hósdagur 19. mars 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 19. MARS 1998
tíðindablaðið OST
13
Variation yvir eitt te
TELDUSÍÐAN
Rising Lands er nýggjasta royndin at endurnýggja strategiókið
TEKSTMASKINAN
Strategispøl florera og hava
verið tey best umtóktu spøl-
ini seinastu tvey árini. Vit
síggja alla tíðina nýggjar
royndir at broyta søguna,
gera um uppá mannagongd-
ir, leggja okkurt nýtt inn,
gera grafikkin vakrari og so
framvegis.
Men sjáldan ger hetta
stóra munin. Alt eru varia-
tónir yvir klassisk spøl sum
Command á Conquer og
Warcraft.
Aftur til framtíðina
Eitt nýtt spæl á gkinum er
Rising Lands. Hetta er eitt
gott, sermerkt og vakurt
spæl, men vit kenna longu
stuttligari, betri og vakrari
spøl. Tað minnir mest um
Age of Empires hjá Micro-
soft og eigur tí at sammetast
við hetta spælið.
Forsøgan er tó ein onnur.
Vit eru onkustaðni í fram-
tíðini, har fýra ymiskir ætt-
arbólkar stríðast um ræði
eftir at jørdin er vorðin
oydiløgd av meteoródnum.
Vit eru sjålvandi ein av ætt-
arbólkunum.
Men sjálvt um tíðin er
framtíð, so er umhvørvid
ein undarlig blanding av
miðgld og ferðandi tivoli frá
seksti-árunum. Har eru
grótborgir, sirkustelt, blikk
og torn hvgrt um annað.
Flogfør og stríðsvognar eru
býtt um við luftballónir,
nittaðar blikkkanónir og
dampmaskinur, og hernað-
arligu eindirnar føra seg
fram við bogaskjúttum,
svørdmonnum, eldkastarum
og tamdum næshyrningum
og bjørnum. Ein løgin
blanding. I alt finnast 40
sløg av bygningum, eindum
og akførum, og spælið er á
ti økinum eitt rættiliga ein-
falt spæl. Eins og Age of
Empires.
Grafikkurin er vakur og
kann fara upp til 800x600
punkt, men myndirnar eru
als ikki so veruleikakendar
sum f Age of Empires, og
er ikki f nåmind av films-
kendu góðskuni yvir flyt-
ingar sum vit síggja í Age
of Empires.
yggjar royndir
Alt snyr seg um — eins og f
Age of Empires — at koma
gjøgnum eina menningar-
søgu fyri at fåa fulla megi.
Tað ræður um at byggja upp
eitt framkomið samfelag
við hernaðarligari megi,
tøkni, ganga saman í ráð og
råevnum.
Gameplay'ið líkist teim-
um flestu, men Rising
Lands roynir seg við nøkr-
um nýggjum. Tað er nú
vorðið eitt sindur truplari at
savna ráevni og samla her-
eindir. Tað eru trý sløg av
ráevnum, matur, grót og
jarn, og serligar eindir skulu
nýtast til hvørt av hesum.
Bert bøndurnir kunnu fram-
leiða mat og breydføda her-
menninar, og bert teir, ið
savna grót, kunnu byggja
bygningar. Har er nógv at
halda skil á, og tað er ikki
lætt. Tað skal klikkjast
nógvar ferðir, áðrenn eitt
ávíst arbeiði er gjørt, og tað
er óneyðuga troyttandi.
Og tað er tað eisini at
savna nóg mikið av fólki.
Fólkið byrjar sum blankir,
grónir nýbyggjarar; í einum
ávísum bygningi gerast teir
so bøndir, mekanikarar ella
bygningsarbeiðarar, og í
einum triðja kunnu teir so
lærast upp til ymisk sløg av
hermonnum. Hetta er sjálv-
andi ein roynd at gera alt
meiri veruleikakent. Tað
gerst bara ikki stuttligari.
Fakta
Rising Lands er í sjálvum
sær eitt gott og undirhald-
andi spæl, einki at í vast í tí,
tað er til nógvar tímar av
undirhaldi her. Men tað er
langt upp til besta spælið á
marknaðinum. Fyri at
kunna royna hetta spælið,
krevst í minsta lagi ein
Pentium 90 við Windows
95, 16 MB RAM og møgu-
leika fyri at fáa pláss fyri
50 MB eyka á harð-diski-
num.
stellu
Eitt hjáland í Rising Lands er ein se rskilt sjón. Eitt millumting millum Riddar: aborgir og ferðandi tivoli. Frá vinstru
móti hógru ovast í myndini síggja vit tríggjar teir týdningarmestu bygningarnar, familjuhúsið, har fólk eru til tey
nýtt, teltið, har sterkastu »akførini« verða ment og uttast til høgru barakkina, ið framleiðir hermenn
' Crshig lghsnun 30 )
FAD | 950,- ?
18 MB SD RAM ”
3.2 GB harðdisk
"Matrox Mystique 2MB 0
256 KB Cache
24 x speed CD-ROM
16 bít jóðkort
80 watt hátalarar
= WinDS DK CDANorks 4.0
| 18" SVGA monitor
"Ti. 111 15
www.formula.fo from:2557
SR
ER OR
NU: kontant
25
*
verða