mikudagur 19. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 220 - 19. november 2003
Nr. 220 - 19. november 2003
5
Birting 2003 er
komið í bókabúð-
irnar og kostar kr.
80,-
TÍÐINDASKRIV
Hetta er 15. árgangur av
blaðnum og innihaldið í
ár er fjølbroytt. Stuttsøgur
er eftir Steinbjørn B. Jac-
obsen, Lydiu Didriksen,
Frits Johannesen og Sól-
vør Patursson Niclasen.
Yrkingar eftir Jóngerð
Poulsen, Sólrun Michel-
sen og Høgna Egholm
Magnussen.
Freydis Poulsen skrivar
brot úr Oyra søgu, Jo-
hannes Andr. Næs áhuga-
verda frásøgn um Gøtuna
á Fjalli, og Sjúrður Poul-
sen skrivar um tríggjar
minnisverdar hendingar í
Skúgvi.
Myndprýtt hava Gyðja
Didriksen, Gunnvør
Joensen, Frits Johannesen
og Maria Smith. Forsíðu-
myndina hevur Sámal
Jákup Joensen tikið eina
summarnátt á Fjallavatni.
Lagt til rættis Birting
hevur Niels Nattestad.
Birting
komið
Norröna til Íslands alt árið
10. januar komandi ár
broytir Smyril Line
vetrarferðaætlanina
hjá Norrönu, so Ís-
land eisini verður
partur av vetrar-
skránni. Í nýggju
vetrarferðaætlanini
verður harumframt
beinleiðis samband
millum Hanstholm
og Bergen
TÍÐINDASKRIV FRÁ
SMYRIL LINE
Beint eftir nýggjár — 10.
januar 2004 — tekur Smyr-
il Line Ísland upp í vetrar-
ferðaætlanina hjá Norrönu,
og harvið eru øll londini á
summarrutuni hjá Smyril
Line við í vetrarferðaætlan-
ini.
Broytingin hevur eisini
við sær, at beinleiðis sam-
band verður millum Hanst-
holm og Bergen. Sostatt
verður
í
vetrarhálvuni
hvørja viku siglt: Hanst-
holm-Bergen-Lerwick-
Tórshavn-Seyðisfjørður-
Tórshavn-Lerwick-Bergen-
Hanstholm.
– Hetta beinleiðis sam-
bandið úr Hanstholm um
Bergen, Lerwick og Tórs-
havn allan vegin upp til
Íslands í vetrarmánaðunum
er ein liður í áhaldandi
menningini av siglingini í
Norðuratlantshavi
við
okkara
nýggja
skipi.
Nýggja vetrarferðaætlanin
gevur
ferðafólkum
úr
Evropa møguleikan at vitja
Ísland við bili alt árið, og
harumframt verður okkara
farmaleið til Íslands meira
støðug, sigur Óli Hammar,
stjóri í Smyril Line.
Tveir dagar í Íslandi
Tá nýggja vetrarferðaætl-
anin hjá Norrönu verður
sett í gildi, ber til at steðga
tveir dagar í Íslandi, um tað
ikki liggur fyri at vera har
eina heila viku. Norröna
verður á Seyðisfirði kl.
09.00 týsmorgun og fer av-
stað aftur mikudag kl.
18.00.
– So hóast fólk velja tann
stutta Íslandstúrin, fáa tey
stundir at vitja Mývatn og
onnur áhugaverd støð á
Eysturlandinum, og góðar
stundir verða at heinta og
útflýggja farm um alt
Ísland, vísir Óli Hammer á.
Ferðafólk á rundferð við
Norrönu í vetrarhálvuni
kunnu frá 10. januar næsta
ár steðga í Føroyum mána-
dag og seinnapart hósdag.
Norröna kemur á Havnina
kl. 06.00 mánamorgun og
fer til Seyðisfjarðar mána-
dag kl. 17.00. Hon kemur
aftur til Føroya úr Íslandi
hósdag kl. 13.00 og siglir
síðani til Lerwick, Bergens
og Hanstholm hóskvøld kl.
20.30.
Norðmenn fáa eitt serligt
ferðatilboð í nýggju vetrar-
ferðaætlanini hjá Smyril
Line, tí nú verður møguligt
at fara stuttar vikuskiftis-
túrar úr Bergen til Hanst-
holm. Farið verður úr Berg-
en fríggjakvøld klokkan
21.30, og komið verður til
Hanstholm leygardag kl.
11.00. Norröna siglir úr
Hanstholm aftur leygardag
kl. 16.00 við kós ímóti
Bergen, Lerwick, Tórshavn
og Seyðisfirði.
Landsstýrið gevur nú
nýggj lánsbrøv út.
Samlaða upphæddin
á hesum er hálvonnur
milliard
LÁNSBRØV
Tíðindaskriv frá
Landsbankanum
24. november 2003 gevur
Føroya Landsstýri út nýggj
lánsbrøv.
Lánsbrøvini
verða í trimum ymiskum
røðum, við ymiskari lánstíð
og rentu. Upphæddin er
tilsamans 1.500 mió kr:
1.2003/2004: 750 mió kr 1
ára lánsbræv, áljóðandi
renta 2%
2.2003/2006: 375 mió kr 3
ára lánsbræv, áljóðandi
renta 3,5%
3.2003/2008: 375 mió kr 5
ára lánsbræv, áljóðandi
renta 4,25%
Útgivnu lánsbrøvini skulu
partvís nýtast til at endur-
fíggja verandi lánsbrøv,
300 mió kr, sum falla til
gjaldingar 11. desember
2003, og restin, 1.200 mió
kr, til framskundaða aftur-
gjalding av láni frá danska
statinum. Umframt nevndu
1.200 mió kr, verða 500
mió kr somuleiðis aftur-
rindaðar statinum av tøka
gjaldførinum, soleiðis at
afturgjaldingin
verður
1.700 mió kr.
Lánsbrøvini
verða
noterað á Kauphøll Íslands
hf og útgivin á virðisbræva-
miðstøðini VP í Danmark.
Landsbanki Føroya og
Nordea Bank fyriskipa
lánsbrævaútgávuna,
og
Føroya
Sparikassi
og
Kaupthing Føroyar eru
með-fyriskiparar.
Lánsbrøvini verða seld í
Føroyum og uttanlands, og
endaligi kursurin verður
ásettur
mikudagin
19.
november.
Prospekt um lánsbræva-
útgávuna er tøkt á heima-
síðuni
hjá
Landsbanka
Føroya: www.landsbank.fo.
Skuld landskassans
Aftaná framskundaðu aft-
urgjaldingina verður skuld
landskassans
munandi
broytt, og niðanfyri sæst
samansetingin áðrenn og
aftaná umfíggingina:
Nýggj lánsbrøv
Mió kr
Áðrenn
Aftaná
umfígging
umfígging
Danski Staturin (1998-2018)
3.351
1.651
Danski Staturin (2018) *)
500
500
Lánsbrøv
300
1.500
Onnur skuld
102
102
Tilsamans
4.253
3.753
*) Kr. 500 mió er lán, sum er partur av avtaluni við donsku stjórnina frá 1998.
Lánið er rentu- og avdráttarfrítt til 2018, tá tað fellur til gjaldingar ella fellur
burtur, alt eftir um kolvetnisframleiðsla til ta tíð fer fram í føroysku undir-
grundini
tosa og snýta ráðgevaran,
soleiðis at torført er at raka
tey. Tey vilja vita, um ráð-
gevin er eins og "hini" tvs.
foreldur, vinir og onnur tætt
knýtt at teimum, helt Jesper
Grubach áfram við.
Eingin byrjar uppá eina
misnýtslu uttan, at viðkom-
andi fær okkurt burturúr.
Oftani fáa tey eina falska
kensla av, at tey fáa okkurt
burturúr. Av teirri orsøk er
tað ikki bert eitt mál at fáa
tey burtur úr misbrúkinum,
men áhaldandi at vegleiða
misnýtararnar og geva teim-
um betri tilboð enn tað, ið
misnýtslan gav teimum. Tað
handlar um at fáa eyguni
upp fyri røttum lívsvirðum,
segði Jesper Grubach.
Vertshúsið sum
heimstaður
Ein
rúsdrekkamisnýtari
kennir seg heima í einum
føstum vertshúsi. Tvs. tað
vertshúsið, ið misnýtarin
altíð gongur á. Barrvørurin
veit sum oftast, hvør mis-
nýtarin er, tosar virðiliga og
vinarliga við misnýtaran.
Hetta gevur misnýtaranum
eina kenslu av heimi og
tryggleika. Tískil er tað góð
samvera og virðing, sum
misnýtarin
ofta
søkir.
Hevði tað ikki verið fyri
rúsdrekka, so hevði hann
ikki kunnað fylt hetta nógv
saknaða tómrúm út. Tískil
leggur Jesper Grubach enn
einaferð dent á, er tað sera
torført sum ráðgevari at
vísa misnýtaranum á onnur
betri tilboð, sum tað rúsfría
lívið borgar fyri.
Eins og fótbólts-
deildirnar
Jesper Grubach samanbar
misnýtarar við eina deild í
fótbólti. Ein misnýtari vil
heldur vera best í tí ringastu
deildini enn at liggja niðast
í tí bestu. At liggja ovast í
verstu deildini er t.d. at
berjast mest, at drekka
mest, at rópa harðast v.m.
Politikarnir eru sera torførir
at fáast við, tá ið umræður
upplýsing og onnur kunn-
andi tiltøk. Tað skal altíð
greinast og viðgerast út í
æsir. Uttan avhaldsfeløg
hevði eingin kunning verið,
segði Jesper Grubach.
Hvat við pengum til
upplðsing?
Tað er sera speisemiligt at
hugsa sær, at í Danmark
verða 25 % av játtanini til
heilsuverkið nýtt til við-
gerðir av misnýtarum av
ymsum slag. Meðan loyvini
at selja rúsdrekka og økja
um útboðið støðugt skulu
økjast, soleiðis at peningur
kann fáast til vega at fíggja
viðgerðirnar. Tískil vísir
hann á tað sama, sum Mart-
in Kúrberg vísti á, at pengar
til upplýsing er tað, ið vit
sum íbúgvar í einum sam-
felag av álvara hava tørv á.
Smábørn við brenni-
vínssodavatn
Flestu handlarnir í Dan-
mark eru givnir at selja
sodavatnlíknandi brenni-
vín, men enn eru tað tey
stóru sølustøðini, sum selja
tað. Hjá teimum handlar
tað bert um útboð og eftir-
spurning. Er eftirspurning-
urin har, ja, so verður tað
selt, segði Jesper Grubach.
Trupulleikin er tann, at
hetta slag av brenninvíni
verður sett við síðunar av
vanligum sodavatni. Tað
kemur meiri enn so fyri, at
smábørn ganga og fylla seg
við hesum innihaldi, tí tey
halda tað vera sodavatn.
Niðurstøða
Jesper Grubach endaði við
at siga, at tað er av sera
stórum týdningi, at av-
haldsfeløgini eru virkin. At
tey virka kunnandi, veg-
leiðandi og duga at vísa á
sonn lívsvirði. Ein alkohol-
ikari við útbúgving innan
evnið er helst tann besti
ráðgevin, tí hann hevur
bestu innlivingarevnini.
Framhald á síðu 4
Birgir fær dreymastarv
Komandi ár verður
ein føroyingur rektari
á Nordisk Journalist-
center, NJC. Birgir
Kruse skiftir starvið
sum kunningarstjóri í
Norðurlandahúsinum
út við eitt dreyma-
starv í einum tí elsta
norðurlendska stovn-
inum, sum heldur til í
Århus
STARV
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Í húsinum hjá føroyingafel-
agnum í Århus hongur eitt
uppslag. Birgir Kruse, best
kendur fyri sína djúpu og
mentaðu
útvarpsrødd,
sóknast eftir einari íbúð frá
komandi ári.
Orsøkin er, at hann eftir
øllum at døma verður rekt-
ari á Nordisk Journalist-
center, sum hevur skriv-
stovu í Århus. Starvið verð-
ur ikki sett endaliga fyrr
enn 4. desember, men Birg-
ir Kruse er einmælt innstill-
aður av stýrinum fyri NJC.
14 umsøkjarar vóru til
starvið, men alt bendir so-
statt á, at 46 ára gamli før-
oyingurin fær tað.
– Eg kann vátta, at stýrið
fyri NJC einmælt hevur víst
á meg, men eg noyðist
samstundis at leggja dent á,
at tað er mentanarnevndin
undir norðurlendska ráð-
harraráðnum, sum tekur
endaligu avgerðina, sigur
Birgir Kruse.
Hann viðgongur kortini,
at hann er farin at gleða seg,
og uppslagið í Áarstovu
vitnar um, at hann eisini er
farin at fyrireika seg.
– Hetta er eitt dreyma-
starv og ein stór uppgáva,
sum eg gleði meg til. Eg
havi alt mítt lív fingist við
undirvísing og journalist-
ikk. Havi eisini altíð havt
serligan áhuga fyri tí norð-
urlendska, so tað verður
ikki nógv betri, sigur Birgir
Kruse, sum í løtuni starvast
sum kunningarleiðari hjá
Norðurlandahúsinum
í
Havn.
Birgir Kruse er útbúgvin
lærarari og hevur harafturat
tikið PD á Pedagogiska
Universitetinum í Keyp-
mannahavn um samskifti
og miðlar.
Norðurlendskur
kjarni
Nordisk Journalistcenter er
millum teir elstu av 30
stovnum undir Norður-
landaráðnum. Í roynd og
veru er stovnurin javngam-
al við Birgir Kruse, sum er
føddur í 1957.
– Grundsjónarmiðið er,
at journalistar í Norður-
londum eru tann størsti
einsháttaði bólkurin av
mentanararbeiðarum. Upp-
gávan hjá NJC er tí at
tryggja, at tað altíð eru
journalistar, sum eru ser-
kønir í norðurlendskum
viðurskiftum. At tað altíð er
ein kjarni, sum viðger tað,
sum er frammi í Norður-
lendskum høpi, sigur Birgir
Kruse.
Virksemið savnast um 11
skeiðsvikur, har átta teirra
eru samanhangandi. Talan
er um eina eftirútbúgving,
sum best kann lýsast sum
eitt grundskeið í dagførd-
um norðurlendskum viður-
skiftum. Føroyingar hava
luttikið sum fyrilestrarhald-
arar, og seinast røddi Jó-
annes Eidesgaard um før-
oysk viðurskifti. Harafturat
eru skeið í einstøkum norð-
urlendskum evnum yvir
eina og tvær vikur.
Birgir Kruse hevði óivað
ein fyrimun fram um aðrar
umsøkjarar. Hann hevur
sjálvur
fingið
norður-
lendsku journalistvirðisløn-
ina, sum verður latin av
Nordbok. Virðislønina fekk
hann fyri eina røð av út-
varpssendingum, har hann
yvir trý ár viðgjørdi norður-
lendskar bókmentir, og tí er
hann sjálvur eitt dømi um
mentanarberan, sum sam-
ansjóvar Norðurlond.
Nógvar visjónir
Sjálvur hevur Birgir ongan-
tíð verið á adressuni hjá
NJC í Århus, men hann
hevur longu gjørt sær
onkrar tankar um, hvat
hann ætlar sær. Eitt mál er
at geva føroyingum og
grønlendingum betri at-
gongd til stovnin.
– Á staðnum er bæði út-
búgving og studentagarður,
og skeiðið kostar 18.000
krónur við øllum. Tey stóru
londini fáa alt rindað, og
ein uppgáva verður at
ávirka viðkomandi mynd-
ugleikar soleiðis, at Føroy-
ar og Grønland fáa somu
rættindi. Eg vil gera tað
møguligt hjá føroyingum at
koma á skeiðini, tí áhugin
er stórur. Tað vísir seg, at
tess minni eitt land er, tess
størri
er
norðurlendski
áhugin, sigur Birgir Kruse.
Grønlendingar hava eina
journalistiska útbúgving,
men í Føroyum er einki.
NJC hevur áður skipað fyri
skeiðum í Føroyum, og tað
er eisini ætlanin frameftir.
Við at geva føroyingum
møguleika at taka lut í
journalistisku eftirútbúgv-
ingini vónar Birgir Kruse,
at okkurt verður sett í
gongd.
– Journalistisk útbúgving
er ikki til í Føroyum, og tað
er eitt øgiliga stórt trot á
eftirútbúgving. Kanska fær
NJC hjálpt til at skumpa
undir at fáa eina rættiliga
føroyska journalistútbúgv-
ing, tí tørvurin er stórur,
sigur Birgir Kruse.
Í aðrar mátar fer NJC eis-
ini at vera merkt av, at ein
føroyingur kemur at standa
við stýrisvølin.
– Í sambandi við tað
næsta Prix Føroyar kundi
eg hugsað mær at fokusera
serliga upp á tónleik og
journalistikk við støði í
føroyskum tónleiki, sigur
Birgir Kruse, sum eisini
vísir á, at áhugin fyri viður-
skiftum í útnorði er stórur.
Útnorður og
freelance
Annars umboðar hann øll
Norðurlond, og tí ræður um
at fylgja við í, hvat rørir seg
í norðurlendska samstarv-
inum og at skipa fyri skeið-
um, sum upplýsa journal-
istar í teimum viðurskiftun-
um.
Síðstu árini hevur út-
norður havt stóran áhuga,
og tað sampakkar eisini væl
við eina visjón hjá Birgir
Kruse. Hann hevur skotið
upp at seta á stovn eina
norðuratlantiska tíðinda-
stovu, tí mangan eru upp-
lýsingarnar bæði tilvildar-
ligar og skeivar, sum koma
úr økinum, tí journalistar-
nir kenna ikki umstøðurnar.
Sjálvur
hevur
Birgir
Kruse arbeitt sum free-
lance journalistur í 25 ár,
og tað fer helst eisini at
síggjast aftur í virksemin-
um.
– Eg kundi hugsað mær
at skipa fyri einari free-
lance stevnu. Rættindini
hjá free-lancarum eru ikki
serliga væl umsitin. Teir
hava einki fakfelag og eitt
nú upphavsrættindini hjá
free-lancarum eru ógvuliga
tilvildarliga viðfarin, sigur
Birgir Kruse.
Birgir Kruse loysir Stein-
Ove Grønsund av sum rekt-
ara fyri Nordisk journalist-
center tann 1. februar 2004.
Um ráðharraráðið vil.
Fiskur
fær frítt
at fara
Nýggjar reglur eru
ásettar fyri, hvat tú
kanst innflyta av
mati til Danmark-
ar og onnur ES-
lond til privata
nýtslu. Verða regl-
urnar ikki hildnar,
fer vøran retur
MATVØRA
Ingi Rasmussen
Reglurnar fyri innflutn-
ingi av mati til Dan-
markar og restina av ES
eru herdar. Sum skilst
eru nøgdirnar, tú kanst
taka við tær, tær somu,
men eftirlitið er hert.
Tú kanst taka óavmark-
að av fiski og fiskavøru
við tær. Í hesum er
íroknað turrur og ræstur
fiskur. Við kjøtinum,
grind og fugli er øðrvísi.
Innflytir tú seyða- og
neytakjøt skal hægst eitt
kilo vera í hvørjum
pakka. Kjøtið kann vera
saman við aðrari mat-
vøru, men mongdin
kann í mesta lagi viga
fimm kilo.
Tú kanst í mesta lagi
hava fimm kilo av flog-
fenaði, fugli og haru,
grind, eggum til matna
og
pasteuriseraðari
mjólk og mjólkaúrdrátti,
stendur at lesa á heima-
síðuni hjá Fødevare-
direktoratet, fdir.dk, har
eitt samlað yvirlit fæst.
– Verða reglurnar ikki
hildnar, sleppur vøran
ikki inn í Danmark og
verður send aftur til
Føroya. Um matvøra
skal takast til annað ES-
land enn Danmark, er
skilagott
at
spyrja
heilsufrøðiligu myndug-
leikarnar í landinum um
reglurnar fyri innflutn-
inginum, áðrenn sent
verður úr Føroyum, sig-
ur Ingibjørg Egholm av
matvørudeildini
hjá
Heilsufrøðiligu starvs-
stovu.
Reglurnar eru ásettar
fyri at forða fyri inn-
flutningi av smittu, sum
kann gera donsk dýr
sjúk. Reglurnar skifta
javnan, tí hugt verður
eftir heilsustøðuni hjá
dýrum í einstøku lond-
unum. Reglurnar eru
bara galdandi fyri priv-
atan innflutning.
KLIPP. Norðurlendskur filmur hevur stóra áhugan hjá Birgiri Kruse. 1. februar setir hann ein nýggja spola á, tá hann verður
rektari hjá Nordisk journalistcenter í Århus
Mynd: Álvur Haraldsen
Navn: Birgir Kruse
Aldur: 46 ár
Útbúgving: Lærari og pedagogiskt diplom
Størv: Free-lance journalist, lærari, kunningar-
leiðari o.m.a.
Annað: Fekk Nordisk Journalistpris frá Nordbok í
1998
Fakta
C
M
Y
K
5
4