Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 220 - 19. november 2003 Nr. 220 - 19. november 2003 9 – Vit hava øll skyldu til at taka saman hendur og royna at betra um møguleik- arnar hjá barninum. Sum landsstýris- kvinna vil eg vísa á, at vit hava dugnalig starvsfólk í Almanna- verkinum, Heilsu- verkinum, kommu- nalu stovnunum, Ser- námsdeplinum og í fólkaskúlanum. Eg fari at nýta høvi til at heita á tey um saman við okkum at seta samstarv og positivan hugburð fremst í arbeiðinum segði landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, tá hon leygardagin setti ráðstevnuna hjá Javna, "Skúlin fyri øll, hvussu fáa vit hann" RÁÐSTEVNA Myndir: Maria Olsen Tað var felagið JAVNI, sum skipaði fyri ráðstevnu undir heitinum: "Skúlin fyri øll, hvussu fáa vit hann". Landsstýriskvinnan takkaði Javna fyri innbjóðingina og áheitanina um at siga frá ætlanum sínum innan ser- námsfrøði, sum landsstýris- kvinna á undirvísingarøki- num. Út frá spurninginum "Hvørjar ætlanir eg havi sum landsstýriskvinna við- víkjandi undirvísing av børnum við breki/ menn- ingartarni." legði hon fram sjónarmið síni. Hon vísti á, at tað eru tveir mánaðir síðan, hon tók við sum landsstýris- kvinna, og tað sum hevur verið frammarlaga í arbeið- inum og ætlanunum í Mentamálaráðnum hesa tíðina, eru fyrst og fremst broytingar í lógini um sernámsfrøði, greining av markamótstrupulleikum millum Mentamálaráðið og hini aðalráðini, tankar um møguligan miðnámsskúla fyri børn við breki og skúlatilboðið fyri børn við breki í Runavík. Viðgerðin av sernáms- frøðiliga økinum, tað veri seg í tilmælinum frá 2001, frá orðaskiftinum á tingi í 2003 og frá hoyringarfund- unum og skrivligu skrivun- um frá áhugafeløgunum í 2002, hevur víst ella av- dúkað, at fleiri av samrøðu- pørtunum, sum hava lut- tikið í tjakinum og viðgerð- ini, hava eina felags fatan av teimum trupulleikum, sum eru í skipanini, og eisini eina felags fatan av, hvussu loysnirnar skulu vera. Tað eru hesir felags tankar og loysnir, sum til endans skulu takast við í tilevningini av nýggju lóg- ina um sernámsfrøði, í nýggjar og broyttar manna- gongdir og í tí samstarvi, sum má skipast millum Al- mannamálaráðið, Familju- og Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið. Tað fyrsta, sum nú liggur fyri framman Um lógina segði landsstýr- iskvinnan m.a.: - Vit eru farin undir at gera lóg um sernámsfrøði, og hava ávísar hugsanir um innihaldið í lógini. Tað er líkt til, at lógin verður rætti- liga umfatandi, og ætlanin er at hon í stórstan mun skal hava støði í tí, eg havi nevnt í hesum fyrilestri. Tað verða nakrir høvuðs- partar ella kapittul í lógini m.a. um: • Høvuðsbygnaðin í allari føroysku serundirvísing- arskipanini • Greiningarmiðstøðina- leiðsla innhald • Viðurskiftini í Skúlanum í Sernámsdeplinum • Serstovurnar kring landið - heimildir, staðseting • Rættindi einstaka barn- sins herundir til eina heildarætlan • Samstarvsráð við luttøku av starvsfólki úr øðrum ráðum • Kæruviðurskifti Tað er ikki ætlanin at gera lógina sum eitt skriviborðs- arbeiði. Tað er neyðugt at viðgera høvuðspartarnar saman við teimum, sum varða av økinum. Men lat tað vera sagt beinanvegin: Tað er ein ørgrynna av ymiskum trupulleikum ella partsmálum, sum mugu loysast, áðrenn ella sam- stundis sum lógin verður gjørd. Serstovurnar Um serstovnarnar segði Annita á Fríðriksmørk m.a.: - Eg kann til dømis vísa á, at virksemið hjá serstovunum kring landið sjálvandi fyrst skal við- gerast saman við kommu- nalu myndugleikunum, skúlaleiðslunum Sernáms- deplinum og serlærarum kring landið, áðrenn enda- lig støða verður tikin til reglur og lógartekst. Hetta arbeiði er farið í gongd, men tað má taka ta tíð, tað skal. Embætisfólk eru sett til at gera hetta arbeiði, og skulu tey í tøttum samstarvi við stjóran í Sernámsdepl- inum og onnur skipa fyri arbeiðinum. Serstovurnar vera eitt týdningarmikið lið í skip- anini. Tað er ikki enn av- gjørt hvussu nógvar ser- stovur skulu vera í landi- num, men eitt tal millum 7 og 9 er nevnt. Serstovurnar skulu vera eitt slag av námsfrøðiligum, sálarfrøði- ligum og sosialum rágev- ingardepil fyri foreldur, stovnar og skúlar í einum ávísum øki. Ætlanin er at fólk við serútbúgving skulu setast í starv í serstovunum. Tað er ein avgerandi fyri- treyt fyri at fáa skipanina at virka, at Almannamála- ráðið og Familju- og Heilsumálaráðið er við í toyminum í serstovunum. Tað kundi hugsast, at ráðini vóru felags um serstovuna, og fólk úr øllum ráðunum t.v.s. sosialráðgevarar, heilsusystrar o.o. starvað- ust ein part av arbeiðstíðini í serstovuni. Serstovan skal taka sær av einstaka barni- »Skúlin fyri øll, hvussu fáa vit hann«: Okkara fremsta mál skal vera samstarv Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna, setti ráðstevnuna num frá byrjan av, Í samráð við Heilsuverkið, Al- mannaverkið, Kommununa og Sernámsdepilin skal hon vera við til at greina trupulleikunum og gera eina ætlan fyri barninum í samráð við foreldrini og syrgja fyri at ætlanin verður fylgd. Ætlanin skal eisini fata um frítíð og familju- viðurskifti, og tað er tí al- neyðugt at Almannamála- ráðið er partur av serstov- uni. Serstovan skal eisini fyri Sernámsdepilin umsita tímarnar til serligan tørv og vera ráðgevandi og veg- leiðandi í sambandi við alla serundirvísing í økinum. Serstovurnar skulu ikki vera smáir serskúlar. Mín fatan av hesum viðurskift- unum er, at kommunurnar í einum øki eiga at samstarva um at loysa hølistrupul- leikarnar í sambandi við undirvísing av børnum við serligum tørvi. Kommun- urnar eiga í samstarvi at velja ein av skúlunum í økinum til at vera tann skúlin, sum skal taka sær av ringastu næmingunum við serligum tørvi. Landið vil so lata lærarakreftir til hesa undirvísingina. Hølisviður- skiftini eiga kommunurnar at taka sær av, meðan landið letur starvsfólki. Tað kemur alt ov ofta fyri at skúlar ella kommunur, sum liggja tætt við hvørja aðra royna at losya trupulleik- arnar einsamallar. Úrslitið er ofta, at vit fáa eina vána- liga undirvísing og einsa- mallar útbrendar lærara. Eg vóni at hesi viðurskiftini kunnu broytast, og eg fari at tosa við kommunurnar um hesi viðurskiftini. Tað er ein røð av avgerð- um, sum eg sum lands- stýriskvinna má taka, og tí kemur bæði tað fyrreikandi arbeiðið og sjálvt lógarar- beiðið at verða fylgt neyvt av mær. Ein av spurning- unum er eisini um, í hvussu stóran mun reglur o.a. skulu setast í verk við ásett- um skrivligum tænastu- boðum og mannagongdum heldur enn í kunngerðar og lógarteksti. Henda spurn- ing ætli eg mær eisini at taka upp við hini aðal- ráðini. Markamót- trupulleikar Annita á Fríðriksmørk vísti síðani á, at Mentamálaráðið hevur saman við Almanna- málaráðnum og Familju- og Heilsumálaráðnum luttikið í einum arbeiðsbólki, sum hevur til uppgávu at út- greina teir trupulleikar, sum hesi ráðini eru felags um. Hon segði, at tað elvir til ótryggleika og vónloysi, tá foreldur at børnum við breki ganga oyðimarkar- gongd millum stovnar og ráð fyri at fáa hjálp, vegleiðing ella kunning. Tað skal nógv orka til, og ofta steðgar málið upp, ella fæst ein vánalig loysn, tí myndugleikar skumpa tað frá sær til onkran annan myndugleika. Landsstýrið er býtt upp í aðalráð, og undirvísing, ansing, ráð- geving og viðgerð av barni- num fer fram í stovnum undir fleiri ymiskum ráð- um. Og hon helt fram: - Av og á hevur verið frammi í tjakinum at lata øll tiltøk, sum hava við børn við breki at gera, fara fram í einum einstøkum aðalráði, hetta kann gerast við at flyta málsøkið til eitt ráð. Hetta kann ljóða sum eitt gott hugskot, og eg vil fegin leggja stóran dent á, at tað eru øki, sum helst eiga at verða flutt millum ráðini fyri at fáa betri og skjótari málsviðgerð og eina heildarloysn, men í nógvum føri er hetta trup- ult, og vil ikki vera nøkur betur loysn. Ein partur av trupulleikunum í sambandi við markamóttrupulleikar kann betur loysast við betri samstarvi millum ráðini, millum stovnarnar og mill- um starvsbólkar. Felags arbeiðsbólkurin fer at koma við einum tilmæli um fram- haldandi arbeiði. Hetta fari eg at kanna nærri, tá tað kemur. Skúlatilboð til ung við breki Til endans nevndi lands- stýriskvinnan tvey av til- tøkunum, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum. Fyrrverandi landsstýris- kvinnan Annlis Bjarkhamar legði nógva orku í at skapa eitt skúlatilboð til ungfólk við breki, og tað eydnaðist eftir stutta tíð at skapa lógarkarmar, fáa fígging og at seta verkætlanina í gongd. - Tað er at frøast yvir. Hetta er eitt royndartiltak, sum skal samskipa innl- æring, arbeiði, bústað og frítíð. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt skúlatilboð, sum leggur dent á upp- læring og praktisk arbeiði og frítíð. Hetta fyrsta skúla- tilboðið er staðsett í Runa- vík og skal í fyrsta umfari vara í trý ár. Í lógini eru møguleikar fyri at gera eitt nýtt skúlatilboð aðrastaðni í Føroyum, men enn er ikki støða tikin til, um og nær eitt tílíkt tilboð verður skip- að aðrastaðni. Farið verður í gongd í Runavík fyrst í komandi ári. Leiðari er settur, og hesin fer saman við nevndini at seta fólk og gera neyðugar umbygging- ar av hølunum. Ætlanin er at meta og eftirmeta skúla- tilboðið m.a. fyri at finna útav um hetta er ein gongd leið framyvir. Royndirnar frá hesum skúlanum skulu brúkast til at gera næsta skúlatilboðið og kunnu eisini brúkast til at fyrreika ein møguligan miðnáms- skúla fyri brekað, sum hevur verið umrøddur í fjølmiðlunum. Forkvinnan í Javna umrøddi ein møgu- ligan miðnámaskúla í sjón- varpinum, og eg beit merki í, at hon vísti á, at inni- haldið í stóran mun skuldi vera ítriv, praktisk arbeiði og mentanartiltøk. Hetta er í tráð við ætlanirnar í sambandi við skúlatilboðið í Runavík. Eg skal tó leggja dent á, at eingin politisk støða er tikin til spurningin um miðnámsskúli fyri brekað skal gerast ella ikki. Einstaka barnið Og landsstýriskvinnan end- aði framløgu síni við hes- um orðum: - Nú havi eg mest tosað um skipanir, lógir og mannagongdir, men tað, sum altíð eigur at vera miðdepilin í øllum okkara ætlanum og arbeiði, er einstaka barnið, sum ber brek og familjan hjá tí. Vit eiga at hava í huganum, at alt, sum gjørt verður, skal gerast fyri at betra um lívið og møguleikarnar hjá barn- inum. Vit hava øll skyldu til at taka saman hendur og royna at betra um møgu- leikarnar hjá barninum. Sum landsstýriskvinna vil eg vísa á, at vit hava dugna- lig starvsfólk í Almanna- verkinum, Heilsuverkin- um, kommunalu stovn- unum, Sernámsdeplinum og í fólkaskúlanum. Eg fari at nýta høvi til at heita á tey um saman við okkum at seta samstarv og positivan hugburð fremst í arbeiðin- um. Okkara fremsta mál skal vera samstarv, segði Annita á Fríðriksmørk, tá hon setti ráðstevnuna. (Vit fara at venda aftur til hana í seinni blað). Fleiri fyrilestrar vóru á ráðstevnuni Ung syngja, tá ráðstevnan hjá Javna verður sett C M Y K 9 8