Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Joensen, i Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Lysingar og søla: Jonhard Hammer vari, uppsetin nt: Telefon: 11820 Sosialurin sæ Telefax. 14720 Bústaður: Argjavegur 26, Argjum e-mail: - Postadr: Postsmoga 76, post sosialurin.fo 110 Tórshavn Sambandið og Tjóðveldið | Gm runnin í stein Oddagrein FYRI fyrstuferð í mong ár er tjóðskaparspurn- ingurin og spurningurin um stjórnmálastoðu Føroya vorðnir veruligt samrøduevni. Ahuga- vert er eisini, at fólk taka hesi mål í álvara og hava skilagóðar áskoðanir um tey. Tað sama kann ikki sigast um flestu politikkarar okkara, sum tykjast at vera læstir í gomlum stoðutak- anum. HETTA kom greitt til sjóndar tá Tingið viågjørdi uppskot Javnaðarfloksins um at seta eina stjórnmálanevnd at viðgera ríkisrættarligu stoðu Feroyar. Og henda sama trongskygda støda kom aftur til sjóndar, tá uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum um eina fólkaatkvoðu um framtíðarstoðu Foroya var fyri á Tingi mána- dagin. VIT eru ikki komin longri enn, at tjóðveldismenn skýra all onnur enn tjóðveldisfólk fyri sam- bandsfólk, og at sambandsmenn skýra allar aðrar flokkar loysingarflokkar. Tjóðveldismenn tvihalda um 1946. Og hjá Sambandsmonnum er ein ráðstevna um heiamstýrisskipanina vorðið eitt skálkaskjól fyri ikki at viðgera hesi mál í realiteti TJÓÐVELDISFLOKKURIN má ásanna, at bara ein fjórðingur av Foroya fólk vil loysa frá Danmark. Somuleiðis má Sambandsflokkurin viðganga, at bara ein sættapartur av foroysku veljarunum vilja varðveita heimastýrisskipan- ina í verandi líki. Harafturat mugu hesir pólar í tjóðskaparspurningin taka í álvara helvtina av føroyingunum, sum vilja hava eina nýggja stjórnarskipan - eina skipan, sum gevur okk- um meiri sjålvstyri, eitt viågongt sjálvstýri uttan at vit loysa frá Danmark. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur í fleiri ár ásannað, at heimastýrislógin er ikki nogtandi. Flokkurin hevur mælt til eina nýggja skipan, sum gevur okkum meguleika at taka yvir oll målsøki, so vit stýra okkum sjálvum á ollum økjum. Henda áskoðan vinnur helst frama frå flokkunum á miðjuni og fólkaflokkinum. Men verandi stoða hjá Sambandi og Tjóðveldi ber í sær, at vit koma ik«i víðari. Teir eru runnir í stein ÞETTA må Føroya fólk bara gera sær greitt a lja faroy ingar veruliga hava broytingar í ríkisfelagsskapinum, so er at vn AU jóni á hesum ok r hugsjónarpolitikkur, meðan S alt meiri og meir S minnir u na politiska stevnu, sum vil halda um tað verandi. Sama er at siga um Sam- bandsflokk Á Oli dugir ikki Tað er sjálvandi rætt, at Óli Breckmann er farin krúp- andi frá einari almennari boppu til aðra, og at hann alt sítt vaksna lív er góddur upp av skattakrónum. Men hann hevur sanniliga roynt at vera vinnulívsmaður skrivar Sjúrður Skaale í Sjónarmið í dag Í tinginum mánadagin kallaði Óli Breckmann Strandferðsluna fyri ein køst og eitt rottureiður. Tí er einki nýtt í. Hann hatar alt sum er alment. Og umtalan av teimum, sum arbeiða innan tað almenna, hevur ofta verið mun- andi bersøgnari, enn hon var f tinginum månadagin. Men tað er ein erlig søk! Vit hava øll loyvi at hava okkara meining. Hetta tykist Ingeborg Vinther ikki hava skilt. Hon segði mánadagin, at Oli Breckmann ikki kann loyva sær at sverta tey alment løntu, ti hann sjálvur er — og altíð hevur verið — al- ment løntur. Okey — Ingeborg hev- ur sjålvandi rætt i, at Oli Breckmann aldrin hevur klårad seg i ti privata vinnulfvinum. Tað skerst ikki burtur, at hann er farin akandi frá einari almennar! rók til aðra; krúpandi í teirri almennu vøgguni, og er gøddur upp av skatta- krénunum hjå vanliga skattgjaldaranum — bædi føroyskum og donskum. Og tað er eisini eitt faktum, at hann helst er tann før- oyingur, sum situr við teirri — ella teimum! — hægstu almennu lønu- num yvirhøvur Tað er sjálvandi hetta sum ger, at Ingeborg Vinther heldur ósam- svar vera millum orð og gerð hjá manninum. Tað er bara ikki rætt! Oli roynir alt tað hann kann at liva eftir sínum egnu prinsippum. Og hann nevur sanniligå roynt at klårad seg :1rTI friu Vinnur Treiskni á Dagblaðnum Í síni tíð hevði hann I una av Dablaðnu illa fyri, at hansara blað fór á heysin. Men hann kýtti seg, og royndi aftur. Og stutt eftir fór tað aftur á heysin. So breyt hann upp um armar og royndi enn eina ferð — og so gav blaðið aftur upp ondina. Tilsamans fýra ferðir mátti Dagblaðið — liber- alismunnar flaggskip — leggja árarnar inn, tí tað ikki kláraði seg í fríari kapping móti teirri sosialistisku pressuni. Men eingin kann siga, at Óli ikki royndi, Inge- borg. Fólkið vildi bara ikki keypa produktið hjá honum. Tað var ikki hansara skyld. Tey, sum starvaðust á Dagblaðnum siga, at fyritøkan eisini var sjáldsama illa ríkin Og at arbeiðsdisiplinin var út av lagi vánalig. Men Óli kann ikki gera við, at hann ikki dugdi, og at evnini vóru so smá. Tí hvaðani skal ein maður, sum aldrin hevur arbeitt í fríari vinnu, fáa tær neyðugu royndirnar? Kortini avgjørdi hann — stutt fyri fólkatings- valið — enn einaferð at flota Dagblaðið á tí fría marknaðinum. Og nú er tað komið út fleiri vikur upp í slag! Well — tað er kanska ein lítil andsøgn, at hesin lítli, neyðarsligi píningurin av einum blað skal vera tað, sum umboðar tær stoltu fríu marknaðarkreftirnar Men út kemur tað. Og hóast Oli helst, sum hann plagar, má geva upp um nakrar vikur, so er tað hugurin og viljin vit skulu dóma mannin Og ambitiónirnar! Vit mugu ikki gloyma, at fáur privatur vinnulívs maður er so ambitiøsur m Oli Breckmann ikk slignu vinnulivsætl- anirnar í sunnara parti av Afrika! Eisini tað miseydn- aðist. Endaði sum eitt stórt og pínligt flopp. Óli Breckmann dugdi ikki — men hann royndi! Hann vil so gjarna kunna bretta bringu úr sær millum rættar vinnulívsmenn — tað liggur bara so illa fyri. Tí er tað, at hann má lata tað almenna føda seg. Og bæði Ingeborg og onnur mugu for Sørin virða henda mann, sum hóast evnini eru so smá, kortini altíð roynir at halda seg framat! Gudiligur og hampuligur Og so eru tað tey, sum halda, at Oli Breck- mann er so fúlur í munninum, at tað ikki sømir seg einum al- mennum umboð. Tað sosialistiska kórið ønskrar konstant um, at ein politikari ikki kann loyva sær at vanvirða, háða og niðurgera fólk á so grovan hátt, sum Óli Breckmann ger. Sjálvt dómarin fór eina- ferð uppí hetta kór, og skýrdi skrivingina hjá Óla Breckmann >ónd- sinnada«. Menn tann frælslynta røddin kempar ein hardan kamp. Ein kamp um liv og deyð. Kampin fyri liberalismuni og ímóti sosialismuni. Fyri ti privata og ímóti ti al- menna. Og i heitum dysti fella hvøss orð. Ti er tad ikki meira enn natúrligt, at orðalagið er eitt sindur hardligt. Tað er ikki meira enn natúr- ligt, at Oli ofta bannar og blótar so tað spruttar frá. Men hann vil ikki hava ringa ávirkan á nakran! Tendra ein bandupptakara ella eitt kamera — so skalt tú síggja, at fúlheitirnar hvørva sum døgg fyri sól! Í somu løtu sum upptøkulampan lýsir reytt, er Oli Breckmann hampuligasti og — ikki minst — gudiligasti maður í landinum! Hann kundi bara ikki vita, at útvarpið heyði tendrað ein bandupp- takara í tinginum mána- dagin... Sjúrður Skaale T Tað verður hervið kunngjørt fyri ætt, vinum og kenningum at okkara elskaða systur og dóttur KARIN JENSEN andaðist í Keypmannahavn 14. mars 1998, 24 gomul Kistan kemur til Klaksvíkar við Ternuni fr kveldið kl. 20.10 Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni ley in 21. mars kl. 13.30 lan ara iggja- rardag Jóhanna, Martin og Lydia TP: A