Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 220 - 19. november 2003 So kemur høllin í Kollafirði Farið verður nú undir arbeiðið at byggja ítróttarhøllina í Kollafirði Eftir at togast hevur verið um givin lyfti av ymsum slag, byggi- og fíggingar- hátti, er nú loksins líkt til, at kollfirðingar fara at fáa sína ítróttarhøll. Vagnur Johannesen, for- maður í Hallarstuðlanevnd- ini, sum kemur at standa fyri byggingini av høllini, sigur at enn eru allir smálutir ikki endaliga komnir upp á pláss, men at tey vóna, at tað fer at bera til at fara í holt við arbeiðið heilt skjótt. – Vit jú, hvar høllin skal standa, og sjálvt økið er jú at kalla klárt. Har er grov- planerað, og hæddin er eis- ini tann rætta, men enn eru onkrir snøklar eftir. Eitt nú er jú sera umráðandi, at hetta verður neyvt í sam- svari við tær ætlanir, sum eru um útbyggingina av skúlanum í Kollafirði, so- leiðis at tað ikki verður nakað, sum skal gerast aft- urumaftur, sigur Vagnur. Vagnur er annars ein av teimum, sum í mong ár hevur tikið síni tøk á besta hondbóltsliðnum hjá KÍF, og hann er ikki í iva um, at nýggja høllin kemur at fáa ein veldugan týdning fyri alla ítróttina í bygdini. – Tað sigur seg sjálvt. Nú hava vit verið flytifuglar ígjøgnum somikið nógv ár, og tað verður ongan tíð ein nøktandi loysn. Bara í mín- ari tíð hava vit vant á Skála, so Vestmanna, og so bæði Skála og Vestmanna fram til vit nú eru í Hoyvíkar- høllini. Og sama skilið er jú eisini galdandi fyri fleiri aðrar ítróttagreinar, so hó- ast úrslitini kanska ikki síggjast alt fyri eitt, so eri eg ikki í iva um týdningin, sum høllin kemur at hava í longdini. Heðin Mortensen, for- maður í mentamálanevnd- ini hjá Tórshavnar Komm- unu, hevur saman við Hall- arstuðlanevndini, arkitekti og verkfrøðingum verið og hugt at økinum, har høllin skal gerast, og eisini hann fegnast um, at høllin nú verður veruleiki. – Ikki minst hevur tað stóran týdning, at ídnar lok- alar kreftir standa aftanfyri hetta projektið. Tá eru eis- ini størri sannlíkindi fyri, at høllin verður ein høll, sum er ætlað til júst teirra tørv. Bæði innan ítrótt, mentan og onnur viðurskifti á staðnum, sigur Heðin Mortensen. – Kollfirðingar hava leingi bíðað eftir hesari høllini, og tó at hon fyrst og fremst er ætlað til ítrótt, so ivist eg ikki í, at hon kemur at vera eitt slag av miðdepli í bygdini. Ein savningar- depil hjá bæði ungum og gomlum, sum her koma at fáa karmar um aktivitetir av ymsum slag. Ætlandi verður arbeiðið skipað soleiðis, at tað verð- ur Hallarstuðlanevndin, sum stendur fyri bygging- ini, sum so verður stuðlað av Tórshavnar Kommunu og Mentamálastýrinum. Samlaði kostnaðurin av ar- beiðinum er mettur til 13.43o tkr., og verður kostnaðurin millum partar- nar býttur soleiðis: Eginfígging, Hallarstuðla 500.000 Tórshavnar Kommuna 9.697.500 Mentamálastýrið 3.232.500 Nú eru loksins útlit fyri, at kollfirðingar fáa ítróttar- høllina. Og um heilt stutta tíð verður eftir ætlan farið í holt við sokkulsarbeiðið Mynd: Jens Kristian Vang Todi skal binda frið Líkt er nú til, at Todi Jónsson longu nú kann fara at hugsa um jóla- gávur, dunnuna til døg- urðan og annað, sum hoyrir jólunum til. Í øllum førum hevur hann fingið boð frá FCK um, at tað ivaleyst er best, um hann full- komuliga bindur frið í øllum førum tað kom- andi vikuna. Orsøkin er skaðin í lærkrikanum, sum hevur argað føroyska álops- leikaran í longri tíð. Fyri stuttum varð loks- ins staðfest, hvør orsøk- in til skaðan var, men hóast hetta nú er stað- fest, so merkri tað ikki, at Todi aftur kann venja við fullari ferð. – Veruleikin, soleiðis sum hann nú sær út, ger, at eg havi sera ilt við at trýgva, at tað fer at bera til hjá mær at spæla meira í ár. Eftir dystin nú sunnudagin skal FCK niður til Mallorca at spæla seinna dystin í UEFA-Cup kappingini. Eg kann gott siga, at eg eri næstan heilt vísur í, at eg ikki verði førur fyri at fara við liðfeløg- unum niður haðar. Tað er spell, men tað er so einki at gera við tað, skrivar Todi um hetta á heimasíðu sínari. - jm Klaksvíkingurin skal hesa vikuna royna seg hjá oddaliðnum í donsku superliguni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Leygardagin fór besti mál- skjúttin í føroysku fótbólts- landskappingini í ár, Hjalgrím Elttør, til Dan- markar í fóbtóltsørindum. Hjalgrím hevur sjálvur ongan tíð dult fyri, at dreymurin um eina tilveru sum yrkisleikari er til staðar, og áður hevur hann eisini verið á venjingar- uppihaldum í bæði Ong- landi og Spania. Hesa ferð verður tað so hjá aktuella oddaliðnum í donskum superliguni, at Hjalgrím fer at royna seg, og so er spurningurin, hvørt tað eydnast honum at sann- føra teir har í felagnum um evni síni sum málskjútti. Her hevur Esbjerg annars ein av stóru profilunum í donsku superliguni, Tommy Bechmann, men í donskum miðlum hevur oftani verið gitt um, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Esbjerg ikki longur hevur ráð at siga nei-takk, tá onnur feløg í bæði Danmark og aðra staðni vilja keypa vanda- mikla álopsmannin. Tí er einki at ivast í, at tey í fel- agnum eisini hugsa um, hvørjir møguligu avloysar- arnir kunnu vera. Hjalgrim í Esbjerg Hjalgrím Elttør vann gylta skógvin fyri mál síni í ár. Nú er hann í Danmark, har hann skal sannføra leiðsluna í Esbjerg um evni síni at finna meskarnar C M Y K 20 Nr. 220 - 19. november 2003 21 Sjúkrarøktarfrøði- skúli Føroya Starv sum lærari er leyst til setan 1. januar 2004 ella eftir avtalu. Høvuðsuppgávurnar hjá læraranum fevna um: • Undirvísing í sjúkrarøkt, vísindaástøði og hátta- lagsfrøði • Vegleiðing í samband við uppgávuskriving og verkætlanir • Saman við undirvísarunum á skúlanum leggja frálæruna tilrættis Førleikakrøv: • Sjúkrarøktarfrøðingur við viðkomandi framhalds- lestri á kandidat ella masterstøði • Kunnleika til útbúgvingina til sjúkrarøktarførðing og royndir innan undirvísing Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya tekur 20 lesandi inn um árið. Á skúlanum verður støðugt arbeitt við at menna útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing. Í sambandi við at útbúgvingin verður umløgd, henda stórar broytingar á skúlanum.Sum lærari á skúlanum fært tú møguleika at luttaka í og ávirka broytingarnar. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til rektaran tlf. 316027 lokal 436 ella tel. 315950. Umsókn við CV og prógvum skal sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya att.: Rektaran Eirargarður 14 B FO-100 Tórshavn Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 8. desember 2004. -har tað hendir 21