Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 17. MARS 1998 til enn eitt stórtap Hondbóltur: Stjórnan var í Havn fyri aðru ferð innan tríggjar dagar og tapti aftur stórt Farna vika hevur roynst illa hjá Stjørnuni. Hóskveldið spældu klaksvíkskvinnur útsetta dystin móti Kyndli í Havn og taptu 39-16. Tveir dagar seinni, leygardagin, gekk leiðin aftur til høvuds- staðin, hesa ferð fyri at spæla móti Neistanum, og enn eina ferð tapti Stjórnan. Men úrslitið móti Neist- anum, 32-18, var betri enn úrslitið móti Kyndli tveir dagar frammanundan. Ser- liga í verjuni var innsatsurin hjá Stjórnuni betri enn í Kyndladystinum. Ein onnur orsøk til, at tapið ikki varð so stórt, var, at Neistakvinn- ur skundaðu sær ov nógv Neistin vann uttan trupulleikar dystin móti Stjórnuni leygardagin, men sigurin gjørdist ikki so stórur, sum neistakvinnur høvdu vónað | Mynd: Alvur Haraldsen móti endanum og tað kost- aði í hinum endanum Málúrtókan kann lættliga gerast avgerandi fyri, hvat av havnarliðunum endar ov ast, og målurtøkan kann enntá eisini í seinasta enda avgera FM-heitið. Tí var tað skilligt, at Neistakvinnur vildu vinna so nógv sum gjørligt á botnliðnum úr Klaksvík og helst meira enn Kyndil. Stóran part av seinna hálvleiki hevði Neistin Ingu Dahl framman fyri allar hinar í verjuni, har hon royndi at fáa fatur á bóltinum, tá Stjórnan spældi hann runt í álopinum. Inga fekk eisini fatur á eini tveimum bóltum, men ofta gekk ov skjótt í mótálop- unum, og tær mistu bóltin aftur. Og offensivi taktikk- urin hjá Neistanum gav eis- ini Stjørnuni betri møgu- leikar at fáa mál — møgu- leikar, sum tær dugdu væl at brúka. Ohepnasti spælari hjá Stjørnuni mundi vera Birgit Ryan, sum fekk triggjar av teimum fýra útvísingunum, sum vóru í dystinum. Tann triðja kom, tá seinni hálv- 15 leikur var komin í helvt, og so var dysturin liðugur fyri hennara viðkomandi At Neistin fór at vinna var ongantíð nakar ivi um Tær eru tað betri enn Stjórn an, sum er niðast í deildin við bert fýra stigum. Spurn ingurin var meira, um tær fóru at vinna eins nógv og Kyndil. Tað megnaðu tær ikki, og í løtuni er Kyndil 15 mál og tvey stig betri á stigatalvuni. Men Neistin hevur framvegis útsetta heimadystin móti GÍ eftir at spæla, og eftirsum StÍF um vikuskiftid vann rættiliga nógv á Kambsdali, kann Neistin fara fram um Kynd- il við at vinna hampuliga nógv á GÍ-kvinnunum elj 1. deild kvinnur: Neistin-Stjórnan (16-6) Neistin: Mildrið Jacobsen 11, Inga Falkvard Danberg 9, Kára á Dunga 4, Inga Dahl 3, Rúna Wardum 3 Susan Brockie 1 Jørgensen I Stjørnan: Simona Hansen 8, Anna K. Samson 4, Asa Petersen 2, Ragna Andrea- sen 1, Súsanna Jacobsen I, 32-18 Lovisa Birgit Ryan 1. Hansy Thomsen I Útvísingar: Neistin Stjórnan 4 Reytt kort: Stjørnan I Tað var væntað, at StfF- kvinnurnar fóru at vinna dystin móti GÍ á Kambs- dali, men tað var eitt sindur óvæntað, at sig- | urin skuldi gerast so | stórur. Men strandakvinnur eru sera væl koyrandi í løtuni, og longu næsta vikuskifti kunnu tær tryggja sær føroyameist- araheitíð. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var á Kambsdali leygar- dagin. StÍF kom upp á 8-1, áðrenn GÍ tók eitt hart tiltrongt time-out. : So líðandi kom GÍ meira fyri seg, tó uttan at kunna forða StF í at fara til hálvleiks við eini leiðslu upp á 18-7. | Seinni hálvleikur var | eitt sindur javnari enn | tann fyrri, men munurin var longu so stórur, at | Ko reen StÍF stórsigur á Kambsdali StIF kundi taka sær eitt síndur av léttum. Signhild Petersen var | enn eina ferð stóri spæt- | arin hjá strandakvinn- um, og hon gjørdi tiggju mål. | elj 1. deild kvinnur: G1-StIF 17-31 (7-18) GI: Sonja Gledisheygg 5, Sunrid Gledisheygg 5, Annika Jacobsen 3, Kristine Ellingsgaard 1, Beinta Joensen 1, Maria Olsen 1, Urd Potts 1. StÍF: Signhild Petersen 10, Anna Maria Berthel- sen 4, Bjørg Mikkelsen 4, Hanna Thorleifsson 4, Paula Jacobsen 3, Eyðleyg Mikkelsen 3, Alis Høghamar I, Birna Mikkelsen 1, Katrin Petersen 1. ; | Útvísingar: GÍ 5, StiF | 2 | VÍF vísti Neistanum hvar steypaskápið skal standa Hondbóltur: Munurin millum toppin og botnin var ongantíð týðiligari enn leygardagin, tá VÍF vann 39-19 á Neistanum Tað sá svart út hjá Neist- anum í dystinum móti odda- liðnum VIF leygardagin, og dagin eftir sá tað enn svart- ari út, tá KIF hevði vunnið á Kyndli Dysturin millum Neistan og VIF var dysturin millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini á gllum brøgdum. At fólk heldur ikki vænt- aðu tað stóra frá hesum dystinum, sást aftur á áskoðaraplássunum. A dómaraseðlinum stendur >Askoðarar: 21«, og tað man vera á góðari leið. Har- av var helvtin vestmenning- ar, so áhugin fyri Neista- liðnum er millum lítil og eingin, nú tað gongur so illa í hond hjá liðnum Ingi Olsen gjørdi eitt rættiligt hál. Spælandi venj- arin hjá vestmenningum skeyt ikki færri enn 16 mál elj 1. deild menn: Neistin-VIF 19-39 (9-19) Neistin: Karl O. Rasmus- sen 6, Benny Vium 3, Jåkup Sverri Kass 2, Kåri Mor- tensen 2, Finnur Petersen 2, Høgni í Jákupsstovu 1, Jan Niclasen 1, Ari Rouch 1, Teitur Samuelsen 1. VIF: Ingi Olsen 16, Áki Ol- sen 7, Sámal Joensen 4, Áki G. Olsen 4, Hjalmar K. Ol- sen 4, Agnar Joensen 2, Rógvi Nielsen 2 Utvisingar: Neistin 2, VÍF 3