Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • mikudagur • 19. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Torbjørn Jacobsen hevur frá danska integratiónsmálaráðn um fingið at vita, at málið um útlending- arnar í føroyskum ítrótti verður parker- að, til Landsstýrið og stjørnin eru komin ásamt um eina reglu- gerð fyri økið ÚTLENDINGAMÁLIÐ Jákup Mørk Málið á breddanum í før- oyska ítróttaheiminum hesa seinastu góðu vikuna hevur fyrst og fremst verið út- lendingamálið. Valla er dagur farin framvið, uttan at okkurt nýtt hevur verið frammi í málinum, og tó at VÍF hevur verið felagið, sum hevur staðið fyri skot- um í flestu atfinningunum, so hava avleiðingarnar fyrst og fremst rakt VB. Loyst um góða viku Men nú er so líkt til, at tey í Vági so smátt kunnu fara at hugsa um spælið á hondbóltsvøllinum heldur enn tað, sum hevur gingið fyri seg uttan fyri vøllin hesar dagarnar. Í týsdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at Torbjørn Jacobsen hevði biðið um fund við Bertel Haarder um málið, og mánakvøldið kundi Sjónvarpið so boðað frá, at ein loysn nú tykist vera ávegis í málinum. - Torbjørn Jacobsen segði við Sjónvarpið, at hann fekk beinleiðis at vita frá departementschefinum at málið um litavisku kvinn- urnar í VB og øll onnur líknandi mál vóru steðgaði til at landsstýrið og danska stjørnin vóru komin ásamt um eina reglugerð, sum føroyingar vilja hava, vóru boðini í Degi og Viku. Lagt varð eisini afturat, at henda avgerðin fevndi um allar teir útlendingar, sum eru í føroyskum ítrótti, og altso eisini um tær báðar VB- kvinnurnar, sum annars fingu harraboð um at fara av landinum fyri viku síð- ani. Ofta hevur slíkt lógar- verk tikið sína tíð at fáa avgreitt, men líkt er tó til, at í hesum førinum verður talan ikki um serliga langa tíð. Føroyski fólkatingslim- urin segði nevnliga eisini, at danir longu hava verið í sambandi við Løgmálaráð- ið, og at ein avtala eftir ætlan skal liggja klár longu 26. november. Altso um eina góða viku. Lættur um hjartað Og einki er at ivast í, at boðini vórðu væl móttikin í Vági. Har hava tey nú í einar tvær vikur ikki vitað, hvørt tey hava verið keypt ella seld. Týsmorgunin fingu vit orðið á Boga Mortensen, sum um nakar man vera maðurin aftan fyri hondbóltin í Vági. Og meira enn nakað annað, so var tað helst ein lætti, sum var at hoyra á málinum hjá honum. - Hatta var ikki so býtt at hoyra. Bæði tað, at vit nú aftur hava loyvi at nýta leikararnar hjá okkum, og so sjálvandi eisini, at greið- ar reglur verða gjørdar á økinum. Enn havi eg so ikki fingið formligu boðini hesum viðvíkjandi, men eg gangi so útfrá, at tá tey verða boðin út í hvørja stovu, so kunnu vit taka tey fyri góða vøru. Og Bogi dylir ikki fyri, at hesar báðar seinstu vikuni hava verið strævnar hjá bæði honum, felagnum og ikki minst teimum báðum leikarunum sjálvum. - Hetta hevur verið ein ræðulig tíð. Ein støða, sum eg ikki hevði vilja ynskt mínum ringasta fígginda at koma í. Eitt er tað, at málið er íkomið, men øll óvissan, sum hevur verið, hevur so avgjørt ikki gjørt tað lætt- ari. Tá ymsir myndugleikar í tveimum londum við hvør sínum lógarverki á økinum soleiðis at hava arbeitt við málinum, so sigur tað seg sjálvt, at málið gerst tor- greitt, at her hava vit hvørki vita út ella inn hesar dagar- nar. Men tíbetur tykist tað nú vera komið í rættlag við hesum, sigur Bogi Morten- sen. Og eftir alla óvissuna og allan tíðindameldurin, sum hevur verið kring málið, so sær nú loksins út til, at vágbingarnir kunnu fara at hugsa um hondbóltin aftur. Her fingu tær ein skáa seinasta vikuskifti, tá Hondbóltssambandið eftir umbøn útsetti dystin móti VÍF til 4. desember. Men komandi vikuskiftið er aftur dystur á skránni, tá Søljan kemur á vitjan í Vági. Og lítið man vera at ivast í, at vágbingar tá koma manssterkir í høllina at hyggja. Ikki minst eftir útlendsku leikarunum, sum tá fara at gera tað einasta, sum tær alla tíðina ætlaðu. Nevnliga at spæla hond- bólt. Loysn á útlendingamálinum - Er politiskur vilji, so skuldi hetta ikki tikið ov langa tíð at fáa greit, segði Torbjørn Jacobsen í týsdagsútgávu okkara - Hetta hevði eg ikki ynskt mínum ringasta fígginda, sigur Bogi Mortensen, sum er fegin um, at málið um útlendsku hondbóltsleikararnar nú tykist fáa ein enda Eftir eina laka byrjan, hev- ur føroyska útisetafelagið, Holte, av álvara fingið viðrák. Sunnudagin hevði liðið vitjan av Middelfart VK, og fyri stríðið um at sleppa við í endaspælið hevði hesin dysturin sera stóran týdn- ing. Og tað eydnaðaðist hjá Holte at vinna dystin við 3- 1. Settúrslitini vóru 21-25, 25,21, 25-17 og 28-26. Og sum vefra man, so vóru tey í Holte fegin um stigini, sum av álvara hava fingið liðið við aftur í stríðið um plássini í enda- spælinum. Her hevur liðið framvegis fýra stig upp til strikuna, men tað skal tó takast við, at Holte hevði av truplastu dystunum longu við kappingarbyrjan, so útlitini fyri at røkka enda- spælinum tykjast vera á eini leið. -jm Aftur ein sigur 19 18 Nr. 220 - 19. november 2003 C M Y K 18