Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 220 - 19. november 2003 Nr. 220 - 19. november 2003 17 UTTAN ÚR HEIMI Ósamdir reiðarar Ósemja hevur tikið seg upp í Norges Fiskarlag, og vandi er fyri, at ein partur av reiðarunum fara at taka seg úr felagnum. Orsøkin er ósemja um tað árliga kvotubýtið. Í øðrum partinum eru reiðararnir á teimum stóru skipunum. Hesir eru umleið 300 í tali og mynda felagið Fiskebåt- redernes Forbund, sum er limur í Norges Fiskarlag. Hesi skipini fiska umleið 65 prosent av tí, sum norð- menn fiska, men kortini eru reiðararnir í minniluta í høvuðsfelagnum. Í hinum partinum eru teir, sum eiga tey smáu fiskiførini. Tey fiska tann minna partin, men hesir reiðararnir hava kortini greiðan meiriluta í høvuðsfelagnum. Ósemjan kann sambært Bergens Tidende enda við, at reiðararnir á teimum stóru skipunum fara burtur úr Norges Fiskarlag og upp í Næringslivets Hovedorgan- isasjon ístaðin fyri. Nevndin í felagnum umrøddi við- urskiftini í gjár,og roknað verður við, at endalig støða verður tikin á landsfundinum, sum verður í januar. Ósamdir ráðharrar Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð fiskimálaráðharr- unum í ES-londunum at semjast um eina felags støðu á fiskivinnuøkinum. Fiskifrøðingarnir hava mælt ráðharrunum til at banna allari toskaveiði, tí stovnarnir eru so illa fyri, og ES-nevndin hevur gjørt eitt uppskot, sum skal hava til endamáls at byggja stovnarnar uppaftur. Men fleiri lond, teirra millum Danmark, eru ímóti at steðga toska- fiskiskapinum. Danski fiskimálaráðharrin, Mariann Fischer Boel, sigur við Ritzau, at eitt veiðibann fer at raka Danmark órímiliga meint, men hon ásannar, at tað verður trupult hjá dønum at halda fast við sína støðu. Danmark fær stuðul frá Bretlandi, Niðurlondum og Írlandi, meðan serliga Týskland og Svøríki taka undir við víðgongdum tiltøkum. Danska fiskivinnan er hart ímóti ætlanini hjá ES- nevndini. Í vinnuni verður sagt, at verður toskafiski- skapurin steðgaður, fer tað at gera enda á donsku fiski- vinnuni. Roknað verður við, at eitt toskabann fer at bera í sær, at tveir triðingar av teimum donsku fiski- monnunum noyðast at finna sær okkurt annað at gera. Ætla at selja av landinum Herfyri varð stjórin í stóra russiska oljufelagnum Yukos, Mikhail Khodorkovskij, tikin og settur fastur, tí myndugleikarnir leggja hann undir at hava snýtt tað almenna fyri fleiri milliardir krónur. Handtøkan fekk stóra ávirkan á partabrævavirðið í felagnum, sum fall nógv ta fyrstu tíðina eftir hand- tøkuna. Tað hevur havt við sær, at ein av teimum størstu eigarunum í Yukos, Leonid Nezlin, nú roynir at selja ein part av sínum partabrøvum av landinum. Hann vil ikki siga, um áhugi er, men váttar fyri Reuters, at samráðingar eru við einstakar útlendskar íleggjarar. Leonid Nezlin man ikki kenna seg serliga tryggan, eftir at Mikhail Khodorkovskij er tikin. Í hvussu fór hann til Ísraels fyrr í hesum mánaðinum, og har hevur hann nú fingið ríkisborgararætt. Tað var morð Løgreglan í Humberside í Onglandi hevur tikið ein 24 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri morð. Tann 4. juni doyði tann 20 ára gamli Stephen Hilder, tá hann leyp út í fallskíggja. í 4.000 metra hædd í North Lincolnshire Í fyrstani varð hildið, at talan var um eina vanlukku, men kanningar av fallskíggjanum avdúkaðu, at onkur hevði pilkað við hann, soleiðis at hann virkaði ikki. Stephen Hilder gekk á einum hernaðarskúla í Shriv- enham í Oxfordshire,og løgreglan hevur avhoyrt fleiri av næmingunum. Úrslitið varð, at tann 24 ára gamli varð tikin tann 22. oktober, men hann varð seinni latin leysur ímóti veðgjaldi. Mánadagin varð hann tikin aftur, tí løgreglan hevur illgruna um, at tað var hann, sum hevði pilkað við fallskíggjan hjá Stephen Hilder. Bush ikki væl sæddur í London Í gjárkvøldið kom George W. Bush til London, hvørs borg- arstjóri kallar amer- ikanska forsetan ta størstu hóttanina ímóti lívinum á Jørðini. Avvarðandi hjá bretskum her- monnum, sum eru falnir í Irak, vilja heldur ikki vita av Bush VITJAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Hevði George W. Bush hugt í bretska blaðið The Independent, áðrenn hann kom til London í gjár- kvøldið, hevði hann fingið at vita, at borgarstjórin í bretska høvuðsstaðnum er alt annað enn fegin um vitjan hansara, og at hann fór ikki at fáa nakra al- menna móttøku frá býnum. – Eg viðurkenni ikki George W. Bush, tí hann varð ikki lógliga valdur. Tí fara vit at skipa fyri einari aðrari móttøku fyri øllum øðrum enn honum, segði Ken Livingstone, borgar- stjóri, við The Independent í gjár. Hann legði afturat, at Bush er tann størsta hóttan- in ímóti lívinum á Jørðini, og at umsitingin hjá Bush er tann mest rasistiska stjórnarumsitingin, sum USA hevur havt tey sein- astu 90 árini. Sambært bretskum fjøl- miðlum var Tony Blair, forsætisráðharri, í øðini um orðini hjá borgarstjóranum, og ein av talsmonnum Blairs kvikaði sær at gera vart við, at Ken Living- stone hevur loyvi at siga tað, sum hann hevur hug at siga. Ken Livingstone var limur í Labour, men varð koyrdur úr flokkinum, tá hann í 1998 gjørdi av at stilla upp til borgarstjóra- valið í London sum óheft valevni. Ikki einsamallur Meiningakanningar sein- astu dagarnar benda tó á, at nógvir bretar eru samdir við Ken Livingstone. Í ein- ari kanning, sum blaðið Sunday Times almanna- kunngjørdi sunnudagin, søgdu 60 prosent av teim- um spurdu, at amerikanski forsetin er ein hóttan ímóti heimsfriðinum. Í somu kanningini svaraðu 37 prosent, at tey halda ikki amerikanska forsetan vera serliga vitugan. At hann hevur nógvar mótstøðumenn í Bretlandi, fær Bush ivaleyst at síggja, tí fleiri felagsskapir hava boðað frá mótmælisgong- um í London í dag og í morgin. Myndugleikarnir hava noktað mótmælisfólk- unum at ganga fram við Parlamentinum ella Down- ing Street, men fyrireikar- arnir siga, at teir kortini ætla at geva Bush eina ábending um, at hann hevur ikki undirtøku í Bretlandi. Miseydnað Amerikanska trygdartæn- astan Secret Service stúrir fyri mótmælisgongunum, og teir, sum skulu skipa fyri næsta forsetavalstríðnum hjá Bush eru heldur ikki fegnir um mómælini. Teir bera ótta fyri, at sjónvarps- myndirnar frá mótmælistil- tøkunum fara at forkoma teirri vanligu amerikonsku uppfatanini av, at bretar taka undir við amerikonsku tiltøkunum í Irak. Harafturat kom tað am- erikonsku fyrireikarunum illa við, at fleiri avvarðandi hjá bretskum hermonnum, sum eru falnir í Irak, hava sýtt fyri at at hitta amerik- anska forsetan. Seinastu dagarnar hava fólk fyrireikað seg til at mótmæla vitjanini hjá Bush í London, og roknað verður við stórum mótmælisgongum í morgin Um stutta tíð koma Emma og og hennara Blues Band út við nýggjari fløgu. Upptøkurnar byrjaðu síðst í Januar og fyri fjúrtan døgum síðani varð fløgan send til Danmark, har hon skal margfaldast FLØGUÚTGÁVA M"as Blues Band er eisini á einari Skúlakonsrtferð í hesum døgum,samtíðis gera tey eitt M"as Blues Band blað, ið verður bori út í hvørt heim í Føroyum fyrst í desember. - Eg eri sera spent hvussu fólk fara at taka ímóti fløguni, sigur Emma Vág- oy, ið fyri stórsta partin myndar bólkin úteftir. Vit høvdu eina samrøðu við Emmu í bussinum hjá M"as á veg til Kvívíkar, har tey skuldu spæla fyri barna- garðs og skúlabørnum. - Eg eri spent til fløgan kemur út og eg vóni at fólk fara at dáma hesa fløguna, eins væl og tí fyrru. Tað var deiligt, at fólk søgdu við okkum, at teimum dámdu sangirnar, ið vóru á fløguni. Á hesari fløguni eru tólv sangir, á hinari vóru nýggju, so hendan er meira spennandi! - Tað eru nógvir sangir, ið mær dámar væl at syngja. Gang gakk býtti Gutti, Digga Pól, Stress av Lakress. Sangin um Eyð- stein. Mær dámar í veru- leikanum allar sangirnar, men best dámar mær Babu tí tá syngja øll børnini við. Tey syngja harðari enn vit spæla, tað er stuttligt. - Vit hava verið í fleiri skúlum og spælt fyri børn- um, tað hevur verið sera stuttligt, eg gleði meg hvørjari ferð vit skulu út at spæla, tað er líka deiligt hvørja ferð. Eg verið ongantíð troytt av at syngja. Vit skriva eisini autografar til børnini á plakatir tey fáa frá okkum. Børnini eru glað og tey takað í hondina á okkum og takka fyri at vit duga so væl at spæla. - Lennhard spælir trummur, Demmis Hansen guitar, Olfert Rasmussen Egg, Eyðstein spælir hund sigur Jóannes. Vit hava eisini fingið hjálp frá Finnur Hansen, Paula Magnussen, Regin Jacob- sen og bussførarinum Árna Andreasen. Teir duga allir væl at spæla. - Heitið á fløguni er Hetta er eisini mítt land II. Vit hava gjørt næstan allar sangirnar sjálvi. Steingrím Niclasen hevur gjørt orðini til ein teirra. Eisini hava vit eina sirpu, tað er nakrir av teim gomlu sangunum, ið vit hava blandað saman. Finnur Hansen hevur gjørt eitt remix av Babu sangin- um. Hann eitur Baremixbu. Sangurin minnir um ein sang hjá Elvis, tað er tí at Eyðstein elskar Elvis og hann dugir at "sjeyka" sum hann. - Vit gera nógv burturúr í ár, tí tað er ár teirra brekaðu og vit vilja við sangi og gleði gera vart við okkum. Vit fara til Klaksvík og Suðuroynna síðst í hesum mánaðinum og tað er nakað vit gleða okkum til. Vit hava ikki verið í Suður- oynni og spælt. Vit skuldi fara á Jóansøku men tá varð Lennart, Olfert og Demmis sjúkir, so nú verður tað. So gekk leiðin inn í Kvívíkar skúla har børnini fingu Babu fyri allar pengarnar. Tað sigst, at hara er ikki sædd á Kvívíks- leiðini síðani Emma og hennara Blues Band spældi fyri fult í Kvívík! Stórbart Himmal og hav vindur – logn Kvirran ber boð um tøgn sólin speglar sær sum gimsteinar tveittir út á hav Roðin so skarlaksreyður dregur teir niður við sær Havið vaknar hvítar perlur glitra Vindurin tað klára krystall splintrast í túsund pettir Vindur – logn havið er vakurt Myrkri kámar tað fagra bleika lín burtur tað er Kalt í mánalýsi tað snjóhvíta líni andar í silvitni Roðin sum eldur fer runt um tann sjónarring har logn aftur er sum skarlaksgull við smaragdum og ven er havið í logn Hans J. K. Mouritsen Morgun Morgun Sólin hon skínur Morgunin vaknar Tað er ljós Mykri Myrkri tað svíkir Dagurin bjarti Vísir veg Sólin hon rísur Úr havinum upp Dagurin vísir Henni runt Lívið Lívið tað gongur Lívið lærir Teg og meg Aldan Aldan hon brýtur Andar út og liggur still Eru vit sæl Er lívið eitt spæl Eru vit sæl Er lívið eitt spæl Hans J. K. Mouritsen M"as Blues Band við fløgu Emma og og hennara Blues Band koma í næstum út við nýggjari útgávu, og í hesum sambandi hevur nógv verið vitjað kring landið Johan Petersen Í kraft av manglandi und- irtøku fyri fullveldispoli- tikki samgongunnar skammast tjóðveldisfor- maðurin ikki fyri, at nýta skomm veljaranna sum høvuðsargument fyri framhaldandi galskapspolitikki. Í Degi og Viku í seinastu viku var sum vanligt viðtal við tjóðveldisformannin Høgna Hoydal, sum gjørdi viðmerkingar til nýliga almannakunngjørdu velj- arakanninga. Tað sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin! Ein av (sum vanligt posi- tivt leiðandi) spurningun- um var, hvørja viðmerking hann hevði til manglandi undirtøkuna fyri yvirtøku av løgreglu og rættarskip- an. Men snúðin sum tjóð- veldisformaðurin er, vendi hann øllum á høvdið (og sjálvandi lat svf-journalist- urin hann sleppa við tí) og vísti á, at tá ið yvirtøkurnar vóru framdar, vóru tað bert sera fáir veljarar, sum ynsktu t.d. blokkstuðulin hækkaðan aftur. "Tað sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin" segði tjóðveldisfor maðurin ganska frekt. Veljarin skammast Men her tekur hann so grúvuliga feil og tað veit hann eisini. Orsøkin til at sera fáir veljarar vilja hava blokkin at hækka aftur er ikki, tí teir taka undir við galskapspolitikki samgong- unnar, men av tí, at teir skammast at fara aftur til Danmarkar at biðja danir yvirtaka yvirtikin mál aftur. Samgongan skammleys Samgongan er skammleys, men tað er føroyski veljarin ikki. Hann er ærukærur og ynskir ikki eyðmýking frá øðrum londum av skammi- liga galskapspolitikki sam- gongunnar, nei so heldur bíta skommina í seg. VIÐMERKINGAR Skommin høvuðsstuðul undir galskapinum? C M Y K 17 16