Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 220 - 19. november 2003 Nr. 220 - 19. november 2003 7 Nýggj tvífløga við kvæðum, skjaldrum og kingosangi Franskt útgávufelag og Tutl geva í sam- starvi nýggja tvífløgu út ÚTGÁVA tíðindaskriv "Traditional music in the Faroe Islands" er heitið á eini nýggjari tvífløgu, ið er komin út. Tvífløgan er útgivin í samstarvi millum føroyska plátufelagið Tutl og franska útgávufelagið Frémeaux & Assosiés, og verður at fáa til keyps í 32 londum. Á fløgunum eru tey ymisku sløgini av før- oyskum traditionellum tón- leiki - kvæði, vísur, tættir, skjaldur og kingosangur - umboðaði. Útgávufelagið Frémeaux stendur fyri sjálvari útgávuni og út- breiðsluni, meðan Tutl hev- ur staðið fyri tilrættislegg- ingini av ljóð-, teksta- og myndatilfarinum. Flestu upptøkurnar á fløgunum báðum eru um- vegis Útvarp Føroya fingn- ar til vega frá svenska út- varpinum, ið var við á eini felags norðurlendskari inn- savningarferð í Føroyum í januar og februar 1959. Elstu upptøkurnar á fløgun- um eigur Jógvan Gerðalíð, og tær eru við tjørnuvíking- um, ið syngja kingosálmar í 1950. Nýggjastu upptøkur- nar eru gjørdar fyri fýra árum síðani. Tilfarið er skipað á tann hátt, at upptøkur, har før- oyskt mál verður nýtt (kvæði, tættir og skjaldur), eru á fyrru fløguni, meðan upptøkur, har danskt mál verður nýtt (sálmar og vís- ur), eru á seinnu fløguni. Ein bóklingur við frágreið- ingum á enskum og fronsk- um máli fylgir við fløgun- um. Upptøkurnar við før- oyskum kvæðum og tættum og donskum vísum eru gjørdar í dansi í Sumba, á Velbastað, Strondum, í Skálafirði, Nólsoy, Gøtu og Skálavík. Skjaldrini eru upptikin í Havn, Streym- nesi og á Toftum. Upptøk- urnar við kingosangi eru gjørdar í Klaksvík, Saksun, Gøtu, Streymnesi og á Strondum. Jónheðin Tróndheim mastraði fløgurnar. Kári Sverrisson, Kristian Blak og Svend Højgaard løgdu útgávuna til rættis fyri Tutl og franska útgávufelagið. Nýggj tvífløga við millum øðrum Kingo, kvæðum og skjaldrum er nú komin á marknaðin Møguliga tvífalt gull til Eivør Fyrsta fløgan hjá Eivør varð seld í hópin av eintøkum í Íslandi, men nú verður roknað við, at nýggja fløgan, Krákan, verður seld í eini 10.000 eintøk- um. Hetta er tvífalt gull og fáir íslend- ingar megna hetta TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Fyrsta fløgan hjá Eivør Pálsdóttir varð seld í 6000 eintøkum í Íslandi. 5000 eintøk gevur gull í Íslandi og fáar fløgur í Íslandi megna tað árliga. Nú verður mett, at nýggja fløgan hjá Eivør, Krákan, verður seld í hóp- in av eintøkum og at steðg- ur ikki kemur í, fyrr enn eini 10.000 eintøk eru seld. Jens Guð, føroyavinur og tónleikaserfrøðingur. dugir vanliga væl at meta um og hann fylgir væl við, og tá um føroyskan tónleik ræður, er hann rætti maðurin at spyrja. Og tað er hann, sum hevur gjørt metingarnar um sølugongdina . Eivør hevur eftir stuttari tíð skapt sær eitt navn í Íslandi og hava Íslending- ar tikið hana til sín. Tó er tað eitt bragd at selja so nógvar fløgur. Jens Guð undirstrikar, at serliga er hetta merkisvert, tí mong onnur stór nøvn hava ikki hesi sølutøl og nýggja fløgan er av slagnum, ið ein skal hoyra meira enn einaferð, áðrenn ein varn- ast, hvussu góð hon í veruleikanum er. Krákan hevur ligið sum nummar 4 á íslendska sølulistanum farnu vik- una. Eivør hevur longu vunnið sær gullplátu fyri fyrstu útgávu sína, og spátt verður nú, at nýggja fløgan kann geva tvífalt gull Næstformaðurin í fíggjarnevndini, Vil- helm Johannesen sig- ur, at enn er langt á mál við fíggjarnevnd- ararbeiðinum, áðrenn fíggjarlógin verður klár til aðru viðgerð í løgtinginum FÍGGJARNEVND- ARARBEIÐI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fíggjarlógin hevur seinastu vikurnar verið til umrøðu í fíggjarnevndini. Bæði for- maðurin og næstformaður- in í fíggjarnevndini, Óli Breckmann og Vilhelm Jo- hannesen, siga, at arbeiðið gongur sína gongd, men ásanna, at enn er langt mál. Umframt at viðgera sjálva fíggjarlógina, so hevur fíggjarnevndin úr at gera við øðrum málum. Vilhelm Johannesen greiðir frá, at í løtuni eru níggju mál til viðgerðar í fíggjarnevndini, og tað darvar fíggjarlógararbeið- inum nakað. Nevnast kann, at bæði broytingar í skatta- lóggávuni og tolllógini eru í løtuni í fíggjarnevndini. Framvegis gjøgnumgongd Vilhelm Johannesen hevur drúgvar royndir í fíggjar- nevndararbeiði, og hann velur býta fíggjarlógarvið- gerðina í fíggjarnevndini í tríggjar partar. – Vit ganga fyrst ígjøgn- um teir ymisku partarnar í fíggjarlógini. Síðan bjóða vit løgmanni, landsstýris- monnunum og pørtum frá vinnuni til eina hoyring, har vit kunnu seta teimum spurningar. Seinasti partur er politiska viðgerðin, har endaliga álitið frá fíggjar- nevndini verður skrivað. Í hesum parti býtur fíggjar- nevndin seg vanliga í ein minni- og meiri luta, greið- ir næstformaðurin, Vilhelm Johannesen, frá. Spurdur, um hvussu langt fíggjarnevndin er komin, svarar næstformaðurin, at fíggjarlógin verður fram- vegis gjøgnumgingin, so viðgerðin er ikki komin so langt. Gjøgnumgongdin verður væntandi liðug í dag, og síðan verður farið undir hoyringina. Spurdur, um tað longu nú eru mál, sum limirnir í fíggjarnevndini eru ósamd- ir um, svarar Vilhelm Jo- hannesen, at tað er alt ov tíðliga at tosa um nøkur stríðsmál, tí tey koma van- liga ikki fram í ljósmála fyrr enn politiska viðgerðin verður á skránni. Fíggjarnevndin úr at gera TÍÐINDI FRÁ BÓKA- DEILD KFUMS Nú eru Jólaboð komin í bókabúðirnar. Í bókini eru siðsøguligar greinir, yrkingar og søgur bæði upprunaligar og týddar. Johanna Zacharia Han- sen sigur frá minnum úr gomlum døgum: um skúl- an, handlar, kornvelting, fyrireiking til jóla og ymsar aðrar hendingar, sum hon hevði upplivað ella hoyrt um. Heri Tróndheim fer við okkum til Lorvíkar, har hann gevur okkum eina hugtakandi mynd av einum gomlum manni har í bygd- ini, sum hann ofta hitti. Saman við Jesar Hansen uppliva vit jólini í Odense 1938. Elin Dahl Johannesen letur okkum uppliva jólini á Dronning Alexandrines Hospitali fyri umleið 60 árum síðan. Eisini hoyra vit um arbeiðskorini á Hospit- alinum, og hvussu doktar Dahl og arbeiðsfólkið, tó umstøður vóru ikki góðar, kortini megnaðu at fáa alt at laga seg á bestan hátt. Johs. Andr. Næs fer út á sildaøkið við Føroyar, har Albert Victor var stødd hin 9. okt. í. 1954. Vit hoyra um Einar Thomsen, sum gjørdi tað bragd at bjarga tí 14 ára gamla Johan Paula Jensen úr Sumba, sum sló út av sluppini Albert Victor, men sum varð fingin inn- aftur í síðstu løtu. Osmund Joensen og Dit- lev Róin hava ferðafrásagn- ir úr Bayern og Nepal. Jógvan Sofus Ferjá sigur frá sínum fyrsta túri til skips við Suðuroynni, sum Jóhan í Djónastovu á Eiði førdi. Benny Drewsen hevur nakrar endurminningar, har hann m.a. skrivar um sín fyrsta túr við M/S Tjaldri hjá Skipafelagi Føroya í 1956. Sigvald Kristiansen skrivar um Skallagrím – skálabátin, ið hvarv. Í 1935 hvarv Skallagrímur eina óveðursnátt á Skálafjørðin- um, men ein mánað seinni varð hann á undurfullan hátt funnin aftur. John S. Myllhamar hevur týtt sálmin hjá Grundtvig Giv mig, en salmetunge. Annars eru sálmar, sum Kjartan Stakksund og Magnus Høgenni hava yrkt. Hesi hava týðingar í bókini: Effie Campbell, Ebba Skaalum, Torkil Beder, Bjarne Skaalum og Theo- dor Hansen. Inngangin, Gleðiboð fyri alt fólkið, hevur Mejnhardt Hansen skrivað. Kápumyndina, sum er av Landavegnum í Havn, hevur Høgni Würdig Lar- sen teknað, og Janus Dam Guttesen hevur teknað myndirnar í bókini. Men annars eru eisini nógvar fotomyndir. Guttorm Zacharias hevur lagt Jólaboð til rættis. Bókadeild KFUMs hevur sett bókina, Ívar Guttesen umbrotið og P/F Einars Prent prentað og heft. Jólaboð eru 80 síður og kostar kr. 90,- Jólaboð komin – Tað er ein veksandi trupulleiki at børn og blaðung ganga úti og vála mitt á nátt og eitt útigongubann við lóg er avgjørt vert at umhugsa, sigur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevari hjá Barnaverndini í Havn ÚTIGONGUBANN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Setir løgtingið eina lóg í gildi, sum bannar børnum og ungum at ganga úti seinni enn eitt vist um kvøldið, kundi tað verið ein stór hjálp hjá nógvum foreldrum. Tað heldur Sjúrður Johannesen, sum er sosial- ráðgevari hjá Barnavernd- ini í Havn. Hann sigur, at tað er ein áhugaverdur tanki, sum Rúna Sivertsen reisti í Sosi- alinum í farnu viku, tá ið hon mælti til, at vit gera sum íslendingar og at Løgtingið setir eina lóg í gildi sum beinleiðis for- bjóðar børnum og blaðung- um at ganga úti seinni enn eitt vist um kvøldið. Av tí, at Sjúrður Johanne- sen er sosialráðgevari hjá barnaverndini í høvuðs- staðnum er hann helst tann, ið veit mest um náttarlívið hjá børnum og ungum og hann hevur dagliga sam- røður við ung og foreldur teirra um trupulleikar av kriminaliteti og um mis- brúk av rúsdrekka, rúsevn- um, sniffing og øðrum ólevnaði. Hann sigur, at tað er sjón fyri søgn, at tað er er ein veksandi trupulleiki, at børn og ung ganga úti og vála um næturnar. – At børn og ung ganga úti og mala um næturnar eru ein stórur trupulleiki. Og hann er veksandi. Tí heldur hann, at eitt tankin sum Rúna Sivertsen setir fram í eini roynd at vinna á hesum trupulleik- anum, er alt ov álvarsamur og áhugaverdur, til at hann kann verða kveistraður hann til viks, uttan at hann verður viðgjørdur bæði væl og virðiliga. Í hesum sambandi sipar hann til Finn Helmdsdal, sum er sosialráðgevari og leiðari á Barnaverndini, sum helt, at tað er ein óhugsandi tanki at Løgting- ið skal seta útigongubann í gildi fyri børn og ung. – Tað er als ikki vist, at eitt útigongubann við lóg hevði loyst trupulleikan. Men tað hevði verið áhuga- vert hjá teimum fakbólk- um, sum varða av børnum og ungum, at tikið spurn- ingin til viðgerðar, sigur Sjúrður Johannesen. Ein hjálp til foreldrini Sjúrður Johannesen er als ikki samdur við Finni Helmsdal í at eitt útigongu- bann er at taka ábyrgd frá foreldrum og myndugleik- um. – Eg vildi heldur mett hetta sum eina hjálp til for- eldur og tey, sum annars vara av børnunum, tí verður útigongubann sett í verk, hava øll nakað ítøkiligt at halda seg til. Tað kann eisini forða fyri, at mong børn og ung gerast offur fyri ti bólka- trýsti, sum mangan er. Hann er sostatt heldur ikki samdur í, at tað altíð er tí at foreldrini svíkja, at børn og ung ganga úti og mala um næturnar. – Børn og ung duga nógvar snildir, tá ið tað ræður um at sleppa út, uttan at foreldrini vita tað. Eitt nú er tað vanligt hjá ungum at sova hjá vinfólkum og tá er ikki altíð lætt hjá foreldrum at hava fult tamarhald á, hvat tey havast at. Og Sjúrður Johannesen heldur, at bólkatrýstið skal ikki undirmetast. – Tað kann verða ómeta- liga trupult at nokta einum barni nakað, sum øll vin- fólkini sleppa. Og tað kann vera ómetaliga trupult hjá einum einstaklingi í einum bólki at nokta fyri at royna rúsdrekka, rúsevni, ella at sniffa, tá ið øll hini í bólk- inum royna tað. Hann sigur, at hann veit nógv dømi um at eisini børn, sum hava foreldur, sum eru væl fyri og sum virka væl, ganga úti um næturnar og royna bæði eitt og annað, og tað tekur hann sum tekin um, at tað er ikki altíð lætt hjá foreldrum at vita, akkurát, hvar børnini eru, tí hetta eru púra vanlig ung. Sosialráðgevarin hjá barnaverndini í Havn sigur, at var ein lóg sum segði, at børn og ung undir ein ávís- an aldur, skulu vera inni eina ávísa tíð, høvdu øll havt greiðar linjur at hildið seg til. – So er ábyrgdin í hvussu so er tikin frá teimum ungu, sigur hann. Hann sigur, at so høvdu bæði foreldur og løgregla sloppið undan nógvum kjaki og parlamenteran aft- ur og fram við tey ungu, tí so hevði altíð borið til at sagt við tey ungu, at soleið- is er lógin tíverri, og so er onki at gera. Hann heldur eisini, at vórðu greiðar reglar, hevði verið tað lættari hjá teimum ungu at góðtikið at verðið send til hús. Men hann leggur afturat, at sjálvsagt skulu undantøk gerast, so at tað verður loyvt at ganga úti á Ólav- søku og kanska onnur kvøld við. Varpa ljós á veruliga trupulleikan Sjúrður Johannesen, sigur, at tað er ikki vist, at tað skal vera løgreglan einsamøll, sum hevur ábyrgdina av hesum. Hann kann eisini hugsað sær, at Náttarravnarnir taka lut í hesum arbeiðnum, ella kanska at tað kundi verðið gjørt upp á onkran heilt annan máta. Hann veit heldur ikki um tað er rætt, at hetta skal vera ein tænasta til foreldr- ini, sum so. Tí vast hann í, um tað er rætt at børn og ung, sum verða tikin upp á gøtuni, verða koyrd heilt til dyrnar. – So vítt, eg havi skilt í Islandi, er tað so, at børn og ung, sum verða tikin upp um næturnar, verða koyrd á ein ávísan stovn. Haðani verður so ringt til foreldr- ini, sum síðani sjálvi koma eftir børnunum. Tað eggjar eisini foreldrunum til at taka ábyrgd, sigur Sjúrður Johannesen. – Men tann størsti vinn- ingurin hevði kanska verið, at verður ein slík lóg sett í gildi, hevði tað varpa ljós á tann veruliga trupulleikan. – Tað hevði kanska gjørt, at øll tey nógvu »vanligu« ungu, sum ganga úti um næturnar, men sum hava foreldur, sum virka væl, høvdu verið skild frá og høvdu verðið send heim. Hetta eru kanska tey mongu, sumeru úti, uttan at foreldrini vita av tí og sum koma eftir teimum, tá ið ringt verður. Sostatt hevði tað verið lættari at fingið eyga á tey børn og tey ungu, sum veruliga hava trupulleikar og har heimini ikki virka og so kundi orkan verðið mið- savnað um tey. Mugu broyta hugburð Annars heldur Sjúrður Johannesen at tað hevur stóran týdning at hugburð. – Í Føroyum fara ung ikki í býin, fyrrenn eftir midnátt og halda so á til klokkan fimm ella seks. – Tað, hann hevur skilt aðrastaðni, er vanligt at ung fara í býin um fimm, seks tíðina um dagin og fara til húsar klokkan tvey. – Tað er ongin ivi um at ung undir 18 ár kunnu hava tað líka stuttligt í býnum frá kl 21.00 til 01.00 sum frá 24.00 til 05.00. Tað krevur bara at vit spakuliga venja okkara ungu til at soleiðis er náttarlívið tá ein ikki er myndugur og at nú er tað ein lóg, sum sigur, nær, tey skulu vera heima. Og so mugu dansistøðini innrætta seg eftir tí, sigur Sjúrður Johannesen. Hann leggur afturat, at tað sigur seg eisini sjálvt, at ung, sum venda um upp á nátt og dag tvey samdøgur hvørt vikuskiftið, kunnu heldur ikki vera serliga væl uppløgd til dagsins gerning longu aftur mánadagin, so hetta ótálmaða náttarlívið er ósunt upp á nógvar mát- ar. –Almannamálaráðið fer ikki at skjóta dómin í málinum um gamla leiðaran á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, inn fyri Landsrættin ÓLÓGLIG UPPSØGN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er tað endaliga staðfest, at tá ið Jákup Mørkøre varð leiðari fyri Landssjúkrahús- inum, var hann hvørki ólýðin ella óloyalur ímóti politisku skipanini. Herfyri varð hann í Føroya Rætti fullkomiliga reinsaður fyri allar skuld- setingarnar, sum vórðu sett- ar fram ímóti honum, tá ið hann varð sagdur úr starvi. Og nú hevur Almanna- málaráðið gjørt av at góð- taka dómin. Sostatt verður hann ikki skotin inn fyri Landsrættin og sostatt sten- dur hann eisini við. Tað var í januar í 2000, at Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýrismað- ur í heilsumálum, gav Ják- upi Mørkøre sekkin sum sum leiðari á Landssjúkra- húsinum. Í uppsagnarbrævinum segði hon, at Jákup Mørk- øre varð bæði óloyalur og ólýðin ímóti politisku skip- anini. Ein onnur orsøk til upp- søgnina var, at Helena Dam á Neystabø helt, at hann var óegnaður at vera leiðari fyri Landsjúkrahúsið. Og ein triðja uppsagnargrund var, at hann hevði ikki evnini at samskifta við tey, hann skuldi samskifta við, eitt nú álitisfólk, fakfeløg o.s.fr. og tí skapti hann ótryggleika. Hetta vildi Jákup Mørk- øre ikki hava sitandi á sær og tí stevndi hann. Fekk viðhald í øllum Føroya Rættur gav honum Jákup Mørkøre viðhald í øllum og rætturin vísir øll- um skuldsetingunum frá Helenu Dam á Neystabø aftur. Føroya Rættur kom til ta niðurstøðu, at Jákup Mørk- øre var hvørki ólýðin ella óloyalur. Hann var heldur ikki óegnaður at verða leið- ari og manglandi evnini at samskifta eru ikki prógvað, sigur Føroya Rættur. Rætturin segði, at talan var um so álvarsligar, at tað var neyðugt at prógva tær og tað megnaði Almannamála- ráðið altso ikki. Tí varð niðurstøðan hjá Rættinum, at Helena Dam á Neystabø hevði ongar sak- ligar orsøkir til at siga Ják- up Mørkøre úr starvinum og at uppsøgnin tí var ólóg- lig. Almannamálaráðið varð sostatt dømt at viðurkenna, at viðurkenna, at Jákup Mørkøre var ikki ólýðin og óloyalur og at tað var skeivt, tá ið sagt varð í upp- søgnini, at hann hevur megnað at stjórna Lands- sjúkrahúsinum á nøktandi hátt. Av tí sama varð Al- mannamálaráðið dømt at rinda Jákupi Mørkøre 60.000 krónur í endur- gjaldi, og harumframt skal ráðið eisini rinda 40.000 krónur í sakarmálskostnaði. Eiga at umhugsa at banna ungum við lóg at ganga úti um næturnar – Verður lóg sett í gildi, sum bannar børnum og ungum at ganga úti seinni enn eitt vist, kundi tað gjørt sítt til at varpa ljós á veruliga trupulleikan og at gjørt hann meiri sjónligan, sigur Sjúrður Johannesen, sosialráðgvari hjá barnaverndini í Havn Dómurin í málinum um Jákup Mørkøre góðtikin C M Y K 7 6