Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 Nr. 51 — 17. MARS 1998 Suðuroyingar siga nei takk: Teir vilja ikki hava Dúgvuna at sigla: — Vit góðtaka ikki at verða sett 30 ár aftur í tíðina. — Tí skal lógmað- ur og Strand- ferðslan útvega okkum eitt hósk- iligt avloysara- skip ímeðan Smyril er til eft- irlit, sigur Jonny Dimon AK! BERTHOLDSEN Táið tað frættist, at ætlanin er at seta Dúgvuna í sigling ímillum Havnina og Sudur- oynna, blivu suðuroyingar illir Og vikuskiftið hevur ikki kølt teir nakað serligt, tí teir eru akkurát líka illir enn Men ætlanin er ikki at góðtaka uttan svørdslag, at Dúgvan verður sett at røkja suðuroyarsiglingina ein heilan mánaða ímeðan Smyril er til fimm ára eftirlit frá 20 apríl Og ætlanin ern nú at mót- mæla hesi ætlan Leygardagin hevði Økis- felagið fyri ferðavinnuna í Suðuroy fund og tað sam- Góðtaka ikki at verða sett 30 ár aftur í tíðina Okisráðið fyri ferðavinnuna í Suðuroy er sett saman við einum umboði fyri hvørja kommununu í oynni. Á fundi leygardagin samtykti Okisráðið harðliga at mótmæla ætlanunum at seta Dúgvuna í sigling, tí tað er at fóra Suðuroyingar 30 ár aftur í tíðina. Hinumegin borðið sita, f.v., Árni Brattaberg fyri Vágs Kommunu, Elberg Klettheyggj fyri Hvalbiar Kommunu og Jonny Dimon fyri Tvøroyar Kommunu. Við endan situr Elin Nielsen úr Fámjin. Hesumegin sita v.m. Delmar Tausen úr Hovi og Anna Larsen úr Porkeri. Tað lá ikki fyri hjá sumbinginm, Snæbjørn Vestergaard, at móta, men hann tekur fult undir við mótmælinum. tykti einmælt at senda báði ráðharranum í samferðslu- málum, Edmundi Joensen, løgmanni, stjóranum á strandferðsluni, Reidari Nónfjall og løgtinginum mótmæli. Samstundins varð sam- tykt at senda øllum løg- tingsmonnunum fyri Sudur- oynna avrit av mótmælin- um. Jonny Dimon sigur, at Økisrådid góðtekur heilt einfalt ikki, at Dúgvan verð- ur sett í Suðuroyarsigling- ina. — Hon er ikki skip at sigla hesa farleið við, sum fyri ein stóran part er á opnum havi, tí hon er ov lítil, og rullar ov illa — Hon sigur, at heldur ikki tekur Dúgvan hvørki nóg mikið av ferðafólki, ella av farmi til at nøkta tørvin, sum er. — Hvør ferd imillum Havnina og Suduroynna tekur triggjar timar i besta føri, oftani væl longri. — Og Dúgvan er alt ov illa útgjórd umborð vid siti- plåssum og ødrum fasili- tetum til so langa ferð. Eitt nú er benkurnir alt ov smalir og í ov vánaligum standi at sita so leingi í. Men Jonny Dimon sigur, at ein annar vansi er, sum als ikki skal undirmetast. Og tað er, at fólk hava so so litið álit á Dúgvuni, at tey ikki tora at sigla við henni. Tað sama ár um ár Jonny Dimon sigur, at báði Strandferðsla og politiskir myndugleikar vita, hvat suðuroyingar halda um Dúgvuna. — Tí er tað átaluvert, at tey ár um ár koma okkum í hesa stóðu, at roynt verður at trumfa Dúgvuna í sigling, hverja ferð Smyril er burtur. — Eftirlitið hevur verið avtalað so mikið leingi, at ríkiligt av tíð hevur verið at útvega hóskandi avloysara- skip. Tí krevja vit, at hósk- andi avloysaraskip verður útvegað. Ber tað ikki til beinanvegin, krevja vit, at borið verður so bandi, at eft- irlitið verður útsett til hósk- andi skip er funnið, sigur Jonny Dimon. — Hetta, sum nú er ætl- anin, er at seta okkum meiri enn 30 ár aftur í tíðina, tí gamla Dúgvan var hóast alt betri útgjórd umborð - og tað kann undir ongum um- stóðum góðtakast. Jóannes Eidesgaard: At seta Dúgvuna í sigling er ein háðan ímóti suðuroyingum: Suðuroyarsiglingin og Dúgvan verða kanska løgd fyri í tingið Klárar lógmaður IKKI at loysa mál- ar at reisa tað rnginum fi at set- ! J a Dúgvuna í sigl- ing er ein háðan ímóti suðuroy- ingum AK! BERTHOLDSEN Hetta er aftur eitt dómi um, at vit hava ein lands stynsmann, sum ikki megr ar sitt arbeið Jóannes Eidesgaard, suð uroyarungmaður, er stak illa negdur 19 : k F 4 KK I HokKkurin reisir m KkKi I í Mi SUOUrovir sa málið er tað væl hugsandi ílið í tinginum, tí hetta ber gum, sigur Jóannes Eideseaard Hetta er ein háðan ímóti suðuroyingum og er enn eitt dómi um, hvussu ómetaliga ringt handalag landsstýrið hevur Jóannes Eidesgaard sigur, at verður Dúgvan sett í sigl- ingina nú, er ferðafólkasam- bandið ímillum Suðuroynna og Havnina flutt ein mans- aldur aftir í tíðina til tíðina, tá ið gamla Dúgvan sigldi, og tað er als ikki nøktandi. Hann sigur, at eftirlitið er avtalað langt síðani, so tað hevur verið ríkiligt av tíð til at útvega annað, hósk- andi skip. Hann ivast heldur ikki í, at tað hevði ikki staðið á at fingið eitt skip, tí nógvar ferjur liggja nú, m.a. í Dan- mark, eftir at fast samband er fingið um Stóarabelt Roynt okkurt nýtt Jóannes Eidesgaard heldur t.d., at hetta kundi verið eitt frålikt høvi hjá Strand ferðsluni og Landsstyrinum at roynt okkurt nýtt, t.d. eitt nýtt skipaslag, sum kanska kemur at verða avloysarin hjá Smyrli í framtíðini Hann hugsar t.d. um at tað hevði verið spennandi at leiga ein katamaran til at røkt suduroyarsiglingina fyri at vita, hvussu tad rigg- aði. Hann sigur, at vit eiga ikki at lata okkum ræða av royndunum, sum vórðu gjørdar við katamaraninum seinast í sjeytiårunum — Katamaranarnir, í dag eru ikki at samanlíkna við Hornoy, sum tá sigldi, tí hon var so lítil. Í dag fåast lættl- iga katamaranar, sum taka 150 bilar og fleiri hundrað fólk. Við slíkum skipi tók tað ikki ein tíma ímillum Suðuroynna og Havnina. Hann heldur, at tað hevði verið væl hugsandi, at teir høvdu kunna brúkst í Før- oyum, tí teir verða brúktir aðrastaðni, m.: vesturstrond Noregs, og har eisini mangan baldrut. Jó annes Eidesgaafd sigur, at hann hevur tosað við skip arar, og teir halda avgjørt, at tað hevði verið vert at roynt, tí tað er ógvuliga sannlikt, at tað hevði staðið seg í Føroyum. framvið Reisa málið í tinginum Hann sigur, at hann nú fer at bíða at vita, hvat lands stýrið ætlar at gera við hetta málið Men megnar landsstýrið ikki at loysa tað, er hann sinnaður til at reisa tað í tinginum fyri at finna eina loysn. — Tað haldi eg er okkara skylda, tí viteru vald at um boða Suðuroynna, og hetta hevur rættiliga stóran týdn ing fyri suðuroyingar sigur Jóannes Eidesgaard TE