Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 220 - 19. november 2003 Nr. 220 - 19. november 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Esther Zachariasen 80 ár Týsdagin 18. november fylti Esther Zachariasen í Havn 80 ár. Esther er úr Trongisvági, fødd 18. november 1923. Foreldrini vóru Karl Thorsteinsson, vanliga nevndur Karl á Brúgv, og Anna, f. Hamm- er, av Sevmýri á Tvøroyri. Mamman doyði bert 30 ára gomul frá fimm børnum. Karl giftist uppaftur við Ellu, sum var systir Annu. Ella varð sum ein mamma fyri tey fimm børnini. Ella og Karl fingu síðan trý børn afturat. Esther fór út at tæna sum ung genta hjá prestunum Mejdal á Tvøroyri og Thulesen í Vági, eisini var hon hjá missioner Eliassen á Tvøroyri. Hon kom til Havnar sum 27 ára gomul og arbeiddi á Tórshavnar Sjómansheimi, har hon møtti Tórur Zacha- riasen, ættaður ú Hesti. Hann varð vanliga nevndur Tórur í Hesti. Tey giftust í 1952 og búsettust í Havn. Tórur doyði í 2000, 88 ára gamal. Esther og Tórur fingu fýra børn: Karin, sum býr í Kollafirði, Jónatan, sum býr í Danmark, og Eyðun og Fríða, sum bæði búgva í Hoyvík. Dagurin 15. november. Elisabet, deyð í 1231. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabet gav seg burturav í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan hennara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu. Í 1229 læt hon byggja sjúkrahús í Marburg fyri tey, sum eingi onnur sjúkrahús vildu vita av. Navnið er hebráiskt og merkis Guð er fullkomin. Nøkur minningarorð um Jørmund Stenberg, Sumba Sunnudagin 2. november kemur at standa sum ein tungur sorgardagur, restina av tí tíð, vit hava eftir at liva. Líka tá eg og konan vóru komin úr kirkjuni, fingu vit deyðsboð, um at Selma Kjærbo í Fuglafirði var deyð. Selma var gift við beiggja til konu mína. Okkurt um tveir tímar seinni, komu boð úr Sumba at Jørmund var deyður. Jørmund var giftur við systur til konu mína. So tað má sigast var ein stórur sorgardagur. Eisini í summar høvdu vit líknandi sorg, tí tá stóðu tvey av familjuni undir børu í senn. Tað man vera okkurt um 54 ár síðan eg kom at kenna Jørmund. Tað munnu vera nógvir sjómenn, útróðrarmenn og arbeiðarar, ið kendu Jørmund. Tað er einki at taka seg aftur í, tá sagt verður, at Jørmund var av raskastu monnum, bæði á sjógvi og á landi. Sjógvurin hevði hansara áhuga á ungum árum. Hann var nógv við skipi, men róði eisini út í Grønlandi. Útróðurrin gekk út frá Grátufjørðinum, har teir høvdu bygt skúrar at búgva í og at arbeiða fiskin í. Eitt strævi lív, men áræði og kreftirnar vóru har. Tá Jørmund eldist nakað, legðist hann uppi á landi, men arbeiðshugurin var tann sami. Hann og konan fluttu til Havnar, har hann arbeiddi á trolvirkinum í Havn. Jørmund var tiltikin at vera sera pliktuppfyllandi í sínum arbeiði. Tá hann bleiv pensjóneraður fluttu tey suður aftur til Sumbiar, tí sum hann plagdi at siga, har var altíð nokk at taka hondina í. Jørmund verður saknaður av mongum nú hann er sloppin heim, har sum hann persónliga trúði á, og sum eitt sangvers sigur: Á himni gyltur staður er, har Harrin Jesur býr; har einglaskari einaferð vil fagna tí, sum trýr: »Vælkomin heim! Glaðir syngja teir« Ja, einglar tá standa á himmalsins strond og syngja fagnaðarsong. »Vælkomin heim« Ja, einglar tá standa á himmalsins strond og syngja fagnaðarsong! Góða Petrea, børn og ommubørn, vit vita, at tit koma at sakna hann nógv, og vit duga so lítið at ugga, men ein er, sum kann geva tykkum troyst og hjálp, tað er Jesus Kristus, lítið á hann. Guds friður hvílir yvir mín góða vin Jørmund. Símun P. Poulsen C M Y K 13 12