna skal bindast á Drel- nesi. — Bryggjan á Drelnesi er bara 78 metrar, men Norr- øna er 130 metrar long, og tað kann verða ein trupul- leiki, sum ikki er liðugt loystur enn. Óli Hammer sigur, at fyribils eru Smyril Line bar- a biðið um at kanna um tað tekniskt ber til lata Norrønu røkja Suduroyarsiglingina. — Men um talan blivur um leigumål er enn onki avgjørt um Annars var ætlanin, at 11 ngina tl … 2 Norrøna verður kanska nýtt suðuroyarskip — í ein mánaða. Møguleikarnir verða kannaðir at brúka hana til avloysara- skip fyri Smyril Norrøna skuldu fara eina rundferð í Norðuratlants- havi hesa tíðinam talan er um. Men tann ferðin kann flytast um álvari spyrst burturúr ætlanini at seta Norrønu í suðuroyarsigling- ina. Óli Hammer sigur, at tal- an var um eina ferð úr Dan- mark, til Føroyar, um Vest- mannaoyggjar til Reykja- vikar. Løgmadur var ikki at hitta. 1. Uppstillingarfundur til løgtingsvalid verður í hølum felagsins Nólsoyar Pålsgøta 7 mikukvøldid 18. mars kl. 20.00. Samstundis takkar felagið ollum javn- aðarveljarum í Norðoyggjum fyri dygga undirtoku á fólkatingsvalinum 11. maís. Nevndin