Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 220 - 19. november 2003 Nr. 220 - 19. november 2003 3 Ráðstevna um misnýtslu: Upplýsing og kunning besta vápnið Fyrrverandi alkolholikarar besti ráðgevin - Alkoholsølan skal ikki vera frí, men und- ir skipaðum umstøð- um tvs. at nógv meiri pengar skulu nýtast til upplýsing og kunning, enn tað verður gjørt í dag. Upplýsing og kunning kunnu rokn- ast sum ein íløga í menniskjanum, sum vónandi fer at gera, at fólk fara at gerast meiri vitandi um vandarnar av mis- nýtslu. Í síðsta enda fer landið at spara pening uppá viðgerðir o.a. sum er sera kostn- aðarmikið fyri eitt lítið land sum okkara sigur Martin Kúrberg, formaður í Fráhalds- ráð Føroya FRÁHALDSRÁÐ- STEVNA Torkil V. Rasmussen Leygardagin skipaði Frá- haldsráð Føroya fyri ráð- stevnu um misnýtslu. Klingran í Norðurlanda- húsininum var karmur um ráðstevnuna. Umboð fyri ymsu fráhaldsfeløgini vóru á ráðstevnuni, har almenn- ingurin eisini var boðin. Endamálið við ráðstevnuni var at kunna og upplýsa um vandarnar við misnýtslu. Fráhaldsráð Føroya varð sett á stovn fyri góðum fýra, fimm árum síðani, og er felagið eitt samstarv millum feløgini IOGT, Blái Kross Føroya, Adventista- samkomuna og Nólsoyar- og Haldórsvíkar Avhalds- felag. Uml. 2.700 limir eru í samstarvinum. Felagið verður fíggjað við lima- gjøldum og hevur tó eisini fingið eina lítla játtan frá landsstýrinum. Samstarvið hevur markerað seg í fjøl- miðlunum, men er hetta fyrsta av komandi mongu upplýsingar- og kunnandi tiltøkum um vandarnar við misbrúki, sum samstarvið ætlar sær at halda í nærm- astu framtíð. Formaðurin í Fráhalds- felag Føroya, Martin Kúr- berg, var ein av høvuðsstig- takarunum til ráðstevnuna. Vit settu honum nakrar spurningar viðvíkjandi støðuni í Føroyum í dag. Hvussu er misbrúkið í Føroyum í dag? – Misbrúkið hevur broytt karakter, í teirri fatan at tað eru fleiri ung, sum gerast misýtarar og ikki einans av alkoholi, men eisini av rús- evnum s.s. Amfetamin, Ecstasy, Hash o.s.fr. – Hvat kann gerast við støðuna, tá ið m.a. summi vilja vera við, at liberalis- eringar fara at minka um misnýtsluna sum heild, tí tá gerst tað ikki longur spenn- andi. Ert tú samdur í hesum sjónarmiði? – Nei, avgjør t ikki. Av egnum royndum veit eg, at misbúkið einans veksur, um tað gerst ov lætt at fáa fatur á rúsdrekka o.ø. Í heila tikið er fríur rúsdrekka- og rús- evnispolitikkur ein skeiv gongd at fara. Tak t.d. Havn- ina sum dømi. Havnin er ein sera lítil býur í heimshøpi, men í dag hava vit minst 20 skeinkiloyvir, og eru tey næstan øll komin innan tey síðstu fimm,, tíggju árini. – Hvat heldur tú um rákið, sum er í fleiri av evropeisku londunum, t.d. at frítt hash og nálir til rúsevnismisnýtarar er ein gongd leið? – Í hasum førunum haldi eg, at tað er at uppgeva trup- ulleikan og góðtaka tað, at lagnir fara fyri skeytið. – Nú verður sera nógv tosað um tær 13,5 mió. kr., sum Rúsdrekkasøla Lands- ins skal hava í lógarbundna yvirskotinum. Hvat heldur tú um tað? – Eg kann ikki siga annað enn, at vit flentu. Tað er lát- urligt, at fólk, sum ikki longur eru, ella hava verið misnýtarar, skulu fíggja eitt yvirskot hjá einari rús- drekkasølu. At Rúsdrekka- søla Landsins ikki hevur fingið tað yvirskot, sum hon skuldi er helst ein ábending um, at fólk eru farin at keypa minni av alkoholi. Í staðin fyri at játta hesa upphædd, sum er ætlað til viðgerðarmøgu- leikar o.l. skuldi hesin pen- ingur heldur verði nýttur til upplýsing, soleiðis at vit høvdu spart pening uppá viðgerðir o.l. Alkoholsølan skal ikki vera frí, men undir skipaðum umstøðum tvs. at nógv meiri pengar skulu nýtast til upplýsing og kunning, enn tað verður gjørt í dag. Upplýsing og kunning kunnu roknast sum ein íløga í menniskjan- um, sum vónandi fer at gera, at fólk fara at gerast meiri vitandi um vandarnar av misnýtslu. Í síðsta enda fer landið at spara pening uppá viðgerðir o.a. sum er sera kostnaðarmikið fyri eitt lítið land sum okkara. – Tað er av sera stór- um týdningi, at av- haldsfeløgini eru virkin. At tey virka kunnandi, vegleiðandi og duga at vísa á sonn lívsvirði. Ein alkohol- ikari við útbúgving innan evnið er helst tann besti ráðgevin, tí hann hevur bestu innlivingarevnini segði Jesper Grubach, ráðgevi á ráðstevnuni, sum Fráhaldsrørslan skipaði fyri í viku- skiftinum FRÁHALDSRÁÐ- STEVNA Torkil Rasmussen Gestafyrilesari á ráðstevn- uni í Norðurlandahúsinum leygardagin var danin Jesper Grubach, óvirkin alkoholikari, sum í dag starvast og hevur útbúgving sum ráðgevari innan mis- nýtslu. Hann helt fyrilestur um ung og misnýtslu. Misnýtsla er ein partur av teirri menniskjaligu náttúr- uni. Vit eru øll misnýtarar. Vit vilja gera alt fyri at vera nøgd og hava tað gott. Um vit ikki eru misnýtarar av rúsdrekka ella rúsevnum, so eru vit misnýtarar av onkrum øðrum s.s. fartele- fonum, sjónvarpi, mati, drekka, hjálpsemi v.m. Tað, sum er grundleggj- andi fyri rúsdrekka og rús- evnismisnýtslu, er uppal- ingin. Hevur eitt barn altíð fingið góða umsorgan, virðing og kærleika, so gerst tað ikki misnýtari. Tað hevur fingið tað, sum tað skal hava fyri at hava tað gott. Rúsdrekka og rús- evni verða næstan altíð nýtt sum ein háttur at fylla eitt tómrúm í lívinum ella at flýggja frá veruleikanum við, segði Jesper Grubach. Tey yngru gerast misnýtarar Tað er hend ein broyting í danska samfelagnum. Tey í aldursbólkinum 16-25 ár eru tey, ið alsamt størri mun søkja eftir hjálp. Trup- ulleikin hjá einum ráðgev- ara er, at tey duga væl at Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Kristina Eysturberg Hvalba andaðist og varð jarðað. Tøkk tit øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til bróður okkara fyri vøkur orð í kapellinum. Tøkk til Ólav Rasmussen prest fyri góð og troystarnrík orð í heimi og kirkju. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til sambýlið. Stóra tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Eisini ein tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúrkahúsið og í heimarøktini fyri tað, tit vóru fyri hana. Familjunnar vegna Børnini Framhald á síðu 4 Fleiri kend andlit vóru at síggja á ráðstevnumi Jesper Grubach Fyrrverandi skúla- stjórin í Hoyvíkar skúla, Petur Dahl, heldur, at hagtølini yvir skúlaøkið í Havn siga lítið um veru- leikan. - Talan er ikki um annað enn turr tøl, ið einki siga um skúlan, dygd ella trivna. Skúlarnir eru væl fyri í Havn, og vit hava altíð fingið nokk frá Tórshavnar kommunu, sigur Petur Dahl SKÚLAØKIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrrverandi skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Petur Dahl, heldur lítið um staðfesting- ina, vit gjørdu í blaðnum í gjár um, at Havnin er eftir- bátur á skúlaøkinum. Hann heldur tvørturímóti, at støð- an er rættiliga góð á skúla- økinum í Havn. – Talan er ikki um annað enn turr tøl, ið einki siga um skúlan, dygd ella trivna. Skúlarnir eru væl fyri í Havn, og vit hava altíð fingið nokk frá Tórshavnar kommunu, sigur Petur Dahl Hann heldur, at skúlaøkið verður væl umsitið, og skúlarnir hava altíð havt ein góðan í Tórshavnar komm- unu. Petur Dahl fortelur, at tað hevur aldrin restað í, tá skúlarnir hava havt tørv fyri fígging til rakstur. -Vit hava altíð fingið nógv til skúlaamboð, teld- ur, reingerð og annan rakst- ur, so eg vil siga, at økið verður væl umsitið av kommununi. Fyrrverandi skúlastjórin í Hoyvíkar skúla heldur, at tað er meir umráðandi at hyggja at, hvussu játtanin til skúlan í teimum ymisku kommununum verður um- sitin, og hvat ein fær burt- urúr pengunum, heldur enn at hyggja, hvussu stór játt- anin er. Vantandi íløgur Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, so skulu hagtøl altíð lesast við fyrivarni. Hagtøl- ini á skúlaøkinum hjá Hag- stovu Føroya eru gjørd upp eftir netto útreiðslum á bæði rakstrar- og íløgusíð- uni í árunum 1993-2002. Jan Christiansen vísti á í blaðnum í gjár, at hann roknaði við, at orsøkin til, at Havnin lá so niðarliga í hagtølunum var, at ongar íløgur eru gjørdur í skúla- bygging, síðan í sjeyti árunum. Tá hagtølini hjá Hag- stovu Føroya bert fevna um tíggju ára skeiðið 1993- 2002, er rættiliga nærliggj- andi at gera ta niðurstøðu, at vantandi íløgur á skúla- økinum í høvuðsstaðnum er orsøkin til, at Havnin liggur so niðarliga í hag- tølunum. Hendir nakað Spurdur, um tørvur er á nýbygging innan skúla- verkið í Havn, svarar Petur Dahl, at tað altíð hevur verið nokk av húsarúmi hjá teimum ymisku skúlunum í Havn, men ein kann altíð ynskja sær ein rúmligari skúla. – Í Hoyvik skúla fingu vit fyri einum ári síðan tríggjar nýggjar skúlastov- ur, so vit klára at halda tørn til nýggi skúlin er klárur í 2006. Kommunuskúlin fær eisini ábøtur, hóast arbeiðið er steðgað, og í síðstu viku var skúlin klárur í Kaldbak við ábøtum, so tað hendir nakað allatíð á skúlaøkin- um, greiðir Petur Dahl frá. Hann visir á, at tað tekur tíð at koma úr kreppuni fyrst í nítiárunum, og møguliga átti Tórshavnar kommuna at verið skjótari á sjóarfallinum í einstøkum førum við ráðlegging fyri framtíðina, men tað er ikki so, at nakar skaði er komin av tí. Væl fyri Petur Dahl sigur at enda, at eina til tvær ferðir árliga hittast allar skúlastjórar kring landið, har ymisk mál verða umrødd. Tá fíggjar- ligi parturin hevur verið viðgjørdur, hevur tað verið hansara fatan at skúlastjór- ar uttanfyri Havnina, halda, at Havnin er rættiliga væl fyri fíggjarliga á skúla- økinum, og teir í einstøkum førum øvunda Havnini. Hagtøl siga lítið Petur Dahl heldur, at hagtølini yvir skúlaøkið siga lítið um veruleikan. Hann heldur, at støðan á skúlaøkinum í Havn er rættiliga góð í Havn Mynd: Savnsmynd Formaðurin í ment- anarnevndini í Tórshavnar býráð, Heðin Mortensen, sigur, at skúlaøkið verður raðfest høgt í høvuðsstaðar- kommununi. Býráðs- samgongan hevur sett sær sum mál at seta alla orku inn á skúla- økið, eftir at barna- ansingartørvurin eftir ætlan verður nøktaður komandi summar, sigur Heðin Mortensen SKÚLAØKIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heðin Mortensen, ið er for- maður av mentanarnevnd- ini, sum varðar av skúlun- um í Tórshavnar kommunu, heldur ikki, at tað er rætt at tosa um, at ov lítið verður gjørt á skúlaøkinum í Tórs- havnar býráð. – Samgongan hevur sett sær sum mál at raðfesta barnaansing, skúlaøkið og eldraøkið fremst. Tørvurin á ansingarplássum í komm- ununi verður nøktaður komandi ár, og síðan verður øll orka løgd á skúlaøkið, har stórar íløgur standa fyri framman, sigur Heðin Mortensen. Formaðurin í mentanar- nevndini sigur, at nógvur peningur verður í dag settur av til rakstur av skúlunum í Havn. Hann sigur seg eisini vænta, at skúlaleiðslurnar í Havn eru væl nøgdar við játtanina, tær fáa til rakstur um árið frá kommununi. Heðin Mortensen ásann- ar kortini, at tað eru ikki nógvir pengar settir av til íløgur til skúlar í Havn seinastu árini, men tann støðan er um at broytast. - Tað er rætt, at seinasta rættiliga nýbyggingin innan skúlaverkið í kommununi er Hoyvíkar skúli, har sein- asti partur varð bygdur seinast í áttatiárunum. Vit hava tó bygt upp í Venjing- arskúlanum og gjørt umfat- andi umvælingar í Komm- unuskúlanum, so vit hava ikki ligið heilt á latu síðuni, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat í løt- uni verður arbeitt við ein- um nýggjum skúla í Hoy- vík, og á Argjum arbeiðir býráðið eisini við eini loysn, so tørvurin eisini har verður nøktaður. – Skúlin í Kaldbak er klárur, og 20 mio. krónur eru settar av til skúlan í Kollafirði. Arbeið- ið við Kommunuskúlan er í løtuni steðgað, men har er alt projekterað. Sankta Frans skúli fær ein nýggjan bygning, sum skal rúma fyrsta og øðrum flokki, og Eystursskúlin skal hava nakrar ábøtur, so nógvar ætlanir um skúla- økið liggja á borðinum í í løtuni, greiðir Heðin Mor- tensen frá. Nógvir tilflytarar Stóra tilflytingin til Havnar og veksandi barnatalið hev- ur við sær, at tað er neyðugt við størri íløgum í skúla- verki komandi árini. Spurdur um, býráðið ikki fyri langari tíð síðani átti at sæð, at tað varð neyðugt við størri íløgum í skúla- verki í kommununi, svarar Heðin Mortensen, at skúla- økið hevur verið ráðlagt eftir einum nattúrligum vøkstri í kommununi, men tilflytararnir til kommun- una við børnum, er nærm- ast ógjørligt at rokna út, og tí hevur verið torført at hava fult tamarhald á støð- uni. – Barnatalið fer helst ikki at veksa í kommununi í framtíðini, men heldur standa í stað. Tað fer at gera tað lættari at planleggja fyri skúlaøkið, og eg kann sláa fast at vit koma at nøkta allan tørvin á skúlaøkinum, tá núverandi ætlaninar hjá kommununi verða framdar í verki, sigur Heðin Mor- tensen at enda. Skúlaøkið verður raðfest høgt Heðin Mortensen sigur, at skúlaøkið hevur raðfest høgt í Tórshavnar kommunu. Eftir, at tørvurin á ansingarplásssum er nøktaður komandi summar, verður øll orka løgd inn á skúla- økið, sigur formaðurin í mentanarnevndin hjá Tórshavnar býráð Mynd: Savnsmynd C M Y K 3 2