mikudagur 19. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 220 - 19. november 2003
Nr. 220 - 19. november 2003
11
Leysir hundar hava altíð verið til ampa og
beinleiðis til skaða fyri fólk og fæ í hesum
landi. Her er talan um ein sera gamlan
trupulleika, ja, so gamlan, at man longu í
miðøldini kendi seg noyddan at lóggeva
móti hundaóskilinum. Tí var tað tiltikna
Hundabrævið samtykt á Føroya Løgtingi
einaferð í myrkari Miðøld. Leysir hundar
eru ein sonn plága í høvuðsstaðnum og víða
hvar um landið. Tað sigst vera býlingar, har
foreldur til tíðir illa nokk tora at lata
børnini spæla úti, so illa verða tey plágað
av leysum hundum. Kortini tykist tað sum
avvarðandi myndugleikar hvørki vilja ella
megna at gera nakað við hundaóskilið.
Nú hendi so ein álvarsom vanlukka í Suð-
uroy, har ein smádrongur varð skambitin av
leysum hundi. Hendingin er ein skelkur fyri
drongin og fyri øll foreldur. Slíkt skal als
ikki kunna koma fyri. Allir hundar skulu
vera í bandi. Fólk kæra seg ofta um leysar
hundar, men einki verður gjørt við óskilið.
Seinastu árini er eisini hent tað, at talið av
hundum er økt heilt nógv. At eiga hund av
góðum útlendskum slag er vorðið ein móta-
søk. Hundar verða innfluttir í hópatali og
eftirlitið við, um talan er um friðardýr ella
bithundar man vera sum Harragud veit.
Støðan er í hvussu so er tann, at nógv for-
eldur kenna seg ótrygg. Henda støða kann
ikki halda fram. Her má okkurt gerast.
Myndugleikarnir eiga at skerpa reglurnar
fyri hundahaldi, eftirlitið við innflutningi
av hundum eigur somuleiðis at verða nógv
skerpt, og eigarar eiga at ábyrgdast fyri teir
skaðar, sum hundar teirra elva til. Allir
hundar eiga at vera í bandi uttan mun til,
um eigarin er til gongu úti ella hundur
hevur tilhald við hús eigarans. Tað, sum
hendi í Sumba herfyri, har smádrongur
varð álopin, eigur ikki at kunna henda aftur
í Føroyum. Børn eru verjuleys í so mongum
høpi í dagsins samfelag. Tað er skylda
myndugleikana at gera alt, sum gerast kann
til tess at verja børn móti teimum vandum,
sum støðugt hótta tey, uttan mun til hvørjir
hesir vandar so enn eru.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Óskil
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bjørn Patursson
Formaður í Bóndafelag
Føroya
Vit tosa øll um fríða vinnu
og fríðan flutning. Men tá
møguleikin brádliga er har
vísur tað seg ofta at vinnu-
rekandi møta alskyns forð-
ingum, soleiðis var eisini
nú vit høvdu havt ein tjans
at útflyta seyðakjøt til
kræsnar gómar í Keyp-
mannahavn.
Kapping er góð!, og vit
sum starvast í landbúnað-
inum eru ikki bangin fyri
kapping, bert hon er á
líkaføti. Men kappingin er
vónleys tá kappingarneytin
í útgangstøði er fær fyri-
munir sum vit sum kapp-
ingarneytar onga ávirkan
hava á.
Á summum økjum eru
kappingarneytar
okkara
frammanfyri tí teir hava
náttúrligar fyrimunir og
stórdriftsfyrimunir, tað fáa
vit einki gjørt við, og tað er
ikki tað ringasta. Tað ring-
asta er tá kappingarneytar-
nir avtrat hesum náttúru-
givnu fyrimunum fáa stórar
fíggjarligar fyrimunir við
studningum fleirfaldað tað
sum okkara vinna fær og
ótarnað fáa loyvi at dumpa
yvirskotsframleiðslur inn á
okkara marknað. Í slíkum
førum ber ikki til at kappast
og úrslitið er at tað sum vit
hóðast alt kundu framleitt
sjálvir keypa vit frá øðrum
so leingi naka er at fáa. Vit
gerðast minni og minni
sjálvbjargnir meðan vit eru
við til at menna vinnulívið í
grannalondum okkara.
Fyri at lýsa støðuna á ein
einfalda hátt kunnu vit siga
at, tá ein bóndi í Føroyum
fær eina krónu útgoldið í
stuðuli fær ein íslendskur
bóndi fær áleið 14 krónur,
ein norskur bóndi 12 krón-
ur og ein danskur-ES bóndi
8 krónur.
Hesi lond leggja stóran
dent á at verða sjálvbjargin
við matvørum. Orsøkin er
oftast tí tey eru bangin fyri
at koma í støðu har forboð
ella annað avskerð tey frá at
flyta matvørur inn í landið,
til
dømis
umfarsjúkur,
handilskríggj
o.tl.
Mat
skulu vit øll altíð hava.
Eitt ítøkiligt dømið um
innanhýsis
stuðul
er
hendan kjøtavrokningin til
ein svenskan-ES bónda:
Avrokningin talar fyri
seg, emn eftir hesum sæst
at kjøtprísurin er 36%,
meðan stuðulin er 64% av
avrokningini. Samlaði av-
rokningarprísurin til bónd-
an fyri hetta slaktið er kr.
55,52, men um sláturvirkið
útflutti kjøtið til eitt nú
Føroyar ja so sær tað út
sum at svensku bóndurnir
eru sera dúgligir at fram-
leiða bíligt kjøt.
Eitt annað dømið er
seyðakjøt úr Íslandi. Av-
rokningarprísur til bónda
fyri kilo seyðakjøt er áleið
kr. 31. Av trat hesum fær
bóndin áleið kr. 490 fyri
hvørt "ærgildið". Til tess at
samanhalda hetta við okk-
ara viðurskifti havi eg flutt
skipanina til føroysk viður-
skiftir og tá fær bóndin
áleið kr. 58 fyri kilo pluss
tillegg um hann flettur fyrr
og seinni enn vanligt er.
Íslendingar hava havt
trupulleikar við ov stórari
seyðakjøtframleiðslu, men
av ymiskum orsøkum, eitt
nú skipan um niðurberjing
av ridluskriða hevur hend-
an
yvirskotsframleiðsla
verið minkandi. Bóndurnir
hava tíðskil fingið tillutað-
ar kvotur á seyðakjøti. Tað
er tó torført at raka beint á
kvotuna og tí hevur tað sum
hevur verið omanfyri ásettu
kvotuna farið til útflutn-
ings, m.a. til Føroyar. Fyri
hetta hevur bóndin fingið
avrokna tað sum hesin
marknaður hevur vilja latið
fyri kjøtið.
Tað er ikki tann stóri
kunsturin at rokna hvat ein
íslendskur bóndi fær fyri
kilo tá kjøtið verður selt við
handilsdiskin í Føroyum
fyri kr. 39,90. Sum skipan-
in er við "ærgildinum" fær
eisini tann íslendski bóndin
stuðul fyri tað sum ferð til
útflutnings.
Eftir hesum skipanum er
tað húskini í londunum vit
handla við sum, at enda
gjalda fyri at vit í Føroyum
kunnu keypa bíligar ma-
tvørur á borðið.
Ískoytið til orðaskiftið í fjølmiðlunum um
prísir á innfluttum landbúnaðarvørum í
kapping við okkara heimamarknað
Turið Sigurðar-
dóttir heldur í
kvøld, 19. nov.,
fyrilestur um Evu
Ström
TÍÐINDASKRIV
Norrøna Felagið
Eva Ström (f. 1947), sum
vann bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins í ár
fyri yrkingasavnið Rev-
bensstäderna, er ein mál-
listmaður, sum skapar
myndir av ørandi vakur-
leika og ræðuleika.
Yrkingarnar í virðis-
løntu bókini spretta úr
samtíðar-veruleikanum,
ikki minst sum vit kenna
hann úr fjølmiðlunum,
men eisini alment menn-
iskjansligum royndum.
Harumframt
er
bak-
grundin millum annað
stóra vitan skaldsins um
bæði heimbókmentir og
nútímans læknavísindi.
Í kvøld kl. 19.30 held-
ur Turið Sigurðardóttir
almennan fyrilestur um
Evu Ström í Norður-
landahúsinum. Norrøna
Felagið í Føroyum skipar
fyri.
Tá Eva Ström fekk
bókmentavirðislønina á
ársfundinum hjá Norður-
landaráðnum í Oslo síðst
í oktober, las Turið Sig-
urðardóttir
grundgev-
ingina hjá dómsnevndini.
Eva Ström gav út
fyrsta yrkingasavnið hjá
sær
Den
brinnande
zeppelinaren í 1977, og
Revbensstäderna
er
sætta yrkingasavnið hjá
henni. Frá 1977 til 1988
arbeiddi hon sum lækni,
men nú er hon rithøvund-
ur burturav. Hon skrivar
eisini
skaldsøgur
og
sjónleikir, og hon um-
mælir bókmentir.
Ørandi vakurleiki
og ræðuleiki
Hergeir Nielsen
Samstundis sum vit sita og
gera avtalur við tað suve-
rena yvirvaldið um yvirtøk-
ur og samstundis sum vit
sita og smíða egna grund-
lóg, fáa vit ein lúsingin fyri
og annan eftir.
Serliga er tað løgtingið,
ið leggur rygg til, og serliga
eru tað viðtøkurnar hjá
einum samdum løgtingi, ið
verða ryggbrotnar.
Løgtingsformaðurin,
sum skal tryggja okkum
lóg og landaskil, fær av at
vita, og løgmaður, sum skal
umsita og fremja hansara
vilja, fær av somu skuffu.
Fyrrárið samtykti løg-
tingið eitt ríkislógartilmæli
um avtøku av nøkrum
hernaðarligum revsi- og
rættargangslógum og løg-
maður staðfesti og frá-
boðaði ríkismyndugleikun-
um hesa viðtøku.
Men ríkismyndugleikar-
nir hirdu hesum ikki aft-
ursvar, og lótu vera við at
seta tað í gildi, sum løg-
tingið hevði samtykt.
Í mai mánaða í ár royndi
fólkavalda løgting okkara
seg á øðrum sinni og sam-
tykti at avtaka nakrar hern-
aðarligar revsi- og rættar-
gangs- og heimarættarlógir
v.m. sum trýstar vóru niður
yvir okkum, men við sama
úrsliti.
Ríkismyndugleikarnir
lótu sum luft, hirdu hesum
ikki aftursvar, og lótu bara
vera við at seta nakað í
gildið, sum ikki hóvaði
teimum.
Løgtingið hevur soleiðis
í tveimum feskum umfør-
um fingið at vita, hvør ið
ræður í hesum landi og ríki.
Eina triðju ferðina fór
løgtingið aftur út á víðan
vøll at stríðast fyri javn-
bjóðis
rættindum
við
grannalondini, og enn eina
ferðina fekk tað ein beint
frammaná, og liggur nú
løgtingsins vilji barlangur
eftiri á vali.
Í vár samtykti løgtingið,
at Føroyar skuldu søkja um
fullgildugan limaskap í
Norðurlandaráðnum,
og
skuldu gerast sjálvstøðugur
avtalupartur í felags norð-
urlendskum sáttmálum, og
at landsstýrið skuldi taka
øll neyðug stig í hesum
sambandi.
Hetta gongur heldur ikki,
siga danir. Nú hevur løg-
tingið gjørt seg inn á
danskan yvirvaldsrætt, ja
Føroya Løgting hevur gjørt
seg inn á sjálva grundlóg-
ina, siga teir í Holmens
Kanal.
Málið varð annars varð
væl og virðiliga lýst, og eitt
samt løgting atkvøddi fyri
og samtykti tað.
Undan framløguni hevði
málið fingið vanliga við-
gerð, varð fyrireikað av
løgmálaráðnum og fram-
lagt av landsstýrismannin-
um í lógarmálum.
Upplýst varð í málinum,
at landsstýrið hevði kann-
að, hvat í høvuðsheitum
kravdist løgfrøðiliga, fíggj-
arliga og umsitingarliga til
tess at hava fullgildugan
limaskap í Norðurlandaráð-
num, og svarað varð, at
hetta kravdi broytingar í
Helsinki-avtaluni, so Før-
oyar verða sjálvstøðugur,
fólkarættarliga avtalupart-
ur.
Samsvarandi hesi løg-
frøðiligu niðurstøðu mælti
landsstýrismaðurin í lógar-
málum løgtinginum til at
samtykkja uppskotið.
Málið varð eins og onnur
mál borið løgtingsskriv-
stovuni til fyrireikingar.
Eftir § 57 í tingskipanini
skal
løgtingsformaðurin
mæla løgtinginum til at
vísa burtur uppskot, sum
ganga ímóti grundlóg ríki-
sins,
heimastýrislógini,
stýrisskipanarlógini, ting-
skipanini ella millumtjóða
sáttmála.
Løgtingsformaðurin
burturvísti ikki hesum máli
sum verandi í stríð við om-
an fyri nevndu galdandi
lóggávu og hevur tvørt-
urímóti sum evsti fyrisitari
løgtingsins góðkent allar
vanligar
mannagongdir
innan føroyskt lóggávu-
smíð í hesum máli.
Lokala umboð forsætis-
málaráðharrans á tingi,
ríkisumboðið, nýtti ikki
høvið eftir § 15, stk. 2 í
heimastýrislógini at føra
fram nøkur sjónarmið, ið
ávaraðu løgtingið ímóti at
gera seg inn á danskan lóg-
gávurætt.
Føroya Løgting hevur
síðani í góðari trúgv sam-
tykt hetta mál, og løgmaður
hevur í minst líka so góðari
trúgv lýst málið sum gald-
andi rætt.
Hóast føroyskt lógarsmíð
er farið fram á regluligan
hátt fáa vit málið aftur í
høvdið vísandi til, at løg-
tingssamtyktin er í stríð við
grundlógina.
Ongastaðni undir allari
málsviðgerðini sæst heima-
stýrið hava ansað eftir, at
hesi mál eru í stríð við
danska rættarskipan ella
sjálva
grundlógina,
og
spurt verður tí, um lógar-
førleiki okkara er nóg
neyvur, ella um talan er um
rættarligan
ágang
frá
danskari síðu.
Hesi dømi av fleiri benda
á, at talan er um sera álv-
arsliga afturgongd í ríkis-
rættarligu
viðurskiftum
okkara, har sjálv rættar-
trygdin innan ríkisrættin
tykist vera fokin.
Niðurstøðan hjá danska
forsætismálaráðharranum
er jú, at føroyska heima-
stýrið undir evstu ábyrgd av
løgtingsformanni og løg-
manni hevur gjørt seg inn á
grundlógartryggjaði rætt-
indini hjá danska statinum
yvir Føroyum.
Vit royna av øllum alvi at
leita okkum nýggjar vinnu-
og
samstarvsmøguleikar
við hini Norðanlondini,
men fáa at vita frá ES-land-
inum Danmark, at víðari
føroyskt samstarv við hini
norðanlondini rennur seg
ímóti donsku grundlógini.
Orsøk er tá at spyrja, um
føroyska lógarverkið er nóg
væl at sær komið, ella um
vit fara at taka til takkar
við, at danska grundlógin,
sum føroyingar ongantíð
hava samtykt, veruliga fer
at forða okkum í fullgildig-
um samstarvi við hini
Norðanlondini.
Tá sama grundlóg so
samstundis loyvir Dan-
mørkini at binda seg enda-
liga at ES-grundlógini, ja
so er greitt, at føroyingar
eiga at skunda sær enn
meira við at tryggja sær
egnu áhugamál síni undir
egnari grundlóg.
E. K. Nielsen
Rituvík
Tað hevur altíð verið lítið
virt í Føroyum, at sleppa
øðrum upp í øvrigheits-
hendur«.
VÍF hevur nú tikið
hendan táttin upp, innan
ítróttina í Føroyum.
Eg havi bert tað at við-
merkja. Hatta var ein
mannminkandi og sera
sera sera lúsut meny tit
har borðreiddu við.
Væl kundi hent, at
hasin boomurangur, rakti
tykkum sjálvar aftur í
afturpartin.
Smettarin hevur aldrig
verið vælsæddur av pøbl-
inum.
Annars, alt tað besta í
framtíðini.
VIÐMERKINGAR
Meðan smíðað verður
VÍF – Fútaliðið?
Hans J. Hermansen
Nú sær út til, at talið av
sambandsflokkum í Føroy-
um er farið at økjast. Øllum
hevur verið greitt, at bæði
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin fegnir
vilja kenna fløvan undan
afturpartinum av okkara
drotning. Størsta hending,
tá ið stóru flokkarnir halda
ársfund, er at fáa eitt út-
lendskt orakul at undir-
halda. Tá smílast tey upp
um bæði oyru.
Men at Tjóðveldisflokk-
urin - sum sigur seg stríðast
fyri tjóðveldi, fullveldi ella
sjálvstýri, alt eftir hvat
hóskar teimum best - legg-
ur seg skerflatan fyri ís-
lendingum, er bara tekin
um ómegd: Sjálvir megna
vit einki á tjóðveldis-, full-
veldis- ella sjálvstýrisleið,
tykist hann at hava viður-
kent.
Og tað man hava verið
íslendingum
ein
stórur
heiður at hava fingið ein av
okkara bestu "stand-up
comedians" at halda røðu
og bera fram heilsu frá
okkum føroyingum.
Vit føroyingar bíða bara
eftir einari framtíð við
sjálvstýri við leiðarum, ið
eru førir fyri at taka tær
skilabestu avgerðirnar fyri
okkum, ið her búgva, við
íblástri úr okkara egnu
mentan. Tí sjálvstýrið kem-
ur, og vit kunnu fáa gott
sjálvstýri, um vit hava tol at
bíða. Best er at duga at
svimja, tá ið tú leypur á
bláman — og tá er stuttligt
at leypa útí.
Orð eru óneyðug, um vit
leypa á bláman fyri síðan at
biðja um hjálp, tí svimji-
kynstrið er so sum so.
Kanska
sær
framtíð
føroyinga bjartari út, um lív
kemur aftur í Risan og
Kellingina. Bert lúsin út-
lendsk er.
Sambandsflokkar
Í bókabúðirnar er komið
søgusavnið Lyftini halda
eftir Adrian Johansen.
Theodor Hansen hevur
savnað og týtt.
Adrian er føddur og
uppvaksin á Strondum.
Adrian var trúboði hjá
Heimamissiónini í Dan-
mørk meginpartin av lívi
sínum. Umframt søgu-
søvn, ritroyndarsøvn og
barnabøkur hevur Adrian
skrivað trettan skald-
søgur. Evnið í seks av
skaldsøgum hansara er úr
Føroyum. Adrian legði
sær ta uppgávu at hjarta,
at hann eisini skuldi bera
gleðiboðskapin
um
Jesus Krist út í hinum
skrivaða orðinum.
Í søgusavninum Lyftini
halda eru 23 stuttsøgur.
Fleiri bera ein jólaligan
dám og onkur eitt sindur
skemtilig.
Permumynd Absalon
Hansen. Tekningar Janus
Guttesen. Perma og upp-
seting Ívar Dam. Prentað
og heft p/f Einars Prent.
Bókin Lyftini halda er
207 blaðsíður og kostar
kr. 198,
Bókadeild KFUMs í
Tórshavn hevur givið út.
Tíðindi úr Bókadeild
KFUMs
C
M
Y
K
11
10