týsdagur 17. mars 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Trúgvi Mortensen, NSÍ:
Vit ætla okkum so
avgjørt upp í 1. deild
Hondbóltur: Í seinastuni hevur
ljóðað, at 2. deildarmansliðið hjá NSÍ
ikki hevur hug at flyta upp í 1. deild
og tí við vilja ikki metir upp til
dystir. Men hetta avsannar Trúgvi
Mortensen, sum spælir við NSI-
liðnum
— Søgurnar um, at vit við vilja royna at sleppa undan
uppflyting, eru tiknar úr leysum lofti, sigur Trúgvi
Mortensen
— Tá fólk siga, at vit við vilja
ikki meta upp til dystir, tí
vit ikki hava hug til at flyta
upp í 1. deild, so er tað nak-
að humbukk og tvætl.
Tað sigur Trúgvi Morten-
sen, ið er við á NSI-lidn-
um, sum í løtuni hevur góð-
ar møguleikar fyri at flyta
upp í 1. deild.
Fimm lið eru í 2. deild:
SUF, Kyndil, Neistin, VÍF
og NSI. Av ti at øll liðini
uttan NSI eisini hava lið í
1. deild, kunnu tey ikki flyta
upp uttan so, at 1. deildar-
liðið hjá teimum flytir niður.
Neistin sær út til at flyta
niður í 1. deild, og 2. deild-
arliðið hjá Neistanum hevur
ongan møguleika fyri at
flyta upp. NSÍ liggur væl
fyri til at flyta upp, men í
seinastuni hava teir havt
trupult við at manna lið, og
tí eru tveir av dystunum hjá
teimum í seinastuni — móti
VIF og StIF — ikki spældir.
— Vit hava ikki serliga
stóran hóp, og um onkur
fellur frå, er sera torført hjá
okkum at fáa liðið mannað,
sigur Trúgvi Mortensen.
Hann avsannar, at NSÍ
við vilja ikki metir upp til
dystirnar, tí teir ikki hava
hug til at flyta upp í 1. deild.
Hetta hevði annars kunnað
bjarga Neistanum í 1, deild
við tað, at einki lið hevði
flutt upp.
— Hasar søgurnar eru tikn-
ar úr leysum lofti, sigur
Trúgvi Mortensen.
— Til dystin í Vestmanna
fingu vit tvey avboð í sein-
astu løtu, og vit royndu eis-
ini at fáa bæði tann dystin
og tann móti StIF fluttan —
uttan eydnu, sigur hann.
og
ein er venjari
Trúgvi vísir á, at tveir av
føstu spælarunum á NSI-
liðnum eisini dóma í 1.
deild, og ofta fellur hetta
saman, so hesir báðir ikki
kunnu spæla.
Og harafturat er Jens
Martin Knudsen, sum spæl-
ir við NSI, ofta upptikin av
kvinnuliðnum hjá GÍ, sum
hann er venjari hjá.
— Eg haldi eisini, at tað
sigur rættiliga nógv um
stødid í 2. deild, at vit kunnu
liggja ] fyri, sum vit gera,
heldur Trúgvi Mortensen.
— Vit hava ikki meir enn
7-8 spælarar, vit hava ongan
venjara, og vit skiftast um
at geva boð til dystirnar.
Allíkavæl klára vit at vinna
ein landskappingardyst
móti Neistanum við eini 20
málum. Tað er rættiliga
langt úti, sigur Trúgvi.
— Men flyta vit upp, so
flyta vit upp. Hvussu vit so
fara at klára okkum í |.
deild, er ein heilt onnur
søga, men tað er ikki so-
leiðis, at vit við vilja royna
at sleppa undan uppflyting,
sigur hann.
elj
Tað kom dátt við hjá
mongum og ikki minst
hjá Neistamonnum, tá
tað frættist, at KÍF hevði
vunnið á Kyndli.
Alt árið hevur bert eitt
stig skilt KÍF og Neistan,
men við sigrinum komu
kollfirðingar upp á fimm
stig, meðan Neistin bert
hevur tvey. Sostatt skal
nú eitt undur til, um
Neistin skal sleppa und-
an nidurflytingini.
Dysturin á Skála
sunnudagin var javnur
allan vegin, og liðini
skiftust um at vera á
odda. Í hálvleikinum
førdu kollfirðingar við
17 málum móti 16.
Tá seinni hálvleikur
byrjaði, fekk KÍF ein
mann útvístan, men tað
forðaði teimum ikki í at
skora til 18-16 og seinni
tíl 21-18.
Men kortini slepti
Kyndil ikki takinum og
kom afturíaftur.
Men tá KÍF við bert
fimm minuttum eftir
skoraði til 28-24, stóð
skriftin á vegginum, og
havnarmenn megnadu
ikki at taka kolifirðingar
aftur.
Fyri Kyndil er kapp-
ingarárið langt síðani
yvirstaðið, men tað var
ikki tí, at Kyndil tapti
| sunnudagin.
Nr. 51 — 17. MARS 1998
VST LE
KIF slapp
ur botninum
Hondbóltur: Ikki sørt óvæntað
vann KIF á Kyndli sunnudagin
Sigurin bjargaði iva-
leyst lívinum hjá KÍF í
bestu deildini, meðan úr-
slitið var ein katastrofa
fyri Neistamenn, sum
eins og øll onnur meir
ella minni høvdu innstill-
að seg til, at avgerandi
dysturin í botninum á 1.
deild ikki fór at koma
fyrr enn í seinasta umfari,
tá Neistin og KÍF skulu
spæla í Havn. Men um
ikki Neistin fær stíg frá
Kyndli komandi |
vikuskifti, flyta teir niður
í 2. deild
elj
1. deild menn:
KIF-Kyndil 29-27 (17-
16 |
KÍF: Jóan P. Olsen 10, |
Eddi Joensen 7, Petur M. |
Poulsen 4, Petur M. Jo-
hansen 3, Jónálvur Jo-
hannesen 2, Finn H. Jo-
hannesen 1, Vagnur Jo-
hannesen 1.
Kyndil: Bárður Johanne-
sen 7, Bjarni Wardum 6,
Regin Petersen 4, Hannis
Wardum 4, Rúní Poulsen
3, Uni Wardum 2.
Útvísingar: KÍF 4,
Kyndil 3.
Todi og Jákup vunnu
Fótbóltur: Bæði FCK og Herfølge
komu væl frá fyrsta umfari í seinnu
hálvu av superliguni
Jákup Mikkelsen og Todi
Jónsson vóru báðir á vøll-
inum, tá feløgini hjá teim-
um spældu fyrsta dystin í
seinnu hálvu av bestu
donsku fótbóltskappingini
sunnudagin
Í Parkini tók FCK ímóti
AB. og har mannaði Todi
Jónsson álopið hjá FCK
saman við David Nielsen,
meðan Thomas Thorninger
mátti noyðast við eitt pláss
á beinkinum til út í seinna
hálvleik, tá hann kom á
vøllin fyri ein troyttan Toda
Jónsson.
Jákup Mikkelsen stóð all-
ar 90 minuttirnar í málinum,
tå Herfølge vann botndystin
móti Íkast, og seint í dyst-
inum tryggjaði Jákup liði
sínum sigurin, tá hann
bjargaði fram úr væl í ein
móti ein stóðu við ålops-
mann hjá Ikast.
Todi hevdi eina
Hol varð sett á seinnu hålvu
í donsku kappingini, tá tvey
av toppliðunum, Silkeborg
og Brøndby, hittust longu
friggjakvøldid. Leingi var
ivi um hendan og aðrar
dystir, tí kuldin hevur gjørt
um seg í Danmark seinastu
vikurnar, og tað er ikki gott
fyri grasvallirnar.
Endin var, at hesin og
annars fimm av teimum ætl-
aðu seks dystunum vóru
spældir. Bert dysturin mill-
um OB og Lyngby varð av-
lýstur orsaka av veðrinum.
Brøndby styrkti um sína
oddastødu við at vinna 2-1
á Silkeborg. og grundarlag-
ið undir sigurin legði fyrr-
verandi Silkeborg-spælarin
Jesper Thygesen, sum í sín-
um fyrsta landskappingar-
dysti fyri Brøndby, skoraði
móti fyrrverandi lidfeløg-
unum í Silkeborg.
Hesin dysturin legði trýst
á FCK, tá liðið fór á vøllin
sunnudagin, men fyri eyg-
unum á fleiri enn 14.000
áskoðarum í Parkini vunnu
teir 2-1 á AB, sum hevði
uppiborið minst javnleik.
Verjuspælarin Diego Tur
kastaði skuggar á teir
mongu álopsspælararnar
hjá FCK, tí hann gjørdi
bæði málini í sínum dysti
nummar 150 fyri Keyp-
mannahavnarfelagið. Fyrst
stútaði hann hornaspark í
málið, og eftir at Jan Mich-
aelsen hevði javnað fyri
AB, gjørdi hann sigursmál-
ið, tá hann aftur avgreidda
hornaspark í málið, hesa-
ferð við fótinum.
Todi Jónsson spældi til
nakað út í seinna hálvleik,
tá hann varð útskiftur. Todi
var ikki við í nógvum, men
hann hevði eina góða roynd
á málið. David Nielsen út-
merkaði seg við at klossa
tveir stórar kjansir burtur,
meðan Thomas Thorninger
var tann av álopsspælarun-
um, sum gav besta inn-
trykkið og sannlíkt er, at
hann verður við frá byrjan,
tá FCK friggjakvøldid spæl-
ir toppdyst móti Brøndby.
Spurningurin er so um hvørt
David Nielsen ella Todi
Jónsson sleppa at spæla.
Jákup bjargaði væl
Herfølge-venjarin Ole
Mørch staðfesti sunnudagin
yvir fyri Jákup Mikkelsen,
at hann er maðurin, sum
hann ætlar at brúka í mál-
inum hjá besta liðnum í vár.
Jákup Mikkelsen vardi mál-
ið allar 90 minuttirnar, og
tað gjørdi hann sannførandi.
Einaferð mátti hann lúta,
og tað var tå Ikast javnaði
við einum framúr langskoti
úr 20 metrum, sum klaks-
víkingurin ongan møgu-
leika hevði at verja fyri.
Annars hevði Jákup ikki tað
stóra at gera, men hann var
við í avgerandi løtunum.
Eftir eitt langt útspark frá
honum kom málið til 2-1,
og seint í dystinum gjørdist
Ikast-åleypari leysur, men
Jåkup bjargadi sera væl vid
eini hondbóltslíknandi par-
adu.
So var sigurin heima, og
hann hevði stóran tydning
fyri Herfølge, sum legði
nakað av sjógvi millum seg
og liðini niðanfyri, sum
framvegis eru trý í tali. Nú
eru seks stig niður til nið-
urflytingarstrikuna, meðan
tað bert høvdu veri tvey
stig, hevði Herfølge tapt.
— Tað er týdningarmikið,
at vit hyggja uppeftir stiga-
talvuni heldur enn niður-
eftir, og eg eri vissur í, at
—
vit fara at yvirliva í super-
liguni, sigur Jákup Mikkel-
sen.
Hann og Herfølge spæla
næstu ferð móti AB á úti-
velli, meðan Todi og FCK
hava stórdyst móti Brøndby
fyri framman.
ek
Silkeborg - og 15. mars
i -Brøndby 1-2
AaB-Århus Fremad 3-1
FC København-AB 2-1
AGF-Vejle 0-0
Herfølge-Ikast 2-1
OB-Lyngby (útsettur)
Stødan
1. Brøndby 19 48-23 43
2. FCK 19 41-24 39
3. Silkeborg 19 32-24 36
4. AaB 19 38-26 31
S. Vejle 19 31-31 29
6. AB 19 37-30 27
7. AGF 19 29-28 24
8. Lyngby 18 32-41 23
9. Herfølge 19 29-42 20
10. Aarhus F. 19 32-46 15
11. Ikast 19 30-51 14
12. OB 18 20-34 12