mikudagur 18. mars 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Oddfríða Haraldsen,
stjóra og basssangara
til minnis
Uti á vágni lógu Boðasteinur , Kross-
steinur og Kyrjasteinar. Handan hesi
skip lá Ísvirkið — hvíttmálað við reyðari
tekju, reyðum vindeygum og einum
dunkandi motori. Hetta var myndin,
sum flestu fuglfirðingar serliga av
Bakkanum, festu eygað vid, tå ið teir
snimma á morgni sótu framman fyri
vindeygað við tekrússinum í tí einu
hondini og sukurmolanum millum varr-
ar og tanngarð. Oman fyri var keldan
Vígdá, Nón, Gjógvarafjall, Breiðaskarð
g Kambur
Tá ið motorurin glintaði visti tú at
Eliseus, Jóan Jakku og Olli vóru og
settu stimin upp, men har gekk eisini
ein annar maður og rokaðist: Oddfríður.
Hann var ikki sum stjórar flest. Ikki
var slipsknúturin knýttur um barkan,
hvíta flippan skygdi ikki ímillum tann
reyða sprossan og tann hvítmálaða
veggin, nei, hann var í bláum sjanga-
klæðum og rokaðist. Hesin litur hósk-
aði so ómetaliga væl til tann reyða og
hvíta litin. Her var atmosfera.
Ísvirkið er sermerktur bygningur.
Skaldskapurin í vindeygunum og
hurðunum vóru sum ristar úr myndu-
num hjá Piet Mondrian. Um gamli Har-
aldsen hevur hugsað um hetta, tá ið
hann hevur reist bygningin, er dult fyri
okkum, men bygningurin er ein áhuga-
verður bygningur. Vóni ikki, at hann
verður skoldaður, sum mangir aðrir her
í bygdini
Um morgnarnar, tá ið skipini lógu á
vágni, lógu tey og pilkaðu burtur av
Ísvirkinum, við sínum svarta litið trýsti
gronina í móti tí reyðu hurðini og teim-
um hvítu veggunum og skorsteinurin
so køla, krunka svartur fór eftir tekjuni
og endaði í ti grøna bønum. Soleiðis lá
hann við teymin og mól til hann fór av
landinum seldur sum gamalt jarn. Men
eitt forvitnisligt í hesum spuna var, at
ein erlakongsdóttir bygdi reiður í einum
av ventilunum í stýrihúsinum. Óvitarnir
róðu umborð fyri at skoða hetta reiður
Hesin svarti trolarin, rustdæmdur hýsti
einari erlakongsdóttir. Hon var tann
síðsta, sum fór av trolaranum, áðrenn
hann fór av landinum ;
Tå id skipini komu undan Grønlandi
ella Íslandi varð landað úti á Isvirki-
num. Haraldsen gamli hevði ofta ein
hóp av óvitum kring seg. Somuleiðis
Oddfríður. Har var gylt av tí smáa slag-
num, tå ið lastin varð løgd upp. Nú
vart tú millum menn og gjørdi manslít
og stjórin sjálvur í tí bláu draktini
var mitt ímillum henda hóp og stílaði
fyri. Ljóst salt, hvítur fiskur, ein blá
drakt og óvita ovfarakæti
Vóru tað. ikki skipini hjá Harladsen,
ið vórðu landað, bar tað meiri enn so á,
at tað vóru trolarnir hjá Kjølbro, ið
løgdu lastina upp her. Hetta var í fimmti
árunum. Tá var smáligt manga staðni,
og væl kom tað við, at ein last kom til
bygdina og fiskurin varð pakkaður her
Í hesum roka var Oddfríður. Hann hevði
ikki bindindi til at standa aftan fyri
diskin í forrætningini, nei rokast og taka
eina hond í, tað var hansara. Hann var
altíð at síggja úti á Ísvirkinum, turki-
húsinum og umborð á Ólavi Halga. Her
virkaði hann sum stjóri, men hann gekk
í tí somu bláu draktini
Picasso eigur myndina Blá atmos-
fera, har alt er blátt. Men hóast hetta er
blátt, so er tann blái liturin meira enn
bláur. Yður og yðukálvur koma upp úr
dýpinum og lyfta teg upp í eitt rúmdar-
kervi við stjórnum og stjórnusólum av
fjarum leiðum. Ísvirkið við tí bláu
draktini hjá Oddfríða hevur sítt pláss
her. Maðurin var mentamaður. Hann
var ikki bert stjóri av heiti, men í hes-
um orði búði eisini eitt musiskt menn-
iskja.
Hann var maðurin, ið segði sína
hugsan, og kendi tú ikki mannin, kundi
hetta verða tikið illa upp, men eitt orð
er eitt orð og ein maður er ein maður,
og hetia kendi tú mangan í kórinum,
har hann hevði sín fasta sess sum bass-
sangari, men virðing hevði tú fyri hes-
um ljósa basssangara. Eitt kveldið
mælti hann: Eg havi sungið her í fimmti
ár, men mær er ongantíð unst eina utt-
anlandsferð við kórinum. Tað er langt
skeið at syngja. Kvøld um kveld, at
fara úr Fløtugerdinum og seta seg í
basssessin og so venja. Í heyst, tá ið
manskórið fór undir venjingarnar, var
hann tann fyrsti, ið hevði á orði: Vit
mugu hava okkurt at syngja ímóti, vit
mugu fara eina uttanlandsferð. Nú
manskórið stevnir móti London á pásk-
um hevur hann lagt árar inn, men orðini
eru í minninum, hóast merktur av sjúku,
hevði hann viljan og hugflogið, og gav
hann hetta til kennar í hesi útsøgn.
Øll árini, hvar tú hevur verið kór-
leiðari í bygdini, kendist fløvin frá hon-
um. Ringdi norður og spurdi: Hvussu
gongst. Var onkur kórleiðari og vitjaði
ella okkurt kórtiltak í bygdini, vart tú
vísur í, at hann og Kathrin, konan rættu
eina hond.
Nú á páskum hevur Lions listafram-
sýning úti í Runavikar skúla. Øll árini
hevur Oddfríður verið við til at savna
málningar til hetta tiltak — ein 26 ár.
Hann er komin á gátt, og heimta teir,
og hevur hetta verið ein síður, sum
hevur verið fastur táttur, síðani farið
var undir hetta tiltak. Hann var góður
við Fuglafjørd, hann var góður við
hvort kykt, ið rørdi seg á mentanar
gkinum, og hetta kendu vit, sum fáast
við hetta dagliga.
Erlakongsdóttirin umborð á Kross-
steini fór av skipinum, tá ið tað fór sína
síðstu leið út um Enni. Oddfríður, sum
búði uppi í Fløtugerdinum, fór úr heimi
sínum, nú lívsfarið fór út um síðsta enni
á ferð síni til teir ævigu bústaðirnar.
Ein sangari er farin.
Fjørdurin var so sera bláur, nú hann
var borin út ... kavi og ein bláur fjørd-
ur. Hann sang so mangan: Nár fjordene
bláner som markens viol... Hvíl í friði
kæri basssangari. Vit hittast aftur og
syngja: Når fjordene bláner. Friður ver-
ið við minninum um Oddfríða.
Frits
Nr. 52 — 18. MARS 1998
Minningarorð um systkinabarnið
ónfríð Dahl
Ein vekur blóma er upprivin við rót,
bert 45 ára gomul. Tað er so ófatiligt,
at vit ikki skulu hava hesa vøkru blómu
ímillum okkara meira. Vit eru blivin
so nógv fátækari.
Tung vóru boðini, sum vit fingu, at
Jónfríð ikki var ímillum okkum meira,
at hon var farin av ferðsluvanlukku á
veg til arbeiðis, til tað arbeiði, sum
hevði ein so stóran tydning fyri hana,
henni, sum dámdi so væl at arbeiða
sum sjúkrahjálpari og passa gomul
fólk.
Eftir sita vit spyrjandi: hví skuldi
hon blíva rivin burtur frá okkum, hon,
sum sá so lætt upp á lívið, og sum var
so væl til passar, altíð uppmuntrandi
og glað, hon sum var í bestra aldri,
og hon sum hevði so nógv at liva fyri.
Saknurin er stórur hjá tykkum, góðu
Jógvan, Beinta, Pauli og Jákup. Tit
hava mist tykkara elskaðu kon og
mammu, og hjá tykkum Pálli, Alicu,
Delmari, Mortani og Sólfríð, tit hava
øll mist tykkara elskaðu dóttur og
systir, hon, sum elskaði tykkum so
nógv, og sum tók tykkum fram um
alt. Ringt er at skilja, at lívið skal
ganga víðari uttan hana, tað menn-
iskja, sum stóð einum so nær, men
eitt kunnu vit í felag ugga okkum við:
vit fara tó einaferð at meta henni aftur.
Eg og Jónfríð stóðu hvørji aðrari so
nær. Eg fari at sakna hana nógv, sakna
hennara nærheit, hennara smíl og
hennara kærleika, sum hon altíð sýndi
okkum øll. Hon hevði so stóran týdn-
ing hjá okkum, og ikki at gloyma hjá
okkara børnum. Vit hava tíbetur so
nógv góð minnir saman um hana, og
tey minni vilja vit altíð minnast á við
gleði. Vit fara ongantíð at gloyma
hana.
Friður veri við minninum um mítt
systkinabarn Jónfríð.
Josefina
Telefonbokin “98
komin
Tá Telefonbókin í fjør skifti
ham, varð eisini avgjørt av-
gjørt at geva hana út á
hverjum ári. Ætlanin er at
geva bókina út um ársskift-
ið, men av tí at øll telefon-
nummur |. apríl verða
broytt til 6-siffur, hava vit
valt at bíða við útgávuni til
dagurin nærkast. Sostatt eru
øll telefonnummur í hesi
bókini skrivað við nýggju
6-siffurunum.
Telfonbókin er eisini í
aðrar mátar broytt í mun til
seinastu útgávu. Gulu síður-
nar eru nú farnar aftur um
hvítu síðurnar, útgreinað
innihaldsyvirlit er á síðu 3,
so lættari er at finna evnini
í bókini. Á bláu síðunum
eru nú yvirlit yvir post-
smogurnar í Føroyum um-
framt nýggj kunning frá t.d.
landsstýrinum og kommun-
unum. Á hvítu síðunum
hava fyritøkur møguleika
fyri at seta búmerki teirra
saman við upptøkuni, og
gulu síðurnar verða nú
prentaðar í litum.
Telefonbókin er aftur í ár
gjørd í samstarvi millum
Telefonverkið og Kunning-
artænastuna. Myndina á
permuni hevur Absalon
Hansen tíkið av Koltri.
Telefonbókin er prentað í
34.000 eintøkum hjá Odda
hf. í Reykjavík, sum hevur
gjørt eitt dygdar avrik. Tele-
fonbókin verður í viku 11
og 12 borin øllum telefon-
Blúu Bjóunar
Mos soðnar 2
Telefonbókin
Gulu Síðurnar
felagum í Føroyum, og
Postverk Føroya stendur
fyri útberingini. Telefon-
bókin verður eisini til keyps
í Telebúðunum kring landið
fyri 50,- kr. Sum nakað nýtt
eru 500 bøkur framleiddar
við harðari permu, hesar
verða seldar í Telebúðunum
fyri 100,- kr. Eisini ber til
at fáa telefonbókina send-
andi við at ringja 11433, tá
verður postgjaldið lagt aft-
urat prísinum.
Vit hava leitað leingi og
væl, men hava bert funnið
fáar villur. Ein er á s. 94,
har »Miiller« stendur ovast
á síðuni, hetta er skeivt. Í
staðin skal standa >Nicla-
sen<. Vit biðja teir 19 felag-
arnar um umbering og vóna
at villan ikki førir ov nógv-
an ampa við sær. Finnur
onkur aðrar villur, vilja vit
fegin frætta um hetta.
Nógv hava vent sær ut
Telefonverkið við uppskot-
um til broytingar í Telefon-
bókini. Vit á Telefonverkin-
um eru sera takksom fyri gl!
uppskot og allar viðmerk-
ingar til telefonbókina. Vit
taka í hvørjum einstaka føri
stóðu til, um broytingarnar
hóska til nýggju útgávuna
og nýta tey, um So er.
Summi hugskot verða
goymd til seinni útgávur.
Vit eru væl nøgd við úr-
slitið, og vóna at Telefon-
bókin verður eitt hent upp-
slagsamboð hjá øllum før-
oyingum.
Eru spurningar til telefon-
bókina, eru fjølmiðlarnir
vælkominir at ringja til
Telefonverkið og tosa við
Andras Róin ella Poul
Henrik Poulsen.