mikudagur 18. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 18. MARS 1998
+
Graham Taylor hevur heitt á Jákup á Borg úm at vera i
Watford í eina viku afturat. Sunnudagin skoraði hann eitt
mál fyri ungdómsliðið,
sum vann 4-1 á Stevenage. Og
Heðin á Lakjuni gjørdi tvey av hinum trimum málunum
Føroyingar
skora fyri
Watford
Fótbóltur: Jákup á Borg og Heðin á
Lakjuni vóru báðir millum málskjútt-
arnar í dysti fyri ungdómsliðið hjá
Watford sunnudagin
Tað gongur væl hjá teimum
báðum føroysku fótbólts-
spælarunum í enska 2
Deildarfelagnum Watford
úr London. Åtjan ára gamli
Jákup á Borg úr B36 og 20
ára gamli Heðin á Lakjuni
úr KI hava vant nógv, síðani
teir fóru avstað næstseinasta
vikuskifti. Jákup hevur fyri
tað mesta vant við unglinga-
liðnum, meðan Heðin hevur
vant við teimum eldru, tí
hann er ov gamal til ung-
lingaliðið. Og harafturat
hava teir spælt saman á ung-
dómsliðnum hjá Watford.
Og sunnudagin gjørdu
teir báðir føroyingarnir
rættiliga vart við seg.
Ungdómsliðið spældi á
útivglli móti einum ung-
dómsliði hjá Stevenage, og
Watford vann 4-1. Og ikki
nóg mikið við tí: Av teimum
fýra málunum hjá Watford
gjørdi Heðin á Lakjuni tvey
og Jákup á Borg eitt.
I dag skulu teir báðir vera
við í einum venjingardysti
hjá eykaliðnum hjá Wat-
ford.
Ætlanin var, at Jákup á
Borg skuldi koma heim aft-
ur mánadagin, men fyrrver-
andi enski landsliðsvenjarin
Graham Taylor, sum nú er
manager í Watford, heitti á
Jákup um at verða verandi í
eina viku afturat. Sostatt
koma teir báðir heim aftur
mikudagin ella hósdagin í
næstu viku.
elj
tíðindablaðið SOSTANNM
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Gsosialuri
Stubbar
uttan úr heimi
Herzog í Bremen fram til 2002
Andreas Herzog, sum er fastur maður á mið-
vellinum hjá eysturrikska landslidnum, hevur
nú longt sáttmálan við týska felagið Werder
Bremen
Herzog, sum varð keyptur frá Bayern Mun-
chen í 1996, hevur nú sáttmála við Werder Bre-
men fram til år 2002
Andreas Herzog var annars vid å cysturrikska
landsliðnum, sum í 1990 tapti O—1 móti Føroy-
um í Landskrona — nakað, hann kaflar »svartasti
dagur í minari karrieru«.
Schmeichel skjotari
klárur enn væntað
Danski landsliðsmálverjin Peter Schmeichel,
sum skaddi seg sjálvan í Premier League dysti-
num millum Manchester United og Arsenal
leygardagin, verður kanska skjótari klárur aftur
enn av fyrstan tíð hildið
Upprunaliga var hildið, at Schmeichel noydd-
ist at sita uttan fyri í eini fimm vikur, men nú
frættist úr Manchester, at hann kann gerast
klárur aftur til hálvfinaluna í Champions League
tann 2. Apríl. Hetta krevur tó, at Manchester
United vinnur á Monaco í seinnu fjórðings-
finaluni í kveld.
Wenger: Landskappingin
størst tydning
Arsene Wenger, sum er venjari hjá enska Premi-
er League felagnum Arsenal, sigur, at hóast
liðið hevur møguleika fyri at vinna »the
Double< — bæði landskappingina og steypa-
kappingina — so hevur landskappingin størst
tydning. Men hann vísir á, at hóast Arsenal nú
bert er seks stig aftan fyri oddaliðið Manchester
United vid trimum dystum færri, so er liðið
framvegis langt frá succes í báðum kappingu-
num.
Villa-venjari í ødini
John Gregory, sum herfyri tók vid venjarastarvi-
num í Aston Villa eftir Brian Little, er í ødini
um strævnu dystarskránna, Aston Villa hevur í
hesum døgum.
— Vit hava seks heilar dystir upp á 17 dagar
Tað er nógv kravt av spælarunum, at teir skulu
toppa seks ferðir innan 17 dagar, har av fýra
ferðir innan 9 dagar, sigur John Gregory.
Aston Villa er sum einasta enska lið framvegis
við í UEFA Cup-kappingini, har teir skulu spæla
móti Atletico Madrid:
Panucci: Vit kunnu klára tað
Taliumadurin Christian Panucci, sum spælir við
spanska stórliðnum Real Madrid, heldur, at
felagið framvegis hevur góðan møguleika fyri
at vinna Europa Cup-kappingina fyri meistara-
lið fyri sjeyndu ferð og sostatt seta met.
— Tað ræður nógy um at renna og stríðast, og
vit hava spælarar, sum duga júst tað, sigur Pa-
nucci. Real Madrid spælir í kvøld seinnu fjórð-
ingsfinaluna móti Bayer Leverkusen úr Týsk-
landi.
Lesið eisini
itrottin á
17
Internetinum
www.sosialurin.fo
Regin
Vagadal
nr. 8 av 10
Sterkir menn: Føroya sterkasti mað-
ur gjørdist leygardagin
<
nummiar atta
avtíggju í eini rættiliga harðari kapp-
c
ing i Helsingfors. Tveir av
num endaðu á ståkrahusinum
Leygardagin var Føroya
sterkasti maður Regin
Vágadal í finska høvuds
staðnum Helsingfors, har
hann var ein av 10 monnum
í eini kapping
Mad gekk ikki serliga
væl hjá mær. Ég blen
nummar 8 av teimum tiggju
i kappingini, sigur Regin
Kappingin for fram yvir ein
dag, og átta styrkiroyndit
vóru. Men tað visti seg
skjótt, at royndirnar vóru ov
harðar, sjálvt fyri nakrar av
heimsins sterkastu monn
um
Islendingurin Magnús
Vér Magnússon endaði á
sjúkrahúsinum nakrar tímar
eftir, at kappingin var liðug
Tað sama gjørdi ein finn-
lendingur — teir høvdu stutt
og greitt overvað seg
Nú tosa tey um at gera
eina reglu, sum sigur, at tað
ikki skulu vera fleiri enn
seks styrkiroyndir upp á ein
dag. Hatta var í øllum fórum
ov strævið, sigur Regin.
Hann sigur, at sjálvur tók
hann kappingina sum eit
slag av venjing upp til stór
kappingar, sum verða seint
tar
sterka síð:
ingar eru rættiliga sterkir
á ti økinum, so kappingir
var sjálvandi skipað so
leiðis, at finnlendingarnir
fingu fyrimun
Kappingin fór fram í eini
stórari høll — sama hell, sum
heimsmeistarakappingin í
íshockey varð hildin í fjør
og har vóru eini 10.000 fólk
og hugdu at kappingini
Í maí mánaði byrja fleiri
av teimum mongu opnu
kappingunum í Skotlandi
og Regin sigur, at hann
kanska fer niður til onkra
av teimum. Annars hevur
hann størri kappingar í
Budapest, Sveríki og Hol
landi í august mánaði
el;
neðan finnlend