Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 19. november 2003 15 14 Nr. 220 - 19. november 2003 - Men eg vil ikki ávirka fólkið og siga, hvørji kommunu eg helst vildi lagt saman við. Tað er ein spurningur, sum fólk sjálvi mugu taka støðu til, sigur Árni Joensen, bygdarráðs- formaður í Oyndar- firði FÓLKAATKVØÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bygdarráðsformaðurin í Oyndarfirði, Árni Joensen, dylur ikki, at hann er fyri, at Oyndarfjarðar kommuna leggur saman við aðrari kommunu – antin Fugla- fjarða kommunu ella Runavíkar kommunu. - Men eg fari ikki at siga hvørji kommunu, eg helst vildi lagt saman við. Tann avgerðin er fólksins, og eg vil ikki ávirka hesa avgerð. Árni sigur, at við teirri útlegging av uppgávum, sum landið vil hava komm- unurnar at umsita, er hann ikki í iva um, hvat rættast er at gera. - Vit kunnu kalla hetta frívillugt tvang. Nú hava vit møguleikan at velja sjálvi, men tað er ikki vist, vit hava henda møguleika um 2-3 ár, sigur hann. Spurdur, hvørja støðu bygdarráðslimirnir hava til samanlegging, sigur Árni: - Tá ið málið tók seg upp í vár, vóru summi ímóti, men eg haldi ikki, at fólk eru so ivingarsom longur. Eg havi ikki spurt hvønn einstakan bygdarráðslim, hvussu tey fara at atkvøða í dag, men eg meti, at bygd- arráðslimirnir eru fyri sam- anlegging. Tungur rakstur Árni sigur, at Oyndarfjarð- ar kommunu hevur eina skattainntøku uppá slakar 4 milj. krónur um árið, men av hesum rindar kommun- an 35% í rentum og av- dráttum. Aðrar tungar útreiðslur, sum kommunan hevur, er eitt nú IRF, dagrøktin og skúlin. - Vit hava ongan livandi kjans at rinda rentur og av- dráttir fyri eitt eldrasam- býli, sum kostar 8 milj. krónur – bara fyri at taka eitt dømi, sigur Árni. Bygdarráðsformaður heldur, at skal Oyndar- fjørður mennast og kunna veita bygdarfólkinum somu tænastur sum aðrar kommunur, er hann ikki í iva um, at rættast er at leggja saman við eini størri kommunu. - Men velir fólkið, at Oyndarfjørður framhald- andi verður ein sjálvstøðug kommuna, verður tann av- gerðin vird – og so verður ikki meira gjørt við hetta málið, sigur Árni Joensen Ymiskar meiningar eru um, hvørt Oyndarfjørður eigur at leggja saman við aðrari kommunu beint nú FÓLKAATKVØÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í valstýrinum í Oyndarfirði sita Hjørleif Gaard, Hilmar Petersen og Eyðbritt Jacob- sen. Hjørleif hevur sitið í valstýrinum í eini 20 ár og tey seinastu árini sum for- maður. Yngstur í valstýrin- um er Eyðbritt. Vit prátaðu eina løtu við tey trý, meðan vit bíðaðu eftir fyrstu veljarunum. Sum skilst, vóru ymiskar metingar um, hvørja støðu oyndfirðingar fóru at taka í gjár. - Eg vænti, fólkið velir samanlegging, sigur Eyð- britt. - Væntar tú tað? Nei, tað vænti eg ikki, sigur Hilmar. Og soleiðis gongur prát- ið. Formaðurin í valstýrin- um, Hjørleif, er eisini iv- ingarsamur um, hvat úr- slitið verður, men sum skilst, væntar hann neyvan, at oyndfirðingar fara at atkvøða fyri samanlegging beint nú. Kensluborið val Spurd, um hetta mál hevur verið nógv umrøtt seinastu dagarnar, siga tey trý, at tað halda tey ikki. Men er hetta ikki eitt við- kvæmt mál – tað, at ein kommunan, sum er sjálv- støðug, nú skal atkvøða um samanlegging. - Jú, eg haldi, hetta málið er so kensluborið, at eingin tosar um tað. Hóast fá fólk vóru á vali í Oyndarfirði fyrsta tíman týsmorgunin, meðan Sosialurin var fram við, væntaðu tey trý, sum sita í valstýrinum, at nógv fólk fóru at atkvøða, áðrenn valhølini lótu aftur klokkan 20. Tvær brævatkvøður Brævatkvøðurnar á hesum valinum eru tó nógv færri enn vanligt, einans tvær í tali – og hesar vórðu tær fyrstu, sum týsmorgunin fóru í valkassan. Hvussu leikur fer, er ógjørligt at meta um, men greitt er, at hetta kann gerast eitt spennandi val, har úrslitið ikki er givið frammanundan. Fyrsta tíman týs- morgunin var friðar- ligt í valhølunum í Oyndarfirði, tá ið oyndfirðingar høvdu høvið at atkvøða um samanlegging við aðra kommunu. Tað vóru heldur ikki oyndfirðingar, sum vóru fyrstir á val hendan morgunin, men týskarar FÓLKAATKVØÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin var í Oyndarfirði týsmorgunin klokkan 10, tá ið valhølini lótu upp. Málið var at fáa mynd av fyrsta veljaranum og annars at "lodda" stemningin í bygd- ini, nú Oyndarfjørður er á einum vegamóti. Kommustýrið í bygdini hevur nevniliga samtykt at leggja málið um saman- legging – ella ikki – út til fólkaatkvøðu. Á fólkaatkvøðuni týsdag- in, har 136 fólk í Oyndar- fjarðar kommunu høvdu atkvøðurætt, høvdu tey val- ið ímillum at leggja saman við aðrari kommunu ella ikki. Verður meiriluti fyri at leggja saman, verður ein onnur fólkaatkvøða um eina viku – ella 25. no- vember. Tá sleppa veljar- arnir at taka støðu til, um leggjast skal saman við Fuglafjarðar kommunu ella Runavíkar kommunu. Týskarar fyrstir Tað vóru ikki oyndfirð- ingar, sum vóru fyrstir á val týsmorgunin, men týskarar. Vit bíðaðu í valhølunum í Oyndarfirði eftir fyrstu veljarunum ein hálvan tíma ella so. So komu tey… tey fyrstu, hjúnini Ingrid og Ortwin Schrøder. Hon var fyrst inn í búrið at seta sín kross; síðan fór hann og gjørdi sína skyldu, nú tey bæði búgva í Oynd- arfirði. Eftir at tey høvdu sett sínar krossar, fingu vit eitt lítið prát við tey úti í gongini. - Vit eru bæði týskarar, sum eru komin higar til Føroya at búgva. Ingrid er heimagangandi og gongur á kvøldskúla úti í Runavík, har hon vil læra seg føroyskt. Ortwin ar- beiðir í laksi í Kollafirði. Áðrenn tey komu higar til lands at búgva, búðu tey í Hamburg. Orsøkin til, at tey fluttu til Føroya at búgva, hevði nakað við heilsuna hjá konuni at gera. Ortwin hevði verið í Før- oyum áður, og tí avgjørdu tey at seta seg niður her. Teimum dámar væl í Føroyum. Foreldrini doyðu Ortwin sigur, at konan, Ingrid, hevði ein tungan og strævnan barndóm. Sum sjey ára gomul undir seinna kríggi misti hon bæði foreldrini og varð sjálv noydd at fara út at arbeiða. Á einum garði passaði og ambataði hon 10 neytum. Vit nýttu eisini høvið at spyrja tey bæði, hvat tey valdu, nú tey hava somu rættindi sum aðrir oynd- firðingar og kunnu luttaka á eini fólkaatkvøðu sum hesari. - Vit velja at leggja sam- an við aðrari kommunu. Tað er eingin ivi. Ortwin sigur, at hann í Týsk hjún vóru fyrstu veljararnir í Oyndarfirði Valið er so kensluborið, at eingin sigur nakað Tey trý í valstýrinum, Hjørleif Gaard, formaður, Hilmar Petersen og Eyðbritt Jacobsen, rigga til. Eyðbritt ivast ikki í, at fólkið fer at atkvøða fyri samanlegging, men Hjørleif og Hilmar eru meira ivingarsamir. Mynd: Jens Kr. Vang - Valkassin í Oyndarfirði er elligamal. Eingin veit, hvussu gamal, hann er. Tað, sum fólk vita, hevur kassin altíð verið hin sami. So, hann er helst meira enn 100 ára gamal, sigur formaðurin í valstýrinum, Hjørleif Gaard Mynd: Jens Kr. Vang fyrsta lagi hugsar um vega- netið til og úr Oyndarfirði, sum hann heldur kundi verið betri, serliga tá ið kavi og hált er á vetrardegi. - Vit eru ikki uppvaksin her, og tí hugsa vit kanska eitt sindur øðrvísi enn oyndfirðingar, sum altíð hava búð her á staðnum, siga tey bæði, Ingrid og Ortwin Schrøder. Ingrid hevur valt, og atkvøðuseðilin endar sum tann fyrsti í tí meira enn 100 ára gamla valkassanum. Hon er týskari, men býr saman við manninum í Oyndarfirði Mynd: Jens Kr. Vang Her er tað so maður Ingrid, Ortwin, sum hevur valt. Tey bæði atkvøddu fyri samanlegging. Mynd: Jens Kr. Vang – Eg eri fyri samanlegging "Nei – her vilja vit ráða". Ongantíð áður hava so fáar plakatir verið at sæð á skúlagarðin- um, tá ið val hevur verið í Oyndarfirði. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14